Eykajáttanarlóg august 1998


1-2
Uppskot til eykajáttanarlóg fyri august 1998

A. Upprunauppskot
B. 1. Viðgerð
C. Álit
D. Broytingaruppskot § 2
E. Broytingaruppskot § 7
F. 2. viðgerð
G.. 3. viðgerð

    
  

Ár 1998, týsdagin 4. august 1998 legði Karsten Hansen, landsstýrissmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi:

Uppskot
til
eykajáttanarlóg fyri august 1998

Innihald

 

Almennar viðmerkingar *

§ 2. Løgmansfyrisiting v.m. *

2.11.1. Fyrisiting *
2.11.1.2. Løgmansskrivstovan (Rakstrarjáttan) *

§ 7. Útbúgving og gransking o.a. *

7.23.2. Fólkaskúlin v.m. *
7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan) *

Almennar viðmerkingar

Hjáløgd er triðja eykajáttanarlóg sum løgd verður fyri tingið fyri fíggjárárið 1998. Sjálvstýrismál er nýtt øki og krevur tískil eina serstaka játtan. Eykajáttan fyri meirkostnaðin í ár av nýggju fólkaskúlalógini varð fyrst søkt um við einum fíggjarnevndarskjali, tí mett varð at málið hevði skund.

Karsten Hansen
landsstýrismaður

 

/

Petur Alberg Lamhauge
fíggjarmálastjóri

 

 

Høvuðsyvirlit

 

§ 2. Løgmansfyrisiting v.m.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

2.014

2.014

-

Inntøkuætlan

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Felagsútreiðslur

2.014

-

2.11.1. Fyrisiting.

2.014

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

2.11.1. Fyrisiting

2.11.1.02. Løgmansskrivstovan (Rakstraráttan)

J

13.948

500

EYJ

2.014

-

Viðmerkingar

000000 

2.11.1. Fyrisiting

2.11.1.2. Løgmansskrivstovan (Rakstrarjáttan)

Sjálvsstýrismál eru nýtt málsøki í landsstýrinum.

Endamálið er at samskipa arbeiðið við at skipa Føroyar sum fullveldi sambært málsetninginum hjá landsstýrissamgonguni. Høvuðsuppgávurnar eru:

at útgreina og gera uppskot til ein nýggjan sáttmála millum Danmark og Føroyar
at útgreina og gera uppskot til búskaparliga uppgerð og skiftisskipan millum Føroyar og Danmark
at fyrireika samráðingar við donsku stjórnina um sáttmála
at skipa fyri arbeiðnum at gera grundlóg fyri Føroyar
at útgreina lóggávutørv, umsitingarligan tørv og fíggjarligan tørv innan tey málsøki, sum Føroyar ikki umsita í dag
at skipa fyri upplýsing í sbd. við ætlaðu broytingarnar og komandi fólkaatkvøður

Arbeiðið er mett at vara uml. 2 ár.

Ætlanin er eisini at skipa fyri eini ráðstevnu um smátjóðir í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.

Omanfyristandandi viðmerkingar kunnu vísast soleiðis:

 

Upphædd

Tíðaravmarkað fulltrúastarv

+100

Uttanhýsis serkunnleiki

+734

Grundlógarnevnd

+780

Upplýsing, íroknað ráðstevnu

+400

 

+2.014

Á eini komandi játtanarlóg verða sparingar gjørdar á Løgmansskrivstovuni svarandi til hesa eykajáttan.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

