Yrkisútbúgvingar

 

33  Uppskot til  løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit

D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6.  november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

U p p s k o t
til
løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

Kapittul 1
Endamál o.a.

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri yrkisútbúgvingum umframt arbeiðsmarknaðarútbúgvingum.

§ 2. Útbúgvingarnar skulu miða ímóti:

l) at menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan

2) at leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving

3) at nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið um ræður fakligan førleika og almennan kunnleika

§ 3. Yrkisútbúgvingarnar verða skipaðar soleiðis, at skift verður ímillum verkliga læru á læruplássi og undirvísing í skúla, og at tær enda við útbúgvingarskjali.

§ 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um útbúgvingarnar sum heild og fyri hvørja útbúgving sær.

Stk. 2. Sambært §§ 19-20 verður sett eitt yrkisútbúgvingarráð, ið skal gera tilmæli um tær í stk. 1 nevndu reglur sambært heimildum í § 21.

Stk. 3. Sambært § 22 verða settar yrkisnevndir, ið skulu gera reglur fyri hvørja útbúgving sær sambært heimildunum í § 23.

§ 5. Landsstýrismaðurin setir á stovn, leggur niður og tekur av yrkisútbúgvingar eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um upptøku í skúla, floksbýtistal og skúlasamstarv eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum.

Stk. 3. Skúlagongdin fer fram í góðkendum skúla.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt í viðkomandi yrkisnevnd, smb. § 22, nærri reglur um skúlagongd og sveinaroynd fyri teir lærlingar, ið ikki kunnu fáa skúlagongdina í Føroyum.

Kapittul 2
Atgongd til útbúgvingarnar

§ 6. Tann, sum verður tikin í læru í einari yrkisútbúgving, skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans og hava góðkendan lærusáttmála.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, um ein útbúgving verður roknað sum yrkisútbúgving og kemur undir sáttmálaskyldu.

§ 7. Skúlin hevur í teimum yrkisútbúgvingum, hann bjóðar seg fram í, skyldu at taka allar lærlingar, sum lúka treytirnar sambært § 6, stk. 1, inn í skúla.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, at partur av verkligu læruni fer fram í skúla, og at partur av skúlaundirvísingini fer fram á læruplássi.

Kapittul 3
Útbúgvingarskipanin

§ 8. Fyri lærlingar, sum byrja eina yrkisútbúgving við lærusáttmála, verður lærutíðin roknað frá tí degi, sáttmálin hevur gildi.

Stk. 2. Hevur lærlingur, áðrenn læran byrjar, tikið støðisútbúgving á yrkisskúla, kann skúlagongdin góðskrivast og lærutíðin styttast.

Stk. 3. Viðkomandi yrkisnevnd samtykkir, um tann í stk. 2 nevnda støðisútbúgving kann góðskrivast.

Stk. 4. Viðkomandi yrkisnevnd samtykkir útbúgvingarreglur, herundir reglur um útbúgvingartíð, býtið millum verkliga læru og skúlagongd, sbr. § 3, val av lærugreinum sbr. § 14, stk. 1 eins og reglur um endamálið við verkligu læruni og skúlagongdini sbr. §§ 11 og 16, samanber § 23.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd, tær í stk. 4. nevndu útbúgvingarreglur fyri hvørja útbúgving sær.

§ 9. Landsstýrismaðurin kann, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt í viðkomandi yrkisnevnd, áseta reglur um, at lærlingur við aðrari útbúgving ella arbeiðsroyndum kann sleppa undan parti av verkligu læruni ella skúlagongdini.

Stk. 2. Útbúgvingarskipanin skal bera í sær, at um lærlingur má gevast við útbúgving síni, so skal tað verða gjørligt at taka hana upp aftur seinri, smb. § 35.

Stk. 3. Eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum kann verða skipað fyri ískoytisskeiði til lærling, sum skiftir útbúgving, smb. § 27, stk. 2.

Stk. 4. Lærlingi kann verða veitt eykaundirvísing í tann mun, hetta er neyðugt, fyri at útbúgvingin kann verða lokin, smb. § 15, stk. 2.

§ 10. Landskassin veitir stuðul til tær beinleiðis undirvísingarútreiðslurnar frároknað inntøkur við skúlaundirvísingini eftir hesi lóg.

Stk. 2. Eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum kann landsstýrismaðurin áseta reglur um gjald fyri útreiðslur til undirvísingartilfar.

Stk. 3. Útreiðslurnar av sveinaroyndum verða býttar millum landskassan og yrkisfeløgini eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisfeløgunum á arbeiðsmarknaðinum

Stk. 4. Í hesi lóg skal yrkisfelag skiljast sum meginfelag, um viðkomandi felag er limur í einum meginfelag.

Stk. 5. Skúlagongdin er ókeypis fyri lærlingar.

Kapittul 4
Innihaldið í yrkisútbúgvingunum

§ 11. Innihaldið í yrkisútbúgvingunum verður skipað samsvarandi endamálinum, sbr. § 2, og á tann hátt, at verkliga læran og skúlagongdin verða ein heild.

Stk. 2. Skúlaundirvísingin skal í byrjanini geva eina breiða heildarfatan. Seinni skal undirvísingin miða ímóti at veita lærlinginum neyðugan førleika í ávísum yrki. Undirvísingin skal verða so skipað, at hon nøktar skiftandi førleikakrøv frá vinnuni.

§ 12. Undirvísingin fatar um yrkislærugreinir, grundlærugreinir og vallærugreinir.

Stk. 2. Yrkislærugreinir skulu vanliga hava tríggjar sættapartar av samlaðu tíðini, grundlærugreinir tveir sættapartar og vallærugreinir ein sættapart.

Stk. 3. Grundlærugreinir kunnu í serligum føri verða havdar ístaðin fyri yrkislærugreinir.

Stk. 4. Yrkislærugreinir kunnu í serligum føri verða havdar ístaðin fyri vallærugreinir.

§ 13. Yrkislærugreinirnar fata um verkliga og ástøðiliga undirvísing, ið sermerkja viðkomandi útbúgving, og skulu veita almennan kunnleika og fakligan yrkisførleika. Partur av yrkislærugreinunum eru serlærugreinir, ið eru á hægsta fakliga støði í útbúgvingini og fata um verkliga og ástøðiliga undirvísing, ið skal miða ímóti at veita lærlinginum ein serligan yrkisførleika. Lærlingurin velur sergrein innan ta útbúgving, hann hevur gjørt lærusáttmála í.

Stk. 2. Grundlærugreinirnar fata um verkliga og ástøðiliga undirvísing, ið skal miða ímóti at menna tann fakliga kunnleikan. Somuleiðis skulu grundlærugreinirnar nøkta krøvini til ungdómsútbúgvingar, herímillum styrkja persónliga menning, lestrarførleika og samfelagsfatan.

Stk. 3. Vallærugreinirnar skulu miða ímóti at nøkta áhugamál lærlingsins, at stuðla áhugan fyri framhaldandi útbúgving og menna yrkis- og lestrarførleikan. Vallærugreinirnar skulu eisini stimbra vanligu førleikakrøvini og arbeiðsmøguleikarnar í samfelagnum.

§ 14. Landsstýrismaðurin ásetir, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd, hvørjar yrkislærugreinir og grundlærugreinir skulu verða tengdar at tí ávísu útbúgvingini.

