Stjórnarskipanarnevnd


6 Uppskot til løgtingslóg um setan av stjórnarskipanarnevnd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1998, fríggjadagin 28. august 1998 legði Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi:

Uppskot
til
løgtingslóg um setan av stjórnarskipanarnevnd

§ 1. Sett verður stjórnarskipanarnevnd at kanna og viðgera spurningin um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya.

§ 2. Løgmaður setir stjórnarskipanarnevndina, sum skal hava 11 limir.
Stk. 2. Hvør flokkur á løgtingi velur sín løgtingslim í nevndina.
Stk. 3. Løgmaður tilnevnir ein landsstýrismann sum nevndarlim.
Stk. 4. Løgmaður er formaður nevndarinnar, og ein av løgtingsmonnunum er næstformaður.
Stk. 5. Nevndarlimirnir úr løgtingi og landsstýri velja afturat sær 3 nevndarlimir, sum skulu hava hægri útbúgving í samfelagsvísindum og ikki hava sæti á tingi.

§ 3. Stjórnarskipanarnevndin skal gera uppskot um nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar.

Stk. 2. Nevndin skal harafturat kanna og viðgera øll viðurskifti (politisk, umsitingarlig og búskaparlig), sum nevndin heldur hava týdning fyri viðgerðina av uppskoti nevndarinnar í løgtinginum.

§ 4. Nevndin skal seta skrivara, sum skal hava hægri samfelagsvísindaliga útbúgving.

Stk. 2. Skrivarin kann eftir avtalu við formannin taka sær lønta medhjálp.

Stk. 3. Løgtingsvaldu nevndarlimirnir fáa nevndarsamsýning eftir reglunum í løgtingslóg um samsýning løgtingsmanna. Landsstýrisvaldu nevndarlimirnir røkja nevndarstarvið sum partur av vanliga landsstýrisyrki teirra. Hinir nevndarlimirnir og skrivarin verða løntir eftir nærri avtalu við løgtingsskrivstovustjóran.

Stk. 4. Nevndin fær við hesi løgtingslóg heimild at nýta pening til útreiðslur nevndarinnar, tó í mesta lagi 1,7 mió.kr.

§ 5. Nevndin skal enda arbeiði sítt við áliti og uppskoti, sum verður lagt fyri løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku 1999.

§ 6. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar:
Høvuðsorsøkin til, at Javnaðarflokkurin aftur setir fram uppskot um setan av eini stjórnarskipanarnevnd, er, at mett verður, at mannagongd landsstýrisins í sjálvstýrismálum (løgtingsmál nr. 5/1998) avgjørt ikki hevur røttu raðfestingina. Henda gevur ikki løgtinginum tað neyðuga grundarlagið fyri eini støðutakan, sum sjálvandi eigur at byggja á eina breiða demokratiska viðgerð av hesum stóra máli, sum síðan kann gerast grundarlag fyri einari breiðari politiskari semju.

Tí skal hetta uppskot síggjast sum eitt alternativ ella eitt neyðugt ískoyti til uppskot landsstýrisins.

Støðan hjá politisku flokkunum, tá tað snýr seg um spurningin sjálvstýri-samband, kann í stórum bólkast í tríggjar høvuðsleiðir:

Hóast tað kann tykjast torført, so heldur Javnaðarflokkurin, at vit nú eiga at finna eina felags støðu til hesar spurningar, ella ið hvussu so er eina støðu, sum ein so stórur meiriluti á Føroya Løgtingi sum gjørligt kann verða samdur um.

Vit eiga ikki at endurtaka søguna frá samráðingunum, sum førdu til Heimastýrislógina.

Tí leggur Javnaðarflokkurin nú fram aftur uppskot um stjórnarskipanarnevnd fyri at fáa til vega tað best møguliga grundarlagið at taka støðu á.

Broytingar í ríkisrættarligu skipanini kunnu ikki einvíst fremjast av føroyska lóggávu- og umsitingarvaldinum. Men áðrenn nakrar samráðingar kunnu fara fram við donsku stjórnina, eigur Føroya Løgting at hava eina breiða og greiða støðu til, hvørja leið vit vilja halda. Uppgávan hjá stjórnarskipanarnevndini er í stuttum at fáa til vega tað best møguliga grundarlagið at taka støðu á.