13.448

+2.014

15.462

Útreiðslur

13.948

+2.014

15.962

Inntøkur

500

-

500

20. Vanligt virksemi

Útreiðslur

12.648

12.648

11. Lønir o.a.

7.886

7.886

14. Keyp av vørum og tænastum

4.146

4.146

75. Skráseting av keyps-MVG

616

616

Inntøkur

500

500

21. Søla av vørum og tænastum

500

500

21. Nýskipan

Útreiðslur

600

600

14. Keyp av vørum og tænastum

500

500

75. Skráseting av keyps-MVG

100

100

22 Kanning í U.S.A

Útreiðslur

300

300

11. Lønir o.a.

300

300

23. Nevndir

Útreiðslur

400

400

11. Lønir o.a.

250

250

14. Keyp av vørum og tænastum

120

120

75. Skráseting av keyps-MVG

30

30

24. Sjálvsstýrismál

Útreiðslur

0

2.014

2014

11. Lønir o.a.

0

900

900

14. Keyp av vørum og tænastum

0

891

891

75. Skráseting av keyps-MVG

0

223

223

Starvsfólkayvirlit

 

J

EYJ

J+EYJ

       

Lønarflokkur 36 ella hægri

6

1

7

Onnur

16,5

2

18,5

Tal av fulltíðarstørvum

22,5

3

25,5

Lønarpartur (mió. kr.)

7,9

0,9

8,8

Ætlanin er at seta ein formann fyri grundlógarnevndina í fulltíðarstarv, so leingi nevndin virkar. Somuleiðis er ætanin at seta ein fulltíðarsettan jurist sum skrivara. Harafturat kemur 1 fulltrúi til at samskipa arbeiðið í umsitingini og løn til uttanhýsis serkunnleika.

§ 7. Útbúgving og gransking o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

4.010

4.010

-

Inntøkuætlan

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Útbúgving og gransking

4.010

-

7.23.2. Fólkaskúlin v.m..

4.010

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.

7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan)

J

137.419

-

EYJ

4.010

-

Viðmerkingar

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.

7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan)

1. august 1998 kemur nýggja fólkaskúlalógin í gildi, og samstundis fer løgtingslóg nr. 21 frá 22. mars 1979 úr gildi.

Sambært nýggju fólkaskúlalógini verður í skúlaárinum 1998/99 byrjað við enskum í 5. flokki. Hetta krevur fleiri undirvísingartímar til næmingarnar. Metti kostnaðurin av hesi broyting er kr. 350.000 í 1998.

Eisini fer at verða loyvt kommununum at seta á stovn forskúlaflokkar. Mett verður ikki, at skipanin við forskúlaflokkum veruliga fer at virka fyrr enn í fyrsta lagi 1. august 1999, men forskúlaflokkar eru tó í Sankta Frants skúla, og verða hesir frá 1. august 1998 goldin av játtanini til fólkaskúlan. Mett verður, at hetta fer at kosta uml. kr. 200.000 í 1998.

Umframt tað beinleiðis økta virksemið, sum nýggja fólkaskúlalógin hevur við sær, verður mett, at verandi lærarar eiga at fáa tilboð um eftirútbúgving bæði í sambandi við nýggj lærugreinatilboð og øðrvísi undirvísingarhátt. Neyðugt verður soleiðis at styrkja um eftirútbúgvingina av lærarunum. Um eftirútbúgvingin verður økt við 10 vikarpørtum, fer hetta at kosta uml. kr. 800.000 í 1998.

Ein skúlavegleiðaraskipan er klár at seta í verk. Stórur tørvur er á hesi skipan, sum er ætlað at geva næmingunum eitt betri støði undir støðutakanini til, hvat farast skal undir eftir loknan fólkaskúla. Kostnaðurin av hesi skipan veldst um hvønn tímaniðurskurð skúlavegleiðararnir fáa fyri hetta arbeiði. Hetta er ein spurningur millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, men mett verður, at kostnaðurin í 1998 verður uml. kr. 250.000.

Uppskot um eina KT-verkætlan, ið er ein av fortreytunum fyri, at næmingar fólkaskúlans verða førir fyri at fara út í vinnulívið eftir lokna skúlagongd, liggur klár at seta í verk, samstundis sum nýggja fólkaskúlalógin kemur í gildi. Kostnaðurin av hesi verkætlan verður í 1998 mettur til kr. 1.410.000.

