Sosial forsorg og tćnastur

 

28  Uppskot til  samtyktar um góđkenning av millumlandasáttmála um sosiala forsorg og sosialar tćnastur

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Álit
D. 2. viđgerđ

Ár 1998,  6. november, legđi Finnbogi Arge, landsstýrismađur, vegna lřgmann, vegna landsstýriđ, fram soljóđandi  

Uppskot
til
samtyktar

Lřgtingiđ góđkennir, at mćlt verđur ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Fřroyar millumtjóđa sáttmála frá 14. juni 1994 um sosiala forsorg og sosialar tćnastur.

Viđmerkingar
Forsřgan
Tann 27. apríl 1984 samtykti lřgtingiđ at seta norđurlendska sáttmálan, um "social tryghed" frá 5. mars 1981 í gildi í Fřroyum. Sambćrt hesum sáttmálanum skulu borgarar í norđurlondum, sum arbeiđa ella uppihalda sćr í einum řđrum norđurlandi, líkastillast viđ borgararnar í tí landinum, teir eru í viđvíkjandi rćttindum til ymsar trygdarveitingar. M.a. tryggjar sáttmálin borgarum í norđurlondum forsorgarveitingar.

Hesin sáttmálin varđ settur úr gildi í Fřroyum, viđ tađ at norđurlendski sáttmálin um "social sikring" frá 15. juni 1992 varđ settur í gildi í Fřroyum tann 8. juli 1994, smb. art. 30 í sáttmálanum um "social sikring".

Trupulleikin er nú tann, at sáttmálin um "social sikring" ikki umfatar forsorgarveitingar. Av tí at stjórnirnar í Danmark, Finlandi, Íslandi, Noregi og Svřríki mettu, at tađ framvegis varđ třrvur á serligum norđurlendskum reglum viđvíkjandi forsorgarveitingum og –tćnastum, varđ sáttmálin um "social bistand og sociale tjenester" gjřrdur tann 14. juni 1994.

Sáttmálin um "social bistand og sociale tjenester" kom í gildi í Danmark tann 1. oktober 1996. Sambćrt sáttmálans art. 14, stk. 2 um ígildiskomu stendur, at sáttmálin fćr gildi í Fřroyum aftaná, at fřroyska heimastýriđ hevur giviđ danska Uttanríkismálaráđnum bođ um, at sáttmálin skal hava gildiđ í Fřroyum.

Innihaldiđ í sáttmálanum
Hesin millumlandasáttmálin um sosiala forsorg og sosialar tćnastur er galdandi fyri allar persónar, iđ búgva í einum av norđurlondunum, og harumframt fyri allar norđurlendskar statsborgarar óheft av teirra bústađarlandi. Sostatt er sáttmálin eisini galdandi fyri ikki-vinnulívsaktiv og fyri persónar viđ bústađi í Fřroyum og Grřnlandi, iđ ikki eru umfatađ av EŘS.

Hřvuđsinnihaldiđ í sáttmálanum er hetta
Borgarar í norđurlondum, sum hava lógligt fyribils uppihald ella lógligan bústađ í einum řđrum norđurlandi, verđa sambćrt sáttmálanum líkastillađir viđ borgararnar í viđkomandi landi, smb. art. 4.

Tey av sáttmálanum umfatađu hava rćtt til at nýta sítt egna móđurmál, tá iđ tey venda sćr til myndugleikarnar í einum řđrum norđurlandi viđvíkjandi forsorgarhjálp. Hetta er ein víđkan av reglunum í norđurlendska málsáttmálanum, smb. art. 5.

Undir bráfeingis uppihaldi í einum řđrum norđurlandi, kann ein norđurlendskur statsborgari eisini fáa forsorgarhjálp sambćrt sáttmálanum, smb. art. 6.

Tey av sáttmálanum umfatađu fáa, viđ ávísum treytum, vernd ímóti heimsending. Hendan regla hevur veriđ galdandi í Fřroyum síđani 1984, ásett í norđurlanda sáttmálanum um "social tryghed", smb. art. 7.

Borgarar í norđurlondum, iđ hava třrv fyri viđgerđ ella rřkt, sum varir leingi, kunnu fáa fíggjarliga hjálp til at flyta frá einum norđurlandi til eitt annađ, smb. art. 9.

Í art. 10 verđur ásett ein regla um samstarv, um flutningsskipanir ímillum kommunur í marknađarřkjunum ímillum norđurlondini. Hendan regla fćr ongan týdning fyri Fřroyar, av tí at vit ikki eru áfřst viđ eitt annađ norđurland.

Art. 11 er ein víđarifřring og broyting av reglunum um stuđulsforskot til břrn, sum varđ ásett í norđurlendska sáttmálanum um "social tryghed".

Umsiting og fíggjarligur kostnađur av sáttmálanum.

