Realkredittstovnurin

  

8 Uppskot til lųgtingslóg um Fųroya Realkreditstovn (Realin)

A. Uppskot landsstżrisins
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš
E. 3. višgerš

 

Įr 1998, 30. september legši Karsten Hansen, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi:


Uppskot
til
lųgtingslóg um Fųroya Realkreditstovn (Realin)

Kapittul 1
Endamįl stovnsins

§ 1. Fųroya Realkreditstovnur, iš varš stovnašur viš lóg nr. 60 frį 12. mars 1955, heldur fram sum sjįlvsognarstovnur viš navni Fųroya Realkreditstovnur (Realurin). Endamįl stovnsins er at veita lįn viš veš ķ fiskifųrum, flótandi eindum og fųrum ķ frįlandsvinnu og fiskaaling viš heimstaši ķ Fųroyum.
Stk. 2. Śtlįnsvirksemi kann, eftir avgerš landsstżrismansins, verša vķškaš til ašrar vinnugreinir ķ Fųroyum.
Stk. 3. Stovnurin heldur fram viš teimum ręttindum og skyldum, eginogn og avsetingar ķroknašar, iš eru bygd upp og stovnaš av Fęrųernes Realkreditinstitut ķ rakstrinum samsvarandi lóg nr. 60 frį 12. mars 1955, grundfę ķroknaš.

Kapittul 2
Leišsla stovnsins

§ 2. Stovnurin veršur stjórnašur av einari trķmannastjórn, iš veršur tilnevnd av landsstżrismanninum. Tilnevningin er fyri 5 įr ķ senn. Gjųllari reglur verša įsettar ķ vištųkunum. Stjórnin įbyrgist mótvegis landsstżrismanninum fyri leišsluni av stovninum.
Stk. 2. Stjórnin setir starvsfólk, herundir mųguligan undirstjóra, og metingarmenn. Landsstżrismašurin skal kunnast um śtnevning av undirstjóra og metingarmonnum.

§ 3. Rįšgevandi umbošsnevndin hevur 8 limir, 2 valdir av landsstżirsmanninum, 2 av skuldarum stovnsins, 2 av Fųroya Reišarafelag, mešan Fųroya Fiskimannafelag, Fųroya Skipara- og Navigatųrfelag og Maskinmeistarafelagiš eru saman um at velja 2 limir, smb. tó § 18, stk. 3.
Stk. 2. Valini eru galdandi fyri 4 įr ķ senn. Stjórnin bošar umbošsnevndini til fundar ķ minsta lagi eina ferš um įriš.

§ 4. Landsstżrismašurin ger eftir tilmęli frį stjórnini vištųkur fyri stovnin.

§ 5. Stjórar, undirstjórar og metingarmenn mega ikki taka lut ķ višgerš av mįlum um lįn til ella meting av ognum hjį teim sjįlvum, hjśnafelagum teirra ella persónum, sum teir eru skyldir viš ķ beinari linju ella fyrru og ašru sķšulinju ella sum standa teimum serliga nęr į einhvųnn hįtt. Eiheldur mega teir taka lut ķ višgerš av mįlum um lįn višvķkjandi ognum, iš teir sjįlvir hava vešrętt ķ ella keypsrętt til, iš teir seinastu tvey įrini hava medvirkaš til keyp ella umbygging av, ella iš teir sum fķggjarleišarar ella medhjįlparar medvirka ella ķ sama tķšarskeiši hava medvirkaš til vešseting ella sųlu av.
Stk. 2. Ķ fųrum, har stjórnin ikki er vištųkufųr orsakaš av reglunum frammanfyri, tekur landsstżrismašurin avgerš um lįnveiting.
Stk. 3. Persónarnir, nevndir ķ stk. 1, og starvsfólk stovnsins mega ikki fyri egna rokning reka ella taka lut ķ spekulatiónshandlum.
Stk. 4. Eingin stjórnarlimur ella grannskošari hjį grunninum kann taka lįn frį grunninum, uttan góškenning landsstżrismansins ķ hvųrjum fųri sęr.

Kapittul 3
Ogn og lįntųka

§ 6. Ognir stovnsins eru taš ķ § 1, stk. 3 nevnda grundfę og ein tiltaksgrunnur, hvųrs peningur veršur śtvegašur sambęrt reglunum ķ § 8, stk. 9 og 10 og § 10, stk. 1.
Stk. 2. Tiltaksgrunnurin skal ķ minsta lagi vera 10% av samlašu śtlįnum stovnsins og 20% av stovnsins skuld.
Stk. 3. Peningur ķ tiltaksgrunninum kann ikki verša lęntur śt, men skal vera bundin eftir somu reglum, iš galdandi eru fyri peningaognir ómyndinga.
Stk. 4. Fer tiltaksgrunnurin viš roknskaparįrslok upp um mųrkini sett ķ stk. 2, kann avlopsupphęddin tó eftir avgerš stjórnarinnar verša flutt til stovnsins grundfę.

§ 7. Umframt grundfęiš kann stovnurin śtvega sęr śtlįnspening viš śtgįvu av skuldarbrųvum ella handhavaralįnsbrųvum ljóšandi uppį stovnin samsvarandi reglunum ķ vištųkum stovnsins.
Stk. 2. Undirskrift krevst frį ųllum stjórnarlimunum, skal samtykt eftir stk. 1 hava gildi.
Stk. 3. Įljóšandi upphęddin tilsamans av teimum śtgivnu lįnsbrųvum ķ umfari til hvųrja tķš og ųšrum skuldarbrųvum mį ikki fara upp um fimmfalda grundfęiš viš seinasta roknskaparįrslok.
Stk. 4. Landsstżrismašurin kann, um serlig višurskifti skuldu tala fyri tķ, eftir tilmęli frį stjórnini loyva, at įljóšandi av lįnsbrųvunum og skuldarbrųvunum kann vera sjeyfalda grundfęiš.
Stk. 5. Gjųllari reglur um śtrokning av lutfallinum millum grundfę og tikin lįn verša įsettar ķ vištųkunum.

