Flaggið

 

25 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 4. november legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna  landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 1 verður aftaná orðið "fagurreyður" sett: "(PMS 186)".

2) Í § 1 verður aftaná orðið "azurblárandaður" sett: "(PMS 3005)".

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.

Viðmerkingar
Í lógini um flaggið er ásett, at reyði liturin í flagginum er fagurreyður og blái liturin er azurbláur.

Flaggframleiðarar, prentsmiðjur, málarar og onnur við skili fyri hesum, og sum nýta litirnar í arbeiði sínum, eru á einum máli um, at illa ber til nágreiniliga at siga, hvussu liturin fagurreyður og azurbláur sær út. Hetta letur seg gera, um ásett verður, hvørji altjóða numrini á litunum eru.

Málið hevur verið lagt fram í vár, men fall burtur, tá løgtingsval varð útskrivað.

1. viðgerð 6. november 1998. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 10. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 4. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 6. november 1998 beint í rættarnevndina.

Eftir uppskotinum verður løgtingslógin um flaggið broytt soleiðis, at hin fagurreyði og azurblárandaði liturin verður lýstur við serligum nr. eftir tí altjóða litskipanini The Pantone Matching system.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 13. november, 20. november, 3. desember og 10. desember 1998. Nevndin hevur eftirkannað litroyndir av litunum The Pantone Matching system 186 c og 186 u, og av The Pantone Matching system 3005 c og 3005 u. Eisini hevur nevndin eftirkannað litin á tveimum av løgtinginum nýtt føroysk fløgg. Nevndin hevur eisini havt fund við serkønan í litsetingum. Frá felagnum Dansk flagfabrik hevur nevndin fingið upplýst, at teir í framleiðsluni av føroyskum fløggum nýta litirnar The Pantone Matching system 032 c fyri hin reyða litin, og The Pantone Matching system 300 c fyri hin bláa.

Í Chester í Bretlandi er stovnur, The Flag Institute, sum er heimsins størsti stovnur, hvat gransking og dokumentatión fyri fløgg og upplýsingar um fløgg viðvíkir. Stovnurin upplýsir, at hjá teimum er føroyska flaggið skrásett Pantone 032 fyri reyða litin og Pantone 300 fyri bláa litin.

Ein samd nevnd er av teirri fatan, at rættast er at halda seg til teir litir, sum flaggframleiðararnir brúka í dag, og setir tí fram soljóðandi

 b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

 Í § 1, 1) verður "PMS 186" broytt til "PMS 032" og í § 1, 2) verður "PMS 3005" broytt til "PMS 300".

 

2. viðgerð 16. december 1998. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 29. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 112-3/93
Ll.nr. 109/1998 frá 29.12.1998