Vágs havn

 

102  Uppskot til  løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 4. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi   

Uppskot

til

løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita fíggjarligan stuðul at útbyggja havnina í Vági. Stuðulin kann í mesta lagi vera helvtin av øllum kostnaðinum av verkætlanini, tó í mesta lagi 18,5 mió kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar  

Endamálið við lógini
Endamálið við lógini er í fyrra føri at geva Løgtinginum innlit í málið og at tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð, áðrenn avgerðin um at fremja verkætlanina verður tikin.

Í øðrum føri er ásett í játtanarskipanini, at tá talan er um størri íløgur, ið ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið. Sambært játtanarskipanini er neyðugt við serstakari lóg um byggingina, um landsstýrismaðurin skal kunna gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur í komandi fíggjarárum eisini.

Nýggja suðuroyarskipið, sum Løgtingið hevur samtykt skal verða bygt, og sum væntandi verður latið landinum medio 2004, ger tað alneyðugt við útbyggingum í Havn, á Trongisvágsfirði og í Vági. Henda verklagslóg snýr seg bert um havnaviðurskiftini í Vági, tí fyrireikingarnar av verkætlanini á Trongisvágsfirði eru enn ikki komnar so mikið áleiðis, at tað ber til at gera eina verklagslóg fyri hetta arbeiði eisini. Vinnumálastýrið hevur fingið umsókn frá Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til útbyggingar í Havn, og hevur Landsverkfrøðingsstovnurin ummælt umsóknina. Enn er ongin endalig avgerð tikin í hesum máli.

Ætlanin er at gera eina bindandi avtalu við Vágs kommunu um felags verkætlanina, og er tað ein fortreyt fyri at binda landið fíggjarliga í fleiri ár í einari slíkari avtalu, at ein verklagslóg er samtykt. Harafturat er neyðugt við fíggjarligari heimild í játtanarlóg. Eingin peningur er játtaður til hetta endamál á Løgtingsfíggjarlógini fyri 2002, og tí er neyðugt, at Løgtingið samtykkir eina eykajáttanarlóg, um arbeiðið skal byrja í ár.

Í viðmerkingunum til lógina verður verkætlanin lýst gjøllari, so Løgtingið verður kunnað um, hvat ætlan landsstýrismansins er.

Stuðul til kommunalar havnir
Í seinnu helvt av 20. øld var vanligt, at landið stuðlaði kommunalari havnagerð, og bar landið oftast meginpartin av kostnaðinum. Hetta varð gjørt við havnaætlanum, ið vórðu samtyktar av Løgtinginum, og har stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan var ásett. Seinasta havnaætlanin var samtykt í 1988, men er nú farin úr gildi sambært sínum innihaldi. Tá búskaparkreppan byrjaði fyrst í nítiárunum, vórðu pengar samsvarandi havnaætlanini ikki játtaðir á løgtingsfíggjarlógini, og fíggjarliga heimildin fylgdi tí ikki við materiellu heimildini í havnaætlanini.

Síðan fyrst í níti-árunum hevur landið bert játtað pening til íløgur í samferðsluhavnir og –lendingar, tó við undantaki av Fuglafjarðar havn, ið varð stuðlað við 6 mió kr. til útbygging í 1998 og 1999. Til tess at greiða skuldi fáast á, hvør politikkur skuldi førast á økinum frameftir, gjørdi landsstýrismaðurin í vinnumálum eitt uppskot til stuðulspolitikk. Uppskotið bygdi á, at eitt greitt ábyrgdarbýti skuldi verða millum land og kommunur, og at ábyrgd og fígging í mest møguligan mun skulu fylgjast. Eisini varð staðfest, at landið hevur til uppgávu at tryggja, at samferðsluviðurskiftini eru nøktandi. Uppskotið varð viðgjørt á landsstýrisfundi, og tók landsstýrið undir við orðaða politikkinum.

Grundað á prinsipp nevnt omanfyri varð ein politikkur orðaður, har innihaldið í stuttum er, at landsstýrið sum høvuðsreglu fer ikki at virka fyri, at fíggjarligur stuðul verður latin til kommunala havnabygging. Tó kann stuðul verða latin til útbyggingar, sum eru neyðugar til tess at skapa nøktandi umstøður hjá samferðsluni millum oyggjarnar. Um slíkur stuðul verður latin, eigur landið at tryggja sær nýtslurættin til havnina til samferðsluendamál.

Í løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning er ásett, at siglast skal á Vág, og tað liggur tí á landsstýrismanninum at skipa so fyri, at havnaviðurskiftini í Vági eru nøktandi hjá nýggja suðuroyarskipinum. Tí er neyðugt at stuðla kommunalu havnagerðini í Vági.

Gongdin í málinum
Vinnumálastýrið fekk í brævi dagfest 25. januar 2001 umsókn frá Vágs býráð um, at landið var við í einari felags verkætlan við Vágs kommunu um at umbyggja havnina í Vági, so landið fekk bøtt um samferðsluviðurskiftini, og Vágs havn fekk bygt aftur at vinnuhavnini.