Stk. 2. Skúlarnir gera av, hvørjar vallærugreinir skulu verða bodnar út á skúlunum.

§ 15. Undirvísingin verður løgd tilrættis við ynskjum lærlingsins í huga og lagað eftir fortreytum og áhuga hansara.

Stk. 2. Lærlingi, sum hevur tað fyri neyðini, kann verða givin serundirvísing og annar sernámsfrøðiligur stuðul.

Stk. 3. Lærlingi verður veitt ráð og vegleiðing viðvíkjandi útbúgvingini og persónligum viðurskiftum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur fyri tey í stk. 2 og 3 nevndu viðurskifti.

§ 16. Verkliga læran fer fram á einum ella fleiri virkjum, ið eru góðkend sum lærupláss av viðkomandi yrkisnevnd, og hon er grundað á lærusáttmála millum lærling og viðkomandi virki.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd, reglur um verkligu læruna í tann mun, hesar reglur ikki eru ásettar í sáttmála millum viðkomandi yrkisfeløg.

§ 17. Lærlingarnir fáa útbúgvingarskjal fyri fullførda útbúgving, heruppií váttan fyri framda skúlagongd og verkliga læru. Lærlingur, sum gevst í útbúgvingini, hevur rætt at fáa váttan fyri framd avrik.

Stk. 2. Próvtøkur verða skipaðar eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Próvtøkur í yrkislærugreinum og serlærugreinum verða tó ásettar eftir reglum, sum yrkisútbúgvingarráðið hevur tilmælt eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevndum.

§ 18. Sveina- og yrkisroyndir verða hildnar í teimum einstøku útbúgvingunum, um hetta er samtykt av viðkomandi yrkisnevnd. Sveinaroyndirnar verða fyriskipaðar eftir reglum, sum eru ásettar av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá yrkisnevndunum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum reglur um døming yvirhøvur og reglur um, hvussu útbúgvingarskjøl verða tilevnað og latin.

Kapittul 5
Ráðsskipanin

§ 19. Landsstýrismaðurin setir eitt yrkisútbúgvingarráð, sum í tilmælum sínum til landsstýrismannin viðger mál sambært teimum heimildum, tí eru givnar.

Stk. 2. Yrkisútbúgvingarráðið ger viðtøkur, sum landsstýrismaðurin góðkennir. Viðtøkurnar skulu greitt lýsa mannagongdina fyri ráðsarbeiðinum, herímillum um rakstrarstuðul landsstýrisins til ráðsskrivstovuna, tilnevning og val av ráðslimum og um atkvøðugreiðslur.

§ 20. Yrkisútbúgvingarráðið hevur 9 limir. Ráðslimirnir verða valdir fyri fýra ár. Fyri hvønn ráðslim verður ein varalimur valdur.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur formannin.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir 4 limir, sum skulu umboða arbeiðsgevarar. Hesir limir verða valdir soleiðis:

  1. Føroya Handverksmeistarafelag velur 1 lim

  2. Landsstýrismaðurin velur 1 lim

  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag velur 2 limir

Stk. 4. Landsstýrismaðurin tilnevnir 4 limir, sum skulu umboða løntakarar. Hesir limir verða valdir soleiðis:

  1. Føroya Handverkarafelag velur 1 lim

  2. Starvsmannafelagið velur 1 lim

  3. Felagið S&K velur 1 lim

  4. Føroya Arbeiðarafelag velur 1 lim

Stk. 5. Eitt umboð fyri hvønn góðkendan yrkisskúla kann møta á ráðsfundum. Hesi umboð hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.

Stk. 6. Yrkisútbúgvingarráðið kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á ráðsfundum.

Stk. 7. Landsstýrismaðurin veitir yrkisútbúgvingarráðnum skrivstovuhjálp og rindar útreiðslur ráðsins eftir gjøllari av landsstýrismanninum ásettum reglum, smb. § 19, stk. 2.

§ 21. Yrkisútbúgvingarráðið ger tilmæli til landsstýrismannin um:

  1. reglur um útbúgvingar sum heild og hvørja útbúgving sær, smb. § 4, stk. 2.

  2. stovnan, niðurlegging og avtøku av útbúgvingum, smb. § 5, stk. 1.

  3. hvørjar útbúgvingar verða roknaðar sum yrkisútbúgvingar, smb. § 6, stk. 2.

  4. verkligar partar í skúla og undirvísing á læruplássum, smb. § 7, stk. 2.

  5. útbúgvingarreglur, smb. § 8, stk. 5.

  6. frítøku fyri partar av útbúgvingini, smb. § 9, stk. 1.

  7. reglur um ískoytisskeið, smb. § 9, stk. 3.

  8. reglur um gjald fyri undirvísingartilfar, smb. § 10, stk. 2.

  9. hvørjar yrkis- og grundlærugreinir hoyra til ávísa útbúgving, smb. § 14, stk. 1.

  10. reglur um verkligu læruna, smb. §16, stk. 2.

  11. reglur um próvtøkur í yrkis- og serlærugreinum, smb. § 17, stk. 2.

  12. reglur um sveina- og yrkisroyndir, smb. § 18, stk. 1.

  13. reglur um døming o.a., smb. § 18, stk. 2.

  14. reglur um, hvussu lærlingur fær boð um at koma í skúla, smb. § 29, stk. 2.

  15. reglur um burturvísing, smb. § 30, stk. 2.

  16. hvussu lærusáttmálaskjal skal verða orðað, smb. § 31, stk. 2.

  17. reglur um frávik, smb. § 44.

  18. reglur um læraraførleika, smb. § 45.

  19. skiftisreglur, smb. § 47, stk. 2.

Stk. 2. Yrkisútbúgvingarráðið hevur eisini til uppgávu:

  1. at gera viðtøkur fyri ráðið, smb. § 19, stk. 2.

  2. at tilnevna yrkisnevndir, smb. § 22, stk. 1.

  3. at góðkenna viðtøkur fyri arbeiðið hjá yrkisnevndum, smb. § 22, stk. 2.

  4. at seta fyribilsnevndir, smb. § 22, stk. 3.

  5. at áseta minstuløn til lærlingar, har ið eingin sáttmáli er, smb. § 33, stk. 3.

  6. at ráðgeva landsstýrismanninum um, hvussu útbúgvingarskipanin eigur at leggjast soleiðis til rættis, at sett mál og krøv, smb. § 2, verða nádd

  7. at fylgja við gongdini og nýggjum vinnumøguleikum, og við støði í hesum gera landsstýrismanninum tilmæli um tørvin á nýggjum útbúgvingum og umskipan av ella avtøku av verandi útbúgvingum

  8. at fylgja við verandi útbúgvingum, og við støði í hesum gera landsstýrismanninum tilmæli um tørvin á at samskipa útbúgvingarnar betur og møguliga leggja útbúgvingar saman.

Stk. 3. Yrkisútbúgvingarráðið kann av sínum eintingum umrøða og bera fram alt, ið ráðið og yrkisnevndirnar halda hava týdning fyri yrkisútbúgvingarnar, herundir útreiðslutørvin.

§ 22. Yrkisútbúgvingarráðið tilnevnir yrkisnevndir, sum skulu viðgera mál innan viðkomandi útbúgvingar við støði í teimum heimildum, sum givnar eru í hesi lóg.

