103 Uppskot til løgtingslóg um avhending av almennum ognum til P/F Fiskaaling
A.
Upprunauppskot
B. 1.
viðgerð
C. Orðaskifti við 1.
viðgerð
Ár 2002, 4. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um avhending av almennum ognum til P/F Fiskaaling
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at avhenda til P/F
Fiskaaling teir bygningar o.a. hjá landinum, sum P/F Fiskaaling hevur nýtslurættin til.
Avhendingin fær gildi frá 1. januar 2002.
Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at avhenda til P/F Fiskaaling part
av yvirskotinum á studningsjáttanini til felagið, sum sambært sáttmála, dagfestur
08.02.1999, er gjørt upp 31.12.2001.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Høvuðsuppgávurnar hjá P/F Fiskaaling eru:
P/F Fiskaaling miðar eftir at ganga á odda í granskingar- og menningarvirksemi í alivinnuni í Føroyum. Felagið skal skapa karmar um hetta virksemið og skapa møguleikar fyri at fáa tilgongd av granskarum, sum kunnu gera Føroyar leiðandi í gransking og menning, so føroysku alivinnuni verður tryggjað besta tilfar at arbeiða við. Felagið setur sær sum mál at samstarva við granskingarumhvørvi í grannalondum okkara og taka lut í felags verkætlanum.
Avgerandi fyri, at nevndu mál kunnu náast, er, at felagið kann skapa karmar um eitt menningar- og granskingarvirksemi, sum tryggjar eina tilgongd av vælskikkaðum granskarum, sum kunnu útbyggja og víðka vitanarstøðið undir fiskaaling í Føroyum líka gott sum umhvørvini í grannalondum okkara.
Við teimum royndum Fiskaaling hevur við sínum virksemi, heldur felagið møguleikar framhaldandi verða fyri menning av serliga kynbótaarbeiðnum og kalvaalingini, og menning og gransking innan annað virksemi viðvíkjandi fiskaaling o.ø. Felagið hevur í hyggju at arbeiða virkið víðari við rognasølu í Føroyum og í útlondum og við øðrum virksemi í hesum sambandi, sum kann økja um vinnuligu inntøkur felagsins.
Stuðulin til P/F Fiskaaling
Avsett hevur verið á árligu fíggjarløgtingslógini kr. 11.000.000, sum hava verið nýttar sum stuðul til felagið í sambandi við arbeiðið til kynbøtur, royndir við nýggjum fiskasløgum, aliráðgeving og royndir við nýggjum aliøkjum. Stuðulsveitingin er ásett í sáttmála millum Vinnumálastýrið og P/F Fiskaaling.
Stuðulssáttmálin er orðaður soleiðis, at kravd verður afturbering av avleiddum inntøkum av m.a. kynbótaarbeiðnum. Vinnumálastýrið vil broyta nevnda sáttmála millum felagið og Vinnumálastýrið, so at avleiddar inntøkur frá royndarvirkseminum kunnu inntøkuførast í felagnum. Vinnumálastýrið mælir til, at komandi sáttmálar kunnu orðast soleiðis, at Fiskaaling fær loyvi til at inntøkuføra og nýta allar inntøkur av virkseminum.
Stuðulin svarar til knappliga helvt av inntøkum felagsins. Hin helvtin eru inntøkur, sum stava frá sølu av úrdráttum (rognum og yngli) frá kynbótaarbeiðnum.
Endamál við - og orsakir til lógaruppskotið
Endamálið við lógaruppskotinum er partvís at gera viðurskiftini viðvíkjandi ognunum hjá felagnum greiðari og partvís fyri at gera viðurskiftini sum heild viðvíkjandi stuðulsjáttanini til felagið greiðari.
Felagið hevur havt sítt virksemi á fleiri ymsum plássum og eigur tí bygningar og útgerð o.a. á fleiri plássum. Men samstundis hevur felagið nýtslurætt til tveir bygningar, sum landið eigur. Hesir bygningar eru lívfiskastøðin í Skopun og ein høll við Áir, sum hýsir kynbótaarbeiðnum hjá felagnum. Í serligu viðmerkingunum til § 1, stk. 1 er gjøllari greitt frá hesum ognum.
Sum nevnt eru stuðulsviðurskiftini hjá felagnum ásett í sáttmála millum felagið og Føroya Landsstýri, sum m.a. krevur afturbering av avleiddum inntøkum av m.a. kynbótaarbeiðnum. Í serligu viðmerkingunum til § 1, stk. 2 er sett upp eitt yvirlit yvir ikki nýttar inntøkur um árslok 2001, og er hetta býtt á ymsu stuðulsøkini.
