Roknskapur - Jarðargrunnur

 

16-6  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapum Føroya Jarðargruns fyri fíggjarárini 1996-97

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999, 2. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi 

Uppskot
til
samtyktar

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Føroya Jarðargrunni fyri fíggjarárini 1996-97.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Lógargrundarlagið fyri virki grunsins er:

 

Løgtingslógin ásetur ein karm um fyrisitingina av landsjørðini og var ætlað sum 1. partur av tillagingini av tí gomlu lógini frá 1937. Løgtingslógin umfatar ein part av ríkislógini, nevniliga §§ 1-7 og §§ 10-27. Sostatt eru §§ 8-9 og §§ 28-61 í ríkislógini framvegis í gildi.

Sambært løgtingslógini er álagt landsstýrinum við kunngerð at áseta nærri reglur fyri m.a.:

Í tí partinum av donsku lógini, sum framvegis er í gildi, eru ásettar reglur um umsiting av Jarðargrunninum, harundir keyp av jørð og lánsveiting úr grunninum og um studningsskipanir.

2. Endamál:

Føroya Jarðarráð hevur tríggjar høvuðsuppgávur:

3. Fíggjarviðurskifti:

Fíggjarliga grundarlagið undir virki ráðsins eru:

- - - -

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina í Jarðargrunninum, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum fyri 1996 og 1997, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1993-95 tikin við.

4. Yvirlit yvir rakstur 1993-1997:

Viðmerkingar til rakstrarroknskapin

Søla av jørð og aðrar inntøkur og stuðul úr Jarðargrunninum til festarar verður ikki tikin við í rakstrarroknskapinum, men víst í notu til eina samlaða »festikonto« undir eginognini.

  1. Í 1997 eru avsettar 7 mió.kr. aftrat til tap uppá skuldarar. Í ársfrágreiðingini verður m.a. víst á, at tá garðar við ov stórari skuldarbyrðu skifta festara, verður mett, at tað ikki er rætt hjá komandi festara, at átaka sær skuld, sum raksturin av garðinum ómøguligt kann svara. Men tá grunnurin ikki hevur heimild at avskriva skuld/staðfesta eitt tap, hevur ráðið gjørt vart við tapsveruleikan við at avseta móti tapi.
  2. Sambært ársfrágreiðingini er talan um serligar útreiðslur í sambandi við festaraskifti á gørðum, sum eru so vánaliga røktir, at tað ikki verður mett rætt at komandi festari skal hefta fyri hesum

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1993-1997:

Nota 1. Útlán og eftirstøður

Útlánini kunnu útgreinast til hesi endamál:

Avseting móti tapi er ikki greinað út á ávísar skuldarar. Síðani 1993 er á hvørjum ári upplýst, at leiðslan er farin undir eina engagementsgjøgnumgongd, soleiðis at metast og avsetast kann uppá tey einstøku útlánini.

 

Í grannskoðanarprotokollini fyri 1996 verður upplýst, at hetta umfatandi arbeiði, væntandi verður liðugt á heysti 1997. Í grannskoðanarprotokollini fyri 1997 verður upplýst, at arbeiðið ikki er liðugt. Grannskoðanin vísir aftur á, at tað er av stórum týdningi, at áhaldandi verður arbeitt við at fáa nevndu engagementsgjøgnumgongd lidna, soleiðis at eitt neyvari grundarlag fyri uppgerð av avsetingartørvinum verður tøkt.

Jarðarráðið hevur í hesum sambandi áður upplýst, at tey serstøku ognarvirðurskiftini á festijørðini, sum nógv tann størsti parturin av fígging er latin til, gera, at grunnurin í veruleikanum "lænir" til sín sjálvs. Tað er tí ongin veðrættur at gera galdandi. Útlegg kann ikki gerast, og innheintingarmál kunnu ikki førast so langt, at ein møgulig tvingsilssøla kann koma uppá á tal. Jarðargrunnurin hevur ikki heimild at avskriva skuld, og samanumtikið kann grunnurin tí ógvuliga sjáldan veruliga staðfesta tap.

