Hernaðarlig revsi- og rættargangslóg

 

14  Uppskot til  ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógini

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2001, 26. oktober, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

U p p s k o t

til

ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógunum 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

"Lov for Færøerne om ophævelse af de militære straffe- og retsplejelove

§ 1.

Følgende love ophæves:

  1. Lov nr. 542 af 12. maj 1919 om retsplejen ved hæren og søværnet, som ændret ved lov nr. 329 af 23. december 1932 og lov nr. 115 af 7. maj 1937, jfr. bekendtgørelse nr. 214 af 20. maj 1937 af militær retsplejelov, som ændret ved lov nr. 88 af 15. marts 1939.
  2. Lov nr. 114 af 7. maj 1937: Militær straffelov.«

§ 2

Denne lov træder i kraft dagen efter kundgørelsen i Kunngerðablaðið". 

Viðmerkingar:

Deyðadómur í friðartíð varð avtikin í Føroyum við gildissetingini borgaraligu revsilógini frá 1930.

Í 1937 varð hernaðarliga revsilógin, lov nr. 114 af 7. maj 1937: Militær straffelov, samtykt av ríkisdegnum og staðfest og kunngjørd av kongi. Uttan at Løgtingið var eftirspurt, varð lógin hin 6. juli 1937 kunngjørd í Dimmalætting eisini at galda í Føroyum. Í hesi lóg eru ásetingar um deyðarevsing í krígsstøðu (sí t.d. §§16, 24, 34, 35, 37 og §50).

Í 1952 varð deyðarevsing sett í gildi fyri annað virksemi enn hernaðarligt virksemi í krígstíð, nevniliga við "lov nr. 227 af 7. juni 1952 om dødsstraf for visse handlinger, begået under krig og fjendtlig besættelse". Fimm ár seinni, í 1957, varð heimastýrið eftirspurt, hvørt lógin átti at verða sett í gildi í Føroyum, og á landsstýrisfundi 27. september 1957 samtykti landsstýrið at svara ríkisumboðnum, at landsstýrið einki hevði at viðmerkja til, at lógin varð kunngjørd í Føroyum. Hon var so av ríkisumboðnum tinglisin at galda her 5. november 1957. Landsstýrið spurdi ikki Løgtingið eftir, hvørt lógin átti at fáa gildi fyri Føroyar. Hetta varð ikki dámt,og hin 22. apríl 1959 legði Sigurð Joensen vegna Tjóðveldisflokkin fram uppskot á ting løgtingsmál nr. 63v/1958: Uppskot til samtyktar frá Tjóðveldisflokkinum (deyðarevsing), har hann skjýtur upp at samtykkja, at "Føroya Løgting krevur, at lóg nr. 152 frá 7. juni 1952 um deyðarevsing verður tikin úr gildi í Føroyum". Hann sigur m.a. í grundgevingunum at

"Tjóðveldisflokkurin heldur tað verða eitt syrgiligt afturstig bæði úr menniskjaligum og mentunnarligum sjónarmiði, at Danmørk hevur lógfest deyðarevsing í borgarligari lóg vend móti civilum borgarum, hvat norðurbúar í okkara tíð hava hildið  hoyra eini meira barbariskari tíð til"

Víðari sigur hann

"Hvat nú Føroyum og føroyingum viðvíkir, er fyrst at siga, at einki liggur okkum fjarari enn tað, at taka mann av lívi. Tað er einki at taka seg aftur í, at deyðarevsing býður føroysku tjóðini ímóti. Men føroyska tjóðin eigur heldur ongan lut  í teirri deyðarevsing, sum við fyrr nevndu reglum er sett í lóg. Føroya fólk ella umboð tess Føroya Løgting er ikki spurt. Samstundis sum tingið krevur lógina avtikna, hvat Føroyum viðvíkur, mótmælir tað hesa mannagangd."


Uppskotið til samtyktar um at avtaka lógina varð samtykt, men ríkismyndugleikarnir gjørdu ikki eftir ynski Løgtingsins tá.

