Karensdagar

 

21 Uppskot til løgtingslóg um avtøku av karensdagalógini

Ár 1998, 4. november, legði Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

U p p s k o t
t i l
løgtingslóg um avtøku av karensdagalógini

§ 1.

Løgtingslóg nr. 187 frá 28 desember 1992 verður sett úr gildi.

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi 1 januar 1999. Samstundis verður danski teksturin í lógini settur úr gildi.

Viðmerkingar:
Longu tá skipanin við karendøgum varð sett í gildi, varð víst á, bæði av fólki innan tinggátt og uttan fyri hesa, at ivasamt var, um sparing var í hesari lóg. Víst varð á vána royndir í grannalondum okkara og vandan fyri beinleiðis negativum árinum á samfelagsbúskapin.

Í uppskotinum, sum hin 30. oktober 1992 av landsstýrinum varð lagt fyri løgtingið, stendur at lesa: "tað er ikki í løtuni møguleiki fyri at siga nágreiniliga, hvussu nógv verður spart av hesi orsøk, men roknar landsstýrið við at spara umleið 5. mió. kr. árliga á henda hátt."

Grundarlagið undir útrokningum landsstýrisins var eftir øllum at døma ein meting um, at lógin í sjálvum sær ikki fór at ávirka sjúkradagamynstrið. Men alt týðir uppá, eins og í grannalondum okkara, at tey hjáárin, sum fleiri vístu á fóru at koma, hava verið her hjá okkum. Spurningurin er, um ikki hesi, saman við kostnaðinum av at umsita hesa lóg, heilt hava tikið fíggjarliga grundarlagið undan hesari sokallaðu sparing, og metir flokkurin ikki, at avtøka av lógini fer at føra viþ sær nakra eyka útreiðslu fyri samfelagið.

Samanumtikið man hendan lógin hava ført lítið annað enn tyngjandi byrðar inn í dagliga dagin hjá mangari frammanundan illa staddari føroyskari familju.

Á vári 96 samtykti løgtingið, eftir uppskoti frá Ingeborg Vinther og Jenis av Rana, at hækka aftur frítíðina, frítíðarprocentið og frítíðarískoytið, hesi sum vóru partar av teimum tiltøkum, sum vórðu sett í verk á heysti 1992. Men enn røkist einki fyri ætlanum um at taka av karensdagarnar, og uppskot um hetta frá Miðflokkinum á vári 95 og Javnaðarflokkinum í 96 tingsetuni vórðu ikki samtykt.

Hóskandi hevði verið sum skjótast eisini at tikið hesa lógina av. Og eru tingmenn ásamdir í meting okkara, at eingin eyka kostnaður stendst av hesari broyting, so skuldu fíggjarligu broyttu umstøðurnar frá 1992, tá summir mettu hetta inntriv at vera neyðugt, gjørt tað møguligt hjá løgtinginum at veitt neyðuga eykajáttan.

1. viðgerð 6. november 1998. Tingmálini nr. 20 og 21 viðgjørd  undir einum og bæði beind í trivnaðarnevndina, sum tann 10. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. november 1998 og eftir 1. viðgerð 6. november 1998 er tað beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 11. november, 24. november, 8. december og 9. december 1998, og hevur nevndin havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum um hetta mál. Upplýst varð, at tað almenna spardi 4,8 mió. kr. árliga av karensdagaskipanini. Hetta svaraði til 0,4% av samlaðu lønarútgjaldingunum hjá tí almenna. Av hesi upphædd vóru 0,14% trekt í peningi, meðan 0,26% vóru frígingin fyri yvirtíð v.m. Landsstýrismaðurin metti, at um skipanin fekst at virka betur, kundi sparingin koma uppá millum 10 og 12 mió. kr. árliga.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jákup Suni Joensen) mælir tinginum frá at taka undir við uppskotinum frá Miðflokkinum. Hetta tilmælið er grundað á tað, at meirilutin metir, tað verða ov kostnaðarmikið at taka av karensdagaskipanina.

Upplýsingarnar frá landsstýrinum við støði í, hvussu skipanin verður umsitin í dag, vísir, at landsstýrið sparir umleið 5 mió. kr. árliga á henda hátt. Meirilutin hevur tó fingið ta fatan undir nevndarviðgerðini, at karensdagaskipanin ikki er eins vælvirkandi á øllum arbeiðsplássum, og vil nevndin mæla til, at landsstýrismaðurin ber so í bandi, at lógin virkar til fulnar á øllum økjum, og tískil verður ein meira rættvís skipan.

Minnilutin (Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam) tekur undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar.

Tá lógin um dagpening vegna sjúku v.m. kom í gildi í Føroyum fyri 20 árum síðani, var hetta eitt stórt framstig fyri lønmóttakarar. Tó hevur m.a. verið tann avmarking, at sjúkradagpeningur ikki bleiv veittur fyrrenn 3. sjúkradag. Sostatt hava tey, ið eru umfatað av hesi lóg, altíð havt karensdagar.

Seinastu 20 árini eru nógv fólk sett í føst størv bæði innan tað almenna og á privata arbeiðsmarknaðinum. Hesi hava fingið løn undir sjúku frá fyrsta sjúkradegi.

Tó samtykti løgtingið í 1993 lóg um karensdagar fyri fastlønt starvsfólk, bæði almenn og privat, sum ein lið í sparingum tá.

Minnilutin tekur ikki undir við tí ósolidariska hugburði, at fólk, ið eru sjúk, framhaldandi skulu revsast við at missa lønina 2 teir fyrstu sjúkradagarnar. Somuleiðis loyva vit okkum at ivast í, um lógin hevur virkað eftir ætlan, og um lógin verður umsitin soleiðis, at øll eru líka fyri lógini.

Tá minnilutin tekur undir við at taka lógina um karensdagar av, so metir minnilutin, at tíðin nú má vera komin til at javnseta tey, ið vegna sjúku eru umfatað av sjúkradagpeningalógini soleiðis, at hesi fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi.

Minnilutin vísir á, at broytingin í sjúkradagpeningalógini førir við sær eyka arbeiðsbyrðu á Almannastovuni, og at neyðug arbeiðsorka tí eigur at setast til hetta arbeiðið.

2. viðgerð 15. december 1998. §§ 1 og 2 fullu 11-0-15. Málið fallið. Málið avgreitt.