Eykajáttan

 

1-9  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 1999

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
eykajáttanarløgtingslóg fyri
mars 1999

 

Innihald

 Almennar viðmerkingar *

§ 1. Løgtingið *

1.10.2. Stovnar knýttir at løgtinginum *

1.10.2.01. Innanvirkis grannskoðan (Rakstrarjáttan) *

§ 2. Løgmansfyrisitingin *

2.11.2. Kommunal viðurskifti *

2.11.2.06. Studningur til kommunala láni- og veðhaldsgrunnin *

§ 3. Fíggjarmál o.a. *

3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m. *

3.15.1.04. Toll- og skattastova Føroya (Rakstrarjáttan) *

§ 8 Almanna- og heilsumál o.a. *

8.11.1. Fyrisiting *

8.11.1.08. Almanna- og heilsumálastýrið (Rakstrarjáttan) *

8.21.1.07. Hjálpartólamiðstøðin (Rakstrarjáttan) *

8.21.6. Eldri og brekað *

8.21.6.02. Bústovnur, serforsorg *

8.21.6.05. Bústovnur, serforsorg (Løgujáttan) *

8.21.9. Dagstovnar *

8.21.9.01. Dagstovnar *

Almennar viðmerkingar

Hetta er onnur eykajáttanarløgtingslóg, sum verður løgd fyri tingið av landsstýrinum. Samlaðu útreiðslurnar hækka við uml. 30 mió.kr., harav 25 mió.kr. er studningur til Veðhaldsgrunnin.

Høvuðsyvirlit 

§ 1. Løgtingið

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

500

500

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Løgtingið

500

-

1.10.2. Stovnar knýttir at løgtinginum.

500

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

1.10.2. Stovnar knýttir at løgtinginum

1.10.2.01. Innanvirkis grannskoðan (Rakstrarj.)

J

3.080

-

EYJ

500

-

Viðmerkingar 

1.10.2. Stovnar knýttir at løgtinginum

1.10.2.01. Innanvirkis grannskoðan (Rakstrarjáttan)

Seinasta tíðina hevur Fíggjarmálastýrið viðgjørt spurningin, hvussu fíggjarmálaøkið skal grannskoðast. Hesir møguleikarnir eru umrøddir:

Ført hevur verið fram, at um ein innanhýsisgrannskoðan skal fáast at virka nøktandi verður neyðugt við minst trimum fólkum.

Ein fyrimunur, ið nevndur hevur verið við innanhýsis grannskoðan, er, at leiðslan í Fíggjarmálastýrinum kann brúka eina tílíka deild í sínum eftirlitsarbeiði.

Vansin við at skipa innanhýsisgrannskoðanir í teimum ymisku stýrunum er, at talan verður um smáar eindir, ið sostatt eisini verða sárbarar, um starvsfólk fara úr starvi ella fara í farloyvi. Eisini verður trupult at fáa bygt upp nakað veruligt grannskoðaraumhvørvi.

Fíggjarmálastýrið metir, at verður grannskoðanin savnað hjá Grannskoðanardeild Landskassans, er møguleiki fyri at byggja upp eitt munadygt grannskoðaraumhvørvi, samstundis sum talan verður um eina bíligari loysn fyri samfelagið.

Grundað á omanfyristandandi eru Fíggjarmálastýrið og Grannskoðanardeild Landkassans komin ásamt um:

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

3.080

500

3.580

Útreiðslur

3.080

500

3.580

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

3.080

500

3.580

11. Lønir o.a.

2.511

500

3.011

14. Keyp av vørum og tænastum

215

-

215

15. Keyp av útbúnaði, netto

133

-

133

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

161

-

161

19. Ymiskar rakstrarútreiðslur

-

-

-

75. Skráseting av keyps-MVG

60

-

60

       

 § 2. Løgmansfyrisitingin

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

25.000

25.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Felagsútreiðslur

25.000

-

2.11.2. Kommunal viðurskifti.

25.000

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

2.11.2. Kommunal viðurskifti

2.11.2.06. Studningur til kommunala láni- og
veðhaldsgrunnin - Nýggj høvuðskonto

J

-

-

EYJ

25.000

-

Viðmerkingar 

2.11.2. Kommunal viðurskifti

2.11.2.06. Studningur til kommunala láni- og veðhaldsgrunnin

Í sambandi við, at landsstýrið arbeiðir við eini loysn á kommunuskuldini, verður við hesum søkt um eina eykajáttan uppá 25 mió.kr. sum studningur til kommunala láni- og veðhaldsgrunnin.