Skúlabókabókasavnið er eitt sera væl hóskandi amboð til at fremja endamál fólkaskúlans, av tí at tað við fjølbroytta tilfari sínum kann gerast sjálvt arbeiðsstøðið undir næmingalagaðari undirvísing og miðlin hjá tí einstaka næminginum við sjálvsvirksemi at loysa ávísar uppgávur. Skúlabókasavnið kemur støðugt at fáa størri og størri týdning sum námsfrøðiligur tænastudepil, ikki minst við teimum nógvu og nýggju møguleikunum sum kunningartøknin veitir. Til at røkka hesum máli verður skúlabókasavnið stigvíst skipað sum námsfrøðiligur tænastudepil. Kostnaðurin av hesari ætlan verður mett til kr. 1.000.000 í 1998.

Samlaði eykafíggjartørvurin til virksemið í fólkaskúlanum vegna omanfyri standandi tiltøk er í 1998 mettur til kr. 4.010.000.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

137.419

4.010

141.429

01. Stuðul

     
       

Útreiðslur

137.419

4.010

141.429

11. Lønir o.a.

136.729

4.010

140.739

14. Keyp av vørum og tænastum

615

-

615

75. Skráseting av keyps-MVG

75

-

75

       

 

1. viðgerð 7. august 1998. Málið beint í fíggjarnevndinasum 14. august 1998 legði fram soljóðandi

Álit

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 4. august 1998 og er eftir 1. viðgerð tann 7. august 1998 beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, ið snýr seg um eykajáttan til løgmansskrivstovuni til málsøkið "sjálvstýrismál" og til fólkaskúlan. Í almennu viðmerkingum í málinum stendur at: "Eykajáttan fyri meirkostnaðin í ár av nýggju fólkaskúlalógini varð fyrst søkt um við einum fíggjarnevndarskjali, tí mett varð at málið hevði skund". Fíggjarnevndin hevur ikki fingið nakað fíggjarnevndarskjal við umsókn um eykajáttan til fólkaskúlan fyri fíggjarárið 1998.

Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismenninar Høgna Hoydal og Signar á Brúnni, til tess at lýsa málið betur.

Viðvíkjandi grein 2. Løgmansfyrisiting v.m.

Landsstýrismaðurin hevur upplýst fyri nevndini, at ætlanin var at byrja alt arbeiði 1. september 1998 og er upphæddin til eykajáttanina roknað fyri eitt 4 mánaðarskeið, men roknast kann ikki við at alt atbeiði byrjar tá. Viðvíkjandi grundlógarnevndini upplýsti landsstýrismaðurin, at landsstýrið fer at leggja lógaruppskot fyri løgtingið um at seta grundlógarnevnd, og við teimum tíðarfreistum, sum eru ásettar í tingskipani kann ikki roknast við, at grundlógarnevndin verður sett fyrrenn 1. oktober 1998. Heldur ikki kann roknast við, at tíðaravmarkaða fulltrúastarvið verður sett fyrrenn 1. oktober 1998. Viðvíkjandi ráðstevnuni um smátjóðir, upplýsti landsstýrismaðurin, at henda stevna verður í 1999, men neyðugt er at játta Fróðskaparsetur Føroya, sum skal skipað fyri stevnuni, pening í 1998 til fyrireikingararbeiði.

Nevndin hevur undir viðgerðini av hesi grein býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Páll á Reynatúgvu, Annita á Fríðriksmørk og Sámal Petur í Grund) vísir á, at landsstýrið í uppskotinum sigur, at á eini komandi játtanarlóg verða sparingar gjørdar á Løgmansskrivstovuni svarandi til hesa eykajattan. Meirilutin mælir til, at lækka upphæddina til eykajáttanina við kr. 355.000 til kr. 1,659 mió. Broytingin er henda:

Tíðaravmarkað fulltrúastarv, lækkar við kr. 25.000

sett til kr. 75.000

Uttanhýsis serkunnleiki verður óbroytt

kr. 734.000

Grundlógarnevnd, lækkar við kr. 180.000

sett til kr. 600.000

Upplýsing, íroknað ráðstevnu, lækkar við kr. 150.000

sett til kr. 250.000

Eykajáttan tilsamans

kr. 1.659.000

Samsvarandi hesum, setir meirilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 2. Løgmansfyrisiting v.m. verða gjørdar hesar broytingar:

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

1.659

1.659

-

Inntøkuætlan

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Felagsútreiðslur

1.659

-

2.11.1.Fyrisiting.

