Roknskapur - Húsalánsgrunnurin o.a.

 

16-13  Uppskot til  samtyktar um at góðkenna roknskapir Húsalánsgrunsins, Íbúðargrunsins og Bjálvingarstuðulslánsgrunsins fyri fíggjarárini 1993-1997

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

 

Uppskot
til
samtyktar

 Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Húsalánsgrunninum, Íbúðagrunninum og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum fyri fíggjarárini 1993-1997.

 

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

I: Húsalánsgrunnurin

1. Lógargrundarlag:

Húsalánsgrunnurin er undir eftirliti landsstýrisins og virkaði í tíðarskeiðnum 1993-1996 eftir:

 

- Løgtingslóg nr. 97 frá 1. november 1978 um Húsalánsgrunn við broytingum í Ll. nr. 65 frá 11. mai 1982, Ll.           nr. 44 frá 2. mai 1986, Ll. nr. 32 frá 7. mai 1991 og Ll. nr. 93 frá juni 1995.

- Kunngerð nr. 68 frá 26. juni 1991, broytt við kunngerð nr. 27 frá 14. februar 1995.

Við Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 kom nýggj lóg um Húsalánsgrunn o.a. í gildi. Umframt Húsalánsgrunnin fevnir lógin eisini um Bjálvingarstuðulslánsgrunnin og Íbúðagrunnin. Við heimild í lógini lýsti landsstýrið tann 28. apríl 1998 kunngerð nr. 55 um Húsalánsgrunn o.a.

2. Endamál:

Húsalánsgrunnurin hevur til endamáls at veita lán til sethúsa- og íbúðabygging og keyp.

Húsalánsgrunnurin kann sambært § 5 veita hesi lán:

  1. Stuttfreistað lán at keypa grundøki.
  2. Byggilán at byggja ella umbyggja nýggj sethús og íbúðir, avmarkað til ta upphædd, ið grunnurin veitir sum veðskuldarlán.
  3. Veðskuldarlán til nýggj sethús og íbúðir.
  4. Veðskuldarlán at keypa sethús ella íbúð.
  5. Veðskuldarlán til endurnýggingar, umbyggingar og bjálving av sethúsum og íbúðum.

Í kunngerðini eru lýstar nærri reglur um lán og lánstreytir.

3. Fíggjarviðurskifti:

Inntøkurnar hjá Húsalánsgrunninum eru rentuinntøkur av veittum lánum.

Harumframt er peningur játtaður Húsalánsgrunninum á fíggjarlógini. Fíggjarárini 1982/83-1992 vórðu íalt játtaðar 175 mió.kr.

Niðanfyri er sett upp, hvussu nógv er játtað á fíggjarløgtingslógini 1993-1997 í mió.kr.:

1997 1996 1995 1994 1993 Í alt

Játtað á fíggjarlógini 0 0 0 25,0 5,0 30,0

Eftirgivið lán úr Oljugrunninum 0 0 0 0,0 57,5 57,5

Við heimild í løgtingslóg nr. 28/1995 um lán til Húsalánsgrunnin, hevur grunnurin í 1995 lænt 50 mió.kr. úr Landskassanum.

4. Ársroknskapur:

Ársroknskapirnir skulu grannskoðast av løggildum grannskoðara og síðani sendast landsstýrinum við frágreiðing og viðmerkingum frá stýrinum.

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum hjá Húsalánsgrunninum fyri árini 1993-1997.

5. Yvirlit yvir gongdina í rakstrinum 1993-1997:

(mió.kr.)

1997

1996

1995

1994

1993

Rentuinntøkur av útlánum

36,4

45,4

54,5

60,2

82,3

Rentuútreiðslur og kurstap

-19,9

-25,9

-36,5

-42,0

-61,9

16,5

19,5

18,0

18,2

20,4

Rakstrarútreiðslur

-5,4

-5,5

-6,0

-6,2

-5,4

Av- og niðurskrivingar av fastogn

-0,5

-0,8

-0,6

-0,7

-4,8

Avskrivað og avsett móti tapi

26,9

7,6

8,7

-26,0

-168,8

Rakstrarúrslit

37,5

20,8

20,1

-14,7

-158,6

 

6. Yvirlit yvir gongdina í fíggjarstøðuni 1993-1997:

(mió.kr.)