Nota 2. Festikonto

Niðanfyristandandi er gjørdur ein samandráttur av inntøkum og útgjaldingum á festikonto árini 1993-1997. Í serligari notu í roknskapinum eru inntøkurnar sundurgreinaðar.

Viðmerkingar til festikonto

Sambært § 5 í kunngerð nr. 164 frá 26. august 1993 um reglur fyri Jarðarráðið verður peningurin fyri sølu av jørð v.m. goldin í Jarðargrunnin og har bókaður á konto fyri hvørt festi sær. Jarðarráðið kann veita fíggjarligan stuðul til íløgur á festinum við peningi av festikonto, og umsóknir um fíggjarligan stuðul av festikonto verða viðgjørdar av ráðnum eftir somu reglum sum umsóknir um lán.

Sostatt hevur hvørt festi sína festikonto, og Jarðarráðið upplýsir, at hetta er orsøkin til, at inntøkur og útreiðslur viðvíkjandi hesum konti ikki eru tiknar við í rakstrarroknskapi Jarðargrunsins.

Nota 3. Studningskonti

1996:

Ultimo 1995 var samlaða saldoin á studningskonti í roknskapinum hjá Føroya Jarðargrunni kr. 3.493.105, svarandi til uppsamlað avlop av studningsjáttanum frá undanfarnum árum. Á fíggjarlógini fyri 1996 vórðu játtaðar 15 mió.kr. til landbúnaðarstudningar. 

Við eykajáttanarlóg oktober 1996, sum varð samtykt av løgtinginum í desember 1996, varð staðfest, at umrødda saldo á studningskonti ultimo 1996 uppá t.kr. 3.493 skuldi falla aftur til landskassan í 1996, tó soleiðis, at av hesum skuldi játtast 1,2 mió.kr. til sláturvirkið hjá MBM, og 0,5 mió.kr. til serkøna hjálp.

Restupphæddin t.kr. 1.793, sum grunnurin skyldaði, skuldi mótroknast í játtaðu studningsupphæddina uppá 15 mió.kr., og upphæddin, sum Gjaldstovan skuldi flyta grunninum, varð tí minkað tilsvarandi til t.kr. 13.207.

Samanumtikið var játtanin á fíggjarlógini fyri 1996 henda:

Til landbúnaðarstudningar, íroknað umsitingarútreiðslur 15,0 mió.kr.
Til sláturvirkið hjá MBM 1,2 mió.kr.
Til serkøna hjálp til landbúnaðarnevndina, ið skal gera álit um framtíðar landbúnaðarvinnu 0,5 mió.kr.
Í alt 16,7 mió.kr.

Sambært roknskapinum hjá Jarðargrunninum fyri 1996 hevur grunnurin havt hesar studningsútreiðslur vegna landskassan:

      (mió.kr.)
 

Nýtsla

Játtan

Minninýtsla
Landbúnaðarstudningar 14,2 15,0 0,8
Serkøn hjálp 0,3 0,5 0,2
Sláturvirki 1,2 1,2 0
Íalt 15,7 16,7 1,0

Vísandi til omanfyristandandi er sostatt talan um eina samlaða minninýtslu uppá uml. 1 mió.kr., sum fellur aftur til landskassan í 1996, men samlaða saldoin á studningskonti í roknskapinum hjá Jarðargrunninum fyri 1996 er uml. 2,7 mió.kr. Sostatt er talan um ein mun uppá uml. 1,7 mió.kr. Hesin munur kann útgreinast soleiðis:

  (mió.kr.)
Studningur til sláturvirkið hjá MBM, ikki við í roknskapinum fyri 1996 1,2
Avloysarastudningur, ikki við í roknskapinum fyri 1996 0,5
  1,7

1997:

Hóast uppsamlað avlop av øllum studningskonti sambært eykajáttanarlóg oktober 1996 skuldi falla aftur til landskassan í 1996, verður í 1997 roknskapinum, vísandi til notu 15 (serkøn hjálp til landbúnaðin), hildið áfram við hesari einum studningskonto, sum verður nýtt til at rinda fyri arbeiðið hjá nevndini, ið varð sett at gera uppskot til landsstýrið um framtíðar landbúnaðarvinnu í Føroyum.