Kapittul 4
Śtlįn stovnsins

§ 8. Lįnsupphęddir, renta, afturgjaldingartķš og ašrar treytir verša įsettar av stjórnini sambęrt teimum reglum, iš įsettar eru ķ vištųkunum.
Stk. 2. Stovnurin kann veita lįn viš 1. og 2. vešrętti. Lįn viš 1. vešrętti kunnu ikki fara upp um 60% av metingarviršinum, tį lįn viš 2. vešrętti ikki veršur veitt. Veršur lįn veitt viš 2. vešrętti, er markiš fyri 1. vešręttarlįni 50%.
Stk. 3. Lįn viš 2. vešrętti kunnu verša veitt innan peningakarm svarandi til 30% av eginpeninginum, gjųrdur upp sum grundfę og tiltaksgrunnur. Tey kunnu einans verša veitt saman viš 1. vešręttarlįnum og kunnu ikki fara upp um 70% av metingarviršinum. Lįn kann tó veitast upp til 80% av metingarviršinum, veršur lįniš veitt viš javnsettum veši frį ašrari fķggingarkeldu.
Stk. 4. Afturgjaldstķšin av lįnunum kann ikki vera longri enn 15 įr. Stjórnin kann tó ķ afturgjaldingartķšini, um serligar umstųšur tala fyri tķ, loyva at avdrįttir verša lękkašir ella at gjaldfreist veršur veitt, soleišis at afturgjaldingartķšin veršur longd til ķ mesta lagi 20 įr.
Stk. 5. Fariš kann verša upp um tey ķ stk. 2 og 3 nevndu lįnihįmark, tį vešsettar ognir, iš eru yvirtiknar į tvingsilssųlu ella undir lķknandi umstųšum, verša seldar aftur, um sleppast kann undan óneyšugum fķggjarmissi į hendan hįtt.
Stk. 6. Stovnurin kann ikki veita lįn til ein lįntakara ella ein bólk av sķnįmillum sambundnum lįntakarum, iš fara upp um 25% av stovnsins ognum (grundfę og tiltaksgrunni).
Stk. 7. Til jįttan av lįni krevst undirskrift av ķ minsta lagi tveimum stjórnarlimum, smb. tó § 5, stk. 2.
Stk. 8. Lįnini verša śtgoldin kontant viš kursi og rentu, iš stjórnin įsetir.
Stk. 9. Hvųrja ferš lįn veršur tikiš, veršur innskot goldiš ķ tiltaksgrunnin sum gjųllari įsett ķ vištųkunum. Innskotiš veršur afturgoldiš, tį lįniš er fult afturgoldiš.
Stk. 10. Gjųllari reglur verša įsettar ķ vištųkunum um rindan av innskoti, rindan av gjųldum til tiltaksgrunnin ķ afturgjaldingartķšini og avmarkingar av ręttinum at fįa innskot afturgoldin tį lįniš er fult afturgoldiš.

§ 9. Lįn verša bert veitt viš trygd ķ teimum ķ § 1 nevndu ognum. Vešsetingin fevnir um ognina viš tilhoyri sambęrt skipaskrįsetingar- og tinglżsingarlógini og somuleišis tryggingarupphęddina fyri ta vešsettu ognina.
Stk. 2. Gjųllari vešsetingartreytir verša įsettar av stjórnini og eru tilskilašar ķ vešbręvatreytunum.

§ 10. Lįntakararnir įbyrgjast viš vešsettu ognunum viš samįbyrgd (solidariskt) fyri skyldum stovnsins, hvųr teirra viš einari upphędd, iš svarar til lįnshųvušsstólin. At veita fulnaš fyri hesi įbyrgd kann stjórnin gera av, at kravt skal verša eykagjald til tiltaksgrunnin.
Stk. 2. Gjųllari reglur verša įsettar ķ vištųkunum um avmarking og uppathald av samįbyrgdini.

§ 11. Lįntakararnir eru bundnir av teimum til hvųrja tķš galdandi vištųkum.

§ 12. Tey skjųl, iš verša givin śt av stovninum ella til stovnin ķ sambandi viš hansara virksemi, verša skrįsett og tinglżst uttan gjald.
Stk. 2. Vįttanir og śtskriftir frį almennum myndugleikum at brśka viš skrįseting og tinglżsing av skjųlum nevnd ķ stk. 1, verša latin uttan kostnaš.  

Kapittul 5
Eftirlit, roknskapur og grannskošan

§ 13. Landsstżrismašurin hevur eftirlit viš stovninum. At śtinna uttanhżsis eftirlitsstarviš tilnevnir landsstżrismašurin ein grannskošara. Stovnurin skal, tį taš veršur kravt, lata grannskošaranum allar upplżsingar um stovnsins višurskifti. Landsstżrismašurin ger reglugerš fyri uttanhżsiseftirlitiš.

§ 14. Stovnurin ger ķ hvųrjum roknskaparįri įrsroknskap viš uppgerš av śrsliti, javna, višmerkingum og įrsfrįgreišing. Įrsroknskapurin skal sżna ręttvķsandi mynd av ogn og skuld stovnsins, fķggjarligu stųšuni og śrslitinum. Įrsroknskapurin skal verša gjųrdur samsvarandi góšum roknskaparsiši.
Stk. 2. Gjųllari reglur um įrsroknskapin verša įsettar ķ vištųkunum.

§ 15. Įrsroknskapurin veršur grannskošašur av einum rķkisgóškendum grannskošara, valdum av stjórnini. Grannskošanarbók veršur fųrd fyri starv grannskošarans.
Stk. 2. Gjųllari reglur um grannskošanina verša įsettar ķ vištųkunum.

§ 16. Grannskošaši įrsroknskapurin viš undirskriftum og góškenning stjórnarinnar veršur lagdur fyri umbošsnevndina til ummęlis og sķšan sendur landsstżrismanninum saman viš višmerkingum grannskošarans ķ seinasta lagi 4 mįnašir eftir roknskaparįrslok.
Stk. 2. Ķ seinasta lagi 1 mįnaš eftir hvųrt fjóršingsįrslok sendir stjórnin landsstżrismanninum śrtak av roknskapum stovnsins.