Landsstýrið hevur við løgtingsmáli nr. 5/1998 lagt fram uppskot til samtyktar, har løgtingið beinleiðis skal taka undir við, at landsstýrið fer undir at fyrireika og taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um ein sáttmála, sum skipar Føroyar sum eitt fullveldi. T.e., at løgtingið ikki frammanundan skal viðgera, hvørja ríkisrættarliga loysn, løgtingið ynskir, men at løgtingið í staðin skal taka undir við, at landsstýrið tekur upp samráðingar um eina loysn, sum bert landsstýrið og samgongan taka fult undir við, tó tað kanska eisini er ivasamt.

Javnaðarflokkurin metir tað av alstórum týdningi, at tað ikki eru beinleiðis samráðingar við ríkisstjórnina, sum skulu gera av, hvørjar broytingarnar verða, men at danska stjórnin fær eitt føroyskt uppskot at taka støðu til.

Javnaðarflokkurin metir tað sera týdningarmikið, at tey framstig, sum skulu henda á sjálvstýrisleið, verða gjørd av einum breiðum politiskum meiriluta, so hetta ikki førir til óhepnar polariseringar í samfelagnum. Tí er tað ikki rætt, at løgtingið tekur undir við at landsstýrið fer undir samráðingar, sum bert ein partur av løgtinginum ynskir, og uttan at geva tinginum til fulnar svar upp á allar teir ósvaraðu spurningar um avleiðingar o.l., sum longu eru settir.

Tað eigur tí sum liður í teimum fyrireikingunum til broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya, sum eisini eru nevndar í løgtingsmáli nr. 5/1998, at verða sett ein stjórnarskipanarnevnd.

Tá álitið er liðugt, eigur tað at verða prentað og almannakunngjørt. Uppskotið verður lagt fyri løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku 1999.

Viðmerking til einstøku greinirnar:
Ad § 1.
Her verður høvuðsmál lógarinnar sett.

Ad. § 2.
Nevndin eigur at verða sett soleiðis saman, at allir flokkar á tingi hava sína umboðan.

Útinnandi valdið eigur at vera væl umboðað. Tí verður skotið upp, at løgmaður og ein landsstýrismaður eru limir í nevndini.

Sum serligur stuðul hjá nevndini verður skotið upp, at teir av løgtinginum og landsstýrinum valdu nevndarlimir afturat sær skulu velja tríggjar nevndarlimir, sum eru fakliga útbúnir á teimum málsøkjum, sum nevndararbeiðið fer at snúgva seg um.

Løgmaður verður formaður nevndarinnar, meðan ein av løgtingsvaldu nevndarlimunum verður næstformaður.

Ad § 3.
Í hesi grein verður ásett, at stjórnarskipanarnevndin skal gera uppskot til nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, sum ein breiður politiskur meiriluti stendur aftanfyri.

Nevndin skal harumframt kanna og viðgera øll tey viðurskiftu í samband við uppskotið um nýggja stjórnarskipan, sum nevndin metir hava týdning fyri framhaldandi viðgerðini í løgtinginum. Hetta eru viðurskifti, sum m.a. umfata tær politisku, umsitingarligu og búskaparligu avleiðingarnar av einum slíkum uppskoti.

Ad § 4.
Tað verður mett, at skal nevndararbeiðið gerast til lítar, má fastur skrivari setast í fulltíðarstarv við skrivstovuhjálp.

Kostnaðurin av nevndararbeiðinum verður leysliga mettur til 1,7 mió. kr., um arbeiðið varir umleið eitt ár, og 40 nevndarfundir verða hildnir. Mettu útreiðslurnar kunnu útgreinast soleiðis:

Skrivari                                                                                                      kr.    500.000

Skrivstovuhald og ymsar útreiðslur                                                              kr.     300.000

Fundarpeningur - Løgmaður og landsstýrismaður          kr.             0

Løgtingsmenn                                                              kr. 100.000

Serkønir nevndarlimir                                                  kr. 200.000             kr.     300.000

Serkøn hjálp, eitt nú responsum frá
statsrættarserkønum og frágreiðingar
um fremmandar stýrisskipanir og
fíggjarligar útgreiningar                                                                               kr.     400.000

Prenting av áliti                                                                                          kr.     200.000

Kostnaður tilsamans                                                                                  kr. 1.700.000

Ad § 5.
Av týdningi er, at ein endalig frest verður sett fyri arbeiðinum soleiðis, at nevndin, tá hon fer undir starv sítt, sum eitt av tí fyrsta leggur eina tíðarætlan soleiðis, at arbeiðið kann gerast liðugt til ásettu tíðina og setir av neyðugu orkuna til arbeiðið. Uppskotið verður lagt fyri løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku 1999.