Stk. 2. Limirnir í yrkisnevndunum verða valdir av viðkomandi yrkisfeløgum, sbr. § 10, stk. 4. Arbeiðsgevarar og løntakarar skulu hava javnstóra umboðan.

Stk. 3. Yrkisnevndirnar skulu tilsamans fevna um allar útbúgvingar, ið eru settar í verk eftir hesi lóg. Tá ið útbúgvingar skulu fyrireikast og setast í verk, kann yrkisútbúgvingarráðið seta fyribilsnevndir.

Stk. 4. Kunnu feløgini ikki velja yrkisnevnd, skal yrkisútbúgvingarráðið síggja til, at yrkisnevnd verður sett.

Stk. 5. Yrkisnevndirnar skulu gera viðtøkur fyri nevndararbeiðið. Viðtøkurnar skulu greitt lýsa mannagongdina fyri nevndararbeiðinum, herímillum um tilnevning og val av nevndarlimum og um atkvøðugreiðslur.

Stk. 6. Yrkisútbúgvingarráðið skal góðkenna viðtøkurnar fyri tær í stk. 4 nevndu yrkisnevndir.

Stk. 7. Skrivstovuhjálp verður veitt yrkisnevndunum av viðkomandi yrkisfeløgum.

Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum gera av at rinda heilt ella partvíst fyri skrivstovuhjálp hjá yrkisnevndum, um so er, at serlig viðurskifti tala fyri tí.

Stk. 9. Yrkisútbúgvingarráðið kann veita fyribilsnevndum, smb. stk. 3, skrivstovuhjálp.

§ 23. Fyri tær útbúgvingar, ið eru góðkendar, samtykkja yrkisnevndirnar reglur um:

  1. hvørja útbúgving sær, smb. § 4, stk 3.

  2. útbúgvingartíðina, smb. § 8, stk. 4.

  3. býtið millum verkliga læru og skúlagongd, smb. § 8, stk. 4.

  4. stevnumiðini fyri verkligu læruna og skúlagongdina, smb. § 8, stk. 4.

  5. valið av lærugreinum, smb. § 14, stk. 1.

  6. góðkenning av læruplássum, smb. § 16, stk. 1.

  7. verkligu læruna, smb. § 16, stk. 2.

  8. próvtøkur í yrkis- og serlærugreinum, smb. § 17, stk. 2.

  9. sveina- og yrkisroyndir, smb. § 18, stk. 1.

  10. stytting av útbúgvingartíðini, smb. § 35, stk. 2 og § 37

  11. leinging av útbúgvingartíðini, smb. § 36, stk. 2 og 3.

  12. stytting ella leinging av útbúgvingartíðini, smb. § 37.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglurnar í samsvari við tað, ið yrkisnevndirnar hava ásett, tá ið reglurnar lógliga kunnu verða staðfestar.

Stk. 3. Yrkisnevndirnar hava eisini til uppgávu:

  1. at samtykkja, um ein støðisútbúgving kann góðskrivast, og lærutíðin styttast samsvarandi, smb. § 8, stk. 3.

  2. at gera lesiætlanir fyri tær einstøku útbúgvingarnar, smb. § 24.

  3. at virka fyri bestu viðurskiftum á læruplássum, smb. § 25, stk. 1.

  4. at kanna lærupláss, smb. § 25, stk. 2.

  5. at royna semju millum lærling og lærupláss, smb. § 40, stk. 1.

Stk. 4. Yrkisnevndirnar skulu eftir áheitan geva yrkisútbúgvingarráðnum ummæli í málum, ið hava týdning fyri arbeiðið hjá ráðnum.

Stk. 5. Yrkisnevndirnar kunnu av sínum eintingum umrøða og bera fram alt, ið tær halda hava týdning fyri yrkisútbúgvingarnar eftir hesi lóg.

§ 24. Skúli skal í samstarvi við yrkisnevndirnar gera lesiætlanir, sum neyvt lýsa innihaldið í undirvísingini við støði í teimum reglum, ið sambært § 8, stk. 4 eru ásettar fyri hvørja útbúgving sær. Skúli og yrkisnevndir eiga eisini at fylgja við, um tørvur er á at endurnýggja nevndu reglur og koma við uppskoti um hetta.

Kapittul 6
Læruplássini

§ 25. Yrkisnevndirnar virka fyri, at útbúgvingarviðurskiftini á læruplássunum eru so góð sum gjørligt.

Stk. 2. Viðkomandi yrkisnevndir kunnu, uttan dómúrskurð og við neyðugum løgmæti, fara inn á virki, sum hava lærling, fyri at kanna útbúgvingarviðurskiftini.

§ 26. Samtykt yrkisnevndarinnar um góðkenning av virki sum lærupláss verður gjørd út frá meting, um virkið er ført fyri at lúka tær treytir, sum settar eru sambært reglunum um verkligu læruna, smb. § 16.

Stk. 2. Kærur um samtyktir eftir stk. 1 kunnu verða lagdar fyri eina kærunevnd eftir gjøllari av landsstýrismanninum ásettum reglum.

Kapittul 7
Sáttmálaviðurskifti

§ 27. Lærusáttmáli millum lærling og eitt ella fleiri lærupláss er treyt fyri at fullføra eina yrkisútbúgving. Lærusáttmálin skal fata um alla ta verkligu læruna og skúlagongdina og um møguliga sveina- ella yrkisroynd.

Stk. 2. Um skeiðsreglurnar heimila tað, skal ískoytisskeiðið, sambært § 9, stk. 3 verða partur av skúlagongdini eftir stk. 1.

§ 28. Er lærusáttmáli gjørdur við fleiri lærupláss, skal gjølla tilskilast, hvørjum parti av útbúgvingini tað einstaka læruplássið hevur ábyrgdina av.

Stk. 2. Eitt lærupláss kann í lærusáttmálanum hava skyldu til at lata lærling taka ein verkligan part á øðrum læruplássi.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um rættarstøðuna hjá lærlingi og læruplássi í sambandi við lærusáttmálar eftir stk. 1 og 2.

§ 29. Fyri at útbúgvingin skal verða fullførd, skal lærlingur fylgja undirvísingini soleiðis, sum hon er fyriskipað av skúlunum sambært útbúgvingarreglunum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, reglur um, hvussu mannagongdin skal vera, tá ið lærlingur fær boð um at koma í skúla.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um bústaðarhús til lærlingar í sambandi við skúlagongd.

§ 30. Lærlingur, sum uttan lógligt forfall heldur seg burtur frá undirvísingini, ella sum grovliga brýtur skúlans reglur, og sum ikki tekur givnar ávaringar til eftirtektar, kann verða útihýstur frá undirvísingini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, gjøllari reglur um burturvísingina eftir stk. 1.

§ 31. Lærusáttmáli skal vera undirskrivaður, áðrenn læran byrjar.

Stk. 2. Lærusáttmálin er orðaður á skjal, sum landsstýrismaðurin góðkennir eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um góðkenning, skráseting og avgreiðslu av lærusáttmálum.

§ 32. Tá ið lærlingur, sum er undir foreldramyndugleika, ger lærusáttmála, ella um sáttmálabroyting fer fram, krevur hetta játtan frá verjanum.

