Roknskapur - Telefonverk Føroya Løgtings

 

16-5  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapum Telefonverk Føroya Løgtings fyri fíggjarárini 1993-1997

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999,  2. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

Uppskot
til
samtyktar

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Telefonverki Føroya Løgtings fyri fíggjarárini 1993-97.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Við løgtingslóg nr. 42 frá 3. apríl 1998 um umlegging av Telefonverki Føroya Løgtings til partafelg og sambært eykajáttanarlóg fyri mars 1998, varð telefonverkið frá 1. januar 1998 umskipað til partafelag.

Fram til og við fíggjarárið 1997 vóru niðanfyristandandi reglur galdandi:

Telefonverk Føroya Løgtings er stovnur undir Føroya Landsstýri og virkar eftir:

2. Endamál:

Sambært reglugerðini er Telefonverk Føroya Løgtings stovnur undir Føroya landsstýri, sum hevur til endamáls:

  1. at lúka landsins tørv á telefonsambandinum innanlendis og millum Føroyar og útheimin,
  2. at vera tænastuveitandi stovnur og í so stóran mun sum gjørligt rikin út frá handilsligum sjónarmiðum,
  3. at laga seg eftir menning samfelagsins og átaka sær virksemi, tá ið viðurskiftini tala fyri tí,

at hava samvinnu á breiðum grundarlagi við postverkið, gjaldstovuna og aðrar almennar stovnar.

3. Fíggjarviðurskifti:

Sambært reglugerðini skal landsstýrið seta ein fíggjarstjóra, sum undir telefonverksstjóranum hevur ábyrgdina av fíggjardeild og fyrisiting telefonverksins.

Somuleiðis skal setast ein tekniskur stjóri, sum undir telefonverksstjóranum hevur ábyrgdina av teknisku útbygging og tekniska rakstri telefonverksins.

Landsstýrið ásetir talið á starvsfólki, og skal í samráð við telefonverksstjóran seta reglur fyri fíggjardeild telefonverksins.

Útbyggingar-, fíggjar-, rakstrar- og íløguætlan fyri telefonverkið skal á hvørjum ári latast landsstýrinum til góðkenningar í seinasta lagi 1. juli.

Til tess at ráðgeva landsstýrinum um útbyggingarætlanir skal skipast ein teknisk nevnd við trimum limum, valdum av landsstýrinum.

- - - - -

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina hjá telefonverkinum er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum fyri tíðarskeiðið 1993-1997.

4. Yvirlit yvir rakstur 1993-1997:

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1993-1997:

6. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarfrágreiðingarnar til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá stovninum.

Øll árini hevur roknskapargrannskoðanin gjørt vart við, at ongar reglur vóru ásettar fyri fíggjardeild telefonverksins. Sambært § 3 í reglugerðini fyri telefonverkið skuldi landsstýrið áseta hesar reglur í samráð við telefonverksstjóran. Eisini er víst á, at landsstýrið ikki hevði skipað ta í § 5 umrøddu teknisku nevnd, sum skuldi ráðgeva landsstýrinum viðvíkjandi útbyggingarætlanum.

Í 1990 keypti telefonverkið partabrøvini í felagnum P/F Matr.nr. 1381 f/e, sum átti bygningin á Hálsi, sum Telefonverkið heldur til í, fyri 5 mió.kr. Í 1992 vórðu partabrøvini niðurskrivað við uml. 3 mió.kr. til uml. 2 mió.kr. Hetta svaraði til eginognina í felagnum tá.

Í 1994 vórðu partabrøvini niðurskrivað til 0. Grannskoðanin vísti í hesum sambandi á, at sambært ársroknskapinum hjá felagnum fyri 1994 var eginognin negativ við uml. 2 mió.kr. Orsøkin var, at í roknskapinum hjá felagnum var bygningurin niðurskrivaður við uml. 4,3 mió.kr. til 13 mió.kr. Eisini varð upplýst, at í 1994 hevði telefonverkið harumframt avskrivað uml. 2,5 mió.kr. íalt viðvíkjandi áogn hjá felagnum.

