19 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til
flutning av fiski
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D.
Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2001, 8. november, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski§ 1
Í løgtingslóg nr. 14 frá 3. mars 1999 um stuðul til flutning av fiski, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 27. apríl 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
"§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at útgjalda
stuðul til flutning av feskum, virkaðum fiski frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har
firðir ella sund skilja.
Stk. 2. Stuðulin fevnir eisini um virkaða livur og rogn.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at útgjalda upp til 250.000,- kr.
í stuðli til flutning av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til
framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja."
Stk. 4. Stuðul verður ikki latin til flutning av alifiski."
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.
Almennar viðmerkingar:
Sambært løgtingslóg nr. 63 frá 27. apríl 2001 fer § 2 úr gildi 31. desember 2001.
Hettar lógaruppskot verður sett fram, soleiðis at studningarnir ásettir í § 2 kunnu halda fram.
Eitt høvðusendamálið við løgtingslógini var frá byrjan at líkastilla fiskakeyparar í øllum økjum, tá talan var um at flyta fisk, keyptur á uppboðssølu til virkingar, yvir firðir ella sund. Seinni er lógin broytt soleiðis, at eisini fiskur, keyptur á landingarmiðstøð, kemur undir flutningsstuðul.
Flutningsstuðulin er ásettur í kunngerð. Galdandi kunngerð er nr. 111 frá 3. august 2001 um stuðul til flutning av fiski. Í kunngerðini eru ásettir hesir fýra studningar:
Studningarnir 1 og 2 eru sambært lógini ikki tíðaravmarkaðir, meðan studningarnir 3 og 4 fara úr gildi 31. desember 2001. Fyriliggjandi uppskot setur í gildi aftur 3 og 4, tó verður 4 at fara úr gildi aftur 31.desember 2002, meðan 3 ikki verður tíðaravmarkaður.
Við 4) flutningur av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslu til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja, hevur eitt hámark upp á kr. 200.000 verið. Í 2001 eru vit komin upp á hámarkið, og meira verður ikki útgoldið í inniverandi ári eftir hesi grein. Ætlanin er í kunngerðini at lækka stuðulsupphæddinar fyri hvørt kilo av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslu til framleiðsluvirki, samstundis sum skotið er upp at hækka hámarkið frá 200.000 til 250.000. Grundin til, at stuðulin fyri hvørt kg kann lækkast, er, at flutningur frá frystigoymslu er lættari at skipa, so at flutningstólini verða betur útnyttað og tí kostnaðurin fyri hvørt kg minni.
Eftir hesi lóg er tað stuðul nr. 2 til flutning av fiski frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja, sum er nógv størstur í nøgd og fer sjálvsagt eisini við flestu stuðulskrónunum. Talva 1 vísir flutningin av fiski, sum kemur undir flutningsstuðul, býttan á stuðulsslag fyri fyrstu sjey mánaðirnar av 2000 og 2001.
Talva 1: Flutt nøgd býtt á stuðulsslag 1. januar 31. juli 2000 og 1. januar 31. juli 2001 (tons)
Stuðulsslag |
2000 |
2001 |
Munur |
Flutningur av fiski frá útróðrarbátum úr økjum, har eingin uppboðssøla er, til nærmastu uppboðssølu. (§ 2 í kunngerðini) | 534 |
486 |
-48 |
Flutningur av fiski frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja. (§ 1 í kunngerðini) | 6.658 |
8.300 |
1.642 |
Flutningur av feskum, virkaðum fiski og virkað livur og rogn frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja. (§ 3 í kng.) | 1.415 |
658 |
-757 |
Flutningur av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja. (§ 4 í kunngerðini) | 584 |
941 |
357 |
9.191 |
10.385 |
1.194 |
Talva 2 vísir flutningsstuðulin í krónum til fisk og fiskavørur, flutt um firðir ella sund í 2000, og kostnaðarmeting fyri 2001. Viðmerkjast skal, at studningarnir vórðu minkaðir við kunngerð nr. 88 frá 25. mai 2000 og aftur við kunngerð nr. 111 frá 3. august 2001 um stuðul til flutning av fiski. Í kostnaðarmetingini verður tikið hædd fyri, at tann øking, sum var í flutninginum 1. januar 31. juli 2001, eisini verður restina av árinum. Kunngerð nr. 111 frá 3. august 2001 um stuðul til flutning av fiski er viðløgd sum fylgiskjal.
