Roknskapur - Strandferšslan

 

16-12  Uppskot til  samtyktar um góškenning av roknskapum Strandferšslunnar fyri fķggjarįrini 1995 - 1997

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. 2. višgerš

Įr 1999,  2. mars, legši Hergeir Nielsen, lųgtingsmašur vegna lųgtingsgrannskošararnar fram soljóšandi

 Uppskot
til
samtyktar

 Vķsandi til nišanfyristandandi frįgreišing samtykkir lųgtingiš at góškenna roknskapirnar hjį Strandferšsluni fyri fķggjarįrini 1995 - 1997.

Frįgreišing frį lųgtingsgrannskošarunum:

1. Endamįl:

Reglugerš fyri Strandferšsluna varš samtykt į landsstżrisfundi 14. november 1992, samstundis sum reglugeršin, lżst viš kunngerš nr. 81 frį 22. august 1984, varš avtikin. Sambęrt §§ 1 og 2 ķ reglugeršini er Strandferšslan ein landsfyritųka undir Fųroya Landsstżri, sum hevur til endamįls:

  1. at vera tęnastuveitandi fyritųka, viš tķ fyri eyga at lśka landsins tųrv į innlendis fólka- og farmaflutningi,
  2. ķ so stóran mun sum gjųrligt, at verša rikin śt frį handilsligum sjónarmišum.

Sambęrt § 5 kann virksemiš, ella partar av hesum, verša skipaš ķ partafelųg, og veršur stjórin tį stjóri ella formašur ķ hesum partafelųgum. Stjórin leggur uppskot um stovnan av slķkum felųgum fyri landsstżriš.

2. Fķggjarvišurskifti:

Sambęrt § 4, 2. stk., ķ reglugeršini veršur takstpolitikkur, śtbyggingar-, fķggjar-, rakstrar-, ferša- og ķlųguętlan skipaš ķ 4 įra ętlanum, sum į hvųrjum įri verša endurskošašar og lagdar fyri landsstżriš til góškenningar ķ seinasta lagi 1. aprķl.

Sambęrt § 3 ķ reglugeršini setir landsstżriš stjóran, og eftir tilmęli frį stjóranum, allar leišarar į 1. stigi. Stjórin setir annaš starvsfólk sambęrt galdandi reglum.

- - - - -

22. januar 1997 hevur landsstżrismašurin undirskrivaš eina nżggja reglugerš fyri Strandfaraskip Landsins viš gildi frį 1. januar 1997. Sambęrt hesi reglugerš veršur virksemiš vķškaš til eisini at kunna fevna um uttanlands fólka- og farmaflutning, og stjórin fęr heimild at seta ųll starvsfólk.

- - - - -

Til tess at kunna lųgtingiš um ta fķggjarligu gongdina hjį Strandferšsluni er gjųrdur ein samandrįttur av įrsroknskapunum fyri 1995 - 1997. Til samanberingar eru roknskapartųlini fyri 1994 tikin viš.

3. Yvirlit yvir gongd ķ fķggjarstųšuni 1994-1997:

4. Yvirlit yvir rakstur 1994-1997:

Roknskapurin fyri 1997 er settur upp samsvarandi kontoskipan landsins og er sundurgreinašur į standardkonti samsvarandi višmerkingum til fķggjarlógina (mió.kr.):

Roknskapurin fyri 1997 er ųšrvķsi uppsettur og śtgreinašur, og tųlini kunnu tķ ikki samanberast viš 1996 og undanfarin įr. Nišanfyri er gjųrdur ein samandrįttur av roknskapinum fyri 1994-1996, eftir "gomlu uppsetingini", og fyri 1997 eru samlašu inntųku- śtreišslutųlini tikin viš:

5. Serroknskapir

Ķ roknskapinum fyri 1997 eru śtreišslur og inntųkur bżttar śt į virkisųkir, og ein serlig sundurgreining er gjųrd av virkisųkinum "Oyggjaleišir". Nišanfyri er gjųrdur ein samandrįttur av hesum umframt av "uttanlanda"-virkisųkinum.

Ķ 1996 og įrini frammanundan gjųrdi Strandferšslan serroknskapir fyri tey einstųku skipini. Nišanfyri er gjųrdur ein samandrįttur av hesum serroknskapum fyri įrini 1994-1996:

6. Seinasta frįgreišing lųgtingsgrannskošaranna:

Ķ seinastu frįgreišing lųgtingsgrannskošaranna, dagfest 18. januar 1996, višvķkjandi roknskapunum fyri įrini 1993 og 1994 (lųgtingsmįl nr. 4/9 1995), tóku lųgtingsgrannskošararnir samanum tęr mongu višmerkingarnar frį roknskapargrannskošanini og įtalašu m.a., at roknskaparumsitingin ikki var nóg góš, og at įvķs višurskifti ikki vóru ķ samsvari viš reglugerš landsstżrisins. Lųgtingsgrannskošararnir hava sķšani fleiri feršir, higartil uttan śrslit, bišiš landsstżrismannin um višmerkingar til hesi višurskifti.