Kapittul 6
Avtųka stovnsins

§ 17. Veršur stovnurin avtikin, tekur lųgtingiš eftir uppskotiš frį landsstżrismanninum avgerš um, hvat ognir grunsins skulu brśkast til. 

Kapittul 7
Gildiskoma og skiftisreglur

§ 18. Henda lóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.
Stk. 2. Verandi stjórn veršur sitandi tilnevningarskeišiš.
Stk. 3. Fólkatingiš velur framhaldandi 2 limir ķ umbošsnevndina, til rķkisįbyrgdin fyri śtgivnum lįnsbrųvum gongur śt. 

Almennar višmerkingar
Landsstżriš hevur įšur trķggjar feršir lagt fyri tingiš uppskot um at yvirtaka realkreditstovnin. Hetta er gjųrt viš lųgtingsmįlunum nr. 21/1989, 128/1992 og 155/1997, men allar trķggjar ferširnar fullu mįlini burtur.

Uppskotini vóru sett fram eftir įheitan frį forsętismįlarįšnum. Sķšani nevndu mįl fullu burtur, hevur forsętismįlarįšiš viš jųvnum millumbilum sent landstżrinum somu įheitan.

Tķ hevur landsstżriš samtykt at leggja fyri tingiš lógaruppskot um at "Fęrųernes Realkreditinstitut" gerst fųroyskur burturav.

Landsstżriš hevur valt at gera minst mųguligar broytingar ķ mun til verandi lóg. Men tį havt veršur ķ huga, at stórt sęš ongar broytingar eru gjųrdar ķ donsku fólkatingslógini, sum er lóg nr. 60 frį 12. mars 1955, veršur neyšugt viš įvķsum įbųtum.

Nakrar broytingar eru tó, og tęr mest tżšandi eru hesar:

Stovnurin fęr mųguleika at vķška sķtt śtlįnsvirksemi frį įšur bert at kunna veita lįn til fiskiskip, nś eisini til flótandi eindir og fųr ķ frįlandsvinnu og fiskaaling og lįnihįmarkiš hevur veriš 50% av metingarviršinum. Lįnstķšin 10 įr viš mųguleika undir serligum umstųšum at leingja til 15 įr.

Landsstżriš skjżtur upp, at mųguleikar vera bęši viš einum 1. og 2. vešrętti. At lįnihįmarkiš fyri 1. vešrętt veršur hękkaš til 60% av metingarviršinum, um bert veršur veitt 1. vešręttarlįn. Hįmarkiš fyri 2. vešrętti veršur 70% av metingarviršinum, men 80% um lįnt veršur viš sķšustillašum 2. vešrętti saman viš lįni frį ųšrum lįnstovni.

Lįnstķšin veršur upp til 15 įr viš mųguleika fyri umlegging undir serligum umstųšum til 20 įr.

Vantandi mųguleikar fyri at śtvega fķgging svarandi til 2. vešrętt frį śtlendskum lįnstovnum og avmarkašu mųguleikarnir hjį ųšrum fųroyskum fķggingarstovnum, hava minkaš mųguleikarnar hjį realkreditstovninum at medvirka til eina rķmuliga fķgging ķ neyšugu endurnżggingini av fiskiflotanum.

Realkreditstovnurin hevur bošaš landsstżrinum frį, at umbošsrįšiš fleiri feršir seinastu įrini hevur heitt į stjórnina hjį stovninum um at medvirka til, at mųguleikar verša skaptir fyri einum heilt nżggjum 2. vešręttarstovni, ella at stovnurin avsetir ein part av eginognini til śtlįn frį eini serligari 2. vešręttardeild.

Ein kanning av mųguleikunum fyri at gera ein nżggjan stovn viš luttųku av ųšrum fųroyskum fķggjarstovnum hevur vķst, at undirtųka ikki var fyri hesum. Stjórnin ķ realkreditstovninum męlir tķ landsstżrinum til, at mųguleikar vera skaptir ķ nżggja lógarkarminum fyri ųktum lįnivirksemi, soleišis at tann passiva eginognin kemur fųroyskari vinnu til góšar.

Heimildir og skyldur hjį forsętismįlarįšnum, tjóšbankanum og fólkatinginum verša strikašar og ķ stašin lagdar landsstżrinum til.

Oršiš "fartųjer" veršur broytt til "ognir" orsakaš av vķškašu heimildini ķ § 1.

Danski staturin hevur veitt trygd ķ samband viš śtgįvu av lįnsbrųvum. Eftir avtaluni millum donsku stjórnina og Fųroya Landsstżri tann 10. juni 1998 standa nevndu trygdir viš, til tęr ganga śt eftir sķnum egna innihaldi.

Eftir § 4 ger landsstżriš vištųkur fyri stovnin, og uppskot til vištųkur vera lagdar viš sum skjal.

Ymiskar įsetingar, sum įšur hava veriš ķ lógini, eru fluttar til vištųkurnar og ųvugt, soleišis sum hildiš veršur hóskiligt.

Verandi lóg og vištųkur vera eisini lųgd viš sum skjųl.

Mett veršur ikki, at lógin fęr fķggjarligar avleišingar fyri landskassan.

Višmerkingar til tęr einstųku lógargreinirnar
Ad. § 1. Smb. verandi lóg, sum er frį 12. mars 1955, er bert heimild at veita lįn til fiskiskip. Hetta er ongantķš sķšani broytt. Nś ein fųroysk frįlandavinna stendur fyri framman, heldur landsstżriš, at Realurin eisini eigur at hava mųguleika at fķggja fųroysk fųr, sum fara uppķ frįlandavinnu og annars flótandi eindir, sum hava samband viš hesa vinnu. Eisini eigur at vera mųguleiki fyri at fķggja bįtar/skip og ašrar flótandi eindir innan alivinnuna.

Skal Realurin fara inn ķ ašrar vinnugreinir, skal landsstżriš geva sķtt samtykki.

Ad. § 2. Eftir uppskotinum veršur framvegis ein stjórn viš 3 limum, sum landsstżrismašurin tilnevnir. Eftir verandi lóg vóru teir tilnevndir av įvikavist forsętismįlarįšnum, landsstżrinum og tjóšbankanum.