Aktiv

1997

1996

1995

1994

1993

Veðbrøv, útlán

495,9

599,7

700,2

778,4

840,6

- avsett móti tapi

-196,7

-228,7

-245,9

-283,3

-298,5

299,2

371,0

454,3

495,1

542,1

Tøkur peningur

108,8

109,8

52,6

31,7

27,8

Onnur ogn

43,5

40,5

52,0

51,3

55,9

Aktiv í alt

451,5

521,3

558,9

578,1

625,8

Passiv

Lán innanlands

65,8

124,7

134,7

113,5

123,4

Lán uttanlands

193,0

233,6

284,3

340,3

386,2

Onnur skuld

9,6

18,4

23,5

26,9

29,3

268,4

376,7

442,5

480,7

538,9

Eginogn:

Eginogn við ársbyrjan

144,6

116,4

97,4

86,9

188,9

Játtan á fíggjarlóg

0,0

0,0

0,0

25,0

5,0

Eftirgivið lán úr Oljugrunninum

0,0

0,0

0,0

0,0

57,5

Rakstrarúrslit

37,5

20,8

20,1

-14,7

-158,6

Regulering matr.nr. 1315

0,0

0,0

0,0

0,0

1,2

Ikki ásannaður kursmunur

1,0

7,4

-1,0

0,1

-7,1

Eginogn við ársenda

183,1

144,6

116,4

97,4

86,9

Passiv í alt

451,5

521,3

558,9

578,1

625,8

7. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar, til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá Húsalánsgrunninum.

Roknskapargrannskoðanin hevur víst á:

Vísandi til viðmerkingarnar frá roknskapargrannskoðanini hevur landsstýrismaðurin spurt stýrið um, hvørji tiltøk eru sett í verk fyri at betra um viðurskiftini. Stýrið hevur síðani latið landsstýrismanninum eina frágreiðing um hetta, sum hann í skrivi dagfest 8. januar 1998 hevur tikið til eftirtektar.

Roknskapargrannskoðarin vísir eisini á, at tey seinnu árini eru útlán grunsins minkað nógv, og lutfalsliga er avsetingin ímóti tapi hækkað, av tí at nógv hús eru seld á tvingsilssølu, og tí aðrir lánistovnar veita heildarfígging, við tí úrsliti, at Húsalánsgrunnurin verður goldin út, tí rentan í løtuni er lægri hjá hinum lánistovnunum. Vísandi til, at tað eru teir lánarar, ið eru frægast fyri fíggjarliga, sum peningastovnarnir umfíggja, heitir roknskapargrannskoðanin á stýrið um at hava eitt vakið eyga við hesari gongdini.

II: Íbúðagrunnurin

1. Lógargrundarlag og endamál

Í seinasta áliti løgtingsgrannskoðaranna, dagf. 16. februar 1994, varð víst á, at Íbúðagrunnurin var avtikin sambært løgtingslóg nr. 33, frá 27. mars 1992 um avtøku av landskassagrunnum. Men løgtingslóg nr. 52, frá 27. mei 1987 um Íbúðagrunn, var ikki avtikin. Heitt varð tí á landsstýrið um at greiða henda spurning. Íbúðagrunnurin er síðani endurstovnaður við lóg.

Íbúðagrunnurin hevur sambært § 16 í Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a. til endamáls at fremja og stuðla kommunum, feløgum og stovnum at útvega og reka íbúðahús, og grunnurin veitir lán til góðkend íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum sambært § 18 skulu verða skipað sum sjálvsognarfeløg ella lutafeløg. Íbúðagrunnurin ella kommunur kunnu sjálv seta á stovn tílík íbúðafeløg ella stovnar.

Til keyp ella bygging av íbúðahúsum lænir Íbúðagrunnurin 20%, og felagið/stovnurin útvegar 15% sum eginpening (§ 24).

Sambært § 17 er stovnsfæ grunsins tann peningur, sum verður játtaður á fíggjarløgtingslógini, og Íbúðagrunninum er heimilað at upptaka neyðug lán til fígging av íbúðahúsum.

2. Roknskaparviðurskifti

Av tí av, at grunnurin varð avtikin í 1992 og ikki endaliga endurstovnaður fyrr enn í 1997, varð tað ikki møguligt at gera roknskapirnar fyri árini 1992-1996 lidnar fyrr enn í desember 1997. Roknskapurin fyri 1997 varð liðugur í desember 1998.

Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum seinnu árini:

Roknskapirnir árini 1992-1997 eru merktir av, at onki útlánsvirksemi hevur verið. Árligu rentuinntøkurnar uppá uml. 60 tkr. samsvara við rakstrarútreiðslurnar, so samalagda rakstrarúrslitið hesi árini liggur um 0.

Við árslok 1991 varð eginognin hjá Íbúðagrunninum 25,5 mió.kr., men við árslok 1992 lækkaði eginognin til uml. 4,9 mió.kr.

Orsøkin til hesa stóru lækking av eginognini er, at sambært § 37, stk. 3 í í Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a. "fellur burtur tann pr. 31.12.1991 óútgoldni landskassastuðul til íbúðagrunnin." Talan var um 16,6 mió.kr., og herumframt er eginpeningurin í 1992 minkaður við uml. 5 mió.kr., orsakað av at grunnurin misti øll síni lán í íbúðunum undir Fjalli. Hetta varð endaliga staðfest í 1995, tá íbúðurnar vórðu seldar á tvingsilssølu.

Eginogning síðani 1992 hevur verið so at siga óbroytt uml. 5 mió. kr.

Íbúðagrunnurin hevur í mong ár onga játtan havt á fíggjarlógini. Í 1998 eru játtaðar 10 mió. kr. til grunnin.

Umframt roknskap fyri Íbúðagrunnin sjálvan er í nógv ár gjørdur roknskapur fyri "Íbúðagrunnin, deild 2". Sambært hesum roknskapinum hevur Íbúðagrunnurin saman við Sinnisbata keypt og fíggjað ognina, sum Sólteigur leigar; men vísandi til roknskap og grannskoðanarfrágreiðing fyri 1997, vísir tað seg nú, at Íbúðagrunnurin eigur alla ognina, og at "innskotið" frá Sinnisbata er eitt lán.

3. Roknskapargrannskoðanin

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar, til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá Íbúðagrunninum.

Roknskapargrannskoðanin vísir á, at eftirstøðurnar á lánum økjast ár um ár og vóru uml. 0,4 mió.kr. við árslok 1997. Roknskapargrannskoðanin hevur mælt stýrinum til at gera skrivligar mannagongdir fyri málsviðgerð og upplýsir, at hetta arbeiði er í gongd.

III:Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin

1. Lógargrundarlag og endamál

Sambært §§ 8 og 9 í løgtingslóg nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a. er endamál grunsins at veita rentu- og avdráttarfrí lán til bjálving og orkusparandi tiltøk í húsum ella íbúðum hjá fólka- og avlamispensiónistum.

Avdráttar- og rentufrítøkan heldur vanliga uppat við eigaraskifti, ella tá húsini ella íbúðin verður nýtt av øðrum.

Sambært § 12 kann eitt bjálvingarstuðulslán í mesta lagi vera 110 t.kr. umframt útreiðslur til kanningar, eftirlit, tinglýsing, veðhavaralýsing og byggirentur.

Sambært § 15 fær grunnurin árliga játtan á fíggjarlógini, og peningur, sum kemur inn sum rentur og avdráttur, fer í grunn.

2. Roknskaparviðurskifti

Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum seinnu árini:

Niðanfyristandandi yvirlit vísir, hvussu nógv er játtað á fíggjarlógini einstøku árini sammett við, hvussu nóg er goldið út sum lán.

3. Roknskapargrannskoðanin

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar, til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá Bjálvingarstuðulslánsgrunninum.

Roknskapargrannskoðarin hevur víst á, at lánsumsitingin á fleiri økjum ikki hevur verið nøktandi:

IV: Viðmerkingar

Í sambandi við grannskoðanina av Húsalánsgrunninum, Íbúðagrunninum og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum hevur roknskapargrannskoðanin víst á vantandi skrivligar reglur á fleiri økjum. Løgtingsgrannskoðararnir eru kunnaðir um, at arbeitt verður við at gera hesar reglur, og mæla landsstýrismanninum til at hava eyguni við, at hetta arbeiði verður gjørt liðugt.