§ 33. Lønin, sum eitt lærupláss skal rinda lærlingi, skal verða ásett í lærusáttmálanum.

Stk. 2. Lønin skal í minsta lagi verða tann, ið ásett er í sáttmála millum viðkomandi yrkisfeløg.

Stk. 3. Í yrkisgreinum, har eingin sáttmáli er galdandi, verður minstalønin ásett av yrkisútbúgvingarráðnum.

Stk. 4. Landskassin endurrindar læruplássunum lærlingalønina, sum tó ikki kann verða hægri enn ásetta minstalønin fyri handverkslærlingar sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag, meðan lærlingurin fær ta til læruna hoyrandi skúlagongd.

Stk. 5. Landskassin rindar læruplásunum endurgjald fyri ferðaútreiðslur, sum standast av, at lærlingur er noyddur at fara til Danmarkar fyri at fáa ta til læruna hoyrandi skúlagongd, av tí at henda skúlaundirvísing ikki fæst í Føroyum.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um endurrindan eftir stk. 4 og 5.

§ 34. Í útbúgvingartíðini galda avtalur í arbeiðsmarknaðarsáttmála ella ásetingar í lóggávu.

Stk. 2. Eitt lærupláss kann bert sum undantak áleggja lærlingi arbeiði, sum ikki hevur samband við útbúgvingina, og tá bert treytað av, at málið við útbúgvingini kann verða rokkið.

§ 35. Hevur lærlingur frammanundan lokið ein part av tí útbúgving, sum nevnd er í lærusáttmálanum, kann sáttmálin vanliga bert fata um vantandi partarnar av verkligu læruna og skúlagongdini, smb. § 8, stk. 2 og § 9, stk. 1.

Stk. 2. Fyri lærling, sum av aðrari útbúgving ella viðkomandi arbeiðsroyndum hevur serligar fortreytir at fara undir ta útbúgving, sáttmálin fatar um, kann viðkomandi yrkisnevnd samtykkja, at útbúgvingin kann verða stytt eftir teimum í § 8 ásettu reglum um útbúgvingartíð.

§ 36. Lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina, um lærlingurin,

  1. vegna sjúku hevur verið burtur frá virkinum meir enn 10% av ásettu lærutíðini

  2. er burtur frá virkinum vegna eykaundirvísing í skúla, smb. § 9, stk. 4.

  3. hevur farloyvi í sambandi við barnsburð ella ættleiðing

  4. hevur niðursetta arbeiðstíð ella farlovvi orsakað av serligum viðurskiftum

Stk. 2. Um avleiðingarnar av eini avtalu eftir stk. 1 verða tær, at útbúgvingartíðin verður longd meira enn ta tíð, sum lærlingurin hevur verið burtur, so er avtalan bert galdandi, um viðkomandi yrkisnevnd góðkennir avtaluna.

Stk. 3. Eru lærlingur og lærupláss ikki samd um longda útbúgvingartíð vegna fráveru sum nevnt í stk. 1, kann viðkomandi yrkisnevnd, eftir áheitan frá pørtunum, áseta longda tíðarskeiðið.

§ 37. Í øðrum førum enn teimum, ið nevnd eru í §§ 35 og 36, kann viðkomandi yrkisnevnd, tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, samtykkja at stytta ella leingja útbúgvingartíðina.

§ 38. Partarnir kunnu ikki siga upp lærusáttmálan.

Stk. 2. Teir fyrstu 3 mánaðirnir í sáttmálatíðini verða tó roknaðir sum royndartíð, har annar parturin kann siga sáttmálan upp uttan grundgeving og uttan freist. Skúlagongd verður ikki roknað upp í royndartíðina.

Stk. 3. Um lærlingur av orsøk, sum nevnt í § 36, stk. 1, er burtur frá virkinum í meira enn 1 mánað í royndartíðini, verður hon longd samsvarandi.

§ 39. Um annar parturin ikki heldur skyldur sínar, kann hin parturin siga lærusáttmálan upp.

Stk. 2. Um onkur týdningarmikil treyt fyri at gera lærusáttmálan er skeiv ella seinni dettur burtur, kann hin parturin siga sáttmálan upp.

Stk. 3. Uppsøgn eftir stk. 1 ella 2 skal fara fram innan ein mánað eftir, at uppsigandi parturin hevur fingið kunnleika um viðurskiftini ella eftir vanligum sketni skuldi havt fingið kunnleika til viðurskiftini, sum uppsøgnin er grundað á.

Stk. 4. Eykaundirvísingin sbr. § 9, stk. 4 kann ikki leggjast til grund fyri uppsøgn av lærusáttmálanum.

Stk. 5. Verður lærlingur útihýstur frá skúlagongdini sambært § 30, fellur lærusáttmálin burtur.

§ 40. Ósemja millum lærling og lærupláss kann einans verða løgd fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum skal royna semju.

Stk. 2. Um so er, at semja ikki fæst í lag eftir 1. stk., kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd, smb. § 41.

Stk. 3. Ósemja kann ikki leggjast fyri dómstól ella aðrar myndugleikar enn teir, sum nevndir eru í stk. 1 og 2, samanber tó § 42, stk. 4.

§ 41. Trætur kunnu leggjast fyri eina sáttmálanevnd við 3 limum. Landsstýrismaðurin setir sáttmálanevndina. Yrkisfeløgini fyri avvarðandi yrkisgrein velja hvønn sín lim. Landsstýrismaðurin velur triðja limin, ið er formaður og skal verða løgfrøðingur.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur fyri virkisøki sáttmálanevndarinnar.

§ 42. Sáttmálanevndin kann seta lærusáttmála úr gildi og taka støðu til spurningin um endurgjald.

Stk. 2. Sáttmálanevndin kann bert taka støðu til spurningar um tulking av arbeiðsmarknaðarsáttmálum, tá ið sáttmálanevndarlimirnir eru samdir.

Stk. 3. Úrskurðirnir hjá sáttmálanevndini kunnu fullgerast eftir reglunum í rættargangslógini um tvingsilsfullgerð av dómum.

Stk. 4. Í seinasta lagi 8 vikur eftir úrskurð sáttmálanevndarinnar kunnu partarnir leggja málið fyri Føroya Rætt.

§ 43. Skúlin hevur skyldu at skaðatryggja teir lærlingar, sum eru í skúla samsvarandi hesi lóg, um lærlingarnir ikki á annan hátt eru skaðatryggjaðir undir skúlagongdini.

Kapittul 8
Aðrar ásetanir

§ 44. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri, tá ið tað ræður um at fremja útbúgvingarroyndir, víkja frá reglunum í 3. og 4. kapitli í hesi lóg. Yrkisútbúgvingarráðið ger tilmæli um hetta.

§ 45 Landsstýrismaðurin ásetir, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, gjøllari reglur um undirvísingarførleika.

§ 46. Kærur um avgerðir skúlanna kunnu, eftir gjøllari av landsstýrismanninum ásettum reglum, leggjast fyri landsstýrismannin.