Landsstýrið hevur saman við kommununum í eina tíð arbeitt við at finna eina loysn fyri tær mest skuldarbundnu kommunurnar. Í hesum sambandi er ætlanin at nýta pening úr kommunala láni- og veðhaldsgrunninum.

5 ára lániavtalan, sum er gjørd ímillum kommunurnar og teirra lánveitarar, hevur sum eina treyt, at grunnurin hevur eitt innskot uppá 100 mió.kr. fram til 01.12.2000, tá avtalan fer úr gildi.

Landsstýrið og umboð fyri kommunurnar eru samd um, at skuldarbyrðan hjá eini kommunu eigur ikki at vera hægri enn 3 álíkningar við 23% í kommunuskattaprosenti, um hon skal kunna klára sínar uppgávur og skyldur. Fyri at náa hesum setningi, skulu 65 mió.kr. avskrivast hjá 5 kommunum.

Harafturat eru nakrar kommunur, sum liggja líka undir 3 álíkningar, og sum hava eina slíka samanseting av sínum lánum, at neyðugt verður at taka hesar við í eini loysn, soleiðis at eisini hesar kunnu fáa fíggjarligt fótafesti aftur.

Fyri at fremja hesa ætlan, verður neyðugt at tilføra grunninum 25 mió.kr., fyri at hann kann lúka treytirnar í lániavtaluni um, at hann skal hava 100 mió.kr. í innskoti.

Peningurin, sum grunnurin hevur lagt út til ávísar kommunur, verður avskrivaður í grunninum tá lániavtalan gongur út 01.12.2000.

Í góðari tíð er ætlanin at fáa avklárað, um grunnurin skal halda áfram eftir 01.12.2000, og verður tað upp til ta einstøku kommununa, um hon vil verða við í eini felags fígging ella ikki.

Tær kommunur, sum ikki ynskja at verða við í eini felags fígging eftir 01.12.2000, fáa útgoldið helvtina av tí niðurskrivaða partinum av grunninum, sum tær eiga, og hina helvtina 01.12.2005. Útgjaldið skal nýtast at niðurgjalda lán oman fyri eina álíkning.

Tær kommunur, sum ynskja at verða við í eini felags fígging koma at hava láni- og veðhaldsgrunnin sum trygd fyri sínum lánum, og fáa harvið lægri rentu enn annars.

Í láni- og veðhaldsgrunninum verður tískil peningurin hjá teimum kommunum, sum luttaka í felags fíggingini, og helvtin av peninginum hjá hinum kommununum, sum ikki skal útgjaldast fyrr enn 01.12.2005.

Landsstýrið er sinnað at viðvirka til at fáa eina felags endurfígging av kommunalu skuldini, sum skal avloysa núverandi avtalu, sum gongur út 01.12.2000.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

-

25.000

25.000

01. Stuðul

Útreiðslur

-

25.000

25.000

72. Flyting til kommunur

-

25.000

25.000

§ 3. Fíggjarmál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-500

-500

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Fíggjarmál

-500

-

3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m.

-500

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m.

3.15.1.04. Toll- og skattstova Føroya (Rakstrarj.)

J

52.000

-

EYJ

-500

-

 Viðmerkingar

 3.15.1. Fíggjarfyrisiting v.m.

3.15.1.04. Toll- og skattastova Føroya (Rakstrarjáttan)

Í sambandi við, at innanhýsis grannskoðan í Fíggjarmálastýrinum verður flutt til Grannskoðanardeild landskassans, verða útreiðslur uppá 500 tkr. í hesum sambandi fluttar til høvuðskonto 1.10.2.01. (sí annars viðmerkingar til hesa høvðuskonto)

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

52.000

-500

51.500

Útreiðslur

57.978

-500

57.478

Inntøkur

5.978

-

5.978

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

57.978

-500

57.478

11. Lønir o.a.

37.795

-500

37.295

14. Keyp av vørum og tænastum

11.958

-

11.958

15. Keyp av útbúnaði, netto

3.513

-

3.513

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

1.877

-

1.877

19. Ymiskar rakstrarútreiðslur

45

-

45

57. Rentuútreiðslur

-

-

-

75. Skráseting av keyps-MVG

2.790

-

2.790

       

Inntøkur

5.978

-

5.978

21. Søla av vørum og tænastum

50

-

50

61. Skattur og avgjøld

-

-

-

63. Vanligar flytingarinntøkur

5.928

-

5.928

     

§ 8 Almanna- og heilsumál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

       

Túsund kr.