1. viðgerð 31. august 1998. Málið varð beint í rættarnevndina, sum tann 30. september 1998 legði fram soljóðandi 

Á l i t

Málið er lagt fram av Javnaðarflokkinnum tann 28. august 1998 og eftir 1. viðgerð tann 31. august 1998 beint í rættarnevndina.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 15/9, 22/9, 25/9 og 28/9 1998.

Undir viðgerðini hevur nevndin kunnað seg um, hvussu mannagongdin hevur verið í øðrum londum, tá ið politisk avgerð er tikin um at fremja týdningarmiklar stjórnarskipanarligar broytingar

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Sámal Petur í Grund, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Rúna Sivertsen og Eyðun Viderø) vísir á, at Javnaðarflokkurin m.a. sigur í uppskoti sínum, at hetta skal skiljast sum eitt neyðugt ískoyti til uppskot landsstýrisins, sum fekk fyrstu viðgerð sama dag, sum uppskot Javnaðarfloksins varð lagt fram. Mannagongd landsstýrisins er skeiv, sigur uppskotsstillarin, tí at løgtinginum gevst ikki høvi til at fáa neyðuga grundarlagið undir eini støðutakan, sum eigur at byggja á eina breiða demokratiska viðgerð fyri at fáa eina breiða politiska semju.

Javnaðarflokkurin heldur fyri, at uppskot hansara gevur best møguliga grundarlagið fyri eini breiðari politiskari semju á tingi, men meirilutin má ásanna, at tað bert er Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, ið taka undir við hesum uppskoti. Sostatt er talan um eina avbera smala politiska undirtøku av málinum.

Meirilutin heldur, at uppskotið er so líkt landsstýrisins (løgtingsmál nr. 5/1998), at einki skuldi forða uppskotsstillaranum í at taka undir við uppskoti landsstýrisins.

Landsstýrið ætlar í verkætlan síni, sum er kunnað nevndini, at seta eina grundlógarnevnd sambært løgtingslóg við umboðum úr øllum flokkum á tingi umframt serfrøðingum. Henda nevnd skal gera uppskot til føroyska grundlóg við ásetingum um valdsbýti millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið, um millumtjóðaviðurskifti og um grundleggjandi manna- og frælsisrættindi o.a.

Harafturat kann nevndin gera uppskot til eina føroyska rættarskipan, og er ætlanin at hava almennar hoyringar, meðan arbeitt verður.

Lítil og eingin skilnaður er í flestu týdningarmiklu tættum í uppskoti landsstýrisins og Javnaðarfloksins.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at ein stjórnarskipanarnevnd verður sett at kanna og viðgera spurningin um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya. Líknandi hugsan hevur samgongan í uppskoti sínum um grundlógarnevndina, sum landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum setir.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at hvør flokkur á tingi velur sín løgtingsmann í stjórnarskipanarnevndina. Somu hugsan hevur samgongan í uppskoti sínum um grundlógarnevndina.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at ein landsstýrismaður verður nevndarlimur í stjórnarskipanarnevndini. Somu hugsan hevur samgongan í uppskoti sínum um grundlógarnevndina.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at frammanfyri nevndu limir velja afturat sær 3 nevndarlimir í stjórnarskipanarnevndina. Líknandi hugsan hevur samgongan í uppskoti sínum um grundlógarnevndina.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at stjórnarskipanarnevndin skal gera uppskot um nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar. Somu hugsan hevur samgongan í uppskoti sínum um grundlógarnevndina.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at nevndin skal kanna og viðgera øll viðurskifti (politisk, umsitingarlig og búskaparlig), sum nevndin heldur hava týdning fyri viðgerðina av uppskoti nevndarinnar.

Somu hugsan hevur samgongan í uppskoti sínum um sáttmálanevnd, búskaparnevnd og grundlógarnevnd. Hildið verður, at hesir tættir eru so umfatandi og av so stórum týdningi, at ikki er ráðiligt eisini at lata eina smala stjórnarskipanarnevnd greiða allar úr lagdi. Hildið verður, at tað er rímiligari at skilja politisku sáttmála- og búskaparpartarnar frá løgfrøðiliga partinum í grundlógarnevndini, og skipa hesar fyri seg, leysar av hvørjum øðrum.