Húsalánsgrunnurin varð upprunaliga stovnaður við Ll. nr. 49 frá 30. mei 1964 um Húsalánsgrunn. Í viðmerkingunum til lógina varð víst á, at av tí at tað var so tungt hjá fólki at reisa búgv og so trupult at fáa lán, varð tað hildið at vera ein samfelagslig uppgáva at lætta um hjá hesum og veita lagalig lán til sethúsabygging, og var hetta endamálið við lógini. Húsalánsgrunnurin hevur onki sethúsalán veitt síðani 1994, og nógvir sethúsaeigarar hava goldið lán síni aftur, m.a. tí rentan hevur verið hægri enn hjá øðrum peningastovnum.

Í ársfrágreiðingini í roknskapinum hjá Húsalánsgrunninum fyri 1996 verður boðað frá, at Húsalánsgrunnurin hevur ætlanir um at skipa so fyri, at møguleikar vera fyri alternativari íbúðabygging, t.v.s. smærri íbúðir til yngri, eldri og rørslutarnað. Í ársfrágreiðingini í roknskapinum hjá Húsalánsgrunninum fyri 1997, dagfest 18. juni 1998, verður boðað frá, at eftir ætlan fara Húsaláns- og Íbúðagrunnurin uppí ítøkiligar byggiætlanir í 1998. Av ársfrágreiðingini í roknskapinum hjá Íbúðagrunninum fyri 1997, dagfest 19. desember 1998, gongur fram, at Húsalánsgrunnurin hevur ásannað, at ein nýggj ringrás treingir til á íbúðamarknaðinum, og tí fer Húsalánsgrunnurin saman við Íbúðagrunninum at taka stig til at byggja og fíggja nýggjar íbúðahættir. Eisini gongur fram, at Húsalánsgrunnurin ásannar, at nóg mikið er til av vanligum sethúsum í landinum, undantikið í høvuðsstaðnum.

Uppá fyrispurning frá løgtingsgrannskoðarunum, um virksemið hjá Húsalánsgrunninum er í tráð við upprunaliga endamálið við lógini, hevur Almanna- og Heilsumálastýrið boðað frá, at ætlanir eru um at gera ávísar broytingar, og at møguligar lógarbroytingar verða framdar í komandi tingsetu.

Løgtingsgrannskoðararnir halda, at rættasta mannagongdin er, at ætlaða virksemið hjá Húsaláns-, Íbúða- og Bjálvingarstuðulslánsgrunninum beinleiðis verður tikið við á fíggjarlógina, so løgtingið fær innlit í ætlaða virksemið, og fær høvi til at áseta árligu fíggjarligu karmarnar. Løgtingsgrannskoðararnir mæla eisini til, at heimildirnar til lántøku í §§ 4 og 17 í Ll. nr. 118/1997 verða strikaðar.

Løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við, at á eykajáttanarlógini fyri desember 1998 verður ein løgujáttan til bústovn á serforsorgarøkinum hækkað til 3,9 mió.kr. og játtanarslagið broytt til "onnur játtan", vísandi til, at landsstýrismaðurin ætlar at stovna eitt sjálvsognarfelag. Peningurin skal nýtast til stovnsfæ, og verður upphæddin ein partur av fíggingini til tey hús, ætlanin er at keypa. Víst verður á, at sambært lógini um Húsalánsgrunnin hava Íbúðagrunnurin og Húsalánsgrunnurin heimild at fíggja tílík hús/sambýlir, um eigarin letur eginpening uppá minst 15%.

Um tær 3,9 mió.kr. verða nýttar til eginpening, ber til at gera íløgur fyri íalt 26 mió.kr. Løgtingsgrannskoðararnir meta tað vera skeivt á henda hátt at leggja almennar íløgur uttanfyri fíggjarlógina. Løgtingsgrannskoðararnir hava sæð viðtøkurnar fyri umrødda sjálvsognarfelag/sjálvsognarstovn. Av hesum gongur fram, at verður sjálvsognarstovnurin tikin av, verður tað, sum eftir er, goldið aftur til stovnaran. Løgtingsgrannskoðararnir mæla til, at hesin "sjálvsognarstovnur" verður tikin av, og at íløgur á hesum øki framyvir verða játtaðar á fíggjarlógini.

1. viðgerð 7. apríl 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 13. apríl 1999. Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.