1.659

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

2.11.1. Fyrisiting
2.11.1.02. Løgmansskrivstovan (Rakstraráttan)

J

13.948

500

EYJ

1.659

-

Viðmerkingar

2.11.1. Fyrisiting

2.11.1.2. Løgmansskrivstovan (Rakstrarjáttan)

 

Upphædd

Tíðaravmarkað fulltrúastarv

+75

Uttanhýsis serkunnleiki

+734

Grundlógarnevnd

+600

Upplýsing, íroknað ráðstevnu

+250

 

+1.659

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

13.448

+1.659

15.107

Útreiðslur

13.948

+1.659

15.607

Inntøkur

500

-

500

 

24. Sjálvsstýrismál

Útreiðslur

0

1.659

1.659

11. Lønir o.a.

0

695

695

14. Keyp av vørum og tænastum

0

74l

741

75. Skráseting av keyps-MVG

0

223

223

Starvsfólkayvirlit

 

J

EYJ

J+EYJ

       

Lønarflokkur 36 ella hægri

6

1

7

Onnur

16,5

2

18,5

Tal av fulltíðarstørvum

22,5

3

25,5

Lønarpartur (mió. kr.)

7,9

0,7

8,6

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) metir ikki tað er rætt, at landskassin skal bera útreiðslurnar fyri eini landsumfatandi fullveldisagitatión og tekur sostatt ikki undir við uppskotinum til eykajáttanina kr. 2.014.000 til nýggja málsøkið sjálvstýrismál í landsstýrinum.

Viðvíkjandi uppskotnari eykajáttan kr. 2,014 mió. til grein 2. Løgmansfyrisiting v.m. kann ein minniluti í nevndini (Vilhelm Johannesen) ikki taka undir við, at nevnda eykajáttan verður givin.

Minnilutin heldur, at uppskotna játtanin ber brá av almennum stuðli til politiskt arbeiði og politiska upplýsing, sum tó er avmarkað til bert at fevna um sjónarmiðini hjá teimum trimum flokkunum í samgonguni.

Í hesum sambandi vísir minnilutin á uppskot javnaðarfloksins um setan av stjórnmálanevnd. Sambært uppskotinum skuldi stjórnmálanevndin hava 13 limir. Soleiðis skuldu allir flokkar á tingi og landsstýrið fáa sína umboðan í nevndini. Eisini skuldi nevndin mannast við serfrøðingum.

Um uppskotið hjá javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd varð samtykt, so vildi hetta sjálvandi eisini kostað almennan pening, men samstundis vildi tann loysnin tryggja, at øll tey politisku sjónarmiðini komu til orðað.

Vísandi til frammanfyristandandi kann minnilutin (Vilhelm Johannesen) ikki taka undir við uppskotinum frá landsstýrinum, men vil Javnaðarflokkin seinni í tingsetuni seta framaftur uppskot sítt um setan av stjórnmálanevnd.

Viðvíkjandi grein 7. Útbúgving og gransking o.a.

