Vaktar- og bjargingartænastan

 12 Uppskot til løgtingslóg um avtøka av løgtingslóg um vaktar- og bjargingartænastuna

A. Uppskot landsstýrisins
B.1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 30. september, legði John Petersen, landsstýrismaður fram soljóðandi:

U p p s k o t
til
løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um vaktar- og bjargingartænastuna

§ 1. Løgtingslóg nr. 83 frá 24. oktober 1978 um vaktar- og bjargingartænastuna verður avtikin.

§ 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar
Løgtingsmálið varð lagt fyri tingið í vár, men fall burtur vegna løgtingsvalið 1998.

Vaktar- og bjargingartænastan er sambært løgtingslóg nr. 83 frá 24. oktober 1978 sett á stovn, sum stovnur undir landsstýrinum.

Eftir at stýrisskipanarlógin er komin í gildi, er tað landsstýrismaðurin á økinum, sum ger av, hvussu stovnar undir hansara málsøki verða skipaðir.

Eftir sum løgtingslógin um vaktar- og bjargingartænastuna bert ásetir fyrisitingina av stovninum, verður lógin tikin av. Vaktar- og bjargingartænastan er løgd saman við Fiskiveiðieftirlitinum, og eru nærri reglur ásettar í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum.

Mett verður ikki, at avtøka av hesi lóg fer at broyta nakað um kostnaðin umsitingarliga, tí umsitingin er tann sama.

1. viðgerð 6. oktober 1998. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 27. oktober 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 30. september 1998 og eftir 1. viðgerð tann 6. oktober 1998 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 22. oktober 1998.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 30. oktober 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 4. november 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.


J.nr. 367-5/90
Ll. nr. 78/1998 frá 13.11.1998