 

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðslur

 

5.720

5.720

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

 

-1.000

-1.000

-

 

Almannamál

4.720

-

8.11.1. Fyrisiting

4.000

-

8.21.1. Fyrisiting

220

-

8.21.6. Eldri og brekað

-

-

8.21.9. Dagstovnar

500

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

8.11.1. Fyrisiting
8.11.1.08. Almanna- og heilsumálastýrið (Rakstrarjáttan)

J

15.320

EYJ

4.000

8.21.1. Fyrisiting
8.21.1.07. Hjálpartólarmiðstøðin (Rakstrarjáttan)

J

2.707

-

EYJ

220

-

8.21.6. Eldri og brekað
8.21.6.02. Bústovnur, serforsorg

J

-

-

EYJ

1.000

-

8.21.6.05. Bústovnur, serforsorg (Løgujattan)

J

4.000

-

Nýtt høvuðskonto nr.

EYJ

-1.000

-

8.21.9. Dagstovnar
8.21.9.01. Dagstovnar

J

56.100

-

EYJ

500

-

Viðmerkingar

8.11.1. Fyrisiting

8.11.1.08. Almanna- og heilsumálastýrið (Rakstrarjáttan)

Innan Almanna- og heilsumálastýrið finnast 5 ymiskar lønarskipanir, ið ikki klára ár 2000 trupulleikan, bæði hvat viðvíkir hard-og software, og tískil ikki kunnu útgjalda løn eftir aldarskiftið. Tað eru uml. 2500 persónar í almanna- og heilsuverkinum, ið fáa løn útgoldna gjøgnum hesar skipanir eftir uml. 25 sáttmálum.

Føroya Gjaldstova er í sambandi við ár 2000 trupuleikan farin undir eina lønarverkætlan við tí endamáli, at allar almennar lønir skulu útgjaldast gjøgnum eina sentrala lønarskipan, ið Føroya Gjaldstova skal umsita. Føroya Gjaldstova hevur havt ætlanir um, at henda nýggja skipan skuldi takast í nýtslu við endan av ár 1999, men verkætlanin verður fyrst liðug ultimo ár 2000.

Tann desentrali parturin, t.v.s. tímauppsparing- og vaktarskipanir, skal Almanna- og heilsumálastýrið sjálvt standa fyri gerð av og umsita. Skipanirnar innan almanna- og heilsuverkið eru rættiliga kompliseraðar, tí bróðurparturin av teimum, ið fáa løn, arbeiða í skiftandi vaktum. Lønarskipanin umfatar tí umframt lønarútrokning og lønarútgjalding eisini skipanir til vaktarskráseting, tímarapportering og budgeteftirlit.

Almanna- og heilsumálastýrið hevur kannað møguleikarnar fyri at loysa ár 2000 trupuleikan við verandi skipanum, og ein føroysk fyritøka er biðin um at geva tilboð uppá hetta arbeiðið. Harafturat skulu tær 4 gomlu lønarmaskinurnar skiftast út við eina felags lønarmaskinu, ið verður leigað. Ætlanin er, at partar av almannaumsitingini eisini skulu koyra á somu maskinu. Brúk verður fyri 1 mió. kr. afturat til trygging av ár 2000 trupuleikanum.

Ár 2000 tryggingin av teimum gomlu skipanunum er ein fyribils loysn. Neyðugt verður tí beinanvegin at fara undir at útvega eina nýggja, tíðarhóskandi desentrala skipan til Almanna- og heilsumálastýrið, ið samstundis er eitt fíggjarstýringaramboð hjá stovnunum viðvíkjandi nýtslu av lønarkrónum og tímauppsparing. Almanna- og heilsumálastýrið hevur kannað eina slíka skipan, og verkætlanin kemur at kosta uml. 6 mió kr yvir 2 ár.

Sostatt verður brúk fyri 4 mió kr. í alt eyka í ár til ár 2000 trupulleikan og nýggja lønarskipan.  

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

15.320

4.000

19.320

Útreiðslur

15.320

4.000

19.320

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

14.030

-

14.030

Útreiðslur

14.030

-

14.030

11. Lønir v.m.

10.595

-

10.595

14. Keyp av vørum og tænastum

2.821

-

2.821

15. Keyp av útbúnaði, netto

43

-

43

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

-

-

-

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

-

-

.