Spurningar standast tíđum av, hvussu nógva umsiting ein slíkur sáttmáli hevur fyri Fřroyar
Sambćrt upplýsingum frá danska "Socialministeriet" viđfřrir sáttmálin lítla og onga umsiting hjá sosialforvaltningunum í Danmark. "Den sociale sikringsstyrelse", sum vegleiđir donsku kommununum í spurningum viđvíkjandi forsorgarsáttmálanum, upplýsir, at tey, síđan sáttmálin kom í gildi í Danmark tann 1. oktober 1996, hava haft 3 – 4 spurningar viđvíkjandi forsorgarsáttmálanum. Spurningarnir hava snúđ seg um rřktarheim og uppihaldsgjald v.m. Eitt mál hevur veriđ um hjálp til at hava brekađ barn heima.

"Den sociale sikringsstyrelse" metir, at sáttmálin vil viđfřra enn fćrri trupulleikar í Fřroyum, av tí at Fřroyar geografiskt liggja langt frá hinum norđurlondunum. Tađ kann vćntast, at fřroyingar, iđ fara til onnur norđurlond, fáa meira gleđi av sáttmálanum enn útlendingar, iđ koma til Fřroyar.

Umframt málsviđgerđ av rćttindum, sum viđskiftafólk hava sambćrt sáttmálanum, verđur eisini umsiting í sambandi viđ upplýsing av, hvussu fřroyska heimastýriđ yvirheldur sáttmálan, sí niđanfyri undir serligu viđmerkingunum.

Mett verđur ikki, at fíggjarligur kostnađur stendst av uppskotinum, av tí at so lítil umsiting kann vćntast av sáttmálanum.

Hoyring
Sáttmálin hevur veriđ til hoyringar hjá Almannastovuni og fyrrverandi Sjúkrahússtjóranum. Almannastovan mćlir til, at sáttmálin verđur lagdur fyri lřgtingiđ, í so fall at umsitingin ikki verđur ov stór av sáttmálanum. Almannastovan metir, at sáttmálin bert kann verđa til fyrimuns fyri fřroyingar. Sjúkrahússtjórin metti ikki, at tađ fyri heilsuverkiđ fóru at standast trupulleikar av at góđkenna sáttmálan, hann mćlti tí eisini til at góđkenna sáttmálan.

Góđkenningin í Fřroyum
Sambćrt § 52, stk. 3 í stýrisskipanarlógini skal landsstýriđ, tá iđ tađ sendir millumtjóđasáttmálar til lřgtingiđ sambćrt § 52, stk. 3, smb. § 53, stk. 2, bođa frá, hvřrjar lřgtingslógir og hvřrji ríkislógartilmćli eru neyđug, til tess at sáttmálin kann verđa útinntur.

Av teimum fřroysku reglunum, iđ viđvirka til at fremja endamáliđ viđ konventiónini, eru hesar:

Lovgivning omfattet af artikel 2, stk. 1.a.:

Lóg nr. 315 frá 17. mai 1995 fyri Fřroyar "om sociale ydelser pĺ Fćrřerne".

Lóg fyri Fřroyar um almenna forsorg, smb. lógarkunngerđ nr. 100 frá 2. mars 1988 viđ seinni broytingum.

Lóg fyri Fřroyar um barnaforsorg, smb. lógarkunngerđ nr. 104 frá 2. mars 1988 viđ seinni broytingum.

Lovgivning omfattet af artikel 2, stk.1.b.:

Lřgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.m. nr. 71 frá 20. mai 1996 viđ seinni broytingum.

Lovgivning omfattet af artikel 2, stk.2:

Lóg nr. 316 frá 17. mai 1995 fyri Fřroyar "om sundhedsvćsenet pĺ Fćrřerne".

Lřgtingslóg om Fćrřernes sygehusvćsen nr. 89 frá 4. juni 1996.

Lov om svangerskabshygiejne og fřdselshjćlp, smb. anordning nr. 643 frá 9. desember 1982 viđ seinni broytingum.

Lov for Fćrřerne om offentlig sygeforsikring, smb. lovbekendtgřrelse nr. 554 af 7. november 1977 med senere ćndringer.

Lagtingslov om sygekassernes udgifter til medicin og refusion fra landskassen nr. 115 af 21. maj 1993 med senere ćndringer.

Smáar broytingar skulu gerast í summum av lógunum, til tess at hesin millumlandasáttmálin kann verđa útinntur, men hetta verđur ikki mett at verđa ein stór uppgáva.

