Roknskapur  - Apoteksverk Føroya

 

16-10  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapum Apoteksverk Føroya fyri fíggjarárini 1996 og 1997

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999, 2. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

 Uppskot
til
samtyktar

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Apoteksverki Føroya fyri fíggjarárini 1996 og 1997.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Apoteksverk Føroya er stovnur undir Føroya landsstýri og virkar eftir

2. Endamál:

Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág við seinni broytingum er Apoteksverkið stovnur undir Føroya Landsstýri.

Sambært § 29 í lógini hevur bert apoteksverkið loyvi til at framleiða, flyta inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág, um so er, at einki annað er ásett í lógini ella av reglum ásettum við heimild í lógini um apoteksverkið og heilivág.

Landsapotekarin hevur smb. § 50 eftirlit við, at lógin og ásetingarnar við heimild í lógini verða yvirhildnar.

3. Fíggjarviðurskifti:

Sambært § 6 í lógini um apoteksverkið og heilivág setir landsstýrið ein apotekara á hvørjum apoteki. Sambært § 8 skipar apotekarin fyri rakstrinum av apotekinum og hevur ábyrgd av, at virkið verður útint forsvarliga og samsvarandi galdandi ásetanum og givnum fyriskipanum.

Landsstýrið ásetir sambært § 9 reglur um heimildir og heiti til starvsfólk, sambært § 13 reglur um virksemið hjá teim ymsu apotekseindunum, og sambært § 18 reglur fyri útroknan av søluprísi.

Sambært § 22 eru Apoteksgrunnurin, landsapotekarin og apotekini ein búskaparlig eind, tó at tey hava hvør sín roknskap. Fíggjarætlanaruppskot og takstuppskot fyri apoteksverkið verða viðgjørd av landsapotekaranum og apotekarunum í felag, og verða við fylgisviðmerkingum teirra send landsstýrinum. Fíggjarætlanaruppskotið verður sent landsstýrinum á hvørjum ári í seinasta lagi til ta tíð, landsstýrið hevur ásett.

Apoteksgrunnurin eigur sambært § 23 vørugoymslurnar, innbúgvið og føstu ognirnar hjá apoteksverkinum. Grunnurin er undir landsstýrinum og hevur til endamáls at fíggja apoteksverkið, og avlopið frá apoteksrakstrinum fellur til apoteksgrunnin.

Sambært § 24 er landsstýrinum heimilað, vegna apoteksgrunnin, at taka tey lán, sum vørukeyp fastognarkeyp, bygging og umbygging til hvørja tíð krevja.

- - - - -

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum hjá Apoteksverki Føroya fyri 1996 og 1997, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1993-1995 tikin við.

4. Yvirlit yvir rakstur 1993-1997:

 

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1993-1997:

6. Íløguvirksemi árini 1993-1997:

Í tíðarskeiðinum 1993 til 1997 eru gjørdar íløgur í bilar, innbúgv (serliga EDV) og bygningar. Hesar íløgur eru býttar soleiðis:

1) Í 1997 hevur Apoteksverkið keypt ein bygning fyri 9 mió.kr., sum Apoteksgrunnurin hevur fíggjað.

7. Apoteksgrunnurin:

Samb. § 23 í løgtingslóg um apoteksverk og heilivág er apoteksgrunnurin undir landsstýrinum og hevur til endamáls at fíggja apoteksverkið. Apoteksgrunnurin eigur ognirnar hjá apoteksverkinum, og avlopið hjá apoteksverkinum fellur til grunnin.

Roknskapur grunsins verður førdur av Føroya Gjaldstovu, og framgongur av landsroknskapinum sum ein internur grunnur. Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina í grunninum, er gjørdur ein samandráttur av roknskapunum frá 1993-1997:

1) Orsøkin til at millumrokningin er minkað so nóg í 1997 er, at 9 mió.kr. eru nýttar til at keypa ein bygning, sum er bókaður í roknskapinum hjá Apoteksverki Føroya. Løgtingsgrannskoðararnir eru kunnaðir um, at Grannskoðanardeild Landskassans hevur sett spurnartekin við, um tað er heimild at lata Apoteksgrunnin keypa umrødda bygning uttan játtan á fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, og grannskoðanardeildin hevur mælt til at finna eina hóskandi skipan fyri, á hvønn hátt virksemið hjá Apoteksverkinum/Apoteksgrunninum aftur verður tikið við á fíggjarlógina, so greiða fæst á hesum viðurskiftum framyvir.

Í seinastu frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum varð víst á, at Apoteksgrunnurin seinastu árini hevur havt góðar 16 mió.kr. innistandandi í peningastovnum. Sambært bókhaldinum á gjaldstovuni vórðu hesar konti gjørdar upp í februar 1994, og peningurin fluttur í landsbankan. Síðani er ongin renta góðskrivað Apoteksgrunninum. Løgtingsgrannskoðararnir bóðu gjaldstovuna um eina frágreiðing hesum viðvíkjandi.

Gjaldstovan upplýsti, at samb. § 3 í løgtingslóg nr. 48 frá 28. apríl 1992 um innlán í Landsbankan og lán úr Landsbankanum, so skuldi tann peningur, sum landskassin og landskassans grunnar áttu innistandandi í peningastovnunum í Føroyum, tá ið lógin fekk gildi, verða settir sum innlán í Landsbankanum. Apoteksgrunnurin hevur verið tulkaður sum ein landskassagrunnur/internur grunnur, t.v.s. ein partur av landskassanum, og onki er í §§ 23 og 24 í lóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverk og heilivág, sum sigur tað øvugta.