Um nevndu ognir (aktiv) og um tær ikki nýttu inntøkurnar verða avhendaðar til felagið, verður felagið styrkt til at útinna granskingar- og menningarvirksemið í aling. Á tann hátt kann møguleiki hjá felagnum eisini verða fyri at selja vitan og við tí økja inntøkur felagsins, sum so aftur kunnu nýtast til at økja granskingar- og menningarvirksemið í felagnum, samstundis sum felagið so við og við kann gerast meira sjálvfíggjandi.
Landsgrannskoðarin hevur í frágreiðing dagfest 21. februar 2001, víst á viðurskifti, sum hann heldur eru ógreið á fleiri økjum viðvíkjandi stuðulsjáttanini til P/F Fiskaaling. M.a. verður víst á, at tað við støði í verandi stuðulssáttmála er ivasamt, um felagið hevur ognarrættin til tær íløgur/verkætlanir, sum landið fíggjar, og at hetta somuleiðis hevur ført við sær eina ávísa óvissu um roknskapar- og skattligu viðurskiftini hjá P/F Fiskaaling.
Landsgrannskoðarin heldur, at Løgtingið er ikki kunnað nóg væl um nevndu viðurskifti hjá felagnum, og mælir til, at landsstýrismaðurin leggur uppskot fyri tingið um serstaka lógarheimild fyri at tryggja, at málið verður nóg væl lýst og fær eina hóskandi viðgerð í tinginum.
Fyri at gera ognarviðurskiftini greiðari mælir Vinnumálastýrið til, at landsstýrismanninum verður heimilað at avhenda til felagið nevndu ognir, sum landskassin eigur, og sum Fiskaaling hevur nýtslurættin til. Metta virðið á hesum ognum (aktivum) er kr. 6.000.000, jbr. viðmerkingarnar til § 1, stk. 1.
Í staðin fyri afturbering til landskassan, verður somuleiðis mælt til, at heimild verður givin fyri at avhenda part av yvirskotinum á studningsjáttanini til felagið, sum er gjørt upp til at vera kr. 4.866.756 hin 31.12.2001, jvb. skjal 2, verkætlanarroknskapur 2002. Restin av yvirskotinum, kr. 1.854.457 og kr. 20.970 stava frá lidnum verkætlanum ávikavist viðvíkjandi kanningum av nýggjum aliøkjum og framleiðslustýring á smoltstøðum. Mælt verður til, at hendan upphæddin, tilsamans kr. 1.875.427, verður flutt landskassanum.
Umframt, at hetta fer at gera viðurskiftini sum heild viðvíkjandi stuðulsjáttanini greiðari, fara møguleikarnir hjá felagnum at gera vísindaligar royndir í sambandi við fiskaaling, skeljadýraaling o.a., at verða munandi bøttir, og kemur hetta at verða allari alivinnuni at gagni við tíðini. Somuleiðis heldur Vinnumálastýrið, at møguleikarnir hjá felagnum verða styrktir at bøta um føroyskt alitilfar og at fáa ført hetta víðari til vinnuna, og er hetta eitt av høvuðsendamálunum hjá felagnum.
Hoyringar
Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Fíggjarmálastýrinum, Havbúnaðarfelagnum og P/F Fiskaaling. Viðmerkingarnar eru viðlagdar sum skjal 6.
Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum
Beinleiðis fíggjarligu avleiðingarnar av lógaruppskotinum eru, at nevnda áognin, kr. 4.866.756,
jvb. eisini viðmerkingarnar til § 1, stk.2, verður avhendað til felagið, og soleiðis verður hendan upphædd ikki flutt landskassanum í 2002. Harafturímóti verða kr. 1.875.427 fluttar landskassanum sum rindan av skuld frá Fiskaaling. Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur í aðrar mátar.
Lógaruppskotið hevur við sær, at tær ognir, sum felagið nú nýtir, men sum landið eigur, verða fluttar til felagið. Metta virðið á hesum ognum (aktivum) er kr. 6.000.000, jbr. viðmerkingarnar til § 1, stk. 1.
Uppskotið hevur ikki við sær øktar umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur og fær heldur ikki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna. Uppskotið fær ikki avleiðingar fyri umhvørvið og heldur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar, ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum, og tað fær ei heldur sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.
Hildið verður ikki, at uppskotið fær fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar, kommunumyndugleikar, ávís øki í landinum, ávísar samfelagbólkar ella vinnuna, grundað á møguligar millumtjóða sáttmálar á økinum, ið løgtingslógaruppskotið fevnir um.
