Føroysk Altjóða Skipaskrá

10 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá

A. Uppskot landsstýrisins
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 30. september, legði John Petersen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi:

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá sum broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 13. mai 1992 og við løgtingslóg nr. 62 frá 14. mai 1997 verða gjørdar hesar broytingar:

1)    § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:

            "Í "Føroysku Altjóða Skipaskránni" verða tikin upp føroysk skip, sum eru 100 tons brutto ella meira".

    2)    § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:

            "Stk. 2. Fyri at eitt skip skal kunna metast sum føroyskt og sigla undir føroyskum flaggi, má eigarin vera føroyskur,
             smb. tó ásetingina í § 7, stk. 2. Sum føroyskur eigari verður mettur parta-, smápartafelag ella vinnurekandi grunnur,
            skrásettur í Skráseting Føroya".

    3)    Í § 1 verður sum nýtt stk. 3 sett:

            "Stk. 3. Leiðarin av skipaskránni kann í serligum førum loyva teimum eigaraviðurskiftum, sum nevnd eru í § 1,
            stk. 2 í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum við seinni broytingum."

    4)    § 1, stk. 3 verður hereftir stk. 4, og § 1, stk. 4 verður strikað.

    5)    Í § 10, stk. 3 verða orðini "eigarin er føroyskur, jvb. løgtingslóg um skráseting av skipum v.m. § 1, og", strikaði.

    6)    § 11, nr. 7 verður orðað soleiðis:

            "7) at eigarin skal gjalda fyri upptøku í og striking úr skránni, herundir gjald fyri tjóðskaparbræv og gjald fyri
            veðbrøv og skaðaloysisbræv v.m., og"

    7)    § 11, nr. 5 verður strikað.

            § 11, nr. 6, 7 og 8 verða hereftir ávikavist nr. 5, 6 og 7.

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.

Viðmerkingar
Løgtingsmálið varð lagt fyri tingið í vár, men fall burtur vegna løgtingsvalið 1998.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar:
ad 1)
Sambært broytingini verður ikki longur víst til treytirnar í skipaskrásetingarlógini fyri skráseting av skipi í Føroysku Altjóða Skipaskrá, smb. tó reglunum um undantak frá høvuðsregluni um eigaraviðurskifti sí niðanfyri.

ad 2) og ad 3) Sambært broytingini skulu eigararnir av einum skipi skrásetast í Føroysku Altjóða Skipaskrá vera parta-, smápartafelg ella vinnurekandi grunnur, sum er skrásettur í Føroyum. Sambært partafelagslógini kunnu útlendingar vera eigarar av partapeninginum, tó skulu treytirnar um bústaðarrætt fyri meirilutan av nevndini og stjóran vera loknar. Annars kann verða víst til reglurnar í grein 147 í lóg um filialar í partafelagslógini í Føroyum av útlendskum feløgum. Í slíkum førum er treytin fyri vinnuligum virksemi tann, at hetta er heimilað sambært altjóða sáttmála, ella at serstakt loyvi fyriliggur frá landsstýrinum.

Endamálið við at krevja, at parta-, smápartafelag ella vinurekandi grunnur skal standa sum eigari av skipum undir FAS, er at gera skipanina meira greiða og einfalda at umsita. Lóggávuverkið á hesum øki er nevnliga bæði væl útbygt og viðurkent í altjóða høpi. Hóast hetta, verður mett, at tað ikki ber til heilt at bróta gamla siðvenju, tá talan er um onnnur eigaraviðurskifti av skipum. Tískil verður skotið upp at gera eina undantaksreglu frá høvuðsregluni í stk. 2 soleiðis, at tey í skipaskrásetingarlógini § 1, stk. 2 nevndu eigaraviðurskifti kunnu góðtakast í serligum føri.

Undantaksreglan kann nýtast, um so er, at sakligar grundgevingar verða førdar fram um, at serlig fíggjarlig- ella persónlig viðurskifti gera seg galdandi, sum eru ein beinleiðis forðing fyri, at høvuðsreglan kann verða nýtt.

