Útjavningarstuðul til útjaðaraøki

18 Uppskot til løgtingslóg um útjavningarstuðul til útjaðaraøki

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 27. oktober, legði Henrik Old, løgtingsmaður, fram soljóðandi  

Uppskot
til
løgtingslóg um útjavningarstuðul til útjaðaraøki

§ 1. Landsstýrismanninum í samferðslumálum verður heimilað at gera avtalu við almennu flutningsfeløgini um at útlíkna ein part av meirkostnaðinum av at flyta fastbúgvandi, olju og annan farm til útjaðararøkini.
Stk. 2. Útjaðaraøki eru eftir hesi lóg at skilja sum Fugloy, Svínoy, Mykines, Gásadalur, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

§ 2. Henda lóg kemur í gildi 1. november 1998.

Almennar viðmerkingar:
Endamálið við lógini er at veita studning til útjaðaraøkini í Føroyum, ásannandi at tað er ein meirkostnaður at búleikast á útjaðaraøkjum.

Í samband við tingviðgerðina av uppskoti til fíggjarløgtingslóg fyri 1998 ásannaði tingið, at neyðugt er at veita studning fyri at veirðveita eitt rímiligt búleikamynstur í Føroyum, og setti fíggjarnevndin tí fram uppskot um at játta 1. mió. kr. til endamálið, við hesum viðmerkingum: Játtanin er til tess at útlíkna meirkostnaðin av at flyta fastbúgvandi, olju og farm. Støðini talan verður um, eru tey, har tað er ein meirkostnaður í mun til flutningin við høvuðsfarleiðum. Lógaruppskot hesum viðvíkjandi verður lagt fram í hesi tingsetu, har ásett verða nærri reglur fyri, hvussu landsstýrismaðurin í samferðslumálum skal umsita hesa játtan."
Landsstýrið legði fram lógaruppskot hesum viðvíkjandi 5. mars 1998 løgtingsmál 121/1997, men fall uppskotið burtur, av tí at val varð útskrivað.

Vit eru nú komin móti endanum av oktober, og enn er einki uppskot hesum viðvíkjandi komið úr landsstýrinum, og hevur Javnaðarflokkurin tí gjørt av at leggja málið fyri tingið.

Ásannandi at so stutt er eftir av árinum, og at tað ikki verður mett gjørligt at veita stuðul við afturvirkandi gildi, verður langt frá øll játtanin nýtt í ár.

Javnaðarflokkurin hevur tí eisini lagt uppskot fyri tingið um, at 350.000 kr. av hesi konto verða fluttar til konto 4.38.2.01 Strandferðsluna til 2 eykatúrar til Suðuroyar um vikuna.

Viðmerkingar til einstøku greinarnar:
Ad § 1)

Sum fastbúgvandi er at skilja tey fólk, sum eftir reglunum í skattalógini hava fastan bústað á hesum plássum.

1. viðgerð 30. oktober 1998. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 1. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av Henrik Old, løgtingsmanni, tann 27. oktober 1998 og eftir 1. viðgerð tann 30. oktober 1998 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 11. november 1998.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin. Landsstýrismaðurin gav nevndini avrit av løgtingsmáli nr. 121/1997 um útjavningarstuðul til útjaðaraøki, sum varð lagt fram í vár, men sum datt burtur orsakað av løgtingsvalinum. Landsstýrismaðurin upplýsti, at hetta uppskotið til løgtingslóg um útjavningarstuðul til útjaðaraøki nú ætlandi verður lagt fram aftur fyri tingið av landsstýrinum, eitt sindur broytt.

Nevndin vísir á, at landsstýrismaðurin á fundi við nevndina hevur upplýst, at tað kundi verða neyðugt eisini at gera avtalur við privat flutningsfeløg, fyri at endamálið við ætlanini skal røkkast. Á fundinum við landsstýrismannin varð eisini tosað um, hvørt tað einans skulu verða tey í stk. 2 í uppskotinum nevndu pláss, ið skulu roknast sum útjaðaraøki. Eftir landstýrismanninum at døma hevði tað verið rættast at tikið onnur øki við eisini, og skjýtur nevndin tí upp, at lógin eisini skal fevna um Kalsoynna og Nólsoynna, og at møguleiki eisini skal verða fyri at gera avtalur við privat flutningsfeløg.

Uppskotið hjá Henrik Old, verður við hesum samsvarandi uppskotinum, sum landstýrið ætlaði at leggja fram.

