Roknskapur - Postverk Føroya

 

16-11  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapum Postverk Føroya fyri fíggjarárini 1996 og 1997

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999, 2. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

Uppskot
til
samtyktar

 Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Postverki Føroya fyri fíggjarárini 1996 og 1997.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Postverk Føroya er stovnur undir Føroya landsstýri og virkar eftir:

2. Endamál:

Postverk Føroya hevur, sambært løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya, við seinni broytingum, til endamáls:

  1. at lúka landsins tørv á post- og peningaflutningi innanlendis og millum Føroya og útheimin.
  2. at vera tænastuveitandi stovnur, og í so stóran mun sum gjørligt rikin út frá handilsligum sjónarmiðum.
  3. at laga seg eftir menning samfelagsins og átaka sær víðkað virksemi, tá ið viðurskiftini tala fyri tí,
  4. at hava samvinnu á breiðum grundarlag við strandferðsluna, telefonverkið, gjaldstovuna og aðrar almennar stovnar.

3. Fíggjarviðurskifti:

Sambært løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya er tað landsstýrið, sum ásetir talið á starvsfólki. Har lógarreglur ikki eru (§2, 4. stk.), verður starvsfólkið lønt og starvast eftir reglum settar av landsstýrinum.

Allar ætlanir um útbygging, umskipan og nýskipan av postverkinum, verða gjørdar av postverkinum í samráð við landsstýrið, og skulu góðkennast av landsstýrinum, áðrenn tær verða settar í verk (§3, 1. stk.).

Fíggjar, rakstrar- og íløguætlan fyri postverkið verður gjørd á hvørjum ári og latin landsstýrinum (§ 5, 2. stk.).

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina hjá postverkinum er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum fyri 1996 og 1997, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1993-1995 tikin við.

4. Yvirlit yvir rakstur 1993-1997:

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1993-1997:

6. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar, til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá stovninum.

7. Viðmerkingar:

Postverk Føroya er við á fíggjarlógini fyri 1997 sum "landsfyritøka". Í viðmerkingunum til uppskotið til fíggjarlóg fyri 1997 verður ført fram, at tað hevur víst seg, at ov nógvir tøkniligir trupulleikar eru við landsfyritøkum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997, og tí verður m.a. gjørt vart við, at fyribils eru viðmerkingarnar og sundurgreinað ætlan hjá játtanarslagnum "Landsfyritøka" á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997 bert til kunningar, og at arbeitt verður við í árinum 1997 at gera "landsfyritøkur" til ein part av játtanarroknskapinum.

Ógreiðu játtanar- og roknskaparviðurskiftini viðvíkjandi "landsfyritøkum" eru ikki loyst, og løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á Fíggjarmálastýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Fíggjarmálastýrið hevur upplýst, at ætlanin er at umskipa Postverk Føroya til alment partafelag, og tí verður tað ikki hildið neyðugt at gera broytingar viðvíkjandi hesum stovni. Løgtingsgrannskoðararnir eru ikki samdir í hesum og mæla til, at Postverkið verður tikið við í landsroknskapin fyri fíggjarárið 1998. 

 1. viðgerð 26. mars 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 7. apríl 1999. Uppskoti endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.