Roknskapur - Vakstrarhúsgrunnur

 

16-7  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapum Vakstrarhúsgrunsins fyri fíggjarárini 1996-1997

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999, 2. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi
 

Uppskot
til
samtyktar

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Vakstrarhúsgrunninum fyri fíggjarárini 1996-1997.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Endamál:

Vakstrarhúsgrunnurin er ikki stovnssettur við lóg, men landsstýrið gjørdi í november 1985 eina interna reglugerð fyri grunnin. Grunnurin verður fyrisitin av Føroya Jarðarráð, og hevur til endamáls at veita lán og studning til vakstrarhús og grønmetisframleiðslu.

- - - - -

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum fyri 1996 og 1997 og til samanberingar, eru roknskapartølini fyri 1993-1995 tikin við.

2. Yvirlit yvir rakstur 1993-1997:

3. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1993-1997:

4. Roknskapargrannskoðanin:

Í átekningini verður fyrivarni tikið fyri, at onki er avsett at standa ímóti tapi uppá útlán.

5. Viðmerkingar:

Í seinastu frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum dagfest 12. februar 1997, tá roknskapurin fyri 1995 varð lagdur fyri tingið til samtyktar, varð víst á, at einasta grundarlag fyri virksemi grunsins var ein heldur ófullfíggjað intern reglugerð frá landsstýrinum, og at grunnurin hvørki hevði lógar- ella fíggjarheimild. Um landsstýrið ætlaði at varðveita grunnin, varð tí mælt landsstýrinum til at leggja lógaruppskot fyri tingið um hetta.

Vísandi til løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um "Grunn fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu" varð Vakstrarhúsgrunnurin avtikin, og ogn grunsins varð flutt grunninum fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu sum stovnsfæ. Í kunngerð nr. 140 frá 19. september 1997 ásetti landsstýrismaðurin nærri reglur um umsiting og lán og stuðul úr grunninum.

1. viðgerð 26. mars 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 7. apríl 1999. Uppskoti endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.