Stuðul til telefonútreiðslur


4 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð
D. 3. viðgerð

Ár 1998, týsdagin 4. august 1998 legði John Petersen, landsstýrissmaður vegna landsstýrið fram soljóðandi:

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 96 frá 6. juni 1997 um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 1 verður orðað soleiðis:

"§ 1. Stuðul til telefonútreiðslur eftir hesi lóg verður veittur langfarasjómanni, sum:

a) er burtur við fiski- ella handilsskipi í minst 30 dagar, og ikki hevur dvølt í Føroyum í sama tíðarskeiði, og
b) er fevndur av reglunum um fulla skattskyldu í Føroyum sambært § 1 í skattalógini."

2) § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:

"Stk. 3. Telefonstuðulin verður goldin út eina ferð um árið."

3) § 4, stk. 4 verður orðað soleiðis:

"Stk. 4. Dagatalið, ið gevur rætt til telefonstuðul, skal skjalprógvast."

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997. Teir langfarasjómenn, ið hava fingið útgoldið stuðul fyri árið 1997, kunnu tó ikki aftur fáa stuðul fyri árið 1997.

Viðmerkingar
Talan er ikki um stórvegis broytingar, men heldur at gera greiniligari, hvør er umfataður av lógini. Sambært § 1 í lógini, er stuðulin til telefonútreiðslur tengdur at tveimum treytum: 1) at langfarasjómaðurin er burtur við fiski- ella handilsskipi í minst 30 dagar og ikki hevur uppihildið sær í Føroyum í nevnda tíðarskeiði, og 2) at viðkomandi er umfataður av reglunum um fulla skattskyldu í Føroyum.

Uppskotið fevnir um bæði fiskimenn og sjómenn. Tað er ongin treyt, at hesir skulu vera við føroyskum skipum, og merkir hetta tí, at t.d. fiskimenn, ið eru við norskum ella donskum skipum, og sjómenn, ið sigla undir DIS ella NIS eru fevndir av lógini, um hesir annars lúka treytirnar.

Fíggjarligar og umsitingarligar útreiðslur
Umsitingarligu útreiðslurnar verða tær somu. Lønjavningargrunnurin umsitur skipanina sum er, og skal ætlandi eisini framyvir umsita hesa.

Í 1997 vórðu settar 2,6 mió. kr. av til telefonstuðulin. Á fíggjarløgtingslógini fyri 1998 eru settar av 3 mió. kr., og er tá eisini innroknað ein ávís hækking í sambandi við hettar broytingaruppskot.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar
Til § 1, nr. 1.
Gjørt verður greiðari, hvørjar treytirnar eru fyri at fáa stuðul til telefonútreiðslur. Upprunaliga ætlanin varð, at allir langfarasjómenn skuldu hava rætt til telefonstuðulin, um so var, at avvarðandi sjómaður var burtur úr Føroyum í minst 30 dagar og var undir fullari skattskyldug. Men orðingarnar í verandi lóg eru nakað ógreiðar, m.a. viðvíkjandi longd av túri, tvs. um neyðugt er, at avvarðandi sjómaður skal hava mynstrað við skipinum í 30 dagar, ella um hann bert skal hava verið burtur úr Føroyum í minst 30 dagar við fiski- ella handilsskipið, sum nú er skotið upp. Harumframt er tað við uppskotinum gjørt greitt, at tað er galdandi fyri bæði fiskimenn og sjómenn og annars uttan mun til, um hesir eru við føroyskum ella útlendskum skipum. At enda verður sett sum treyt, at avvarðandi sjómaður lýkur treytirnar um fulla skattskyldu í Føroyum, soleiðis at hetta krav fylgir reglunum í § 1 í skattalógini.

Til § 1, nr. 2. Sambært verandi lóg skal stuðulin gjaldast út tvær ferðir árliga, seinast í juni og seinast í desember mánaða. Lønjavningargrunnurin hevur heitt á Fiskimálastýrið um at skjóta upp, at útgjaldingin verður eina ferð um árið, soleiðis at hon fer fram, tá árið er liðugt. Hetta fer at gera umsitingina av telefonstuðlinum lættari hjá Lønjavningargrunninum.

Til § 1, nr. 3. Mett verður ikki neyðugt, at Fiskimannafelagið skal lata Lønjavningargrunninum upplýsingar um dagatalið, tí Lønjavningargrunnurin hevur flest allar neyðugar upplýsingar, og kann annars útvega sær írestandi.

Til § 2. Skotið verður upp, at broytingin skal virkað frá inntøkuárinum 1997, soleiðis at teir, sum fáa rætt til stuðulin sambært hesum uppskoti í 1998, men ikki kundu fáa rætt til telefonstuðul í 1997, skulu fáa henda afturvirkandi frá og við inntøkuárinum 1997. Hetta er lítið tal av langfarasjómonnum, og verður tí ikki talan um stórvegis økingar í útreiðslunum.

1. viðgerð 7. august 1988. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 14. august 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 18. august 1998. Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt við 28-0-0 atkvøðum.

J.nr. 2540-45/97