Feršagjald

 

36  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um feršagjald

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš
E. 3. višgerš

Įr 1998, 6. november, legši Signar į Brśnni, landsstżrismašur, vegna Karsten Hansen, landsstżrismann, vegna landsstżriš fram soljóšandi
 

Uppskot
til
lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um feršagjald

§ 1.

Ķ lųgtingslóg nr. 37 frį 26. mai 1988 um feršagjald viš seinni broytingum verša gjųrdar hesar broytingar:

1) Ķ § 1, stk. 5 veršur "Fųroya Gjaldstova" broytt til: "Toll- og Skattstova Fųroya".

2) Eftir § 4 veršur sett sum § 4a:

"§ 4a. Toll- og Skattstova Fųroya hevur heimild til at kanna roknskapartilfar og bręvaskifti v.m. hjį teimum ķ § 1 nevndu flutningsfyritųkum og umbošsfólkum teirra ķ Fųroyum.

Stk. 2. Tilfariš, iš er nevnt ķ 1. stk., skal eftir įheitan frį Toll- og Skattstovu Fųroya latast Toll- og Skattstovu Fųroya.

§ 2.

Henda lóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd. Samstundis fer danski teksturin ķ lųgtingslóg nr. 37 frį 26. mai 1988 viš seinni broytingum śr gildi. 

Almennar višmerkingar
Uppskotiš gongur ķ stuttum śt uppį at gera tęr broytingar, sum eru neyšugar fyri at Toll-og Skattstovan viš kanningum kann śtinna taš eftirlit, sum tųrvur er į ķ sambandi viš fyrisitingina av lógini.

Uppskotiš hevur ikki eyka śtreišslur viš sęr.

Višmerkingar til tęr einstųku broytingarnar
Ad. 1) Pantiheimildin skal framyvir vera hjį Toll- og Skattstovu Fųroya. Tķ er neyšugt viš hesi broyting.

Ad. 2) Uppskotiš gongur śt uppį at fįa heimild til at kanna ųll skjųl hjį teimum fyritųkum, iš hava skyldu at gjalda feršagjald til landskassan.

1. višgerš 17. november 1998. Mįliš beint ķ fķggjarnevndina, sum tann 15. december 1998 legši fram soljóšandi

Į l i t

Mįliš varš lagt fram av landsstżrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. višgerš 17. november 1998 beint ķ fķggjarnevndina.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš og hevur undir višgeršini havt fund viš Karsten Hansen, landsstżrismann ķ fķggjarmįlum.

Višvķkjandi broyting nr. 1 veršur vķst į višmerkingarnar ķ įlitinum ķ tingmįli nr. 35/1998: Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um įseting av skatti. Višvķkjandi broyting nr. 2 greiddi landsstżrismašurin nevndini frį, at taš er eitt krav frį landsgrannskošaranum, at heimild veršur fingin til at kanna ųll skjųl hjį teimum fyritųkum, iš hava skyldu at gjalda feršagjald til landskassan.

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir lųgtinginum til at samtykkja uppskot landsstżrisins.

2. višgerš 18. december 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. At mįliš soleišis samtykt kann fara til 3. višgerš samtykt uttan atkvųšugreišslu.

3. višgerš 22. december 1998. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 29-0-0. Mįliš avgreitt.

J.nr. 2520-37/93
Ll.nr. 98/1998 frį 29.12.1998