- - - - -

Síðani 1. januar 1997 er landbúnaðarstudningurin goldin út av gjaldstovuni, eftir ávísing frá Jarðarráðnum. Í notu 16 í roknskapinum verður útgoldin studningur í 1997 uppá 14,5 mió.kr. útgreinaður.

Men sambært landsroknskapin fyri 1997 er landbúnaðarstudningurin 13,1 mió.kr., íroknað 480 t.kr. til avloysaraskipanina, sum ikki er við í studningsyvirlitinum í notu 16. Jarðarráðið upplýsir, at avloysarastudningurin verður settur beinleiðis inn á eina bankabók, sum virkar sum ein serligur grunnur, sum Jarðarráðið umsitur uttanfyri roknskapin hjá Jarðargrunninum.

Sostatt er útgoldni studningurin í 1997 sambært uppgerðini hjá Jarðarráðnum í notu 16 uml. 1,9 mió.kr. hægri enn studningurin sambært landsroknskapinum. Orsøkin er, at bókaði studningurin í landsroknskapinum av misgáum ikki er periodiseraður rætt, t.d. manglar 4. kvartal av studninginum til seyðakjøt og mjólkastudningurin fyri desember mánað er ikki við. Landsroknskapurin vísir tí eina minninýtslu uppá uml. 1,5 mió.kr. ístaðin fyri eina meirnýtslu uppá uml. 0,4 mió.kr.

6. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga. Grannskoðanin er samd við ráðnum í at tað helst verður truplari í framtíðini at fáa pening inn, og at tað tí er ein stór óvissa, um avsetingin ímóti tapi uppá 47 mió.kr. er nóg stór.

7. Viðmerkingar:

Seinastu nógvu árini er gjørt vart við serligu trupulleikarnar viðvíkjandi teim støðugt vaksandi eftirstøðunum á lánum veitt úr Jarðargrunninum.

Løgtingsgrannskoðararnir hava áður átalað, at Jarðarráðið ikki í øllum førum hevur víst neyðugt varsemi og tryggjað, at lán bert verða veitt til rentablar íløgur.

Vísandi til løgtingsmál nr. 191/1991 legði landsstýrið í mars 1994 uppskot fyri tingið um broyting í lóg "om jordbrugets fremme" m.a. við tí endamáli at heimila Jarðargrunninum at umleggja og niðurskriva verandi lán úr grunninum. Uppskotið er síðani burturdottið, og løgtingsgrannskoðarunum kunnugt er onki síðani hent á hesum øki.

Løgtingsgrannskoðararnir hava í áravís víst á, at neyðugt er at gera lógararbeiðið viðvíkjandi landsjørðini liðugt, soleiðis at restin av ríkislógini og reglugerðini frá 1937 verður tillagað nútíðar viðurskiftum, m.a. vísandi til, at talan er um fleiri lógarásettar reglur viðvíkjandi fíggjarviðurskiftum, sum eru ótíðarhóskandi, og sum ikki verða fylgdar.

Landsstýrið hevur í hesum sambandi víst á, at orsøkin til, at onki er gjørt á hesum øki, er, at ein nevnd varð sett í 1993 at gera uppskot til landsstýrið viðvíkjandi framtíðar landbúnaðarvinnu í Føroyum. Nevndin skuldi gera uppskot um at broyta jarðarlógina, herundir uppskot til nýggjan bygnað í umsitingini av jarðarbrúksmálum.

 Í desember 1997 læt nevndin landsstýrismanninum eitt álit við lógaruppskoti um nýggjan bygnað í fyrisitingini av landsjørðini. Løgtingsgrannskoðarunum kunnugt er onki síðani hent á hesum øki.

Løgtingsgrannskoðararnir vilja vísa á, at landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av, at umrøddu viðurskifti koma í rættlag, og løgtingsgrannskoðararnir átala, at hetta ikki er gjørt.

1. viðgerð 25. mars 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 13. apríl 1999. Uppskot til samtyktar samtykt 27-1-0. Málið avgreitt.