Meirvirðisgjald

 

40  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

§ 1

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Sum nýggj § 1, stk. 2 verður sett:
    "Stk. 2. Avgjaldsøkið fevnir um føroyskt landøki, firðir og havleiðina við Føroyar út til 3 sjómíl (5556 m) frá beinum grundlinjum og loftrúmið yvir nevnda øki."
  2. Í § 20, stk. 1, 1 pkt., verður "stk. 7" strikað og í staðin verður sett "stk. 6"
  3. Í § 20, stk. 1 verður skoytt uppí:
    "Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvørjar upplýsingar skulu verða tilskilaðar á avrokningarskjalinum í sambandi við avrokning av avgjaldinum.".
  4. § 22, stk. 2 verður orðað soleiðis:
    "Stk. 2. Verður avgjaldið ikki goldið til tíðina, skal 1,0 % gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá og við gjaldsmánaðinum at rokna. Renta verður ikki goldin av hækkingini av avgjaldinum sambært § 21, stk. 1."
  5. § 22, stk. 3 verður strikað.
  6. Í § 23a, stk. 4 verður 3. pkt. orðað soleiðis:
    "Er tann avgjaldsskyldugi eitt vinnufelag v.m., verður sum eigari eisini roknaður ein persónur, ið eigur slíkar fíggjarpartar í avgjaldsskylduga virkinum, sum verða roknaðir sum partabrøv hjá høvuðspartaeigara smb. § 4a, stk. 2-4 í virðisbrævaskattalógini, ella eitt vinnufelag v.m., sum eigur slíkar fíggjarpartar í avgjaldsskylduga virkinum."
  7. Í § 26, stk. 2 verður "Føroya Gjaldstova" strikað og í staðin sett: "Toll- og Skattstova Føroya".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 1999.

Almennar viðmerkingar
Fyriliggjandi uppskot um broytingar av meirvirðisgjaldslógini, eru fyrst og fremst umsitingarligar tillagingar, nú lógin hevur verið í gildi í 6 ár.

Skotið verður t.d. upp at áseta, hvat geografiskt øki tann føroyska avgjaldsskyldan fevnir um, nevniliga um føroyskt landøki, firðir og havleiðina við Føroyar út til 3 sjómíl svarandi til 5556 m frá beinum grundlinjum og loftrúmið yvir nevnda øki soleiðis, sum tað eisini er ásett í Tolllógini.

Verandi lógarreglur áseta neyvt, hvørjar upplýsingar skulu standa í oyðublaðnum ella avrokningarseðlinum, sum mvg-skrásett skulu lata inn eina ferð um ársfjórðingin. Fyri at betra um hagtalsgrundarlagið í landinum, hevur Hagstova Føroya leingi ynskt at fingið aðrar upplýsingar við á avrokningarseðilin. Skotið verður tí upp at broyta verandi reglu soleiðis, at landsstýrismaðurin fær heimild til í kunngerð at áseta, hvørjar upplýsingar skulu latast á oyðublaðið. Bræv frá Hagstovu Føroya er viðlagt sum skjal til lógaruppskotið.

Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær meiri inntøkur ella útreiðslur fyri landskassan. Roknað verður heldur ikki við, at tað hevur stóra ávirkan á fyrisitingina.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar

  1. Í samband við at ein møgulig oljuvinna fer at vera í Føroyum í framtíðini, er neyðugt at áseta í meirvirðisgjaldslógina, hvat geografiskt øki tann føroyska avgjaldsskyldan fevnir um. Viðmerkjast skal, at hetta er ásett í avgjaldslógunum hjá okkara grannalondum.
    Orðingin er samsvarandi ásetingini í tolllógini.
  2. Talan er um at rætta eina villu.
  3. Hjálagt er skriv frá Hagstovu Føroya dagfest 19. oktober 1998, sum vísir á møguleikar at bøta um hagtølini,. ið koma frá meirvirðisgjaldsskrásettum í sambandi við avrokning av avgjaldinum. Tí verður skotið upp, at landsstýrismaðurin fær heimild til at áseta nærri reglur um, hvussu avrokningarseðilin skal síggja út.
  4. Eftir verandi reglu skal 1,5% gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað, um avgjaldið ikki verður goldið til tiðina. Skotið verður við hesum upp at lækka rentuna, so hon framyvir verður 1,0% fyri hvønn byrjaðan mánað.
    Stórir trupulleikar eru í sambandi við rentuásetingarnar í § 22. Sum nú er, má umsitingin manuelt rokna sundurgreiningina av skuldini í avgjald, rentur og sekt. Eisini hevur verið ynski frammi um at fáa strikað tær 100 kr., sum eru ásettar í § 22, stk. 2, tí telduskipanin hevur trupult við at gera hetta á rættan hátt.
    Tí verður skotið upp eisini at gera ta broyting, at ásettu 100 kr. fella burtur, eins og renta framyvir heldur ikki skal roknast av hækkingum, sum gjørdar verða, tá uppgerð er ov seint innlatin.
  5. Mett verður eisini, at tað er óheppið, at Toll- og Skattstova Føroya krevur rentur av tilskrivaðum rentum. Hetta verður ikki gjørt í okkara grannalondum.
  6. Talan er um eina umorðing av verandi reglu.
  7. Henda broyting kemur av, at Toll- og Skattstova Føroya framyvir skal taka sær av innkrevjing og panting.

1. viðgerð 19. november 1998. Løgtingsmálini 39 og 40/1998 viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð 19. november 1998 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Viðvíkjandi broyting nr. 7 verður víst á viðmerkingarnar í álitinum í tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Á tingfundi 17. december 1998 legði fíggjarnevndin fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

§ 2 verður soljóðandi: "§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 1999. § 1, nr. 4 fær tó ikki gildi fyrr enn 1. januar 2000 burtursæð frá, at rentusatsurin upp á 1,5% verður broyttur til 1,0% við gildi frá 1. januar 1999."

2. viðgerð 18. december 1998. Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen, Eyðun Viderø, Jógvan Durhuus, Annitu á Fríðriksmørk, Jákup Sverra Kass, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3 viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 22. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2530-1/90
Ll. nr. 96/1998 frá 29.12.1998