Kapittul 9
Gildiskoma og skiftisreglur

§ 47. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999, tó soleiðis at 5. kapittul kemur í gildi 1. januar 1999.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum reglur um, hvussu lógin verður nýtt fyri yrkisútbúgvingar, ið eru byrjaðar, men ikki endaðar, áðrenn henda lóg kemur í gildi. Skulu higartil galdandi reglur nýtast, ásetir landsstýrismaðurin eisini reglur um at flyta virksemið, ið liggur hjá ráðum o.ø. eftir higartil galdandi reglum, til teir myndugleikar, sum skulu umsita skipanina eftir hesi lóg.

Stk. 3. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, fer løgtingslóg nr. 29 frá 12. oktober 1954 um lærlingaviðurskifti, við seinri broytingum, og løgtingslóg nr. 128 frá 21. mai 1993 um tøkniligar yrkisútbúgvingar, úr gildi.

Almennar viðmerkingar
Galdandi lógir og reglur um verandi yrkisútbúgvingar eru løgtingslóg nr. 29 frá 12. oktober 1954 lærlingaviðurskifti við seinni broytingum, løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað við seinni broytingum, løgtingslóg nr. 49 frá 5. mai 1987 um grundútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið við seinni broytingum, løgtingslóg nr. 47 frá 28. apríl 1992 um støðisútbúgving innan tøkni við seinni broytingum, løgtingslóg nr. 128 frá 21. mai 1993 um tøkniligar yrkisútbúgvingar við seinni broytingum, løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993 um hægri handilsútbúgving við seinni broytingum og løgtingslóg nr. 129 frá 21. mai 1993 um hægri tøkniliga útbúgving við seinni broytingum.

Skúla- og útbúgvingarskipanir í Føroyum hava í stóran mun havt danskar skipanir sum fyrimynd, hóast at summar broytingar eru gjørdar væl seinni í Føroyum, og viðhvørt hevur verið hildið fast við ta gomlu skipanina í Føroyum, hóast fleiri nýskipanir hava verið settar í verk í Danmark. T.d. kom danska efg-skipanin frá 70-unum ongantíð at virka í Føroyum á handverksøkinum. Vit hava varðveitt lærlingaútbúgvingarskipanina. Men FHS, sum Føroya Handilsskúli fór undir í 1983, hevur hesa efg-skipan sum fyrimynd.

Hóast efg-skipanin og aðrar danskar nýskipanir ikki hava verið settar í verk innan lærlingaútbúgvingina/handverksvinnuna í Føroyum, er innihaldið av útbúgvingunum dagført, so hvørt broytingar hava verið í Danmark. Øll árini hevur neyvt samstarv verið við danskar skúla- og útbúgvingarmyndugleikar, so at t.d. lærlingar úr Føroyum eru farnir niður til Danmarkar at taka skúlapartar, ið ikki kunnu takast her heima.

Lágkonjunktururin í føroyska samfelagnum, sum byrjaði í 1989-90, rakti byggivinnuna serliga meint, og tí var lærlingatilgongdin á hesum øki lítil og eingin, tá fíggjarliga kreppan byrjaði í Føroyum. Løgtingið samtykti tí eina lóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT), so tey ungu, sum høvdu hug at fara undir eina útbúgving innan tøkni, í minsta lagi fingu eina 1-ára skúlagongd, ið var skipað sum støði undir framhaldandi útbúgving. Men av tí at vinnan ikki fekk lut í ábyrgd og stýring av SIT-skipanini, vórðu hesar útbúgvingar ikki góðtiknar sum partar av lærlingaútbúgvingunum. Síðan hava royndir verið gjørdar at fáa partarnar (t.e. vinnu- og skúlafólk) at gera eitt felags uppskot um broyting av SIT-lógini, so hon verður ein partur av yrkisskúla- og yrkisútbúgvingarlógarkompleksinum, og eitt uppskot um broyting av SIT-lógini verður samstundis lagt fyri løgtingið.

Uppskotið um yrkisútbúgvingarlóg snýr seg ikki um, hvussu tær einstøku útbúgvingarnar verða skipaðar, men um ein karm um heimildir og reglur á yrkisútbúgvingarøkinum.

Talan er um eitt uppskot um eina yrkisútbúgvingarlóg fyri handverk, handil v.m., sum øll vinnan tekur undir við. Bæði vinnan og skúlaverkið hava verið umboðað í 12-manna nevndini, sum tilevnaði álitið, ið liggur til grund fyri hesum lógaruppskoti, ið hetta lógaruppskot er bygt á.

Ein týðandi táttur í uppskotinum um eina yrkisútbúgvingarlóg er, at eitt útbúgvingarráð verður sett á stovn. Hetta ráð, sum í høvuðsheitum verður mannað við fólki úr vinnuni, og sum skal koma við tilmælum til landsstýrismannin í undirvísingarmálum um viðurskifti viðvíkjandi yrkisútbúgvingunum, verður sett av landsstýrismanninum.

Til tess at viðgera spurningar viðvíkjandi teimum einstøku útbúgvingunum verða settar yrkisnevndir, sum m.a. skulu samtykkja innihaldið í útbúgvingunum og í ávísum málum geva yrkisútbúgvingarráðnum tilmæli.

Skipanin um yrkisútbúgvingarráð og yrkisnevndir kemur í staðin fyri skipanina um læruráð og víðkað læruráð.

Tað er umráðandi, at SIT-lógin frá 1992 verður broytt samstundis, sum uppskotið um yrkisútbúgvingarlóg verður sett í gildi. Kjarnin í hesi broyting er, at yrkisútbúgvingarráðið ger tilmæli um tann yrkisliga partin av SIT-útbúgvingini. Hesi tilmæli byggja á samtyktir frá viðkomandi yrkisnevnd.

Lógaruppskotið fer at hava ein fíggjarligan meirkostnað fyri landskassan uppá kr. 400.000,- í 1999, orsakað av at yrkisútbúgvingarráðið nú kemur at telja 9 persónar, í mun til 3 persónar í nevndini fyri Føroya Læruráð (víðkað læruráðið 5 persónar). Fundarvirksemi væntast at verða væl meira enn áður, umframt at fleiri og nýggj økir verða at ráðgeva um. Skrivstovuhaldið og -hjálp til yrkisútbúgvingarráðið og nevndir tess væntast eisini at økjast munandi orsakað av hesum. Harumframt verður neyðugt at veita skrivstovuhjálp til yrkisnevndir innan smáar vinnugreinar. Upphæddin, kr. 400.000,-, er ikki sett av á løgtingsfíggjarlógaruppskotið fyri 1999.

12-manna nevndin, sum skrivaði "álit um yrkisútbúgvingarskipan", er tann fimta í røðini. Avvarðandi partar á arbeiðsmarknaðinum kenna álitið sera væl. Tí er lógaruppskotið ikki sent til ummælis hjá pørtunum.

Serligar viðmerkingar:
Ad. § 1: Landsstýrismanninum er í hesi lóg heimilað at skipa fyri yrkisútbúgvingum og arbeiðsmarknaðarútbúgvingum, herundir eftirútbúgving av yrkislærdum
Lógin avloysir verandi lóg frá 1954 um lærlingaviðurskifti.

Ad. § 2: Dentur verður lagdur á, at yrkisútbúgvingarnar eisini eru ungdómsútbúgvingar, og at tørvurin hjá arbeiðsmarknaðinum viðvíkjandi vinnu- og almennum førleika er nøktandi.

