Privatar skrįir



24 Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um privatar skrįir

 

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš
E. 3. višgerš

Įr 1998, 4. november legši Hųgni Hoydal, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um privatar skrįir

§ 1.

Ķ lųgtingslóg nr. 107 frį 15. november 1985 um privatar skrįir viš seinri broyting, verša gjųrdar hesar broytingar:

1) Ķ § 2, stk. 2 verša oršini: "til vķsindaligt ella hagfrųšiligt endamįl ella" strikaš.

2) Ķ § 2 veršur sett sum stk. 3:

"Stk. 3. Lógin fevnir ikki um skrįseting, iš einans veršur gjųrd viš vķsindaligum ella hagfrųšiligum endamįli. Skrįseting viš hesum endamįlum av upplżsingum, sum nevndar eru ķ § 3, stk. 2, kann tó einans fara fram eftir frįbošan frammanundan til skrįsetingareftirlitiš. Skrįsetingareftirlitiš kann įseta nęrri treytir fyri skrįnna fyri at verja privatlķviš hjį teimum skrįsettu, heruppiķ um samtykki frį skrįsetta, um striking og dagfųring av upplżsingum og um trygdarfyriskipanir móti, at skrįin veršur misnżtt ella kemur til kunnleika hjį óviškomandi."

§ 2.

Henda lóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd. Samstundis veršur danski teksturin ķ lógini viš seinni broytingum strikašur.

Višmerkingar

Skrįsetingareftirlitiš hevur heitt į landsstżriš um at broyta lógina um privatar skrįir, soleišis at Skrįsetingareftirlitiš kann seta treytir til skrįir til vķsindaligt ella hagfrųšiligt endmįl.

Henda regla stendur ķ donsku skrįsetingarlógini, og upplżsir skrįsetingareftirlitiš, at taš ķ seinastuni hevur havt nųkur dųmir uppį privatar edv-skrįir til granskingarendamįl, iš hava innihildiš sera viškvęmar upplżsingar um fólk. Mett veršur, at taš er eitt hol ķ lógini, at eftirlitiš ikki hevur kunna sett treytir til slķkar skrįir.

Mett veršur, at broytingin ikki fęr fķggjarligar avleišingar fyri landskassan.

Mįliš hevur veriš lagt fram ķ vįr, men fall burtur, tį lųgtingsval varš śtskrivaš.

Višmerkingar til tęr einstųku broytingarnar.

Ad 1) Oršini "til vķsindaligt ella hagfrųšiligt endamįl ella" standa ikki longur ķ § 2, stk. 2, har annars er įsett, hvat lógini ikki er galdandi fyri.

Ad 2) Skrįsetingar til vķsindaligt og hagfrųšiligt endamįl eru nś višgjųrdar ķ stk. 3, og sum hųvušsregla koma slķkar skrįsetingar ikki undir lógina, men veršur nś sett tann treyt, at Skrįsetingareftirlitiš skal hava frįbošan frammanundan, og kann eftirlitiš seta treytir til skrįnna fyri at verja privatlķviš hjį teimum skrįsettu.

Męlt veršur lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš til broyting ķ lųgtingslógini um privatar skrįir.

1. višgerš 6. november 1998. Mįliš beint ķ ręttarnevndina, sum tann 20. november 1998 legši fram soljóšandi

Į l i t

Mįliš er lagt fram av landsstżrinum tann 4. november 1998 og eftir 1. višgerš tann 6. november 1998 beint ķ ręttarnevndina.

Eftir uppskotinum verša skrįsetingar til vķsindaligt ella hagfrųšiligt endamįl ikki longur undantiknar skrįsetingarlógini, men serreglur kunnu verša settar inn fyri, hvussu mįl um slķkar skrįir verša at handfara.

Ręttarnevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi 13. november 1998.

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš formannin ķ skrįsetingareftirlitinum.

Ein samd nevnd męlir lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.


2. višgerš 26. november 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 21-0-0. At mįliš soleišis samtykt kann fara til 3. višgerš samtykt uttan atkvųšugreišslu.

3. višgerš 1. december 1998. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 29-0-0. Mįliš avgreitt.

J. nr. 650-1/94
Ll. nr. 82/1998