Brenniolja

 

37 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald  á brenniolju

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

§ 1

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 1, stk. 6 verður "Føroya Gjaldstova" broytt til: "Toll- og Skattstova Føroya".

2) Eftir § 3 verður sett sum § 3a:

"§ 3a. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at kanna vøru á goymslu, handilsbøkur og annað roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá teimum, sum selja ta í § 1 nevndu vøru, og hjá teimum í § 2 nevndu skipum, bátum og virkjum.

Stk. 2. Tilfarið, ið er nevnt í stk. 1, skal eftir áheitan frá Toll- og Skattstovu Føroya latast Toll- og Skattstovu Føroya."

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 við seinni broytingum úr gildi.

Almennar viðmerkingar
Uppskotið gongur í stuttum út uppá at gera tær broytingar, sum eru neyðugar, fyri at Toll-og Skattstovan við kanningum kann útinna tað eftirlit, sum tørvur er á í sambandi við fyrisitingina av lógini.

Uppskotið hevur ikki eyka útreiðslur við sær.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar:

Ad. 1) Pantiheimildin skal framyvir vera hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Tí er neyðugt við hesi broyting.

Ad. 2) Uppskotið gongur út uppá at fáa heimild til at kanna vørur og øll skjøl hjá teimum, ið gjalda avgjald á brenniolju, og hjá teimum, ið hava rætt til endurrindan av brennioljugjaldinum.

1. viðgerð 26. november 1998. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð 26. november 1998 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Viðvíkjandi broyting nr. 1 verður víst á viðmerkingarnar í álitinum í tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti. Viðvíkjandi broyting nr. 2 greiddi landsstýrismaðurin nevndini frá, at tað er eitt krav frá landsgrannskoðaranum, at heimild verður fingin til at kanna øll skjøl hjá teimum, ið gjalda avgjald á brenniolju, og hjá teimum, ið hava rætt til endurrindan av brennioljugjaldinum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.  

2. viðgerð 18. december 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 22. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2520-2/90
Ll.nr. 97/1998 frá 29.12.1998