7. Roknskapargrannskošanin:

Lųgtingsgrannskošararnir hava gjųgnumgingiš įrsroknskapirnar og grannskošanarprotokollirnar til tess at vissa seg um, at rętt er fariš fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjį stovninum.

Eins og ķ grannskošanarfrįgreišingum undanfarin įr, veršur višvķkjandi 1995 og 1996 aftur gjųrt vart viš fleiri įtaluverd višurskifti. Vķst veršur į, at bųtt er um nųkur višurskifti, men fleiri višmerkingar eru óbroyttar og nakrar komnar aftrat. Roknskapargrannskošanin vķsir m.a. į:

Roknskapargrannskošanin vķsir eisini į, at nżggja leišslan er byrjaš at umstrukturera stovnin og byggja upp innanhżsis mannagongdir av nżggjum. Mett veršur, at um hesin mįlsetningur veršur rokkin, skuldi stovnurin framyvir sloppiš undan tilvildarligum skrįsetingum, eins og taš hevši ųkt um tann fķggjarliga tryggleikan.

- - - - -

Ķ grannskošanarfrįgreišingini fyri 1997 er nišurstųšan av grannskošanini, at leišslan hevur gjųrt eitt stórt arbeiši fyri at fįa bygnašin į stovninum at virka, og at stovnurin nś hevur eina veruliga fķggjarstżring į flestu ųkjum.

Eins og ķ grannskošanarfrįgreišingum undanfarin įr, veršur aftur gjųrt vart viš, at nųkur av starvsfólkunum fįa eina įvķsa upphędd aftrat vanligu lųnini, og at ongin heimild er til tķlķkar višbųtur. Vķst veršur į, at nżggi strandferšslustjórin hevur gjųrt bygnašarbroytingar og starvslżsingar og hevur ķ mars 1998 heitt į landsstżriš um góškenning av hesum višbótum. Grannskošanini kunnugt er onki svar komiš.

Vķst veršur aftur į, at skuldaraupphęddin framvegis er alt ov hųg ķ mun til farmagjaldsinntųkurnar, at skuldarastżringin ikki er nóg góš, og at fylgt veršur ikki nóg vęl viš, hvat skuldararnir ķ veruleikanum gjalda fyri. Heitt veršur į leišsluna um at fįa hesi višurskifti ķ ręttlag.

8. Višmerkingar:

Vķsandi til višmerkingarnar frį roknskapargrannskošanini įtala lųgtingsgrannskošararnir, at roknskaparvišurskiftini į fleiri ųkjum ikki hava veriš ķ einari tryggari legu. Lųgtingsgrannskošararnir fegnast um tey stig, sum serliga sķšani 1997 eru tikin til at bųta um hesi višurskifti. Lųgtingsgrannskošararnir įtala, at višbųtur eru goldnar starvsfólkum, hóast grannskošanin ķ įravķs hevur vķst į, at heimild ikki er til tess.

Lųgtingsgrannskošararnir įtala, at Strandferšslan aftur ķ 1995 og 1996 hevur brśkt nógv meira enn jįttaš į fķggjarlóg og eykajįttanarlóg, og at landsstżrismašurin ikki hevur svaraš fyrispurningum um śtgreining av fortreytum fyri jįttanunum į fķggjarlógini fyri 1995 og 1996.

Lųgtingsgrannskošararnir hava įšur vķst į, at teir meta, at taš er skeivt at Strandferšslan ger serroknskapir og ašrar śtgreiningar av virkseminum uttan at gera vart viš, hvųrjar meginreglur og fyritreytir eru galdandi fyri bżtiš av inntųkum og śtreišslum og męla aftur til, at hetta veršur gjųrt framyvir.

Strandfaraskip Landsins er viš į fķggjarlógini fyri 1997 sum "landsfyritųka". Ķ višmerkingunum til uppskotiš til fķggjarlóg fyri 1997 veršur fųrt fram, at taš hevur vķst seg, at ov nógvir tųkniligir trupulleikar eru viš landsfyritųkum į fķggjarlógaruppskotinum fyri 1997, og tķ veršur m.a. gjųrt vart viš, at fyribils eru višmerkingarnar og sundurgreinaš ętlan hjį jįttanarslagnum "Landsfyritųka" į fķggjarlógaruppskotinum fyri 1997 bert til kunningar, og at arbeitt veršur viš ķ įrinum 1997 at gera "landsfyritųkur" til ein part av jįttanarroknskapinum.

Ógreišu jįttanar- og roknskaparvišurskiftini višvķkjandi "landsfyritųkum" eru ikki loyst, og lųgtingsgrannskošararnir hava heitt į Fķggjarmįlastżriš um at fįa hesi višurskifti ķ ręttlag. Fķggjarmįlastżriš hevur upplżst, at jįttanarroknskapurin hjį Strandferšsluni kemur viš ķ landsroknskapin fyri fķggjarįriš 1998.

 1. višgerš 26. mars 1999. Mįliš beint beinleišis til 2. višgerš.

2. višgerš 7. aprķl 1999. Uppskotiš endaliga samtykt 27-0-0. Mįliš avgreitt.