54. Stuðul til annað virksemi

-

-

-

75. Keyps-MVG

30

-

30

21. Ráðgeving í sambandi við krígssiglara endurgj.

Nettoútreiðsla

-

-

-

Útreiðslur

-

-

-

14. Keyp av vørum og tænastum

-

-

-

75. Keyps-MVG

-

-

-

22. Ráð og nevndir

Nettoútreiðsla

290

-

290

Útreiðslur

290

-

290

54. Stuðul til annað virksemi

290

-

290

24. Lønarskipan

Nettoútreiðsla

1.000

4.000

5.000

Útreiðslur

1.000

4.000

5.000

14. Keyp av vørum og tænastum

800

3.200

2.000

15. Keyp av útbúnaði, netto

-

2.000

2.000

75. Keyps-MVG

200

800

1.000

8.21.1.07. Hjálpartólamiðstøðin (Rakstrarjáttan)

Hjálpartólamiðstøðin eigur tveir bilar, har tann eini frá 1988 er uppslitin og rustaður. Neyðugt er at útvega Hjálpartólamiðstøðini eykajáttan til keyp av einum nýggjum bili á 220 t.kr.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

2.707

220

2.927

Útreiðslujáttan

2.707

220

2.927

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

2.707

220

2.927

Útreiðslur

2.707

220

2.927

11. Lønir v.m.

1.782

-

1.782

14. Keyp av vørum og tænastum

315

-

315

15. Keyp av útbúnaði, netto

132

-

132

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

423

176

599

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

5

-

.

75. Keyps-MVG

50

44

93

8.21.6. Eldri og brekað

8.21.6.02. Bústovnur, serforsorg

Í samband við at játtanin í 1998 skuldi nýtast til stovnsfæ til sjálvsognarstovnin "Sambýlir", bleiv henda høvuðskonto í eykajáttanarløgtingslógin fyri desember 1998 broytt frá at vera "løgujáttan", til at vera "onnur játtan".

Av tí at endaliga fíggjarlógin fyri 1999 varð avgreidd, áðrenn eykajáttanaruppskotið fyri desember 1998 varð samtykt. stendur í fíggjarlógini fyri 1999, at henda høvuðskonto er "løgujáttan" við einari játtan uppá 4 mió. kr. Tí er neyðugt at upprætta nýtt høvuðskonto nr. til játtanina í 1999 (sí høvuðkonto 8.21.6.05).

Fluttar verða 1. mió. kr. frá 8.21.6.05. til hesa høvuðskonto, sum skal setast í sjálvsognarstovnin "Sambýlir". Sjálvsognarstovnurin hevur til endamáls at keypa hús til serforsorgarøkið. Játtanin skal nýtast til stovnsfæ, og verður upphæddin ein partur av fíggingini til tey hús, sum ætlanin er at keypa.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

-

1.000

1.000

10. Stuðul

Útreiðslur

-

1.000

1.000

54. Stuðul til annað virksemi

-

1.000

1.000

 

8.21.6.05. Bústovnur, serforsorg (Løgujáttan)

Hetta er nýggja høvuðskonto nr. til løgujáttanina í 1999.

1. mió. kr. verður flutt til høvuðskonto 8.21.6.02. "Bústovnur, serforsorg (onnur játtan), sum skulu setast í sjálvsognarstovnin "Sambýlir". Ætlanin er at nýta restjáttanina til bygging av einum nýggjum landsstovni í norðoyggjum.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

4.000

-1.000

3.000

10. Bústovnur

Útreiðslur

4.000

-1.000

3.000

31. Býgging og løguframleiðsla

640

-

640

32. Útvegan av løgu o.ø.

3.200

-1.000

2.200

75. Keyps-MVG

160

-

160

8.21.9. Dagstovnar

8.21.9.01. Dagstovnar

Fyri at nøkta bráfeingis tørvinum á barnaansingarøkinum er brúk fyri eini eykajáttan á kr. 500.000 til rakstrarstað 8.21.9. "Dagstovnar". Eykajáttanin, sum verður latin til nýtt virksemi í 1999, er treytað av, at ikki meir peningur frá landskassanum verður settur av til økið í fíggjarárinum 1999. Landsstýrismaðurin í almannamálum vil tó ikki forða kommunum sjálvum at fíggja nýtt virksemi í 1999, tí lógarheimild er til hetta í verandi almannalógum. Í sambandi við skipan av barnaansingarøkinum í framtíðini hevur Almanna- og heilsumálastýrið sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við uppskoti at broyta uppgávu-, ábyrgdar- og fíggjarbýtið millum land og kommunu at seta í gildi fyri næsta fíggjarár.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