Ad. § 3: Meginreglan er, at skift verður millum verkliga læru á læruplássi og undirvísing í skúla. Skúlatíðin kann skifta frá 5 til 20 vikur. Útbúgvingarnar enda við útbúgvingarskjali, og endar útbúgvingin í flestu handverkaraútbúgvingum við einari sveinaroynd. Hetta eru somu meginreglur, sum eru galdandi í verandi lóggávu.

Ad. § 4: Landsstýrismaðurin í skúlamálum ásetir í kunngerð tær endaligu útbúgvingarreglurnar. Hetta er í samsvari við stýrisskipanarlógina um ráðharraábyrgd. (Smb. stk. 1).
Her nevnir lógin yrkisútbúgvingarráðið og yrkisnevndirnar á fyrsta sinni, og í stk. 2 og 3 verður víst til §§ 19-23 viðvíkjandi heimildum o.ø. hjá ráðnum og nevndunum.
At yrkisútbúgvingarráðið ger tilmæli er í samsvari við stýrisskipanarlógina, har landsstýrismaðurin fær ráðharraábyrgd og hevur endaligu ábyrgdina av útbúgvingar- og skúlamálum. (Smb. stk. 2-3).

Ad. § 5: Ein útbúgving kann verða løgd niður í eitt ávíst tíðarskeið uttan at verða tikin av, fyri síðani at verða tikin upp aftur. (Smb. stk. 1).
Talan er í høvuðsheitum um yrkisskúlar. Hesir eru: handilsskúlar og tekniskir skúlar. Sum frá líður møguliga eisini fiskivinnuskúlin. (Smb. stk. 3).

Ad. § 6: Reglan um, at tann, sum byrjar læru í einari yrkisútbúgving, skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (t.e. 9. flokk), er nýggj. Higartil hevur verið galdandi, at ein lærlingur skuldi vera lógliga útskrivaður úr fólkaskúlanum (t.e. 7-ára skúlagongd). (Smb. stk. 1).

Ad. § 7: Í fleiri yrkisútbúgvingum fer skúlagongdin fram í donskum yrkisskúlum. Tí er neyðugt, at avtalur verða gjørdar við skúlamyndugleikar og yrkisnevndir um skúlagongd og sveina- ella yrkisroyndir. (Smb. stk. 2).

Ad. § 8: Talan kann vera um eina góðskriving og stytting fyri næmingar, ið hava lokið aðra útbúgving, eitt nú grundútbúgvingina innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuyrki ella støðisútbúgvingina innan tøkni. (Smb. stk. 2).

Ad. § 9: Góðskriving av lærutíð ella skúlatíð hjá lærlingi við aðrari útbúgving ella arbeiðsoyndum verður samtykt av viðkomandi yrkisnevnd í hvørjum einstøkum føri.
Er talan um stytting av lærutíð, av tí at lærlingur frammanundan hevur lokið ein part av útbúgvingini ella hevur serligar fyritreytir til at fara undir ta útbúgving, lærusáttmáli fevnir um, kann viðkomandi yrkisnevnd, smb. § 35, samtykkja at stytta útbúgvingartíðina. (Smb. stk. 1).

Ad. §10: Stuðulsreglurnar eru at finna í lóg um yrkisskúlar. (Smb. stk. 1).
At skúlagongdin er ókeypis fyri lærlingar merkir, at skúli ikki kann krevja gjald frá lærlingum ella læruplássum fyri skúlagongdina. (Smb. stk. 5).

Ad. § 11: Ein týðandi táttur er, at útbúgvingin er dagførd og helst á odda í menningini í tøknifrøði, tilfari og fyriskipan á arbeiðplássunum. (Smb. stk. 1-2).

Ad. § 12: Um býtið millum yrkisgreinar, lærugreinar og vallærugreinar hevur verið havt í huga, at skipanin, smb. § 2, skal menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan, leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving, og at nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið ræður um fakligan førleika og almennan kunnleika. (Smb. stk. 1-4).

Ad. § 13: Miðað verður ímóti, at yrkislærugreinirnar í byrjanini av útbúgvingini hava eina stóra, fakliga breidd, men so hvørt smalkast til ta sergrein, lærlingurin hevur gjørt sáttmála í. (Smb. stk. 1-3).

Ad. § 14: Møguleikarnir til at velja vallærugrein eru avmarkaðir vegna lítla lærlingagrundarlagið í Føroyum, fíggjarkarmar skúlanna og tøka serkunnleikan millum lærarar. (Smb. stk. 1-2).

Ad. § 15: Samstundis, sum lógin miðar ímóti, at útbúgvingin eisini skal verða ein ungdómsútugving, har lærlingurin fær undirvísing í almennum lærugreinum, miðar lógin eisini ímóti at javnstilla lærlingar, ið hava vantandi fortreytir, við aðrar lærlingar. (Smb. stk. 1-4).

Ad. § 16: Reglurnar eiga m.a. at fata um arbeiðstíðina hjá lærlingum, um feløgini á arbeiðsmarknaðinum ikki hava reglur hesum viðvíkjandi. (Smb. stk. 2).

Ad. § 17: Allir lærlingar skulu hava eitt útbúgvingarskjal, tá lærutíðin er lokin. Reglurnar um døming av lærlingum, sveinaroyndir o.a. miða móti einari stórari breidd í dømingarháttinum, bæði viðvíkjandi innihaldi og mannagongd í royndunum, herundir um møgulig sveinaroynd verður hildin, samanber § 18.

Ad. § 18: Um viðkomandi yrkisnevnd hevur samtykt, at sveina- ella yrkisroynd verður hildin í ávísari útbúgving, skulu upplýsingar hesum viðvíkjandi standa í sáttmálanum, og sveinabrævið verður í teimum førum partur av útbúgvingarskjalinum.

Ad. § 19: Ráðsskipanin við yrkisútbúgvingarráði og yrkisnevndum kemur í staðin fyri skipanina við læruráði og víðkaðum læruráði. Skipanin hevur fyrimynd í donsku lógini um yrkisútbúgvingar.
Ráðsskipanin hevur til endamáls at geva vinnuni neyðuga ávirkan á útbúgvingarskipanina, so hon í mest møguligan mun samsvarar við ynskini hjá vinnuni. (Smb. stk. 1).
Ráðsskipanin er sett saman av:

Ad. § 20: Í yrkisútbúgvingarráðnum hava arbeiðsgevarar og løntakarar eins stóra umboðan við 4 limum hvør. Landsstýrið sum arbeiðgevari velur ein lim. Harumframt velur landsstýrismaðurin formannin, soleiðis at ráðið verður mannað við 9 limum.
Við verandi skipan á yrkisskúlaøkinum kunnu hesir skúlar senda eitt umboð á ráðsfund: Tekniski skúlin í Tórshavn, Tekniski skúlin í Klaksvík, Føroya Handilsskúli, Tórshavn, Føroya Handilsskúli, Kambsdalur, og Fiskivinnuskúlin, Vestmanna.

Ad. § 21: Meginreglan í ráðsskipanini er, at tað er útbúgvingarráðið, sum ger tilmæli til landsstýrismannin viðvíkjandi yrkisútbúgvingunum. Hugsandi er, at útbúgvingarráðið fer at hittast einar 4 ferðir um árið, har allir limirnir verða við í ráðsviðgerðini av einum máli, sama hvat yrki ella yrkisgrein, málið snýr seg um.