Nevndin hevur undir viðgerðini av hesi grein býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Páll á Reynatúgvu, Annita á Fríðriksmørk, Sámal Petur í Grund og Vilhelm Johannesen) vísir á at meginreglan er, at eykajáttanir skulu verða innan karmarnar á fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin hevur yvir fyri nevndini upplýst, at karmarnir hjá fólkaskúlanum eru so treingir, at tað er ógjørligt at finna sparingar til endamálini, uppskotið til eykajáttan snýr seg um. Landsstýrið biður í uppskotinum um eykajáttan uppá kr. 4,010 mio., men meirilutin mælir til, at veitt verður eykajáttan uppá tilsamans kr. 2,010 mió til hesi endamál:

Ensk undirvísing í 5. flokki

kr. 350.000

Skúlavegleiðaraskipan

kr. 250.000

KT-verkætlan

kr. 1.410.000

Eykajáttan tilsamans kr. 2.010.000

Viðvíkjandi KT-verkætlanini er upplýst, at sambært álitið um verkætlanina, sum landsstýrismaðurin hevur fingið gjørt, skulu kr. 900.000 nýtast til stuðul til kommunur at keypa teldur fyri.

Nýggja fólkaskúlalógin er ein karmur, sum skal fyllast út. Hetta hendir ikki eftir eindum degi, men meirilutin heldur, at parturin, sum meirilutin mælir til at játta, er neyðugur nú, meðan mælt verður til at tann partur av uppskotinum, sum meirilutin ikki tekur undir við, verður tikið upp í samband við viðgerðina av fíggjarlógina fyri 1999.

Samsvarandi hesum, setir meirilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 7. Útbúgving og gransking o.a. verða gjørdar hesar broytingar:

§ 7. Útbúgving og gransking o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

2.010

2.010

-

Inntøkuætlan

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Útbúgving og gransking

2.010

-

7.23.2. Fólkaskúlin v.m..

2.010

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.
7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan)

J

137.419

-

EYJ

2.010

-

Viðmerkingar

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.

7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan)

Viðmerkingarnar viðvíkjandi forskúlaflokkum, eftirútbúgving av lærarum og skúlabókasavn verða strikaðar.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

137.419

2.010

139.429

20. Fólkaskúlin

     
       

Útreiðslur

137.419

2.010

139.429

11. Lønir o.a.

136.729

1.110

137.839

14. Keyp av vørum og tænastum

615

-

615

54. Stuðul til annað virksemi

-

900

900

75. Skráseting av keyps-MVG

75

-

75

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) mælir til, at spurningurin um størri útreiðslur til nýtt virksemi í sambandi við nýggju fólkaskúlalógina verður tikin uppaftur tá uppskot til fíggjarlóg fyri 1999 verður viðgjørt. Men minnilutin ásannar, at tað er neyðugt nú at játta pening, soleiðis at enskundirvísing í 5. flokki kann byrja við skúlaársbyrjan 1998. Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 7. Útbúgving og gransking o.a. verða gjørdar hesar broytingar:

§ 7. Útbúgving og gransking o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

350

350

-

Inntøkuætlan

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Útbúgving og gransking

350

-

7.23.2. Fólkaskúlin v.m..

350

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.
7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan)

J

137.419

-

EYJ

350

-

Viðmerkingar

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.

7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan)

Viðmerkingarnar viðvíkjandi forskúlaflokkum, eftirútbúgving av lærarum, skúlavegleiðaraskipan, KT-verkætlan og skúlabókasavn verða strikaðar.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

137.419

350

137.769

20. Fólkaskúlin

     
       

Útreiðslur

137.419

350

13.769

11. Lønir o.a.

136.729

350

138.189

14. Keyp av vørum og tænastum

615

-

615

75. Skráseting av keyps-MVG

75

-

75

       

 

2. viðgerð 18. august 1998. Broytingaruppskot til § 2 frá meirilutanum í fíggjarnevndini samtykt við 18-5-5 atkvøðum. Broytingaruppskot til § 7 frá einum minniluta í fíggjarnevndini fall við 5-6-17 atkvøðum. Broytingaruppskot til § 7 frá meirilutanum samtykt við 23-5-0 atkvøðum. Uppskotið soleiðis broytt samtykt við 23-0-5 atkvøðum. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan aatkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 28. august 1998. Uppskotið, soleiðis sum tað var samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-10-0.

Løgtingslóg nr. 73/1998
frá 15.09.1998