Skattur

 

35  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

§ 1

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 2, stk. 1, 1. pkt. verður "2.900 kr." broytt til: "4.000 kr.".

2) Í § 2, stk. 2 verður 4. pkt. strikað.

3) Í § 3 verður stk. 4 strikað.

4) Í § 8 verður sett sum nýtt stk. 2:

"Stk. 2. Skatturin hjá persónum, sum eru búsitandi uttanlands, og sum fáa pensjónsútgjaldingar úr Føroyum sambært millumlanda sáttmálum um sosiala trygd, er ásettur til 10% av bruttoinntøkuni."

5) Í grein 7, stk. 1 verður "Føroya Gjaldstovu" broytt til: "Toll-og Skattstovu Føroya".

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999. Broytingar nr. 2, 3 og 4 eru tó galdandi frá og við inntøkuárinum 1998.

Almennar viðmerkingar
Í uppskotinum um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti eru fimm broytingar.

Fyrsta broytingin er sett fram fyri at betra um korini hjá barnafamiljum. Í samsvari við ásetingarnar í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu verður skotið upp at hækka barnafrádráttin í landsskattinum við kr. 1.100 pr. barn, úr kr. 2.900 til kr. 4.000. Fíggjarligu meirútreiðslurnar eru mettar til at verða umleið kr. 11 mió. Fyrisitingarliga fer broytingin ikki at hava nakrar trupulleikar ella aðrar meirútreiðslur við sær.

Næsta broytingin er ein tillaging av ásetingarlógini til nýggju reglurnar um hjúnabandsskatt og sjálvuppgávu, sum kom í gildi 1. januar 1998. Broytingaruppskotið hevur við sær, at ein ónýttur barnafrádráttur hjá hjúnafelaga framyvir vil verða útgoldin sum avlopsskattur í staðin fyri sum nú at verða fluttur til hjúnafelagan sum negativur skattur, t.v.s. sum ein frádráttur í skattinum. Fyrisitingarliga, og her verður víst til einfaldingina av sjálvuppgávuni, vil broytingin hava eina einfaldan við sær.

Triðja broytingin, sum viðvíkir frádráttinum hjá pensiónistum, er somuleiðis ein tillaging av ásetingarlógini til meginreglurnar og nýggju reglurnar um hjúnabandsskatt og sjálvuppgávu. Endamálið við pensiónistafrádráttinum var at tryggja, at pensiónistar, ið bert fingu grundupphæddina, ikki skuldu rinda skatt. Sum lógin er nú, kann ónýttur frádráttur flytast frá einum pensiónisti til annan. Samskatting er sett úr gildi fyri øll, eisini fyri pensiónistar. Vísandi til endamálið annars við pensiónistafrádráttinum og nýggju sjálvuppgávuni verður skotið upp at strika møguleikan til at flyta ónýttan frádrátt til hin hjúnafelagan.

Fjórða broytingin viðvíkir persónum, sum fáa pensjón goldna úr Føroyum sambært millumlanda sáttmálum um sosiala trygd, men sum hava bústað uttanlands. Sambært galdandi skattareglum skulu hesir persónar rinda 42% av pesjónini til Føroya. Til samanberingar kann nevnast, at Noreg ikki roknar skatt av pensjón, sum verður rindað pensjónisti, sum býr uttanlands. Í Noregi og Svøríki verður fólkapensjónin ikki skattað, Finland skattar fólkapensjón við 35%, og Ísland skattar við 39,2% av tí partinum, sum fer upp um 2.300 krónur.

Landsstýrið heldur, at vit í Føroyum á hesum øki skulu leggja okkum so tætt upp at reglunum í øðrum londum og skjýtur tí við hesum upp, at tær nevndu pensjónir verða skattaðar við 10%, og at broytingin fær gildi frá og við 1. januar 1998. Mett verður, at í mesta lagi 1 mió. kr. árliga verða útgoldnar. Broytingin kemur sostatt at kosta landskassanum í mesta lagi umleið 300.000 kr.