Fųrleikakrųvini til stjórarnar skulu vera kunnleiki til bśskap, fķggjarvirksemi, skipstųkni og -rakstur umframt/ella kunnleiki ella royndir ķ vinnuvišurskiftum annars.

Hvųr einstakur stjóri nżtist ikki at hava allar hesar eginleikar, men teir trķggir stjórarnir skulu tilsamans hava hendan fųrleika.

Eftir verandi reglum eru metingarmenn settir ķ og loystir śr starvi av forsętismįlarįšnum og landsstżrinum eftir tilmęli frį stjórnini ķ realinum (§ 4, stk.2 ķ verandi vištųkum.)

Skotiš veršur nś upp, at taš er stjórnin einsamųll, sum setir ķ og loysir starvsfólk śr starvi eisini metingarmenn, tķ hetta hóskar betur til nśtķšar leišslustżring.

Ad. § 3. Ķ galdandi reglum hava 10 limir mannaš umbošsrįšiš, harav 2 valdir av fólkatinginum. Eftir įšur nenvdu avtalu millum donsku stjórnina og Fųroya Landsstżri, fella burtur umbošini hjį fólkatinginum, tį rķkisįbyrgdirnar renna śt. Sķ eisini § 18, stk. 3. Teir verandi 8 limirnir vera ętlandi śtnevndir sum įšur.

Ad. § 4. Landsstżrismašurin ger vištųkur fyri stovnin eftir tilmęli frį stjórnini. Uppskot til vištųkur er gjųrt og veršur lagt viš sum skjal.

Ad. § 5. Her er stórt sęš eingin broyting ķ mun til verandi § 7. (Verandi § 8 dettur burtur, tķ hendan onga meining hevur longur.)

Ad. § 6. Eginognin hjį realinum er eitt grundfę og tiltaksgrunnur, sum veršur śtvegašur eftir reglum, sum eru įsettar ķ vištųkunum. Tiltaksgrunnurin skal ongantķš vera minni enn 10% av samlašu śtlįnunum og 20% av stovnsins skuld.

Ad. § 7. Oršingin er stórt sęš tann sama sum verandi § 10.

Ad. § 8. Vķst veršur til almennu višmerkingarnar.

Her er ein ręttuliga stór broyting ķ mun til verandi reglur. Įramįliš fyri lįn eftir teim higartil galdandi reglunum hevur veriš ķ mesta lagi 10 įr sum meginregla, sum ķ undantaksfųri kundi leingjast til 15 įr. Lįnihįmarkiš er 50% av metingarviršinum.

Skotiš veršur upp, at veitast kann bęši 1. og 2. vešręttur, tó soleišis at Realurin bert veitir 2. vešrętt, um eisini veršur veitt lįn viš 1. vešrętti.

Lįn til 2. vešrętt veršur avmarkaš til 30% av eginognini og kann ongantķš fara uppum hetta mark. Ašramįta skal śtlįnsvirksemi til 2. vešrętt stešga.

Lįnihįmarkiš fyri 1. vešręttarlįnum er sett til 60% av metingarviršinum, um bert veršur lįnt śt til 1. vešrętt. Um eisini veršur lįnt av realinum viš 2. vešrętti er markiš fyri 1. vešrętti 50%. Taš veršur mett rįšiligt at hękka markiš nakaš, eitt nś 10%, tį bert veršur lįnt til 1. vešrętt.

Veršur lįnt bęši móti 1. og 2. vešrętti er hįmarkiš 70%. Taš kann hugsast, at 2. vešręttarlįn veršur veitt saman viš sķšustillašum 2. vešrętti frį ųšrum lįnistovni. Tį veršur vandin fyri missi bżttur viš annan lįnstovn, og tį veršur hįmarkiš 80%.

Ķ móti at įramįliš įšur hevur veriš 10 viš mųguleika fyri at leingja til 15 įr, veršur hetta broytt til įvikavist 15 og 20 įr.

Tį tvingsilssųlurnar vóru ķ hęddini fyri nųkrum įrum sķšani, hendi taš stórtsęš altķš, at realurin yvirtók skipini į tvingsilssųlu sum vešhavari fyri sķšani at selja tey vķšari. Fyri at verja sķni vešręttindi uttan at missa pening, vóru skipini seld aftur eftir slķkum treytum, at stųrsti parturin av lįnsskuldini var verandi ķ skipinum og yvirtikin av keypara viš tķ avleišing, at formella hįmarkiš uppį 50% varš sprongt. Hetta var stovnurin noyddur til fyri at verja sķni veš og hevši sostatt eisini heimild og skyldu til hetta. Men skotiš veršur upp, at formlig regla veršur fest um hetta beinleišis ķ lógina sum stk. 5.

Fyri at Realurin ikki skal kom ķ ta stųšu at vera ov bundin av einum lįntakara ella konsern veršur skotiš upp at regulera hetta viš stk. 6.

Ad. § 9. Oršingin ķ verandi § 15 er ikki tķšarhóskandi. Tķ veršur skotiš upp, at taš veršur vķst til lógina um skipaskrįseting og tinglżsingarlógina, sum regulera, hvat er umfataš av skrįsettum/tinglżstum veši.

Ad. § 10. Innihaldiš er stórt sęš taš sama sum ķ verandi § 12, hóast oršingin er nakaš ųšrvķsi.

Ad. § 11. Innihaldiš er taš sama sum ķ verandi § 18, men oršingin gjųrd meira nśtķmans.

Ad. § 12. Greinin er oršaš į sama hįtt sum verandi § 20, tó soleišis at įsetingin um stempulfręlsi er strikaš. Stempulgjųld verša ikki nżtt ķ Fųroyum. Stk. 3 ķ verandi § 20 er eisini strikaš.

Ad. § 13. Skotiš veršur upp at kap.5 leggur fyri viš § 13 um taš almenna eftirlitiš, sum landsstżrismašurin kemur at hava. Til at hava eftirlitiš um hendur, tilnevnir landsstżrismašurin ein grannskošara, eins og gjųllari reglur verša įsettar ķ reglugerš um uttanhżsiseftirlitiš. Um sjįlva grannskošanina veršur vķst til § 15.