Danmark fekk í 1973 nýggja hernaðarliga revsilóg, lóg nr. 213 frá 26. apríl 1974: Militær straffelov. Henda lóg tók av hernaðarrevsilógina frá 1937. Í hesi lóg er eingin serlig gildisregla Føroyum viðvíkjandi, t.v.s. verður hon kunngjørd í Føroyum, er hon galdandi í Føroyum í tí líki, hon er galdandi í Danmark, og eingin heimild er at gera serlig føroysk frávik í kongligari fyriskipan. Men hon er ikki kunngjørd at galda í Føroyum, hvørki í Dimmalætting ella eftir 1. januar 1990 í Kunngerðablaðnum, og er tí ikki galdandi her. Spurningurin at kunngera lógina í Føroyum hevur verið fyrilagdur landsstýrinum, sum í skrivi til ríkisumboðið 13.02.1992, j. nr. 75-1/90, segði frá, at landsstýrið á fundi 11. februar 1992 samtykti at mæla frá, at lógin varð sett í gildi í Føroyum nú, tá tað í 30 ár hevur verið gjørligt at vera verandi lóg fyri uttan.

Spurningurin um deyðarevsing varð umrøddur undir viðgerðini av nýggju hernaðarligu revsilógini í 1973, men ásetingarnar um deyðarevsing vórðu varðveittar í nýggju lógini, m.a. tí mett var, at hesin spurningur skuldi viðgerast saman við lov nr. 227 af 7. juni 1952 om dødsstraf for visse handlinger, begået under krig og fjendtlig besættelse.

Í 1973 varð sett fram uppskot um at taka deyðarevsingina av, men hetta datt burtur vegna fólkatingsval í desember 1973. Uppskotið varð sett fram aftur í 1974, men datt burtur vegna atkvøðujavna 80-80.

Uppskotið varð á triðja sinni sett fram 15. november 1977 og varð samtykt sum "lov nr. 195 af 3. maj 1978 om ophævelse af lov om dødsstraf for visse handlinger, begået under krig eller fjendtlig besættelse, samt om ændring af militær straffelov".

Lógin setir úr gildi lógina frá 1952 og greinarnar í hernaðarligu revsilógini frá 1973 um deyðarevsing vórðu broyttar ella settar úr gildi. Henda lóg var kunngjørd í Dimmalætting 8. mai 1979 at galda í Føroyum, eftir at Løgtingið í løgtingsmáli nr. 31/1978.v: Avtøka av lóg um deyðarevsing, hevði samtykt at mæla til gildisseting av hesi lóg í Føroyum. Tá hevur helst ikki verið gáa um, at hernaðarliga revsilógin frá 1973 ikki var sett í gildi í Føroyum, men at hin gamla frá 1937 enn var galdandi – og enn er galdandi - og deyðadómur stendur tí við í Føroyum tann dag í dag.

Sostatt er í Føroyum ein lóg í gildi, ið heimilar deyðarevsing, hóast flestu okkara grannalond langt síðani hava vent sær frá hesum. Hóast neyvan er hugsandi, at lógin nakrantíð fer at verða nýtt í veruleikanum, so er hetta formliga rangvørt í einum nútímans, fólkaræðisligum samfelagi, ið eisini vil virka fyri altjóða mannarættindum.

Fáur hevur helst givið sær far um, at ein tílík lóg er í gildi. Men í sambandi við tað stóra arbeiðið, ið er gjørt við at gera Lógbók fyri Føroyar, sum nú eisini er grundarlag fyri Lógdatabasanum á internetinum, er gjørligt at fáa yvirlit yvir slíka eldri lóggávu, sum enn formliga er í gildi. Eisini er gjørligt hjá almenningi og fjølmiðlum at granska í allari lóggávu, sum er í gildi í Føroyum, og tað er eitt stórt framstig fyri rættarkenslu, innlit og alment orðaskifti.

Spurningurin um júst hesa hernaðarligu revsilógina varð reistur í Dimmalætting fyri ári síðani. Eftir tað heitti landsstýrismaðurin á Ríkisumboðið um at taka stig til at fáa lógina úr gildi.

