Handilssáttmáli viđ Estland

 

 

14 Uppskot til samtyktar um Handilssátmála viđ Estland

A. Upprunauppskot
B. Sáttmálin
C. 1. viđgerđ
D. Álit
E. 2. viđgerđ

Ár 1998, 6. oktober, legđi Hřgni Hoydal, landsstýrismađur, vegna lřgmann, vegna landsstýri fram soljóđandi:

Uppskot
til
samtyktar

Lřgtingiđ góđkennir hjálagda sáttmála millum ríkisstjórn Danmarkar og Fřroya Landsstýri řđrumegin og ríkisstjórn lýđveldis Estlands hinumegin um sínámillum handilssáttmála.

Viđmerkingar
Lřgmađur bođađi í uttanlandsfrágreiđing síni í fjřr frá, at ćtlan landsstýrisins er skjótast gjřrligt at fáa í lag sínámillum handilssáttmálar viđ řll lond í Miđ- og Eystureuropa, tilsamans 10 lond (Estland, Letland, Litava, Pólland, Kekkia, Slovakia, Ungarn, Rumenia, Bulgaria og Slovenia).

Stigiđ er tikiđ til tess at tryggja vinnuni betri kappingarfřri og nýggjari marknađir og ikki minst til tess at tryggja Fřroyar í framtíđar europeiska handilssamskiftinum.

Fyrstu at svara okkara áheitan um samráđingar vóru Estland og Póland.

Samráđingar viđ Estland byrjađu formliga undir almennu vitjan lřgmans í Estlandi í september í fjřr.

Sáttmálin veitir fríhandil fyri allar vřrur báđar vegir, tó so, at báđir partar hava eitt ávíst fyrivarni viđvíkjandi landbúnađarvřrum.

Sáttmálin er ein standardsáttmáli og samsvarar vćl viđ altjóđa reglur (WTO-GATT 1994). Umframt sáttmálatekstin eru tvey frumskjřl. Eitt frumskjal, sum gevur okkum mřguleika til, um neyđugt, at leggja somu avmarkingar á innflutning av landbúnađarvřrum úr Estlandi, sum vit gera mótvegis EF og EFTA londunum, og eitt dagfřrt frumskjal um upprunareglur, iđ eru tćr somu, sum vit kenna frá řđrum sáttmálum, eitt nú okkara sáttmála viđ EF. Tađ fyrra frumskjali loyvir á sama hátt Estlandi, um neyđugt, at innfřra ávísar avmarkingar á innflutningi av landbúnađarvřrum úr Fřroyum.

Samanumtikiđ er sáttmálin ein veruligur fríhandilssáttmáli - eisini fyri fiskavřrur - sum kann nýtast sum fyrimynd í komandi samráđingum.

Fíggjarligur kostnađur stendst ikki av uppskotinum.

Sáttmálin krevur ikki lógarbroytingar til tess at verđa útinntur.

Sáttmálin lagdur burturúr her, víst verđur til Lřgtingstíđindi 1997, lřgtingsmál nr. 72.

1. viđgerđ 9. oktober 1998. Máliđ beint í uttanlandsnevndina, sum tann 21. oktober 1998 legđi fram soljóđandi

Á l i t

Máliđ er lagt fram av landsstýrinum tann 6. oktober 1998 og eftir 1. viđgerđ tann 9. oktober 1998 beint í uttanlandsnevndina.

Nevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundi tann 19. oktober 1998.

Í nevndini hevur veriđ umrřtt, hví řll lond í Miđ- og Eystureuropa ikki eru nevnd í sambandi viđ ćtlanir um at fáa í lag handilssáttmálar viđ lond í Miđ- og Eystureuropa.

Ein samd nevnd heitir á landsstýriđ um at arbeiđa fyri at fáa sáttmálar eisini viđ onnur lond enn tey nevndu.

Ein samd nevnd tekur undir viđ málinum og mćlir lřgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viđgerđ 23. oktober 1998. Uppskot til samtyktar samtykt 28-0-0. Máliđ avgreitt.

J.nr. 1142-31/97