Realurin veršur ikki umfatašur av lógini um vinnurekandi grunnar, tį stovnurin er voršin til viš lóg, og taš samb. hesi er eitt alment eftirlit.

Ad. § 14. Lķtiš og einki stendur ķ verandi lóg um roknskap og fķggjarstųšu, sķ verandi § 19. Tķ skjżtur landsstżriš upp, at ein grein įsetir hetta, sum eisini veršur meira śtgreinaš ķ vištųkunum.

Ad. § 15. Landsstżriš heldur taš vera nóg mikiš, at roknskapurin veršur grannskošašur av einum lųggildum grannskošara.

Ad. § 16. Her er stórt sęš sama oršing sum ķ verandi vištųkum § 32 stk.2.

Ad. § 17. Ķ stašin fyri sum įšur, tį forsętismįlarįšiš tók avgerš um ognirnar hjį stovninum eftir tilmęli frį lųgtinginum, um stovnurin helt uppat viš virksemi sķnum, veršur skotiš upp, at lųgtingiš eftir uppskoti frį landsstżrismanninum nś tekur avgeršina.

Ad. § 18. Landsstżriš ętlar, at nżggja lógin kemur ķ gildi sum lųgtingslóg beinanvegin. Landsstżriš ętlar at boša rķkismyndugleikunum frį hesum, og heita į teir um at seta śr gildi lóg nr. 60 frį 12. mars 1955 um Fęrųernes Realkreditinstitut.

Višvķkjandi umbošsnevndarlimunum valdir av fólkatinginum og rķkisįbyrgdini, veršur vķst til almennu višmerkingarnar og višmerkingarnar til § 3.

 

Skjal

Vištųkur
fyri
Fųroya Realkreditstovn (Realin)

Viš heimild ķ § 4 ķ lųgtingslóg nr. ___________ frį ______________ um Fųroya Realkreditstovn (Realin) fyrisetir landsstżriš hesar vištųkur.

Kapittul 1
Endamįl

§ 1. Fųroya Realkreditstovnur, iš varš stovnašur viš lóg nr. 60 frį 12. mars 1955, heldur fram sum sjįlvsognarstovnur viš navni Fųroya Realkreditstovnur (Realurin).

Endamįl stovnsins er at veita lįn viš veš ķ fiskifųrum, flótandi eindum og fųrum ķ frįlandsvinnu og fiskaaling viš heimstaši ķ Fųroyum.

Kapittul 2
Leišsla stovnsins

§ 2. Stovnurin veršur stjórnašur av einari trķmannastjórn, iš veršur tilnevnd av landsstżrismanninum.
Tilnevningin er fyri 5 įr ķ senn.
Tann stjórnarlimur, sum skal tilnevnast ķ 1999, veršur tilnevndur fyri 2 įr. Teir stjórnarlimir, iš skulu tilnevnast įr 2000, verša eftir lutakasti tilnevndir fyri įvikavist 3 og 5 įr.
Stjórnarlimur kann verša endurtilnevndur.
Stjórnin hevur įbyrgdina av leišsluni av virksemi stovnsins samsvarandi lógini og vištųkunum.
Eingin avgerš kann verša tikin, uttan ķ minsta lagi 2 stjórnarlimir taka lut ķ avgeršini.
Hvųr stjórnarlimur sęr įbyrgir stovnin viš undirskrift sķnari, er ikki annaš įsett, jbr. §§ 7 og 10.
Landsstżriš ger av setanartreytirnar hjį stjórnarlimunum.

§ 3. Stjórarnir bżta virksemi stovnsins sķnįmillum. Teir kunnu lata dagligu leišsluna av virksemi stovnsins upp ķ hendurnar į einum stjórnarlimi ella seta ein undirstjóra at taka sęr av henni.

§ 4. Stjórnin setir starvsfólk, metingarmenn ķroknašir. Landsstżrismašurin veršur kunnašur um setan av undirstjóra og metingarmonnum.

§ 5. Umbošsnevndin virkar sum rįšgevandi nevnd fyri stjórnina. Hon ummęlir roknskap og įrsfrįgreišing.
Stjórnin kunnar umbošsnevndina um virksemi stovnsins og bošar henni til fundar ķ minsta lagi eina ferš um įriš.
Stjórnin skipar fyri vali av umbošsnevndarlimum.
Valt veršur ķ februar mįnaš viš gildi frį 1. mars.
Fyri val av lįntakaraumbošunum ķ umbošsnevndini eru hesar reglur galdandi:
Frįbošanir um valevni undirskrivašar av ķ minsta lagi 5 lįntakarum verša sendar stjórnini innan 2. januar ķ tķ įlmanakkaįri, iš veljast skal.
Atkvųtt veršur skrivliga viš atkvųšusešlum, iš verša sendir lįntakarunum innan 1. februar. Valevnini skulu standa ķ bókstavarųš į atkvųšusešlunum. Atkvųtt kann verša fyri 2 valevnum į hvųrjum atkvųšusešli. Atkvųšusešlarnir, iš skulu vera undirskrivašir persónliga, skulu vera stovninum ķ hondum ķ seinasta lagi tann 15. februar.

Koma eingi uppskot um valevni inn, kunnu teir lįntakarar, iš eru valdir frammanundan, verša roknašir at vera afturvaldir uttan atkvųšugreišslu, um teir skrivliga hava vįttaš fyri stjórnini at taka viš afturvali. Taka teir ikki viš afturvali og eingi uppskot um valevni eru innkomin ręttstundis, kann stjórnin velja limirnar.
Eingin umbošsnevndalimur kann verša valdur ella afturvaldur, eftir at hann hevur fylt 70 įr.