Talva 2: Kostnaður 2000 og kostnaðarmeting 2001. (krónur)
Stuðulsslag |
2000 |
2001 |
Flutningur av fiski frá útróðrarbátum úr økjum, har eingin uppboðssøla er, til nærmastu uppboðssølu. (§ 2 í kunngerðini) | 58.869 |
60.000 |
Flutningur av fiski frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja. (§ 1 í kunngerðini) | 2.785.484 |
2.420.000 |
Flutningur av feskum, virkaðum fiski og virkað livur og rogn frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja. (§ 3 í kng.) | 444.367 |
243.000 |
Flutningur av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja. (§ 4 í kunngerðini) | 107.019 |
200.000 |
3.395.739 |
2.923.000 |
Talva 3 vísir flutningin av fiski millum økini fyrstu 7 mánaðirnar 2001 frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja smb. § 1 í kunngerðini.
Talva 3: Flyting av fiski til virkingar smb. § 3 í kunngerðini 1. januar 31. juli 2001 (tons)
frá\til |
Eysturoy/Streymoy |
Norðoyggjar |
Sandoy |
Suðuroy |
Vágar |
Flyting frá: |
Flyting til í % |
||||||
Eysturoy/Streymoy | 2.904 |
418 |
564 |
681 |
4.567 |
56% |
|||||||
Norðoyggjar | 1.885 |
96 |
53 |
223 |
2.258 |
28% |
|||||||
Sandoy | 94 |
6 |
100 |
1% |
|||||||||
Suðuroy | 527 |
49 |
60 |
6 |
642 |
8% |
|||||||
Vágar | 529 |
5 |
40 |
44 |
618 |
8% |
|||||||
Flyting til: | 3.036 |
2.963 |
614 |
661 |
911 |
8.185 |
100% |
||||||
Nettoflyting til í % | 37% |
36% |
7% |
8% |
11% |
100% |
|||||||
Talvan vísir, at meira verður flutt úr miðøkinum (Eysturoy/Streymoy) enn flutt verður til. Hini økini hava yvirskot í nøgd av flytingini. Flutningsstuðulin er ikki gjørdur upp eftir fiskaslagi. Effektiviseringin av fiskavirkingini á føroyskum virkjum síðstu árini hevur havt við sær, at virkir, hvørt sær, hava spesialiserað seg til at arbeiða ávísar støddir av ávísum fiskaslagi/-sløgum. Hendan spesialisering hevur elvt til meira flutning av fiski til virkingar, og talva 3 vísir, at flutningurin í stóran mun ber brá av umbýti av fiski millum økini, og har størsta nøgdin verður umbýtt millum Eysturoy/Streymoy og Norðoyggjar.
Talva 4: Fiskur fluttur um fjørð ella sund til virkingar, landingar beinleiðis til virkir í økinum, og fiskur handlaður um Fiskamarknaðin ella landingarmiðstøð, landaður í økinum 1. januar 31. juli 2001 (tons)
Flutt til |
Flutt frá |
Nettoflyting |
landað beinleiðis til virkir |
Um uppboðssølu og miðstøðir Landað í økinum |
Til virkingar í økinum íalt |
|
Norðoyggjar | 2.992 |
2.324 |
669 |
3.007 |
7.853 |
11.529 |
Eysturoy | 2.617 |
4.599 |
-1.982 |
9.678 |
19.140 |
26.837 |
Sandoy | 614 |
106 |
508 |
3.517 |
1.130 |
5.156 |
Streymoy | 498 |
2 |
496 |
4.329 |
1.783 |
6.608 |
Suðuroy | 665 |
651 |
14 |
6.399 |
2.672 |
9.085 |
Vágar | 913 |
619 |
294 |
1.191 |
1.159 |
2.643 |
8.300 |
8.300 |
0 |
28.121 |
33.737 |
61.858 |
Talva 4 vísir, at størra helvtin av landingum av ísfiski í Føroyum fer um uppboðssølu ella landingarmiðstøðir. Eisini vísir talvan, at fyrstu 7 mánaðirnar av 2001 eru 61.858 tons landað íalt, harav 8.300 tons eru flutt um firðir ella sund, ella tað sama sum gott 13% av landaða fiskinum verða flutt um firðir ella sund.