Als eingin kann verða í iva um, at lógareglurnar í hernaðarligu revsilógini frá 1937 um deyðarevsing eiga at verða avtiknar. Tekniskt kann hetta verða gjørt við, at galdandi danska hernaðarliga revsilógin, lovbekendtgørelse nr. 642 af 30. september 1987: Bekendtgørelse af militær straffelov, verður kunngjørd í Kunngerðablaðnum at galda í Føroyum, ella at serlig lóggáva verður gjørd um avtøku av deyðarevsingarreglunum.

Hildið verður ikki, at tørvur er á eini hernaðarligari revsilóg fyri Føroyar. Viðurskiftini hjá hernaðarmyndugleikum í Føroyum eru nóg væl nøktað við lógareglunum í vanligu revsilógini kapittul 12, 13 og 14 og í teimum vanligu sáttmálaligu møguleikunum, sum hernaðarvaldið hevur mótvegis starvsfólki sínum. Landsstýrið hevur tí í hesum máli ikki broytt ta støðu, sum tað tók í skrivi 11. februar 1992 til ríkisumboðið. Tí er neyðugt at gera eina serlóg um avtøku av hernaðarligu revsilógini frá 1937, og tað er tað, sum skotið verður upp. 

Um hernaðarligan rættargang er at siga, at í dag er galdandi ein gomul donsk lóg á økinum, lov nr. 542 af 12. maj 1919 om retsplejen ved hæren og søværnet, som ændret ved lov nr. 329 af 23. december 1932 og lov nr. 115 af 7. maj 1937, jfr. bekendtgørelse nr. 214 af 20. maj 1937 af militær retsplejelov, som ændret ved lov nr. 88 af 15. marts 1939. Lógin er sett í gildi fyri Føroyar, uttan at Løgtingið er eftirspurt. Henda lóg er í dag fullkomiliga ótíðarhóskandi, hon inniheldur eina rúgvu av tilvísingum til tað tá galdandi donsku rættargangslógina, sum í dag ikki hevur sama innihald. Henda lóg er í Danmark avloyst av lovbekendtgørelse nr. 643 af 30. september 1987 af militær retsplejelov. Í hesi lóg er eingin serlig gildissregla Føroyum viðvíkjandi, t.v.s. verður hon kunngjørd í Føroyum, er hon galdandi í Føroyum í tí líki, hon er galdandi í Danmark, og eingin heimild er at gera serlig føroysk frávik í kongligari fyriskipan. Men hon er ikki kunngjørd at galda í Føroyum, hvørki í Dimmalætting ella eftir 1. januar 1990 í kunngerðablaðnum, og er tí ikki galdandi her. Av tí at ikki verður tilmælt at hava serliga hernaðarrevsilóg í Føroyum, verður heldur ikki mælt til at hava serliga hernaðarrættargangslóg, og mælt verður tí til í serligari lóg at avtaka galdandi hernaðarrættargangslógina í Føroyum.

Skjalayvirlit:

Skjal 1: Militær straffelov
Skjal 2: Militær retsplejelov
Skjal 3: Uppskot til lóg nr. 195 frá 3. mai 1978 við viðmerkingum
Skjal 4: Lógarkunngerð nr. 642 frá 30. september 1987 við viðmerkingum 


1. viðgerð 2. november 2001. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 8. november 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið, hevur lagt uppskotið fram tann 28. oktober 2001, og eftir 1. viðgerð tann 2. november 2001 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 8. november 2001.

Eftir uppskotinum verða tær hernaðarligu revsi- og rættargangslógirnar tiknar av í Føroyum, og deyðadómur avtikin soleiðis, at heldur ikki í kríggstíð er møguligt at døma deyðadóm.

Nevndin er samd við landsstýrinum í, at ikki er tørvur er hernaðarligum revsi- og rættargangslógum fyri Føroyar. Viðurskiftini hjá hernaðarmyndugleikum í Føroyum eru nóg væl nøktað við lógareglunum í vanligu revsilógini kapittul 12, 13 og 14 og í teimum vanligu sáttmálaligu møguleikunum, sum hernaðarvaldið hevur mótvegis starvsfólki sínum.

Ein samd nevnd mælir sostatt Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 14. november 2001. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. november 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.