§ 6. Metingarmenninir skulu ķ minsta lagi vera 3 ķ tali, ein teirra kųnur ķ skipabygging, ein maskinkųnur og ein hava praktiskar royndir ķ fiskiskapi umframt skil į fiskivinnubśskapi.
Stjórnin kann ķ serligum fųrum gera av, at metingin og eftirlitiš skal verša gjųrt av ųšrum metingarmonnum enn stovnsins.
Metingarmenninir eru sakkųnu įlitismenn stjórnarinnar. Teir meta um tey veš, iš bošin verša stovninum, įšrenn lįn veršur jįttaš, hava eftirlit viš teimum vešsettu ognunum og geva vįttanir um stand og virši į einum veši, įšrenn stjórnin tekur avgerš um yvirtųku ella sųlu av tķ.
Metingarmenninir fįa samsżning fyri arbeiši sķtt. Stųddin į samsżningini veršur įsett av stjórnini.
Stjórnin kann gera av, at samsżningin skal endurrindast stovninum, heilt ella partvķs, av lįntakaranum.
Eingin kann virka sum metingarmašur, eftir at hann hevur fylt 70 įr.

Kapittul III
Lįntųka stovnsins

§ 7. Umframt grundfęiš kann stovnurin śtvega sęr śtlįnspening viš śtgįvu av skuldarbrųvum ella handhavaralįnsbrųvum ljóšandi uppį stovnin samsvarandi galdandi reglum um viršisbrųv.
Undirskrift krevst frį ųllum stjórnarlimunum, skal samtykt eftir 1. stk. hava gildi.
Įljóšandi upphęddin tilsamans av teimum śtgivnu lįnsbrųvunum ķ umfari til hvųrja tķš og ųšrum skuldarbrųvum mį ikki fara upp um fimmfalda grundfęiš viš seinasta roknskaparįrslok.
Landsstżrismašurin kann gera av eftir tilmęli frį stjórnini at, tį lutfalliš millum grundfęiš og lįn tikin til grundfęiš verša śtroknaš, skulu tķlķkar lįnsupphęddir verša tiknar viš, sum sambęrt lįnitreytunum vķkja fyri ųšrum lįnum, stovnurin hevur tikiš, og fyrst og fremst skulu brśkast til gjaldingar av teimum.
Landsstżrismašurin kann, um serlig višurskifti skuldu tala fyri tķ, eftir tilmęli frį stjórnini loyva, at įljóšandi av lįnsbrųvunum og skuldabrųvunum kann vera upp til sjeyfalda grundfęiš.

§ 8. Samlaša upphęddin av skyldum stovnsins fyri upptikin lįn veršur mótsvaraš av vešbrųvum til stovnin fyri ķ minsta lagi ta mótsvarandi upphęddina.
Renting og afturgjalding av lįnsbrųvum veršur gjųrd samsvarandi galdandi reglum fyri viršisbrųv, mešan śtlįnspeningur śtvegašur į annan hįtt veršur rentašur og afturgoldin samsvarandi teimum avtalašu treytunum.  

Kapittul IV
Śtlįn stovnsins

§ 9. Umsókn um lįn frį stovninum veršur skrivaš į umsóknarblaš, iš somuleišis sigur, hvųrjar upplżsingar og hvųrji skjųl skulu sendast inn saman viš umsóknini. Ognir, iš verša bodnar ķ veš, verša viršismettar eftir reglunum ķ §§ 19-21.
Fyri viršismetingina og ašrar śtreišslur av lįnsupptųkuni veršur goldiš eitt av stjórnini įsett gjald.

§ 10.
Lįnsupphęddir, renta, afturgjaldingartķš og ašrar treytir verša settar av stjórnini sambęrt teimum reglum, iš įsettar eru ķ vištųkunum
Stovnurin kann veita lįn viš 1. og 2. vešrętti. Lįn viš 1. vešrętti kunnu ikki fara upp um 60% av metingarviršinum, tį lįn viš 2. vešrętti ikki veršur veitt. Veršur lįn veitt viš 2. vešrętti, er markiš fyri 1. vešręttarlįni 50%.
Lįn viš 2. vešrętti kunnu verša veitt innan peningakarm svarandi til 30% av eginpeninginum, gjųrdur upp sum grundfę og tiltaksgrunnur. Tey kunnu einans verša veitt saman viš 1. vešręttarlįnum og kunnu ikki fara upp um 70% av metingarviršinum. Lįn kann tó veitast upp til 80% av metingarviršinum, veršur lįniš veitt viš javnsettum veši frį ašrari fķggjarkeldu.
Afturgjaldstķšin av lįnunum kann ikki vera longri enn 15 įr. Stjórnin kann tó ķ afturgjaldingartķšini, um serligar umstųšur tala fyri tķ, loyva, at avdrįttir verša lękkašir, ella at gjaldfreist veršur veitt, soleišis at afturgjaldingartķšin veršur longd til ķ mesta lagi 20 įr.
Fariš kann verša upp um tey ķ 2. og 3. stk. nevndu lįnihįmark, tį vešsettar ognir, iš eru yvirtiknar į tvingsilssųlu ella undir lķknandi umstųšum, verša seldar aftur, um sleppast kann undan óneyšugum fķggjarmissi į hendan hįtt.
Stovnurin kann ikki veita lįn til ein lįntakara ella ein bólk av sķnįmillum sambundnum lįntakarum, iš fara upp um 25% av stovnsins ognum (grundfę og tiltaksgrunni).
Til jįttan av lįni krevst undirskrift av ķ minsta lagi tveimum stjórnarlimum, jbr. tó § 5, 2. stk. ķ lógini.

§ 11. Lįn verša bert veitt viš trygd ķ teimum ķ § 1 nevndu ognum. Vešsetingin fevnir um ognina viš tilhoyri sambęrt skipaskrįsetingar- og tinglżsingarlógini og somuleišis tryggingarupphęddina fyri ta vešsettu ognina.
Lįn kunnu verša veitt bęši til nżbyggingar og umbyggingar, śtskifting av motori v.m. ķroknaš, eins og ķ serstųkum fųrum til eldri ognir, fķgging av eigaraskifti og innfrķan av lįnum viš tyngjandi avdrįttarbyršu ķroknaš.
Vešsettu ognirnar viš tilhoyri skulu stųšugt vera forsvarliga tryggjašar ķ tryggingarfelag, sum landsstżriš góškennir.