Viđmerkingar til teir einstřku artiklarnar
Millumtjóđasáttmálar verđa viđgjřrdir í lřgtinginum sum "uppskot til samtyktar" smb. § 48 og § 49 í Tingskipan Fřroya Lřgtings. Tvs. krřvini til viđmerkingar til lřgtingslógaruppskot í § 37 í tingskipanini eru ikki galdandi fyri millumtjóđasáttmálar. Landsstýrismađurin vil tó gera viđmerkingar til hesar artiklar:

Ad. Art 2. Sambćrt art. 2, stk. 3, skulu vit gera yvirlit yvir galdandi lógir, sum eru umfatađar av sáttmálanum. Hareftir eigur fřroyska heimastýriđ einaferđ um áriđ innan 1. mars at senda danska uttanríkismálaráđnum yvirlit yvir allar lógir og lógarbroytingar, iđ hendar eru í árinum, hesum řkinum viđvíkjandi. Mett verđur, at hendan uppgávan eigur at liggja hjá Almanna- og heilsumálastýrinum, ella uppgávan kundi mřguliga verđiđ lřgd til Ríkisumbođiđ. Yvirlitiđ hevur veriđ gjřrt og sent til donsku stjórnina í fleiri ár, sí niđanfyri. Mett verđur ikki, at uppgávan viđ at dagfřra yvirlitiđ verđur serliga stór.

Ad. Art. 5. Í art. 5 er ásett, at ein og hvřr norđurlendskur borgari skrivliga kann venda sćr til heilsumyndugleikar í Fřroyum á donskum, finskum, íslendskum, norskum ella svenskum. Neyđugt verđur hjá myndugleikunum at fáa neyđuga hjálp til tulking av hesum arbeiđi. Neyđugt verđur eisini, tá iđ heilsumyndugleikarnir svara řđrum norđurlendskum borgarum, at nýta eitt mál, iđ hesin skilir. Tađ verđur ikki mett, at tađ fara at standast serligir trupulleikar av hesum, av tí at umsitingin av sáttmálanum í heila tikiđ ikki er stór.

Ad. Art. 9. Í art. 9 eru ásetingar um flyting av norđurlendskum borgarum ímillum tvey norđurlendsk lond. Fyrrverandi Sjúkrahússtjórin metti í sínum ummćli av sáttmálanum, at hetta fyri fřroyska sjúkrahúsverkiđ ikki tykist at verđa ein trupulleiki, tí ein líknandi skipan er longu ásett í norđurlendska sáttmálanum um "social tryghed".

Ad. Art. 13. Sambćrt art. 13 skal hvřrt land finna eina institutión, iđ skal hava sambandiđ viđ hini norđurlondini viđvíkjandi sáttmálanum. Mett verđur, at rćttast hevđi veriđ, um Almanna- og heilsumálstýriđ hevđi hetta sambandiđ um hendi.

+ skjal

1. viđgerđ 17. november 1998. Máliđ beint í uttanlandsnevndina, sum tann 1. december 1998 legđi fram soljóđandi

Á l i t

Máliđ er lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viđgerđ tann 17. november 1998 beint í uttanlandsnevndina.

Nevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundi tann 24. november 1998.

Nevndin hevur sett Almanna- og Heilsumálastýrinum fyrispurning um, hvřrjar lógarbroytingar skulu gerast, fyri at sáttmálin kann útinnast, og hvřnn fíggjarligan kostnađ hesar lógarbroytingarnar fara at hava viđ sćr.

Almanna- og Heilsumálastýriđ hevur upplýst, at í § 1, stk. 4, og § 33 a í Lb. nr. 100 frá 2. mars 1988 um almenna forsorg viđ seinni broytingum, er tađ heimild fyri at heimsenda útlendingar, iđ fáa meira enn fyribils hjálp. Sambćrt forsorgarsáttmálanum art. 7 kann ein norđurlandaborgari ikki heimsendast, av tí at viđkomandi fćr forsorgarhjálp, um hansara familjuviđurskifti, tilknýti til Fřroyar ella umstřđurnar annars tala fyri, at hann eigur at verđa verandi í Fřroyum. § 1, stk. 4, og § 33 a í fřroysku forsorgarlógini mugu tí broytast.

Hetta fer ikki at hava fíggjarligan kostnađ fyri fyrisitingina, av tí at forsorgarlógin undir řllum umstřđum skal gerast av nýggjum. Omanfyri nevndu broytingar kunnu tí verđa tiknar viđ í sama viđfangi.

Viđvíkjandi útgjaldingini á Almannastovuni fara lógarbroytingarnar vćntandi heldur ikki at hava fíggjarligan kostnađ viđ sćr. Síđani forsorgarlógin kom í gildi, hevur tađ veriđ hendinga ferđ, at ein persónur hevur veriđ heimsendur úr Fřroyum, og sum nevnt í viđmerkingunum til uppskotiđ vísa royndirnar úr hinum Norđanlondunum harumframt, at yvirhřvur sřkja ógvuliga fá fólk um stuđul frá tí almenna sambćrt forsorgarsáttmálanum.

Ein samd nevnd tekur undir viđ málinum og mćlir lřgtinginum til at samtykkja uppskotiđ.

Máliđ er lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viđgerđ tann 17. november 1998 beint í uttanlandsnevndina. 

Ein samd nevnd tekur undir viđ málinum og mćlir lřgtinginum til at samtykkja uppskotiđ.

2. viđgerđ 3. december 1998. Uppskot til samtyktar samtykt 28-0-0. Máliđ avgreitt.

J.nr. 687-2/98