Ad. § 22: Uppgáva ráðsins at tilnevna yrkisnevndir er formlig, t.e. at ráðið sær til, at ein yrkisnevnd verður sett, men at viðkomandi yrkisfelag velur limirnar í nevndina.
Sum meginregla verða útreiðslurnar, ið standast av yrkisnevndararbeiðinum, goldnar av arbeiðmarknaðarpørtunum. (Smb. stk. 1-2).
Ávísar vinnugreinar kunnu verða so smáar, at trupult kann verða at rinda fyri skrivstovuhjálp. Tí kann tað verða neyðugt hjá landsstýrismanninum at veita yrkisnevndum hjá slíkum vinnugreinum hesa hjálp (smb. stk. 8).

Ad. § 23: Yrkisnevndirnar skulu taka upp spurningar viðvíkjandi teimum einstøku útbúgvingunum og samtykkja innihaldið í útbúgvingunum og í ávísum málum geva ráðnum tilmæli.

Ad. § 24: Við støði í teimum yvirskipaðu reglunum fyri hvørja útbúgving sær, sum yrkisnevndirnar gera, og sum yrkisútbúgvingarráðið ger tilmæli til landsstýrismannin um, verða ítøkiligar lesiætlanir gjørdar. Hesar lesiætlanir verða skúlarnir at gera.

Ad. § 25: Ein meginregla í skipanini er, at lærlingurin fær nøktandi upplæring í tí verkliga partinum í útbúgvingini. Læruplássini eiga tí at lúka neyðug krøv hesum viðvíkjandi. Viðkomandi yrkisnevnd er heimilað at ansa eftir, at tað einstaka virkið lýkur hesi krøv. (Smb. stk. 1-2).

Ad. § 26: Samtyktin, um eitt virki kann góðkennast sum lærupláss, verður grundað á eina ítøkiliga meting. Ein yrkisnevnd eigur ikki at góðkenna lærupláss eftir føstum reglum, men eigur hinvegin at tryggja, at góðkenningin er í samsvari við stevnumiðini fyri útbúgvingina. (Smb. stk. 1).

Ad. § 27: Lærusáttmálin fatar um rættarstøðu millum lærling og lærupláss og skal fata um alla lærutíðina. (Smb. stk. 1-2).

Ad. § 28: Av tí at virki gerast alt meira sergreinað, og lærlingur tí ikki altíð kann fáa nóg fjøltáttaða læru á einum læruplássi, kunnu lærupláss ganga saman um at útbúgva lærling. Læruplássini gera tá hvørt sær sáttmála fyri tað ávísa tíðarskeiðið, sum samanlagt skulu fevna um alla lærutíðina. Eisini kann ávíst lærupláss sambært 2. stk. gera sáttmála, sum fevnir um alla lærutíðina, men at hetta lærupláss hevur ábyrgdina av, at lærlingurin í ávísum frammanundan ásettum tíðarskeiði kemur í læru á øðrum læruplássi. (Smb. stk. 1-2).

Ad. § 29: Reglan fatar um skyldu lærlingsins at luttaka í undirvísingini og skyldu hjá læruplássinum at geva lærlingi frí fyri at kunna luttaka í einari sáttmálaskyldugari skúlagongd. (Smb. stk. 1).

Ad. § 30: Neyðugt er, at heilt greiðar reglur eru um fráveru o.a. í undirvísingini. (Smb. stk. 1).

Ad. § 31: Sáttmáli millum lærupláss og lærling kann bert gerast, um lógligu krøvini hjá báðum pørtum eru fullgyldug. Kravið til eitt lærupláss er, at tað er góðkent sum lærupláss í tí ávísu útbúgvingini, smb. § 26, meðan kravið til lærlingin er, smb. § 6, at undirvísingarskyldan er lokin. (Smb. stk. 1-2).

Ad. § 32: Broytingarnar, ið her verður sipað til, eru um uppsøgn av sínámillum avtalu, smb. § 38, stk. 1, um uppsøgn av sáttmálanum í royndartíðini, smb. § 38, stk. 2, og fráboðan um uppsøgn, smb. § 39, um semingsroyndirnar, smb. § 40, stk. 1, um rættarsøkina, smb. § 40, stk. 2, og avtaluna um leingjan av útbúgvingartíðini, smb. § 36.

Ad. § 33: Reglurnar hava við sær, at sáttmálaásetingin er bindandi fyri øll lærupláss og lærlingar í tí ávísu útbúgvingini, líka mikið um læruplássið er limur í einum arbeiðsgevarafelag, ella um lærlingur er limur í einum yrkisfelagi. (Smb. stk. 1-6).
Endurrindan / endurgjald eru galdandi fyri allar lærlingar. (Smb. stk. 4-6).

Ad. § 34: Umframt tær ásetingar, sum eru í sáttmálanum, galda eisini aðrar, almennar lógir, herímillum lóg um starvsmenn og frítíðarlógin. Hesar lógir eru yvirskipaðar í mun til sáttmálaásetingar. (Smb. stk. 1).

Ad. § 35: Tað veldst tó um, hvussu long tíð er gingin, síðan lærlingurin hevur lokið nevnda part. (Smb. stk. 1).

Ad. § 36: Lærupláss og lærlingur kunnu gera sínámillum semju um at leingja útbúgvingartíðina í tann mun, lærlingurin er burtur frá læruplássinum grundað á tey í a) til d) nevndu viðurskifti. Læruplássið hevur fráboðanarskyldu viðvíkjandi broyting í útbúgvingartíðini.

Ad. § 37: Sum dømi um stytting av útbúgvingartíðini eftir hesi grein kann nevnast, at lærupláss heldur uppat, beint áðrenn lærlingurin hevur lokið útbúgvingartíðina, og at lærlingurin ikki kann fáa annað lærupláss. Sum dømi um leingjan av útbúgvingartíðini eftir hesi grein kann t.d. verða, at lærlingurin skal standa eina revsing.

Ad. § 38: Sáttmálaskeiðið í einum útbúgvingarsáttmála hevur gildi, so leingi útbúgvingin varar. Vanligar avtalur á arbeiðsmarknaðinum um løn og tílíkt kunnu ikki ógilda ein útbúgvingarsáttmála. (Smb. stk. 1-3).

Ad. § 39: Lærusáttmáli kann ikki sigast upp, um lærlingur í eitt ávíst tíðarskeið verður útihýstur frá undirvísingini, fyri síðan seinni at byrja sama skúlaskeið aftur eftir reglunum um eykaundirvísing. (Smb. stk. 1-4).

Ad. § 40: Allar ósemjur um útbúgvingarsáttmála skulu leggjast fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum skal royna semju. Bert tá ið yrkisnevnd ikki fær semju í lag, kann ósemja verða løgd fyri eina sáttmálanevnd. (Smb. stk. 2).

Ad. § 41: Tað er landsstýrismaðurin, sum setir sáttmálanevndina og tilnevnir limir hennara. Sáttmálanevndin hevur 3 limir: Yrkisfeløgini fyri avvarðandi yrkisgrein velja hvønn sín lim, og landsstýrismaðurin triðja limin, ið er formaður og skal vera løgfrøðingur. (Smb. stk. 1).

Ad. § 42: Partarnir hava møguleika at leggja úrskurð sáttmálanevndarinnar fyri Føroya Rætt.