§ 12. Jįttaš lįn verša śtgoldin kontant viš rentu og kursi, iš stjórnin įsetir viš atliti til, at stovnurin veršur hildin skašaleysur fyri mųgulig kurstap av teimum lįnum, hann sjįlvur hevur tikiš.
Tey vešbrųv, iš eru veitt sum trygd fyri lįnunum, kunnu ikki verša avhend til ognara ella sum trygd; eiheldur kann einstaklingsręttarsókn fremjast móti teimum. Reglur um hetta verša tilskilašar į framsķšuni į vešbrųvunum.

§ 13. Lįntakararnir įbyrgjast viš vešsettu ognunum viš samįbyrgd (solidariskt) fyri skyldum stovnsins, hvųr teirra viš einari upphędd, iš svarar til lįnshųvušsstólin. At veita fulnaš fyri hesa įbyrgd kann stjórnin gera av, jbr. § 14 stk. 3, at kravt skal verša eykagjald til tiltaksgrunnin.
Stjórnin kann avmarka samįbyrgdina til bert at galda fyri flokkar av ognum viš einshįttašum įbyrgdarvanda. Gjųllari reglur um tķlķka avmarking verša gjųrdar av stjórnini viš góškenning landsstżrisins.
Lįntakarar, iš hava goldiš teirra lįn, fįa ikki kvittan fyri, at teir eru loystir frį samįbyrgdini, fyrrenn 3 mįnašir eru gingnir frį tķ, at roknskapurin fyri taš roknskaparįriš, iš lįniš varš goldiš ķ, er sendur landsstżrinum, og landsstżriš ikki hevur nżtt hųvi til at gera višmerkingar um ręttleikan av roknskapinum ella tikiš stašiligt fyrivarni. Tó kann kvittan verša givin, um tiltaksgrunnurin viš roknskaparįrslok er ķ minsta lagi 20% av skuldarįbyrgdum stovnsins.

§ 14. Hvųrja ferš lįn veršur tikiš, veršur 1% av hųvušsskuld lįnsins goldiš sum innskot ķ tiltaksgrunnin, jbr. § 22. Stjórnin kann loyva, at innskotiš veršur goldiš viš upp til 4 eins stórum gjųldum, iš verša goldin, tį lįniš veršur śtgoldiš og teir nęstkomandi lįnsgjalddagarnar, um viškomandi vešbręv gevur somu trygd fyri ógoldnum innskoti sum fyri lįninum, rentum og ųšrum gjųldum. Hvųnn gjalddag veršur goldiš eitt gjald til tiltaksgrunnin. Stųddin į gjaldinum veršur įsett av stjórnini, tį lįniš veršur tikiš sum ein fastur prosentpartur av lįnsins hųvušsskuld.
Er tiltaksgrunnurin minni enn 2% av stovnsins skuld, kann stjórnin viš 3 mįnaša freist til ein gjalddag krevja so stór eykagjųld til grunnin, sum neyvt įlķknaš ķ lutfalli til vanligu hįlvįrsgjųldini eru neyšug, til tess at ųkja fę grunsins upp til nevndu upphędd.

§ 15. Lįniš veršur afturgoldiš yvir eins nógvar gjalddagar, iš įsettir vóršu, tį lįniš varš tikiš, annašhvųrt viš eins stórum ella skiftandi avdrįttum, jbr. tó § 10, 4. stk. og § 17, 1. stk. Avdrįttirnir verša goldnir saman viš rentum av restskuldini og gjųldum til tiltaksgrunnin hvųnn 1. mai og 1. november.
Av hįlvįrsgjųldum, iš ikki verša goldin ķ seinasta lagi įvikavist 20. mai og 20. november, veršur dragurenta goldin av gjaldkomnu upphęddini frį gjalddegnum til goldiš veršur. Dragurentan veršur įsett av stjórnini viš atliti at fųroyska rentustiginum.

§ 16. Tey lįn, iš stovnurin veitir, kunnu ikki verša sųgd upp av stovninum, so leingi viškomandi lįnkatari heldur skyldur sķnar ķ ųllum lutum, men eru fallin til gjaldingar, ger hann ikki taš.
Lįnini falla til gjaldingar viš eigaraskifti, men stjórnin kann loyva, at nżggi eigarin yvirtekur tey.

§ 17. Hvųr lįntakari hevur rętt at gjalda alla lįnsskuldina ella rinda eykaavdrįttir av lįninum viš 3 mįnaša freist til ein 1. mai ella 1. november. Eykaavdrįttir skulu tó rindast viš upphęddum, iš kunnu bżtast viš 1000.
Višvķkjandi kvittan fyri samįbyrgdina av lįninum veršur vķst til § 13, 3. stk. og višvķkjandi śtgjaldi av parti ķ tiltaksgrunninum til § 22.

§ 18. Kvittanin, iš latin veršur einum lįntakara fyri hįlvįrsgjųldini eftir § 15, skal sundurgreina goldnu upphęddina og sżna restskuldina av lįninum.

Kapittul V
Viršismeting

§ 19. Viršismetingin av einari ogn, iš bošin veršur stovninum ķ veš, veršur gjųrd av ķ minsta lagi 2 av metingarmonnum stovnsins.
Stjórnin kann gera reglugerš fyri mannagongdini ķ sambandi viš viršismetingina, og veršur gingiš eftir hesi reglugerš ķ ųllum lutum.

§ 20. Metir stjórnin at ognin mųguliga ikki longur gevur neyšuga trygd fyri lįninum, kann hon krevja nżggja viršismeting.
Śtreišslurnar av tķlķkari meting kunnu verša kravdar endurgoldnar av lįntakaranum, um hann var atvoldin ķ, at metingin var neyšug. Veršur śrslitiš, at lįniš fer upp um lįnihįmarkini sambęrt § 10 av viršinum į ognini eftir teirri nżggju metingini, kann stjórnin uppsiga lįniš til gjaldingar uttan drįl.

§ 21. Tann, iš sųkir um lįn, hevur skyldu at geva metingarmonnunum allar neyšugar upplżsingar um ognina og at undirskriva vįttan į metingarskjalinum um, at hann hevur giviš tęr upplżsingar, hann er bišin um, eftir bestu sannfųring.

