Støðisútbúgving innan tøkni

 

34  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgivng innan tøkni

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 47 frá 28. apríl 1992 um støðisútbúgving innan tøkni, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:

"Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri støðisútbúgving innan tøkni."

2) § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:

"Landsstýrismaðurin ásetir almennar reglur um støðisútbúgvingina eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum."

3) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:

"Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir, eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, reglur um floksdeildtal, samstarv millum skúlar um býti av flokkum og útbúgvingum og um upptøku av næmingum."

4) § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis:

"Støðisútbúgvingin verður skipað í eindum við atliti til at lúka krøvini um upptøku til framhaldandi útbúgving innan tøkni og til yrkisútbúgving."

5) § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis:

"Landsstýrismaðurin ásetir, eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, hvørjar yrkislærugreinar og grundlærugreinar skulu verða í tí ávísu útbúgvingini."

6) § 6, stk. 2 verður orðað soleiðis:

"Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir, hvørjar aðrar almennar lærugreinar skulu verða í útbúgvingini."

7) § 8, stk. 2 verður orðað soleiðis:

"Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir, eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, reglur um próvtøku fyri hvørja lærugrein sær. Í yrkislærugreinunum tó eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd."

8) § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis:

"Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir, eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, reglur fyri stk. 1 og 2."

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999.

Viðmerkingar
Galdandi lóg er frá 28. apríl 1992, og er hetta fyrstu ferð, at ein lóg um støðisútbúgving innan tøkni er sett í gildi. Broyting í lógini í sambandi við nýggju stýrisskipanina kom í gildi 20. mai 1996.

Um støðisútbúgvingina innan tøkni kann í høvuðsheitum sigast, at hon gevur ungum møguleika at byrja eina tøkniliga útbúgving, har tað eftir lokið støðisár ber til at halda fram í víðari útbúgving innan tøkni og handverk.

Nýskapanin við broytingaruppskotinum er í høvuðsheitum, at yrkisútbúgvingarráðið, sum verður sett á stovn í sambandi við nýggju yrkisútbúgvingarlógina, hevur ummælisrætt, tá ið tað snýr seg um innihaldið í støðisútbúgvingini.

Mett verður, at uppskotið fer ikki at hava fíggjarligan meirkostnað fyri landskassan.

Hetta lógaruppskot er viðgjørt á sama hátt og løgtingslógaruppskotið um yrkisútbúgvingarlógina. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava tikið støðu til hjálagda SIT-lógaruppskot, og tað varð tí ikki sent arbeiðmarknaðarpørtunum til ummælis.

Serligar viðmerkingar
Ad 1) Heimildin at skipa fyri støðisútbúgving innan tøkni er smb. § 2 í rammulóg nr. 54 frá 14. februar 1979.

Ad 2) Smb. verandi skipan stendur einki um ummælisrætt. Í broytingaruppskotinum er tað yrkisútbúgvingarráðið, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, sum hevur henda ummælisrætt.

Ad 3) Eins og undir punkt 2) er tað yrkisútbúgvingarráðið, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, sum hevur henda ummælisrætt.

Ad 4) Hendan broyting er tikin við, fyri at næmingar, sum hava tikið støðisútbúgving innan tøkni, kunnu halda fram í einari yrkis- ella lærlingaútbúgving.

Ad 5) Smb. verandi skipan er einki ásett um nakran ummælis- ella avgerðarrætt viðvíkjandi spurninginum um, hvørjar yrkislærugreinar og grundlærugreinar skulu verða í tí ávísu útbúgvingini. Í broytingaruppskotinum fær yrkisútbúgvingarráðið, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, ummælisrættin og yrkisnevndirnar, smb. somu lóg, avgerðarheimildina.

Ad 6) Hendan áseting heimilar landsstýrismanninum at upprætta almennar lærugreinar í støðisútbúgvingini, sum hann metir eru av týdningi fyri útbúgvingina.

Ad 7) Smb. verandi skipan er einki ásett um nakran ummælis- ella avgerðarrætt viðvíkjandi spurninginum um próvtøkur fyri hvørja lærugrein sær. Í broytingaruppskotinum fær yrkisútbúgvingarráðið, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, ummælisrættin og yrkisnevndirnar, smb. somu lóg, avgerðarheimildina.

Ad 8) Smb. verandi skipan er einki ásett um nakran ummælisrætt viðvíkjandi spurninginum um avriksflutning/góðskriving av faki. Í broytingaruppskotinum fær yrkisútbúgvingarráðið, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, henda ummælisrætt.

1. viðgerð 19. november 1998. Løgtingsmálini 31og 34/1998 viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í mentanarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 19. november 1998 beint í mentanarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum, tann 24. november 1998, 30. november 1998 og 11. desember 1998.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni.

Nevndin hevur fingið skriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og frá landsstýrismanninum við viðmerkingum til málið.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 18. december 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 23. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2116-18/96
Ll. nr. 92/1998 frá 29.12.1998