Sjśkadagpeningur

 

20 Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ lóg fyri Fųroyar um dagpening vegna sjśku og barnsburš

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
2. višgerš

Įr 1998, 4. november, legši Jenis av Rana, lųgtingsmašur, vegna Mišflokkin fram soljóšandi

U p p s k o t

til

Lųgtingslóg um broyting ķ lóg fyri Fųroyar um dagpening vegna sjśku og barnsburš

§ 1.

Ķ lóg fyri Fųroyar um dagpening vegna sjśku og barnsburš, jb. lógarkunngerš nr. 102 frį 2. mars 1988, sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 94 frį 13. juni 1995, verša gjųrdar hesar broytingar:

1) Ķ §§ 4 og 13 veršur "3." broytt til "1."

2) Ķ § 9, stk. 3 veršur "3." broytt til "1."

3) Ķ § 14 verša oršini "efter 1 uges sygdom" strikaš.

§ 2.

Hendan lóg fęr gildi 1. januar 1999.

Višmerkingar:

Mišflokkurin hevur d.d. lagt fyri Lųgtingiš uppskot um at seta śr gildi lųgtingslóg nr. 187 um avmarkingar av lųn ķ sambandi viš sjśku, sokallaša karensdagalógin.

Karensdagalógin višvķkir višurskiftum teirra fastlųntu undir sjśku, mešan endamįliš viš hesum uppskotinum er at javnseta tķmalųnt o.o., sum fįa dagpening undir sjśku, viš tey fastlųntu, soleišis at tey fįa sjśkradagpening frį 1. degi, og ikki sum nś 3. degi.

Višvķkjandi višmerkingum annars veršur vķst til višmerkingarnar til lųgtingsmįl nr.21/1998: Uppskot um avtųku av lųgtingslóg um karensdagar - og bišiš veršur um, at hesi bęši uppskotini verša višgjųrd undir einum.

1. višgerš 6. november 1998. Tingmįlini nr. 20 og 21 višgjųrd undir einum og bęši beind ķ trivnašarnevndina, sum tann 10. december 1998 legši fram soljóšandi

Į l i t

Mišflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 4. november 1998, og eftir 1. višgerš 6. november 1998 er taš beint ķ trivnašarnevndina.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum 11. november, 24. november, 8. december og 9. december 1998, og hevur nevndin havt fund viš Helenu Dam į Neystabų, landsstżrismann ķ almanna- og heilsumįlum um hetta mįl. Upplżst varš, at uppskotna broytingin av dagpeningalógini fór at kosta okkurt um 10 mió.kr. įrliga. Komiš var fram til upphęddina soleišis:

  1. 2 dagar afturat til tey, sum vóru sjśk meiri enn 2 dagar. Tey eru 7.000 ķ tali, og veršur hetta tķ 14.000 dagar, sum svara til góšar 5 mió.kr.
  2. Brśkar man mynstriš fyri sjśkradagar minni enn 2 dagar hjį tķ almenna, sum er 55% av ųllum sjśkratilburšum, gevur hetta 55% av 14.000, sum er 7.700 sjśkradagar, svarandi til eina eykaśtreišslu uppį kr. 2.750.000.
  3. Nakaš av peningi skal nżtast sum gjald fyri eyka lęknavįttanir.
  4. Fyrisitingin skal ųkjast nakaš, helst eini 2-3 starvsfólk afturat.

Nevndin hevur frį sjey yrkisfelųgum, Fųroya Arbeišarafelag, Starvsmannafelagnum, Sjśkrasystrafelag Fųroya, Havnar Arbeišsmannafelag, Havnar Arbeišskvinnufelag, Havnar Handverkarafelag og Fųroya Lęrarafelag fingiš įheitan, dagfesta 11. november 1998, har felųgini heita į nevndina um at tilmęla, at uppskotini frį Mišflokkinum ķ lųgtingsmįlunum nr. 20 og 21 verša samtykt.

Ein meiriluti (Pįll į Reynatśgvu, Finnur Helmsdal, Rśna Sivertsen og Jįkup Suni Joensen) męlir tinginum frį at taka undir viš uppskotinum frį Mišflokkinum. Hetta tilmęliš er grundaš į taš, at taš fer at hava ov stórar śtreišslur viš sęr fyri landskassan at broyta dagpeningaskipanina į hesum ųki.

Tį meirilutin ikki tekur undir viš at taka karensdagaskipanina av, so metir meirilutin taš heldur ikki vera rķmiligt at broyta dagpeningaskipanina, tķ annars verša bólkarnir į arbeišsmarknašinum višgjųrdir ójavnt, tį taš snżr seg um lųn undir sjśku.

Minnilutin (Hans Pauli Strųm, Kristian Magnussen og Marjus Dam) tekur undir viš uppskotinum og hevur hesar višmerkingar.

Tį lógin um dagpening vegna sjśku v.m. kom ķ gildi ķ Fųroyum fyri 20 įrum sķšani, var hetta eitt stórt framstig fyri lųnmóttakarar. Tó hevur m.a. veriš tann avmarking, at sjśkradagpeningur ikki bleiv veittur fyrrenn 3. sjśkradag. Sostatt hava tey, iš eru umfataš av hesi lóg, altķš havt karensdagar.

Seinastu 20 įrini eru nógv fólk sett ķ fųst stųrv bęši innan taš almenna og į privata arbeišsmarknašinum. Hesi hava fingiš lųn undir sjśku frį fyrsta sjśkradegi.

Tó samtykti lųgtingiš ķ 1993 lóg um karensdagar fyri fastlųnt starvsfólk, bęši almenn og privat, sum ein liš ķ sparingum tį.

Minnilutin tekur ikki undir viš tķ ósolidariska hugburši, at fólk, iš eru sjśk, framhaldandi skulu revsast viš at missa lųnina ķ 2 teir fyrstu sjśkradagarnar. Somuleišis loyva vit okkum at ivast ķ, um lógin hevur virkaš eftir ętlan, og um lógin veršur umsitin soleišis, at ųll eru lķka fyri lógini.

Tį minnilutin tekur undir viš at avtaka lógina um karensdagar, so metir minnilutin, at tķšin nś mį vera komin til at javnseta tey, iš vegna sjśku eru umfataš av sjśkradagpeningalógini soleišis, at hesi fįa dagpening frį fyrsta sjśkradegi.

Minnilutin vķsir eisini į, at broytingin ķ sjśkradagpeningalógini fųrir viš sęr eyka arbeišsbyršu į Almannastovuni, og at neyšug arbeišsorka tķ eigur at setast til hetta arbeišiš.

2. višgerš 15. december 1998. §§ 1 og 2 fullu 11-0-15. Mįliš falliš. Mįliš avgreitt.