Felagið P/F Matr. nr. 1381 f/e varð tikið av í 1997, og Telefonverkið yvirtók bygningin á Hálsi. Sambært roknskapin fyri 1997 varð bygningurin virðismettur til handilsvirðið og uppskrivaður við 6 mió.kr.

Roknskapargrannskoðanin hevur seinastu árini gjøgnumgingið týðandi mannagongdir á roknskaparøkinum og mælt til broytingar og ábøtur. Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 1997 verður víst á, at á fleiri økjum eru viðurskiftini ikki komin í rættlag:

7. Viðmerkingar:

Løgtingsgrannskoðararnir átala, at roknskaparviðurskiftini á Telefonverkinum á fleiri økjum ikki hava verið í einari tryggari legu og heita á landsstýrismannin um at ansa eftir, at viðurskiftini koma í rættlag.

Í sambandi við viðgerðina av roknskapunum hjá Telefonverkinum hava løgtingsgrannskoðararnir sent landsstýrinum ymsar fyrispurningar, m.a. viðvíkjandi § 3 og § 5 í reglugerðini og viðvíkjandi tilknýti telefonverksins til fíggjarlógina. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at landsstýrismaðurin, hóast fleiri áminningar, ikki svaraði hesum fyrispurningum nøktandi.

Sambært ársroknskapunum hevur telefonverkið í nógv ár upplýst, at íløgur verða avskrivaðar "liniert yvir ta fíggjarligu livitíðina". Men í 1994 varð materiella støðisognin niðurskrivað við uml. 100 mió.kr. Orsøkin er, at kaðalar, radiostøðir og sentralar v.m. hava eina munandi styttri livitíð, enn áður upplýst í roknskapinum. Henda niðurskriving er ikki víst í rakstrarroknskapinum, men er førd beinleiðis yvir eginognina. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at telefonverkið í mong ár ikki hevur nýtt rættar livitíðir.

Løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við, at Telefonverkið hevur havt stórt yvirskot seinnu árini, og løgtingsgrannskoðararnir meta, at tað er sera óheppið, um Telefonverkið framyvir nýtir sína "faktisku monopolstøðu" á fleiri økjum til framhaldandi at uppsamla yvirskot, m.a. fyri at standa ímóti kapping frá øðrum, til bága fyri brúkararnar. Løgtingsgrannskoðararnir vilja tí heita á landsstýrismannin um at ansa eftir hesum og tryggja, at prísirnir á teletænastum verða so lágir sum gjørligt, og helst ikki hægri enn støðið í okkara grannalondum.

Telefonverk Føroya Løgtings er við á fíggjarlógini fyri 1997 sum "landsfyritøka", sum skal geva 2,036 mió.kr. í inntøkum netto. Í viðmerkingunum til uppskotið til fíggjarlóg fyri 1997 verður ført fram, at tað hevur víst seg, at ov nógvir tøkniligir trupulleikar eru við landsfyritøkum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997, og tí verður m.a. gjørt vart við, at fyribils eru viðmerkingarnar og sundurgreinað ætlan hjá játtanarslagnum "Landsfyritøka" á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997 bert til kunningar, og at arbeitt verður við í árinum 1997 at gera "landsfyritøkur" til ein part av játtanarroknskapinum.

Í landsroknskapinum fyri 1997 eru inntøkurnar frá Telefonverkinum 2,036 mió.kr., svarandi til játtanina, men ongin roknskaparuppseting er, har roknskapartølini eru sett upp samsvarandi sundurgreingini í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 1997. Ógreiðu játtanar- og roknskaparviðurskiftini viðvíkjandi "landsfyritøkum" sum heild eru ikki loyst, og løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á Fíggjarmálastýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag framyvir.

Telefonverkið er frá 1. januar 1998 umskipað til alment partafelag, so framyvir verður virksemið hjá Telefonverkinum ikki ein partur av játtanarroknskapinum.

1. viðgerð 5. mars 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 9. mars 1999. Uppskot til samtyktar samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.