Viðmerkjast skal, at Tavan í Leirvík tók ímóti 4.628 tonsum av gulllaksi fram til 1. august í ár, og er hettar grundin til, at beinleiðis landingar til virkir er størst í Eysturoynni. Gulllaksurin var allur landaður hjá Beta í Runavík og koyrdur til Leirvíkar.
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Fiskivinnuráðnum. Talan er nærsagt um somu reglur, sum hava verið galdandi. Fiskivinnuráðið hevur tí, sum so, onga viðmerking til uppskotið.
Avleiðingar av uppskotinum:
Mett verður ikki, at uppskotið ávirkar kostnaðarmetingina, har mett verður, at kostnaðurin av flutningsstuðlinum verður minni enn 3 mió. kr. Játtanin á fíggjarlógini fyri 2001 er 3 mió. kr. og í uppskoti til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002 er sama upphædd umbiðin.
Viðmerkjast skal, at studningarnir vórðu minkaðir við kunngerð nr. 88 frá 25. mai 2000 og nr. 111 frá 3. august 2001 um stuðul til flutning av fiski. Í kostnaðarmetingin (sí talvu 2) verður tikið hædd fyri, at tann øking, sum var í flutninginum 1. januar 31. juli 2001, eisini verður restina av árinum. Verður flutningurin í 2002 tann sami, sum roknað verður við í 2001, verður mett, at játtanin upp á 3 mió. kr. kemur at halda.
Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land og stovnar, sæð í mun til galdandandi lóg.
Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum, sæð í mun til galdandandi lóg.
|
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Ja |
- |
Ja |
Umsitingarligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
- |
- |
- |
- |
- |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
- |
- |
- |
- |
Sosialar avleiðingar |
|
- |
|
Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar:
Til § 1, nr. 1: Einasta broyting í hesi áseting í mun til galdandi lóg er, at hámarkið í § 2, stk. 3 er hækkað til kr. 250.000,- Víst verður til grundgevingarnar í almennu viðmerkingunum.
Til § 1, nr. 2: Í § 4, stk. 2 verður nú ásett, at § 2, stk. 3 fer úr gildi aftur 31. desember 2002. Restin av § 4 verður ikki gjørd tíðaravmarkað.
§ 2: Sigur frá gildiskomu og, at lógin kemur í gildi 1. januar 2002.
1. viðgerð 16. november 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 13. desember 2001 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. november 2001, og eftir 1. viðgerð tann 16. november 2001 er tað beint í vinnunevndina.
Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 29. november, 6. og 13. desember 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og við Faromar.
Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið og setir fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
Í § 2, stk. 3 verður "250.000" broytt til "400.00"
Ein meirilutin (Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen, Dan R. Petersen, Kári P. Højgaard og Ingi Olsen) vísir á, at fyri stuttum er virki farið undir at virka m.a. toskarhøvd og ryggir til útflutnings. Hetta má sigast at vera sera positivt, tí eingin ivi er um, at alt eigur at verða gjørt fyri at fáa sum mest burtur úr tí nøgd, sum verður fiskað.
Endamálið við lógini um flutningsstuðul er at líkastilla fiskakeyparar í øllum økjum, tá ið talan er um at flyta fisk um firðir og sund. Tá ið nú høvd og ryggir skulu flytast, kemur ójavni í av frástøðuni, og fiskavirkini serliga í útjaðaranum verða verri stillað enn virkini í miðstaðarøkinum.
Meirilutin heldur tí rætt er at taka hetta við í lógina og skjýtur upp, at landstýrismanninum verður heimilað at stuðla flutningi í hesum sambandi.
Meirilutin setir fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
Í § 2 verður nýtt stk. 5 sett: "Stk. 5. Landsstýrismanninum verður harumframt heimilað at útgjalda stuðul til flutning av fiskahøvdum og ryggjum til virkingar frá fiskavirkjum til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja."
2. viðgerð 18. desember 2001. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen, Dan R. Petersen, Kára P. Højgaard og Inga Olsen til § 1, nr. 1 samtykt 25-0-6. Broytingaruppskot frá vinnunevndini til § 1, nr. 1 samtykt 31-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 20. desember 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 175 frá 21.12.2001