Roknskapur - Útvarp Føroya

 

16-8  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapum Útvarp Føroya fyri fíggjarárini 1996 og 1997

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999, 2. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi   

Uppskot
til
samtyktar

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Útvarpi Føroya fyri fíggjarárini 1996 og 1997.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Lógargrundarlagið undir Útvarpið Føroya er nú Ll. nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m., og við heimild í hesi lóg eru nærri reglur ásettar í kunngerð nr. 61 frá 17. juni 1998.

Í fíggjarárunum 1996 og 1997 var lógargrundarlagið Ll. nr. 23 frá 28.3.1956 við seinni broytingum.

Arbeiðið hjá útvarpsnevndini var ásett við Ll. nr. 11 frá 14.2.1957 um útvarpsnevnd við broytingum. Lógin fór úr gildi 1. mei 1996 og nýggj lóg um útvarpsnevnd varð lýst við Ll. nr. 66 frá 20.5.1996, Ll. nr. 140 frá 22.12.1996 við gildi fram til 1. januar 1998 og aftur við Ll. nr. 162 frá 29.12.97 við gildi fram til 1. mars 1998.

Vísandi til § 11 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 (um skipan av eftirliti við útvarpinum) og til Ll. nr. 11 frá 14.2.1997 um útvarpsnevnd lýsti landsstýrið í kunngerð nr. 51 frá 18. juli 1997 reglugerð um starv útvarpsnevndarinnar.

2. Endamál:

Sambært § 2, 1. stk. í reglugerð um starv útvarpsnevndarinnar fyrisetur nevndin reglur, ið hon heldur vera neyðugar, við tí endamáli at tað, sum útvarpað verður, hevur fjølbroytt, mentunarligt og upplýsandi innihald, og at hugsunarfrælsi, rættsinni og javnaður móti øllum flokkum og stevnum í almennum málum, vinnustevnum, feløgum og einstakum monnum skulu ráða í útvarpinum.

3. Fíggjarviðurskifti:

Sambært lóg nr. 23 frá 28.3.1956 við seinni broytingum, setir landsstýrið fyristøðumann, ið hevur dagliga stýri útvarpsins eftir reglugerð, ið landsstýrið fyrisetur. Landsstýrið setur starvsfólk eftir tilmæli fyristøðumansins. Lønirnar hjá fyristøðumanni og starvsfólki verða ásettar av landsstýrinum sambært § 2.

Smb. § 3 skal gjald rindast til útvarpið av hvørjum radiomóttakara í landinum. Landsstýrið fyrisetur gjaldið fyri eitt ár í senn.

Sambært § 5 í lógini ger fyristøðumaðurin uppskot til fíggjarætlan fyri fíggjarárið og sendir landsstýrinum uppskotið innan 1. januar. Fíggjarætlanin verður tikin sum serstakur liður í fíggjarlóg landsins. Inntøkur útvarpsins verða bert at nýta til útvarpsendamál.

Sambært § 6 í reglugerðini heitir landsstýrið á nevndina og fær ummæli viðvíkjandi setan av útvarpsstjóra og starvsfólki, fíggjarætlan útvarpsins, støddina á útvarpsgjaldi v.m.

Sambært § 2 hevur landsstýrið allan avgerðarrættin fyri øllum fíggjarligum, útvarpinum viðvíkjandi.

- - - - -

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina hjá Útvarpi Føroya er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum fyri 1996 og 1997, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1993-1995 tikin við.

4. Yvirlit yvir rakstur 1993-1997:

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1993-1997:

6. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarfrágreiðingarnar fyri 1996 og 1997 til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá stovninum.

Í grannskoðanarfrágreiðingini viðvíkjandi 1996 ger roknskapargrannskoðanin, eins og árini frammanundan, vart við, at vísandi til nýtta roknskaparháttin viðvíkjandi avskrivingum og roknskaparuppsetan annars, er neyðugt at fáa eina fasta skipan fyri, hvussu almennir roknskapir verða uppsettir.

Í grannskoðanarfrágreiðingini viðvíkjandi 1997 vísir roknskapargrannskoðanin á, at høvuðsorsøkin til, at roknskapurin í 1997 vísir eitt hall uppá kr. 2.269.249 ímóti einum avlopi uppá kr. 32.137 árið fyri 1996, er, at allar íløgur, sum eru gjørdar í 1997, eru útreiðsluførdar í rakstrinum. Harafturat er útvarpshúsið, eins og árini frammanundan, avskrivað ájavnt við goldnar avdráttir í árinum, og eisini eru útreiðslurnar viðv. nýbyggingini, sum vóru aktiveraðar í 1996, útreiðsluførdar í 1997. Gjørt verður vart við, at úrslitið áðrenn avskrivingar og íløgur í 1997 er eitt avlop uppá 3,4 mió.kr., ella mest sum sama upphædd sum fyri 1996.

Roknskapargrannskoðanin vísir eisini á, at tað leingi hevur verið tosað um at broyta og samskipa roknskaparuppsetingina hjá øllum almennum stovnum, og at nógvar broytingar eru gjørdar á teimum stovnum, sum roknskaparliga eru beinleiðis knýttir at Føroya Gjaldstovu, men enn er Útvarp Føroya ikki umfatað av hesum. Mett verður, at umrødda útreiðsluføring av íløgum er eitt stig á vegnum við ætlanini um at broyta roknskaparuppsetingina til gjaldførisroknskap.

7. Viðmerkingar:

Løgtingsgrannskoðararnir hava áður víst á, at teir ikki hildu, at nýtti roknskaparhátturin við at útreiðsluføra/avskriva íløgur í mun til úrslitið av vanligum rakstri, so nettoúrslitið verður umleið 0, skuldi halda fram. Vísandi til omanfyristandandi er farið burtur frá hesum roknskaparhátti í 1997.

Í seinastu frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum dagfest 28. februar 1997 viðvíkjandi roknskapinum fyri 1995 vístu løgtingsgrannskoðararnir á, at virksemi útvarpsins var tikið við á fíggjarlógina fyri 1997, og at viðurskiftini viðvíkjandi íløgum/avskrivingum og avdráttum tí vónandi komu í eina fastari legu framyvir.

Útvarp Føroya er við á fíggjarlógini fyri 1997 sum "landsfyritøka". Í viðmerkingunum til uppskotið til fíggjarlóg fyri 1997 verður ført fram, at tað hevur víst seg, at ov nógvir tøkniligir trupulleikar eru við landsfyritøkum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997, og tí verður m.a. gjørt vart við, at fyribils eru viðmerkingarnar og sundurgreinað ætlan hjá játtanarslagnum "Landsfyritøka" á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997 bert til kunningar, og at arbeitt verður við í árinum 1997 at gera "landsfyritøkur" til ein part av játtanarroknskapinum.

Ógreiðu játtanar- og roknskaparviðurskiftini viðvíkjandi "landsfyritøkum" eru ikki loyst, og løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á Fíggjarmálastýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Fíggjarmálastýrið hevur upplýst, at játtanarroknskapurin hjá Útvarpi Føroya kemur við í landsroknskapin fyri fíggjarárið 2000. Løgtingsgrannskoðararnir mæla til, at hetta verður gjørt frá fíggjarárinum 1998.

1. viðgerð 26. mars 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 7. apríl 1999. Uppskoti endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.