Ognarviðurskiftini, sum nevnd eru omanfyri, forða ikki fyri, at skip, sum eru útlendsk ogn, kunnu vera skrásett í Føroyum, men skal hetta tá vera undir bareboatskrásetingini.

ad 4) Ásetingin í hesari grein verður strikað, av tí at tilvísingin til skipaskrásetingarlógina í stk. 1 er strikað. Heimild til at víkja frá reglunum um tjóðskapartreytir er hervið burtur, vegna tess at reglurnar í stk. 2 eru strikaðar.

ad 5) Av somu grund sum undir ad. 4, er ásetingin um føroysk eigaraviðurskifti og tilvísingin til skipaskrásetingarlógina fallin burtur.

ad 6) Heimild verður nú eisini fyri at áseta gjald fyri veðbrøv, skaðaloysisbrøv v.m. Í løtuni verður einki goldið fyri hetta í sambandi við skráseting í skipaskránni.

Ad 7) Reglurnar um tann føroyska ognarpartin í tí útlendska felagnum kunnu strikast, um fyriliggjandi uppskot til broyting av § 1, stk. 2, verður sett í gildi.

Mett verður ikki, at henda broyting í løtuni fer at broyta nakað um kostnaðin umsitingarliga, tí umsitingin er tann sama.

1. viðgerð 6. oktober 1998. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 27. oktober 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 30. september 1998 og eftir 1. viðgerð tann 6. oktober 1998 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 22. oktober 1998 og 26. oktober 1998.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri fiskimálastýrið.

Nevndin hevur í hesum sambandi fingið upplýst, at tað, sum liggur í hesum broytingaruppskotinum er, m.a. spurningurin um eigaraviðurskiftini og haraftrat eru nakrar tekniskar broytingar. Upplýst varð, at við tí endamáli at gera skipanina einfaldari, er avgjørt bara at taka parta-, smápartafeløg ella vinnurekandi grunnar við. Kravið er nú bert, at felagið er skrásett í Skráseting Føroya, serligar reglur eru ikki longur fyri útlendsk feløg annað enn tey bústaðarkrøv, ið partafelagslógin setir til nevnd og stjórn. Upplýst varð eisini, at eingin forðing er fyri, hvaðani kapitalurin í nevndu feløgum kann koma frá.

Nevndin fekk harumframt at vita, at serlig viðurskifti smb. § 1, stk. 3, kunnu verða, um persónlig viðurskifti viðføra, at viðkomandi ikki kann skráseta eitt felag eftir høvuðsregluni.

Nevndin hevur eisini fingið játtað, at fiskiskip ikki koma undir lógina um Føroya Altjóða Skipaskrá.

Frá umboðunum fyri fiskimálastýrið hevur nevndin fingið avrit av álitinum um endurskoðan av FAS-skipanini.

Harav framgongur, at frá og við 1998 er galdandi, at persónar innan sjóvinnuna, herundir eisini persónar umborð á FAS-skipum, bert skulu skattast av 85% av inntøkuni stavandi frá hesari vinnu.

Um persónur bert hevur lønarinntøku (A-inntøku) frá FAS-skipum, skal hann rinda eitt fast prosent av bruttoinntøkuni, sum í løtini er 35, svarandi til 42 % av tí ávístu skattskyldugu inntøkuni (85% av inntøkuni).

Umboðini frá fiskimálastýrinum upplýstu, at ein partur av hesum 28% verður afturgoldin reiðaranum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men skjýtur upp, at uppskot landsstýrisins til samtyktar verður samtykt við niðanfyristandandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t i
til
uppskot landsstýrisins

1) § 1, nr. 6, verður orðað soleiðis: "§ 11, nr. 5, verður strikað, og § 11, nr. 6, verður hereftir nr. 5"

2) § 1, nr. 7, verður orðað soleiðis: " § 11, nr. 7, sum hereftir verður nr. 6, verður orðað soleiðis: "6) at eigarin skal gjalda fyri upptøku í og striking úr skránni, herundir gjald fyri tjóðskaparbræv og gjald fyri veðbrøv og skaðaloysisbrøv v.m., og". § 11, nr. 8, verður hereftir nr. 7."

3) § 2 verður orðað soleiðis: "Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis verður danski teksturin í løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum seinast broytt við Ll. nr. 62 frá 14.05.1997, strikaður.

Viðmerkingar:
Talan er bert um tekniskar broytingar.

2. viðgerð 30. oktober 1998. Broytingaruppskot til §§ 1 og 2 frá samdari vinnunevnd samtykt 27-0-0. §§ 1 og 2 soleiðis broyttar samtykt 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann farra til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 4. november 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.


J.nr. 1615-2/91

Ll. 80/1998 frá 13.11.1998