Javnaðarflokkurin skjýtur at enda upp ymsar smálutir so sum medhjálp, lønir og samsýningar, sum eru sjálvsagdir lutir í einum hvørjum nevndararbeiði.

Harafturat skjýtur Javnaðarflokkurin upp, at nevndararbeiðið skal vera liðugt til komandi ólavsøku. Meirilutin heldur, at hetta er at loypa framav í so stórum og týdningarmiklum máli, og rímiligari er at lata tey, ið fara undir at gera framtíðarstøðu Føroya upp, gera hetta við hógv og skynsemi og lata frætta frá sær skjótast gjørligt, so sum samgongan ætlar.

Uppskot Javnaðarfloksins hevur ongar ásetingar um almennar hoyringar í arbeiðinum, men tað heldur samgongan fast um og vónar, at eisini Javnaðarflokkurin fer at taka undir við hesum hugskoti, so at ein so breið undirtøka sum gjørligt fæst fyri hesum stóra máli bæði á tingi og í almenninginum.

Høvuðsmunurin á máli landsstýrisins og Javnaðarfloksins er, at landsstýrið hevur eitt greitt stavnhald við sínum máli, meðan Javnaðarflokkurin einki hevur í sínum. Meirilutin skilir tó fleiri partar av uppskoti Javnaðarfloksins positiva vegin og vil virka fyri, at hesi verða tikin við í samlaðu viðgerðini av hesum týdningarmikla máli.

Sostatt mælir sami meiriluti løgtinginum frá at samtykkja uppskot Javnaðarfloksins.

Minnilutin (Alfred Olsen og Hans Pauli Strøm), hevur hesar viðmerkingar til løgtingsmál nr. 6/1998, har skotið verður upp, at løgmaður setir eina parlamentariska stjórnarskipanarnevnd, umboðandi allar flokkar á løgtingi, undir fyrisæti landstýrisins og við luttøku av fakligum serkunnleika, at gera uppskot til broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya:

Stjórnarskipanarligar broytingar eru av so víðfevnandi týdningi og hava so djúptøknar politiskar avleiðingar so langa tíð framyvir, at sjálv mannagongdin, hvussu fram verður farið, fær avgerandi týdning fyri tað úrslitið, ið spyrst burturúr.

Minnilutin vísir á, at allir flokkar í løgtinginum eru samdir um at gera neyðugar broytingar í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum. Men sjónarmiðini eru ymisk, um hvussu víðgangandi hesar broytingar skulu verða, tí hesi ganga frá broytingum, sum miða eftir neyðugum moderniseringum, støðugt øktum sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin og til loysing.

Minnilutin heldur tað ikki vera skynsamt, soleiðis sum landsstýrið leggur upp til í løgtingsmáli nr. 5/1998, við sjálvari manngongdini at leggja arbeiðið til rættis so trongligt og einvíst, at út við helmingurin av tinginum frá byrjanini verður koblaður frá.

Tað er heldur ikki skynsamt, at man við sjálvari mannagongdini á nevnda hátt

frá byrjanini av elvir til eina polarisering millum politiskar blokkar, millum ein meiriluta og ein stóran minniluta,

at man frá byrjanini av hevur læst seg fastan á sjónarmiðini hjá meirilutanum, hvat úrslitið skal verða, og

at allar neyðugar kanningar, útgreiningar og fyrireikingar verða avmarkaðar til bert at miða eftir hesum úrsliti,

og at politiska viðgerðin tí ikki miðar eftir so breiðari undirtøku sum møguligt, men bert nóg stórari undirtøku til at fáa málið ígjøgnum.

Hetta vil uppskotið til setan av stjórnarskipanarnevnd bøta um,

við at tryggja eina mannagongd, har úrslitið ikki er lagt fast frammanundan, men har øll sjónarmið frá byrjanini verða hoyrd og tikin við –

ein mannagongd, sum tryggjar øllum flokkum í tinginum eina virkna luttøku og eina veruliga ávirkan,

so at eitt mál av so víðgangandi týdningi fær ta neyðugu demokratisku og breiðu politisku viðgerðina,

og fær eina so breiða undirtøku, sum eigur at krevjast í málum av slíkum almiklum samfelagsligum týdningi.

Tí mælir minnilutin sostatt løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 2. oktober 1998. § 1 fall 12-0-18. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.

J.nr. 100-9/1998