Nevndin ásannar, at um sett verður fram broytingaruppskot til uppskotið hjá Henrik Old, løgtingsmanni, sum ger, at uppskotið verður samsvarandi uppskotinum, sum landsstýrismaðurin ætlar at seta fram, so vil § 56 í tingskipanini gera tað trupult fyri landsstýrið at seta fram sítt lógaruppskot, um tingið fellur uppskotið hjá Henrik Old, løgtingsmanni.

Sambært landstýrismanninum, varð ætlanin við nýggja uppskotinum hjá honum, at Vinnumálastýrið ger avtalu við Strandfaraskip Landsins og tyrlutænastuna hjá Atlantic Airways, soleiðis at kostnaðurin fyri farmaflutning lækkar, og at landstýrið síðan endurrindar hesum fyritøkum inntøkumissin, sum svarar til í mesta lagi 1. mió. kr.

Landstýrismaðurin sigur, at eyðkenni (kriterium) fyri útjaðaraøki eru: Frástøða frá meginøkinum, meirkostnaður fyri flutning til og frá meginøkinum, flutningsviðurskifti - títtleiki í t.d. sigling/flúgving og atløgumøguleikar o.a., og at fólkatalið er undir 300 fólk. Nevndu útjaðaraøki lúka øll hesi eyðkenni, uttan Nólsoy, sum liggur tætt við meginøkið.

Sambært landstýrismanninum er fyrisitingarligi kostnaðurin av hesi lóg ongin. Tingið samtykkir á hvørjum ári, hvussu stór upphædd skal játtast til endamálið.

Landstýrismaðurin hevur upplýst, at Strandfaraskip Landsins og Atlantic Airways hava havt málið til ummælis.

Strandfaraskip Landsins mælir til, at studningur verður veittur til flutning av farmi, sum inngongur í vanliga raksturin av útoyggjasamfeløgum, sum fevnir um hesar vørubólkar til útoyggjar: Kunsttøð, kraftfóður, hoyggj, olju, gassfløskur og bingjur. Umframt hesar vørubólkar frá útoyggjum: Mjólk, kjøt, gassfløskur og burturkast.

Fyri at tryggja, at skipanin ikki verður misnýtt, skal sendarin av eini vøru skjalprógva, at viðkomandi er fastbúgvandi á tí útoyggj, sum sent verður til.

Atlantic Airways viðmerkir, at stuðul í roynd og veru, verður latin flutningsfeløgunum, og at fraktkostnaðurin tískil ikki svarar til veruliga flutningskostnaðin. Felagið mælir til, at studningur verður veittur til vørur ætlaðar til persónliga nýtslu og húsarhald, og ikki til vinnuligt virksemi. Fólk sum koma undir skipanina, skulu verða skrásett í kommununi.

Nevndin tekur undir við øllum hesum viðmerkingunum og setur ein samd nevnd fram soljóðandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot frá Henrik Old, løgtingsmanni

1) Í § 1, stk. 1, verður orðað soleiðis: "Landstýrismanninum verður heimilað at útlíkna ein part av meirkostnaðinum av at flyta olju og annan farm hjá fastbúgvandi í útjaðaraøkjum."

2) Í § 1, stk. 2, verður aftan á orðið "Svínoy" sett orðið "Kallsoy" og aftan á orðið "Gásadalur" sett orðið "Nólsoy".

Ein samd nevnd mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið soleiðis broytt.

2. viðgerð 4. december 1998. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1, stk. 1 og 2 samtykt 24-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

8. december 1998 løgdu tingmenninir Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen,   Heini O. Heinesen, Henrik Old og Jákup Sverri Kass, fram soljóðandi broytingaruppskot

B r o y t i n g a r u p p s k o t
 

§ 2 verður orðað soleiðis:

"Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999."

Viðmerkingar
Upprunaliga uppskotið setti gildiskomu lógarinnar til 1. november 1998, men vit eru helst langt inni í desember , áðrenn lógin er kunngjørd.

Landsstýrismaðurin hevur spurt seg fyri á Strandfaraskipum Landsins, fyri at fáa upplýst hvat ein gildiskoma 1. november 1998 hevði havt við sær av eyka fyrisiting.

Strandfaraskip Landsins, upplýsir at tað letur seg gera at útgjalda stuðulin við afturvirkandi kraft, men at hetta hevði skapt nógva eyka umsiting. Tí verður mælt til at seta gildiskomuna til 1. januar 1999.

3. viðgerð 8. december 1998. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Jógvan á Lakjuni, Jákup Suna Joensen, Heina O. Heinesen, Henrik Old og Jákup Sverra Kass til § 2 samtykt 31-1-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og   soleiðis broytt, endaliga samtykt 32-0-0.  Málið avgreitt.

Ll. nr. 86/1998