56.100

500

56.600

01. Vanligt virksemi

Útreiðslur

56.100

500

56.600

54. Stuðul til annað virksemi

20.400

200

20.600

72. Flytingar til kommunur

35.700

300

36.000

1. viðgerð  11. mars 1999.  Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 16. apríl legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Karsten Hansen legði málið fram 2. mars 1999, og eftir 1. viðgerð 11.mars 1999 varð málið beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 25., 29., 30. mars 1999. Nevndin hevur í sambandi við viðgerðina havt fund við Helenu Dam á Neystabø um § 8 í uppskotinum og við Býarfelagið, Føroya Kommunufelag og løgmann um § 2: Kommunal viðurskifti.

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, greiddi nevndin frá teimum eykajáttanum, sum skotið var upp undir § 8: 1. Lønarskipan, 2. Bil til Hjálpitólarmiðstøðina, 3. Eldri og brekað og 4. Dagstovnar. Fíggjarnevndin tekur undir við, at veita hesar eykajáttanir.

Fíggjarnevndin er samd um, at rættast hevði verið um kommunurnar, sum eigarar av veðhaldsgrunninum, sjálvar samdust um eina framtíðar loysn á skuldartrupulleikunum. Fyri ikki at forða gongdini í málinum, nú landsstýrið hevur tikið stig til at hjálpa kommununum ávegis, tekur ein samd nevnd tó undir við uppskotinum um at játta veðhaldsgrunninum umbidnu 25 mió. kr., so at hann lýkur treytirnar í lániavtaluni og tí framvegis hevur 100 mio. kr í innskoti fram til 01.12.2000, tá avtalan millum kommunurnar og teirra lánveitarar fer úr gildi.

Nevndin er tó varug við, at tað eru nakrar kommunur, sum liggja líka undir 3 álíkningar, og sum hava eina slíka samanseting av sínum lánum, at neyðugt er at taka hesar við í eini loysn soleiðis, at tær eisini fáa fíggjarliga fótafestið aftur.

Samhaldsfasta kreppuloysnin var, sum víst til omanfyri, ikki ein fyrimunur fyri allar kommunurnar. Tað er tí neyðugt, at landsstýrið ikki leggur stein oman á byrðu fyri hesar kommunur, ætlar landsstýrið at røkka eini nøktandi skuldarloysn fyri tær.

Mælt verður tí landsstýrinum at virka fyri, at kommunurnar í semju finna eina loysn, ið hjálpir teimum ringast støddu kommununum, sum hava ólagalig og tung lán at dragast við og sum hava havt stóran fíggjarligan miss orsakað av, at tær tóku undir við samhaldsføstu kreppulánsloysnini.

Landsstýrismaðurin í kommunumálum hevur á fundi í fíggjarnevndini kunnað um truplu støðuna, sum omanfyrinevndu kommunur undir tríggjar álíkningar eru í. Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at landsstýrið er í samráðingum við teir lánveitarar og tær kommunur, sum hava mest tyngjandi lánitreytirnar fyri nevndu kommunur. Endamálið er at fáa lagaligari rentu- og avdráttarskipanir.

Fíggjarnevndin vísir á, at uppskot landsstýrisins at sanera kommunuskuld fyri 65 mio. kr úr kreppulánsgrunninum er treytað av, at lógin um kommunala kreppulánsgrunnin verður broytt. Uppskot landsstýrisins er tí fyrsta stigið í eini roynd at náa eini felags loysn á skuldartrupulleikunum hjá kommununum. Av somu orsøk eru enn nógvir ósvaraðir spurningar, sum landsstýrið saman við kommununum má fáa greiðu á og semju um. M.a. framtíðarstøðuna hjá veðhaldsgrunninum, ræðisrættindi, eftirlit og hvørjar treytir annars skulu vera galdandi fyri tær kommunur, sum framyvir skulu hava pening úr grunninum.

Fíggjarnevndin er annars samd um, at kommunala eftirlitið skal hava vakið eyga við, at kommunur ikki ótálmað økja sínar rakstrarútreiðslur, samstundis sum tað er sera átrokandi at fáa loysn á skuldartrupulleikunum.

Við hesum viðmerkingum mælir ein samd nevnd løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 20. apríl 1999. Uppskotið samtykt 24-1-2. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt   uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 23. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-2-1. Málið avgreitt.

Ll.nr. 47/1999 frá 10.05.1999