Ad. § 43: Skaðatryggingin hjá lærlingum við lærusáttmála fylgir teimum reglum, ið galda fyri lærlingar eftir verandi skipan. Teir næmingar, sum skúlin tekur upp til eina støðisútbúgving, og sum ikki hava lærusáttmála, hevur skúlin skyldu at skaðatryggja.

Ad. § 44: Um frávik frá reglunum í 3. og 4. tátti verða framd, eiga hesi at verða greitt lýst, bæði tá ið viðvíkir innihaldinum og tíðarkørmunum fyri ætlanini.

Ad. § 45: Reglurnar eiga, umframt at nøkta faklig førleikakrøv, eisini at verða samskipað við almennu førleikakrøvini hjá lærarum í miðnámsútbúgvingunum.

Ad. § 46: Sum dømi kunnu reglurnar fata um avgerð skúlanna um útihýsing av lærlingi frá undirvísingini, smb. § 30 og aðrar avgerðir, sum skúli tekur í sambandi við skúlagongdina hjá lærlingum, um reglur ikki á annan hátt eru ásettar.

Ad. § 47: Løgtingslóg nr. 49 frá 5. mai 1987 um grundútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuyrkið og løgtingslóg nr. 47 frá 28. apr. 1992 um støðisútbúgving innan tøkni eiga at verða broyttar, so at hesar eru í samsvari við hesa lóg. Eisini eiga hesar lógir at fata um reglur, sum áseta, at ráðsskipanin hevur somu heimildir, sum tær hava í hesi lóg við atliti at teimum yrkisligu pørtunum. (Smb. stk. 3).

1. viðgerð 13. november 1998. Løgtingsmálini 32 og 33 viðgjørd undir einum. Málini beind í mentanarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 13. november 1998 beint í mentanarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum, tann 24. november 1998, 30. november 1998 og 11. desember 1998.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni.

Nevndin hevur fingið skriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Havnar Handverkarafelag og frá landsstýrismanninum við viðmerkingum til málið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur skotið upp, at stk. 3 í § 10 verður orðað soleiðis, at útreiðslurnar av sveinaroyndum verða býttar millum landskassan og yrkisfeløgini eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum. Viðmerkt verður, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki góðtaka bara at hava ummælisrætt.

Í samráð við landsstýrismannin er nevndin komin til ta niðurstøðu, at hon vil skjóta upp, at § 10, stk. 3 verður broytt soleiðis, at hon verður í samsvari við álitið frá nevndini, sum hevur gjørt lógaruppskotið. Býtið av útreiðslunum verður sambært hesum ásett eftir samráðing við yrkisfeløgini á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðsgevarafeløgini skjóta eisini upp, at stk. 7 og 8 í § 22 verða orðað soleiðis, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum rinda umboðum sínum í yrkisnevndum fundarpening og ferðaútreiðslur, og at landsstýrismaðurin eftir tilmæli frá ýrkisútbúgvingarráðnum kann gera av at rinda heilt ella partvíst fyri skrivstovuhjálp hjá yrkisnevndum. Arbeiðsgevarafeløgini halda ikki, at trupulleikin er at rinda fyri skrivstovuhjálpina, heldur er tað so, at feløgini ikki hava professionella umsiting, ið er før fyri at fyrireika nevndararbeiðið og at fáa nevndararbeiðið á hóskandi skrivligan form, sum kann latast yrkisútbúgvingarráðnum.

Nevndin kann taka undir við hesi broyting og hevur fingið upplýst, at eisini landsstýrismaðurin tekur undir við broytingini.

Havnar Handverkarafelag ger vart við orðingina, at Føroya Handverkarafelag umboðar handverkararnar. Felagið vísir á, at hetta ikki er heppið, við tað at Havnar Handverkarafelag fer burtur úr Føroya Handverkarafelag, og er hetta helst galdandi fyri onnur feløg við. Hetta, sigur felagið, kann føra til, at Føroya Handverkarafelag verður ein minniluti. Havnar Handverkarafelag mælir tí til, at orðingin verður broytt til at verða "umboð fyri handverkarafeløgini", í staðin fyri "umboð fyri Føroya Handverkarafelag".

Nevndin hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Landsstýrismaðurin sigur, at: "Tá ið slíkur lógartekstur verður orðaður, eigur greitt at standa, hvør eigur at verða umboðað av hvørjum.

Vanligt er, at tað eru tey virknu fakfeløgini á arbeiðsmarknaðinum, ið hava umboð í slíkum ráðum. Virkin feløg verða vanliga allýst, sum tey feløg, sum hava sáttmála á arbeiðsmarknaðinum, t.v.s. sáttmála millum arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar. Sum støðan er í dag, hevur Føroya Handverkarafelag sum meginfelag sáttmála vegna handverkarafeløgini. Hesin sáttmáli gongur okkum kunnugt ikki út fyrr enn í fyrsta lagi 01.10.2001. Sambært hesum er Havnar Handverkarafelag ikki "virkið" á arbeiðsmarknaðinum orsakað av, at felagið ikki hevur nakrar sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið mælir mentanarnevndini til at varðveita upprunaligu orðingina í § 20, stk. 4."

Nevndin er samd um ikki at gera nakrar broytingar í sambandi við skrivið frá Havnar Handverkarafelag.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið við niðanfyristandandi:

 b r o y t i n g a r u p p s k o t i
til
uppskot landstýrisins

1) Í § 10, stk. 3 verða orðini "ummæli frá yrkisfeløgunum" broytt til "samráðing við yrkisfeløgini".

2) § 22, stk. 7 verður orðað soleiðis: "Partarnir á arbeiðsmarknaðinum rinda umboðum sínum í yrkisnevndum fundarpening og ferðaútreiðslur."

3) § 22, stk. 8 verður orðað soleiðis: "Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum gera av at rinda heilt ella partvíst fyri skrivstovuhjálp hjá yrkisnevndum."

4) § 23, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: "Fyri tær útbúgvingar, ið eru góðkendar, ásetir landsstýrismaðurin, eftir tilmæli frá yrkisnevndunum, reglur um:".

5) § 23, stk. 2 verður strikað, og stk. 3 til 5 verða hereftir stk. 2 til 4.

6) Í § 47, stk. 3 verður aftaná orðini "løgtingslóg nr. 128 frá 21. mai 1993" sett orðini "við seinni broytingum".

Viðmerkingar:

Ad. 1-3) Víst verður til almennu viðmerkingarnar omanfyri.

Ad. 2-4) Talan er um tekniskar broytingar, sum verða gjørdar í samráð við landsstýrið.

 

2. viðgerð 18. december 1998. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd samtykt 24-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 23. december 1998 løgdu tingmenninir Jógvan á Lakjuni, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helsmdal, Jenis av Rana, Heðin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen og Jóanis Nielsen fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

Í § 10, stk. 3 verða orðini "samráðing við yrkisfeløgini á arbeiðsmarknaðinum" broytt til "tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum".

3. viðgerð 23. december 1998. Broytingaruppskot frá Jógvan á Lakjuni, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helsmdal, Jenis av Rana, Heðin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen og Jóanis Nielsen samtykt 28-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt,  endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2116-18/96
Ll. nr. 94/1998 frá 29.12.1998