Kapittul VI
Tiltaksgrunnur

§ 22. Ein tiltaksgrunnur er stovnašur at standa ķmóti tapi av stovnsins śtlįnum.
Ķ hendan grunnin verša lųgd tey ķ § 14 nevndu innskot, gjųld og eykagjųld, stovnsins egnu rentuinntųkur og rakstraravlop.
Fęiš ķ tiltaksgrunninum kann ikki verša lęnt śt, men skal standa ķ lęttseljandi viršisbrųvum eftir teimum reglum, iš galdandi eru fyri peningaognir ómyndinga.
Viš hvųrt roknskaparįrslok veršur uppgerš gjųrd yvir grunnin, og viš stųši ķ hesi uppgerš veršur stųddin į grunninum ķ mun til samlašu skuld stovnsins śtroknaš.
Taš innskot, ein lįntakari rindaši ķ tiltaksgrunnin, tį lįniš varš tikiš, veršur afturgoldiš honum, tį lįniš er fult afturgoldiš, sķ nišanfyri.
Śtgoldiš veršur ikki, fyrrenn kvittan kann verša givin fyri teirri samįbyrgd, iš liggur viš lįninum, jbr. § 13, 3. stk.
Einki veršur goldiš śt, um tiltaksgrunnurin į hendan hįtt fer nišur um 20% av stovnsins skuld.
Er grunnurin ikki nóg stórur til at kunna gjalda innskotini hjį ųllum fyrrverandi lįntakarum, veršur fyrst goldiš til teir lįntakarar, iš hava goldiš lįn sķni aftur ķ eldri roknskaparįrum og sķšan til teirra, iš hava goldiš sķni lįn seinni.
Kann eitt innskot ikki verša goldiš aftur sambęrt reglunum frammanfyri ķ seinasta lagi 5 įr eftir, at taš roknskaparįriš er runniš, sum lįniš varš afturgoldiš ķ, missir lįntakarin krav sķtt um afturgjalding av innskotinum.

§ 23. Tiltaksgrunnurin skal vera ķ minsta lagi 10% av samlašu śtlįnum stovnsins ella 20% av skuld stovnsins, alt eftir hvųr upphęddin er tann hęgra.
Fer tiltaksgrunnurin viš eitt roknskaparįrslok upp um omanfyri nevndu mųrk, kann tann upphęddin, iš fer uppum, eftir avgerš stjórnarinnar verša flutt til grundfęiš.  

Kapittul VII

§ 24. Umsiting, roknskapur, grannskošan v.m.
Umsitingarśtreišslur grunsins verša goldnar av rentuinntųkunum av śtlįnum og ųšrum inntųkum stovnsins, ķ tann mun hesar ikki hoyra tiltaksgrunninum til, jbr. § 22.

§ 25. Roknskaparįr stovnsins gongur frį 1. aprķl til 31. mars.
Ķ sambandi viš roknskaparuppgeršina skulu tey viršisbrųv, iš stovnurin eigur, og hvųrs kursur veršur skrįsettur alment, viršissetast til mešaltališ av seinasta keyparakursi viš roknskaparįrslok og tilsvarandi kursir seinastu 9 įrini. Tann soleišis įsetti kursurin mį tó ikki fara upp um tann drigna kursin. Ašrar ognir mega ikki verša viršissettar hęgri enn veruliga viršiš. Tķlķkar avskrivingar og avsetingar verša gjųrdar, sum eru neyšugar til tess at svara fyri stašfestum ella vęntandi fķggjarmissi av yvirtiknum vešum, eftirstųšum og ųšrum ognum.

§ 26. Frįgreišing um virksemi stovnsins avvaršandi roknskaparįr veršur givin saman viš roknskapinum. Frįgreišingin skal hava upplżsingar um stųddina av samlašu śtlįnum stovnsins bżtt sundur millum ymiskar bólkar av ognum, um vešsetingarprosent ķ mun til keypspening av vešum, iš hava skift eigara, um veš, iš eru yvirtikin frammanundan, men ikki avhend viš byrjan roknskaparįrsins, og um tey veš, iš eru yvirtikin ķ roknskaparįrinum viš upplżsingum um, hvussu nógv av teimum yvirtiknu vešunum eru seld, fķggjarmissur ella vinningur tilsamans av hesum og um stųddina av gjųrdum avskrivingum av vešum.
Frįgreišing og roknskapur verša lųgd fyri umbošsnevndina til ummęlis og verša viš grannskošaravišmerkingum sendar landsstżrismanninum ķ seinasta lagi 4 mįnašir eftir roknskaparįrslok.
Ķ seinasta lagi ein mįnaš eftir hvųrt fjóršingsįrslok sendir stjórnin landsstżrismanninum śrtak śr roknskapi stovnsins.

1. višgerš 6. oktober 1998. Višgjųrt undir einum saman viš lųgtingsmįli nr. 9/1998. Mįliš beint ķ fķggjarnevndina, sum tann 21. oktober 1998 legši fram soljóšandi

Į l i t

Mįliš er lagt fram av landsstżrinum tann 30. september 1998 og er eftir 1. višgerš tann 6. oktober 1998 beint ķ fķggjarnevndina.

Fķggjarnevndin hevur višgjųrt mįliš, og hevur undir višgeršini havt fund viš Karsten Hansen, landsstżrismann ķ fķggjarmįlum.

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir lųgtinginum til at samtykkja uppskot landsstżrisins.

2. višgerš 23. oktober 1998. §§ 1 - 8 samtyktar 28-0-0. At mįliš soleišis samtykt kann fara til 3. višgerš samtykt uttan atkvųšugreišslu.

3. višgerš 27. oktober 1998. Broytingaruppskot til § 17 frį Jųrgen Niclasen, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Sįmal Petur ķ Grund, Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen samtykt 30-0-0. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš og broytt viš 3. višgerš, endaliga samtykt 30-0-0. Mįliš avgreitt.

J.nr. 2567-3/91

Ll. nr. 75/1998 frį 05.11.1998