Fyri landið/lands myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar | Fyri pláss/øki í landinum | Fyri ávísar samfelags-bólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna | |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar | Ja | Nei | Nei | Nei | Nei |
Umsitingarligar avleiðingar | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Sosialar avleiðingar | Nei |
Kap. 3. Serligar viðmerkingar til einstøku greinirnar
Til § 1, stk. 1
Tær ognir (aktiv), sum talan er um, eru ognir, sum felagið dagliga brúkar í
rakstri felagsins. Ognirnar eru Lívfiskastøðin í Skopun, matr. nr. 550 b, vanliga
nevnd Lívfiskastøðin, og ein høll Við Áir, matr. nr. 38 b, vanliga nevnd
Nýggjastova, sum hýsir kynbótayngli felagsins. Hesar ognir eru ein avgjørd fyritreyt
fyri, at Fiskaaling kann fremja kynbótaarbeiði.
Bara Fiskaaling brúkar hesar ognir, og hevur gjørt íløgur bæði í Lívfiskastøðina í Skopun og í høllina við Áir. Mælt verður til, at hesar ognir verða ognarførdar hjá Fiskaaling, tí hetta gevur eitt greitt ábyrgdarbýti fyri ognarviðurskiftum, viðlíkahaldi o.ø., eins og hildið verður, at hetta fer at gera stuðulsviðurskiftini við felagið greiðari. Tað eru fleiri hættir at ognarføra hesar ognir til felagið. Mælt verður til, at ein ognarføring verður gjørd sum skiftisinnskot av ognum við hækkan av partapeningi hjá P/F Fiskaaling.
Ognirnar verða innskotnar til ein varliga mettan søluprís í vanligum handli, og sambært metanarfrágreiðing frá felagnum eru tær mettar til:
Lívfiskastøðin í Skopun | kr. 4.000.000 |
Kynbótahøllin við Áir | kr. 2.000.000 |
Virði íalt | kr. 6.000.000 |
Samlaða samsýningin upp á kr. 6.000.000 verður rættleidd soleiðis, at partabrøv við áljóðandi virði upp á kr. 1.000.000 í Fiskaaling verða givin út, og viðbót fyri meirkurs verður kr. 5.000.000.
Til § 1, stk. 2
Raksturin av felagnum verður partvíst fíggjaður av játtan á fíggjarlógini
umframt av tí íkasti, sum serliga kynbótaarbeiði gevur. Felagið roknar sær síðan
eitt ávíst gjald fyri at gera ymsu arbeiðini og til ta umsiting, ið hetta krevur.
Viðurskiftini hesum viðvíkjandi eru ásett í sáttmála. Niðanfyri er sett upp eitt
yvirlit yvir tann partin av yvirskotinum (skuld til landskassan) frá
stuðulsverkætlanunum, sum mælt verður til at ognarføra hjá felagnum. Yvirskotið er
gjørt upp um árslok 2001 og er býtt á ymsu stuðulsøkini, jvb. eisini skjal 2
verkætlanarroknskapur fyri 2001:
Kynbótararbeiði | 3.668.087 |
Kalvaaling | 1.168.749 |
Aliráðgevi | 29.920 |
Tilsamans | 4.866.756 |
Viðmerkast skal, at stuðulsøkini (verkætlanirnar) "Royndir við nýggjum aliøkjum" og "Framleiðslustýring á smoltstøðum" eru endaðar, og tí verður mælt til, at yvirskotini frá hesum stuðulsøkjunum, íalt kr. 1.875.427, verða flutt landskassanum.
Mælt verður til, at partapeningurin í felagnum verður hækkaður við skuldarumskifti av nevndu skuld til landskassan upp á kr. 4.866.756. Peningahækkanin verður framd við útvegan av partabrøvum áljóðandi 1.000.000 í Fiskaaling. Peningahækkanin viðvíkjandi skuldarumskiftinum er áljóðandi 1.000.000 og verður framd til kurs 486,67.
Viðløgd skjøl:
Skjal 1. Grannskoðaður ársroknskapur
2001
Skjal 2. Grannskoðaður
verkætlanarroknskapur 2001
Skjal 3. Grannskoðað fíggjarætlan
fyri 2002 2006
Skjal 4. Metanarfrágreiðing
viðvíkjandi ognum o.a.
Skjal 5.
Frágreiðing um óhapp á lívfiskastøðini
Skjal 6.
Viðmerkingar til lógaruppskotið
1. viðgerð 8. mars 2002. Málið beint í vinnunevndina.
Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.