1-4 Uppskot til eykajáttanarlóg oktober 1998 - 2
Ár 1998, 27. oktober, legði Henrik Old, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi
Uppskot
til
eykajáttanarlóg oktober 1998 - 2
Almennar viðmerkingar
Í fíggjarløgtingslógini fyri 1998 er játtað 1 mió. kr. til høvuðskonto 4.38.2.21. Stuðul til útoyggjar. Landsstýrið legði í vár fram lógaruppskot, um hvussu játtanin skal umsitast, men av tí, at val varð útskrivað, fall lógaruppskotið burtur. Nú so langt er liðið út á árið, uttan at lógarreglur eru gjørdar um umsiting av játtani, fer Javnaðarflokkurin at leggja lógaruppskot fyri tingið hesum viðvíkandi. Játtanin verður ikki øll brúkt í 1998, og mælt verður tí til, at lækka játtanina til hesa høvuðskonto við kr. 350.000,- og flyta upphæddina til høvuðskonto 4.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka), og hækka játtanina til Oyggjaleiðir við 350.000 kr. soleiðis, at "Smyril" ger tveir túrar meira um vikuna á Suðuroyarfarleiðini, har annar verður sigldur á Vág.
A. YvirlitJáttanaryvirlit
Túsund kr. | Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan | - |
- |
- |
Inntøkuætlan | - |
- |
- |
Løguætlan | - |
- |
- |
Samferðsla og samskifti . | - |
- |
4.38.2. Samferðsla | - |
- |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
tús. kr. |
|||
4.38.2. Samferðsla | |||
4.38.2.01 Strandfaraskip landsins (Landsfyritøka) | J |
43.800 |
- |
EYJ |
350 |
- |
|
4.38.2.21. Stuðul til útoyggjar | J |
1.000 |
- |
EYJ |
-350 |
- |
Viðmerkingar
4.38.2. Samferðsla
4.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka)
Játtanin verður hækkað í 1998 við kr. 350.000, so "Smyril" kann gera
tveir túrar meira um vikuna á Suðuroyarfarleiðini, har annar verður sigldur á Vág.
Uppgerð av nettotølum
tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Inntøkur |
67.600 |
- |
67.600 |
Felags fyrisiting |
500 |
- |
500 |
Oyggjaleiðir |
38.400 |
- |
38.400 |
Bygdaleiðir |
20.000 |
- |
20.000 |
Farmaflutningur á landi |
8.700 |
- |
8.700 |
Uttanlandaflutningur |
- |
- |
- |
Játtan |
43.800 |
350 |
44.150 |
Útreiðslur |
111.400 |
350 |
111.750 |
Felags fyrisiting |
15.200 |
- |
15.200 |
Oyggjaleiðir |
58.300 |
350 |
58.650 |
Bygdaleiðir |
25.000 |
- |
25.000 |
Farmaflutningur á landi |
12.900 |
- |
12.900 |
Uttanlandsflutningur |
- |
- |
- |
Rentur og avskrivingar |
- |
- |
- |
Nettotal |
0 |
0 |
0 |
Sundurgreinað ætlan
tús. kr. | J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan | 43.800 |
350 |
44.150 |
Útreiðslur | 111.400 |
350 |
111.750 |
Inntøkur | 67.600 |
- |
67.600 |
20. Vanligt virksemi | |||
Útreiðslur | 111.400 |
350 |
111.750 |
11. Lønir o.a. | 44.300 |
300 |
44.600 |
14. Keyp av vørum og tænastum | 47.900 |
50 |
47.950 |
15. Keyp av útbúnaði, netto | 1.000 |
- |
1.000 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattir | 17.700 |
- |
17.700 |
32. Útvegan av annleggi | 500 |
. |
500 |
Inntøkur | 67.600 |
- |
67.600 |
21. Søla av vørum og tænastuveitingum | 67.600 |
- |
67.600 |
Stuðul til útoyggjar
Játtanin verður ikki øll nýtt í 1998, kr. 350.000 verða tí fluttar til
høvuðskonto 4.38.2.01 Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka).
Sundurgreinað ætlan
tús. kr. | J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan | 1.000 |
-350 |
650 |
01. Stuðul |
|||
Útreiðslur | 1.000 |
-350 |
650 |
54. Stuðul til annað virksemi | 1.000 |
-350 |
650 |
1. viðgerð 30. oktober 1998. Málið beint í
fíggjarnevndina, sum tann 26. november 1998 legði fram soljóðandi
Málið var lagt fram av Javnaðarflokkinum tann 27. oktober 1998 og varð eftir 1. viðgerð tann 30. oktober 1998 beint í fíggjarnevndina.
Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, ið snýr seg um at veita eina eykajáttan í 1998 uppá kr. 350.000 til Strandfaraskip Landsins, soleiðis at "Smyril" ger tveir túrar meira um vikuna á Suðuroyarfarleiðini. Upphæddin verður tikin av kontoini "Stuðul til útoyggjar", sum lækkar samsvarandi. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Finnboga Arge, landsstýrismann.
Fíggjarnevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Jørgen Niclasen, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Sámal Petur í Grund og Lisbeth L. Petersen) vísir á, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at "Smyril" í komandi ferðaætlan fer at økja um túratalið til Suðuroyar. Meirilutin vísir eisini á, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at kanningarnar verða gjørdar í samband við at dagføra Suðuroyarfarleiðina, og heldur meirilutin, at bíðað eigur at verða eftir hesum kanningarúrslitum, áðrenn støða verður tikin til at broyta verandi Suðuroyarsigling. Meirilutin ivast í, um tað er rætt at taka pening frá útoyggjunum til eykatúrar til Suðuroyar seint í árinum, heldur enn at gera eina heildarloysn fyri farleiðina. Fyriliggjandi uppskot kemur at forða fyri eini heildarloysn. Meirilutin setir tí einki uppskot fram.
Minnilutin (Vilhelm Johannesen og Flemming Mikkelsen) tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja fyriliggjandi uppskot.