Um orsøkina til, at ongin renta síðani er góðskrivað Apoteksgrunninum, upplýsti gjaldstovan, at smb. omanfyristandandi tulking er talan um tøka pening landskassans. Renta av øllum innistandandi landskassans í Landsbankanum verður tilskrivað landskassanum. Um grunnurin skal hava rentuinntøkur av millumrokning við landskassan - millumrokningin er komin í staðin fyri at hava peningin standandi á bók - so skal hetta gerast við eini játtan á fíggjarlógini, har tingið játtar Apoteksgrunninum eina ávísa rentu.

Landsapotekaraembætið var ikki samt við omanfyri standandi tulking og vísti á, at smb. § 22 í apotekaralógini eru Apoteksgrunnurin, landsapotekarin og apotekini ein búskaparlig eind. Eftir § 23 er Apoteksgrunnurin undir landsstýrinum, og hevur til endamáls at fíggja Apoteksverkið. Mett varð, at í hesum liggur greitt, at grunnurin er ein eksternur grunnur, sum er leysur av landskassanum (men ogn landskassans), á sama hátt sum reiðupeningur apotekanna. Landsapotekaraembætið helt tað tí ikki vera rætt, tá ið renta av innistandandi í Landsbankanum varð goldin landskassanum, hon átti sjálvsagt at verið goldin Apoteksgrunninum.

Uppá fyrispurning frá løgtingsgrannskoðarunum hevur Almanna- og Heilsumálastýrið eisini viðgjørt spurningin, og er, í skrivi dagfest 24. februar 1998, komið til somu niðurstøðu sum landsapotekarin, vísandi til løgtingslóg um Apoteksverkið og heilivág og áralanga siðvenju.

8. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá stovninum.

9. Viðmerkingar:

Í seinastu frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum dagfest 28. februar 1997, tá roknskapurin hjá Apoteksverki Føroya fyri 1995 varð lagdur fyri tingið til samtyktar, mæltu løgtingsgrannskoðararnir landsstýrinum til at fáa greiðu á viðurskiftunum viðvíkjandi Apoteksgrunninum, og hvussu Apoteksverkið, sum stovnur undir landsstýrinum, framyvir verður tikið við á fíggjarlógina.

Í skrivi dagfest 5. mars 1997 upplýsti Almanna- heilsudeildin, at ætlanin var at taka virksemið hjá Apoteksverki Føroya við á komandi fíggjarlóg. Somuleiðis varð sagt, at Almanna- og Heilsudeildin ikki var liðug at umráða, hvat skuldi henda við Apoteksgrunninum. Ætlanin var í hvussu so er ikki beinleiðis at avtaka grunnin, men heldur at dagføra støðuna til nútíðar tørv.

Í skrivi dagfest 24. februar 1998 upplýsti Almanna- og heilsumálastýrið, at arbeitt framvegis verður við, hvussu Apoteksverkið/grunnurin skal verða skipaður í framtíðini. Tað er tó ikki møguligt at avtaka Apoteksgrunnin, av tí at hesin er staðfestur við løgtingslóg um Apoteksverkið og heilivág.

Apoteksverkið varð tikið við á § 6 á fíggjarlógini fram til 1992 og við eykafíggjarlógini fyri 1992 duttu játtanir undir § 6 burtur. § 6 varð í mong ár nýtt sum játtanargrein til stovnar, sum í stóran mun fíggja sítt virksemi við "egnum" inntøkum ella gjøldum. Fleiri av hesum stovnum hava sín egna likviditet, og nakrir hava eisini sjálvir umsitið síni lán. Hesir stovnar hava sostatt havt eitt leysari tilknýti til fíggjarlóg, landsbókhald og landskassans gjaldføri; men talan er um stovnar undir landsstýrinum, og hesir skulu tí hava fíggjarheimild frá løgtinginum til at halda inntøkur og útreiðslur. Løgtingsgrannskoðararnir hava síðani spurt landsstýrið, um tað var í tráð við stýrisskipanarlógina, at telefonverkið og aðrir líknandi stovnar ikki longur vórðu tiknir við á fíggjarlógina. Landsstýrið hevur svarað, at hetta ikki er í tráð við stýrisskipanarlógina. Allir stovnar, sum vóru undir § 6, eru síðani komnir við aftur á fíggjarlógina, men ikki Apoteksverkið.

Almanna- og Heilsumálastýrið hevur í februar 1999 kunnað løgtingsgrannskoðararnar um, at ætlanin var at taka virksemið hjá apoteksverkinum við á fíggjarlógina fyri 1999, men at Fíggjarmálastýrið tók apoteksverkið av aftur fíggjarlógaruppskotinum, uttan at boða Almanna- og Heilsumálastýrinum frá hví.

Løgtingsgrannskoðararnir meta, at Apoteksverkið eigur at verða tikið við aftur á fíggjarlógina, so løgtingið fær innlit í, og fær høvi til, at taka støðu til og játta ætlaða fíggjarliga virksemið í einum fíggjarári hjá Apoteksverkinum og Apoteksgrunninum. Í hesum sambandi verður eisini mælt til at leggja uppskot fyri tingið viðvíkjandi Apoteksgrunninum, so tað verður løgtingið, sum tekur støðu til verandi ivaspurningar og ásetir nærri reglur um, hvussu hesin skal skipast, ella í øðrum lagi, um grunnurin skal takast av.

1. viðgerð 26. mars 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 7. apríl 1999. Uppskoti endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.