Ætlanin er, at Toll-og Skattstova Føroya skal yvirtaka innkrevjing og panting frá Føroya Gjaldstovu.

Fimta broytingin snýr seg tí um at fáa hetta í rættlag.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar:
Ad. 1) Í samsvar við ásetingarnar í samgonguskjalinum verður skotið upp at hækka barnafrádráttin í landsskattinum við kr. 1.100 kr. pr. barn, úr kr. 2.900 til kr. 4.000 kr.

Ad. 2) Við gildi frá 1. januar 1998 eru reglurnar um hjúnabandsskatt broyttar, soleiðis at hjún nú verða sett í skatt hvør sær. Frá sama degi at rokna vórðu reglurnar um sjálvuppgávu broyttar. Fyri at røkka endamálunum við nevndu broytingum verður skotið upp at strika møguleikan til at flyta ónýttan frádrátt til hin hjúnafelagan. Broytingin hevur við sær, at ónýttur frádráttur framyvir verður útgoldin eftir § 2, stk. 3 í ásetingarlógin.

Ad. 3) Endamálið við pensjónistafrádráttinum var at tryggja, at pensjónistar, ið bert fingu grundupphæddina, ikki skuldu rinda skatt. Meiningin við ásetingini var soleiðis upprunaliga ikki, at ónýttur frádráttur skuldi flytast frá einum pensjónisti til annan.

Ad. 4) Persónar, sum hava búð í Føroyum, men sum nú búgva uttanlands og eru vorðnir pensjónistar, skulu hava pensjón útgoldna úr Føroyum. Hetta er tó ikki galdandi, um persónur er fluttur til Danmarkar, tí tá fær hann ikki pensjón goldna úr Føroyum, men úr Danmark.

Sambært galdandi skattareglum hava teir pensjónistar, sum fáa pensjón útgoldna úr Føroyum, avmarkaða skattskyldu til Føroya av inntøku úr Føroyum. Sambært dupultskattasáttmálanum millum norðurlond skal pensjónin skattast í keldulandinum (í hesum føri Føroyum). Hetta hevur við sær, at pensjónistar, sum fáa pensjón útgoldna úr Føroyum, men sum t.d. búgva í norðurlondum, gjalda 42% av pensjónini í Føroyum.

Til samanberingar kann nevnast, at Noreg ikki roknar skatt av pensjón, sum verður rindað pensjónisti, sum býr uttanlands. Í Noregi og Svøríki verður fólkapensjón ikki skattað, Finnland skattar fólkapensjón við 35%, og Ísland skattar við 39,2% av tí partinum, sum er hægri enn 2.300 (føroyskar) krónur.

Skotið verður upp at gera hesa broyting, so einans 10% verða goldin í skatti av pensjónum (fólka-og avlamispensjónum), sum latnar verða pensjónistum búsitandi uttanlands.

Ad. 5) Innkrevjing og panting skal framyvir vera hjá Toll-og Skattstovu Føroya. Tí er neyðugt við hesi broyting.

1. viðgerð 20. november 1998. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð 20. november 1998, beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Viðvíkjandi broytingini í § 1, nr. 5 hevur fíggjarnevndin hesa viðmerking: Tað kann tykjast óheppið, at ein umlegging er farin fram í umsitingini, uttan at avvarðandi lógir eru broyttar fyrst, soleiðis at samsvar er millum útinningina av umsitingini og viðkomandi lógir.

Vissa er fingin fyri, at tað formliga er í lagi, at eftirlit og innkrevjing eru flutt frá Føroya Gjaldsstovu til Toll- og Skattstovu Føroya.

Hetta hongur saman við, at stjórin á Føroya Gjaldsstovu hevur eftirlitið og heimildina at krevja inn og kann lata hesa heimild til aðrar persónar at útinna.

Hetta hevur verið gjørt øll árini og verður framvegis gjørt. Tí er tað formliga í lagi.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

 

2. viðgerð 18. december 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 22. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2540-14/92
Ll. nr. 102/1998 frá 29.12.1998