Gjaldførislán

 

9 Uppskot til løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum

A. Uppskot landsstýrisins
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 30. september, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi:

Uppskot
til
løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalu við Føroya Realkreditstovn um framhaldandi umsiting av gjaldførislánum, sum eru veitt ella játtað sambært løgtingslóg nr. 24 frá 1. juni 1978 um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 1984.

§ 2. Í tann mun gjaldførislán veitt og játtað í tíðarskeiðnum 1. mai 1984 til 31. desember ár 2000 verða afturgoldin, umløgd ella umfíggjað, fær landsstýrismaðurin heimild til at avtala við Føroya Realkreditstovn, at frígjørda lánsupphæddin kann lænast út aftur sum 2. veðrættarlán til lántakarar, ið fáa 2. veðrættarlán frá realinum. Lánini verða tryggjaði við síðustillaðum 2. veðrætti saman við realkreditstovninum, og verða annars veitt sambært reglunum í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn.

§ 3. Avtala millum landsstýrismannin og Føroya Realkreditstovn, gjørd við heimild í hesi lóg, fær gildi frá 1. november 1998 at rokna, og verður í gildi til 1. mai ár 2010. Nevnda avtala skal m.a. áseta treytir um rentu til landsstýrið og umsitingina annars.

§ 4. Áðrenn 1. mai ár 2009 skulu samráðingar millum landsstýrismannin og Føroya Realkreditstovn verða loknar og avgerð tikin um, hvørt umsitingaravtalan sambært hesi lóg skal halda fram ella afturgjalding byrja eftir teimum treytum, ið galdandi verða fyri einstøku lánini.

§ 5. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar
Við løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 1984, sum er ein broyting í løgtingslóg nr. 24 frá 1. juni 1978 um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum, varð møguligt at veita gjaldførislán.

Ætlanin við lógini var, at hóast lánsbrøv útgivin av realinum skuldu afturgjaldast yvir 10 ár, og lán veitt av realinum somuleiðis afturgjaldast yvir 10 ár, skuldu útvegir finnast fyri at geva skipaeigarum møguleika fyri einum 2 ára avdráttarskáa, og sostatt longt lánstíðina til 12 ár. Hetta skuldi gerast, við at landskassin gjøgnum realin veitti skipaeigarum eitt gjaldførislán svarandi til avdráttirnar tvey tey fyrstu árini, ið hann annars skuldi goldið realinum. Skipaeigarin skuldi so afturgjalda landsstýrinum lánið í 11. og 12. ári, tá lánið til realin var afturgoldið.

Gjaldførislánið skuldi tryggjast antin saman við láninum frá realinum ella beint aftaná. Í praksis hava gjaldførislánini havt 2. veðrætt.

Realurin hevur eftir serligari avtalu við landsstýrið umsitið lánini vegna landsstýrið so sum gjørt, og skrásett veðbrøv, kravt inn frá lántakarum, umboðað landsstýrið á tvingsilssølum o.s.fr.

Eftir nýggju lógini um realkreditstovnin verður møguleiki at veita 15 ára lán við leingjan upp til 20 ár, og tí er nú ikki sami tørvur fyri nýggjum gjaldførislánum sambært upprunaligu grundgevingunum.

Men við nýggju lógini um Føroya Realkreditstovn verður møguleiki at veita 2. veðrættarlán við eini samlaðari lánsveiting upp til uml. 130 mió. kr. í byrjanini.

Ætlanin er at fáa aðrar lánsveitarar eisini at veita 2. veðrættarlán við trygd sum síðustillaðum 2. veðrætti saman við realinum og landsstýrinum. Sambært lógini um realkreditstovnin verður møguleiki at veita lán upp til 80% av metingarvirðinum, tá lán verða veitt við síðustillaðum 2. veðrætti. Við slíkari lánsveiting, koma fleiri lánsveitarar at býta tapsvandan.

Nógv bendir á, at stuðulin til fiskivinnuna minkar munandi ella fellur burtur. Tí kundi hetta verið ein hóskandi møguleiki at fáa útlænta pening landsstýrisins út aftur í tað umfar, hann upprunaliga varð læntur til.

Hjálagt yvirlit yvir gongdina viðvíkjandi gjaldførislánum, sum sigur, at landsstýrið yvir 15 ár hevur mist góðar 14 mió. kr. og móttikið í rentu slakar 37 mió. kr.   

Tíðarskeiðið 1985-2000
Landsstýrið útgoldið lán   97.818.000,00
Játtað 1998-2000     6.000.000,00
103.818.000,00
Afturgoldið í samband við sølu av skipum   30.142.238,72
Mist í samband við tvingsilssølur   14.119.761,28
Verandi lán við veð í føroyskum skipum   53.556.000,00
Renta goldin til Føroya Landsstýri   36.735.834,16
Heimildin til endurútlán snýr seg um   59.556.000,00

1. viðgerð 6. oktober 1998. Viðgjørt undir einum saman við løgtingsmáli nr. 8/1998. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 21. oktober legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 30. september 1998 og er eftir 1. viðgerð tann 6. oktober 1998 beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 23. oktober 1998. §§ 1 - 5 samtyktar 28-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 27. oktober 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

 J.nr. 2567-3/91

Ll. nr. 76/1998 frá 05.11.1998