Lønhæddaravgjald

 

38  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998,  6. november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 7, stk. 7 verður "Føroya Gjaldstova" broytt til: "Toll- og Skattstova Føroya".

2) § 13, verður strikað.

3) Í § 14, stk. 1 verður "lógmæti" broytt til: "samleikaprógv".

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 úr gildi.

Almennar viðmerkingar
Talan er einans um smáar tekniskar broytingar, sum ikki geva høvi til aðrar viðmerkingar enn tað, sum tilskilað er niðanfyri.

Uppskotið hevur ikki eyka útreiðslur við sær.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar
Til 1) Pantiheimildin skal framyvir vera hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Tí er neyðugt við hesi broyting.

Til 2) Ætlanin er, at nýggj lóg verður sett í gildi um eftirgeving av almennari skuld. Skotið verður tí upp at strika § 13.

Til 3) Samleikaprógv verður mett at vera lættari orðaval enn lógmæti.

1. viðgerð 26. november 1998. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð 26. november 1998 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Viðvíkjandi broyting nr. 1 verður víst á viðmerkingarnar í álitinum í tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.

Viðvíkjandi broyting nr. 2 um at strika § 13 í lógini verður sagt í viðmerkingunum frá landsstýrinum, at ætlanin er, at nýggj lóg verður sett í gildi um eftirgeving av almennari skuld. Skotið verður tí upp at strika § 13. Fíggjarnevndin heldur, at tað kann bíðast við at strika § 13, til lógaruppskotið um eftirgeving av almennari skuld er samtykt, og mælir tí til at strika hesa broyting og setir fram broytingaruppskot samsvarandi.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við nevndu broyting og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

Í § 1. verður nr. 2 strikað. § 1. nr. 3 verður § 1. nr. 2.

2. viðgerð 18. december 1998. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu

3. viðgerð 22. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2520-38/93
Ll. nr. 95/1998 frá 29.12.1998