Í brævi dagfest 8. august 2001 fekk kommunan tað svar frá Vinnumálastýrinum, at tað sambært lóg skuldi siglast á Vág, og skotið varð tí upp, at kommunan og Vinnumálastýrið/ Landsverkfrøðingsstovnurin samstarva um eina felags verkætlan, ið kann lúka tørvin hjá kommununi á atløgubryggju til vinnulig endamál, og sum samstundis kann tryggja, at nýggja suðuroyarskipið fær lagt at í Vági. Vágs kommuna og Vinnumálastýrið kundu síðani samráðast um ein býtislykil at býta allan kostnaðin eftir.

Vinnumálastýrið heitti síðani á Landsverkfrøðingsstovnin um at kanna møguleikarnar fyri eini felags verkætlan umframt at kostnaðarmeta alla verkætlanina.

Á fundi millum Landsverkfrøðingsstovnin og Vágs býráð 13. september 2001 varð síðan avtalað, at ymiskir møguleikar fyri einari samferðsluhavn skuldu kannast, og at stovnurin síðani skuldi gera eitt tilmæli um, hvussu samferðsluviðurskiftini kunnu verða loyst á frægasta hátt.

Fyrst í desember 2001 fekk Vinnumálastýrið eina frágreiðing við einari niðurstøðu frá Landsverkfrøðingsstovninum um havnaviðurskiftini í Vági, og síðan hevur eitt ávíst samskifti verið millum Vinnumálastýrið og Landverkfrøðingsstovnin um ávísar ískoytiskanningar.

Á landsstýrisfundi fyrst í februar 2002 fekk landsstýrismaðurin undirtøku fyri at søkja um játtan til at fremja ta loysn, har atløguplássið hjá nýggja suðuroyarskipinum verður gjørt sum ein partur av einari heildarhavnaloysn í samstarvi við Vágs kommunu, tó at kostnaðurin í mesta lagi skuldi verða helvtin av øllum kostnaðinum og ikki meiri enn 18,5 mió kr.

Um verkætlanina
Landsverkfrøðingsstovnurin hevur biðið Landsbyggifelagið kanna tveir møguleikar fyri útbyggingum til samferðsluendamál í Vági (sí eisini hjáløgdu tekning av uppskotunum, skjal 1):

  1. Uppskot, har rampan verður løgd sum ein partur av komandi bryggju, ið Vágs kommuna ætlar at byggja framman fyri frystigoymsluna hjá Faromar.
  2. Uppskot, har rampan verður løgd innan fyri pierin á Oyrunum. Talan er tá um eina samferðsluhavn burturav.

Bæði uppskotini vórðu gjørd eftir teirri fortreyt, at høvuðssamferðsluhavnin verður á Trongisvágsfirði, men at einstakir túrar verða gjørdir á Vág.

Fyrimunir og vansar vóru við báðum uppskotum. Í talvuni niðanfyri eru báðir møguleikarnir bornir saman í stuttum:

 

Uppskot 1

Uppskot 2

Kostnaðarmeting Landsins partur (samferðsluhavn): 18,5 mió kr.

Heildarverkætlan: 37,5 mió kr.

15,2 - 23,25 mió kr.
Fyrimunir
  • Meginparturin av trailaraflutninginum til ferjuna og frá ferjuni er fiskur og fiskaúrdráttir til og frá virkjunum á havnaøkinum við Tjørn.
  • Um komandi tunnilin millum Øravík og Hov ger tað, at tað í framtíðini bert verður siglt á nýggju samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði, fær Vágs kommuna eitt størri havnaøki til vinnulig endamál. Eisini verður møguligt at avgreiða Ro-ro ferjur.
  • Umstøðurnar á havnaøkinum verða munandi høgligari.
  • Loysnin er lættari at framtíðartryggja, um ætlanin er at halda fram at sigla á Vág.

 

Vansar
  • Talan er um eina fyribilsloysn, sum tað er torført at bøta nevnivert um.
  • Umstøðurnar hjá ferðsluni á havnalagnum verða tvørligar, og harafturat gongur ferðslan til ferjuna og frá ferjuni at kalla øll gjøgnum arbeiðsøkið hjá teimum matvøruvirkjum, ið nýta havnaøkið.
  • Neyðugt verður at koyra eftir smala vegnum gjøgnum bygdina.
  • Verður í framtíðini bara siglt á Trongisvágsfjørð, fæst minni burtur úr íløguni enn við loysn 1.

Á landsstýrisfundi 5. februar 2002 var undirtøka fyri at arbeiða víðari við uppskoti 1, og at landið kundi stuðla Vágs kommunu við upp í helvtina av øllum kostnaðinum, tó í mesta lagi 18,5 mió kr. Hetta er metti kostnaðurin av tí partinum av útbyggingini, sum er tengdur at nýggja suðuroyarskipinum.

Við tí loysn, ið er skotin upp, verður djúpvatnsbryggjusíðan uml. 100 m, og er hetta 30 m longri, enn upprunaliga ætlanin hjá Vágs kommunu var. Orsøkin til hesa leinging í mun til upprunaligu verkætlanina er, at neyðugt er við meiri plássi á havnaøkinum til at avgreiða ferðsluna til ferjuna og frá ferjuni. Landsverkfrøðingsstovnurin metir, at um djúpvatnsbryggjusíðan var 70 m, hevði havnin verið nærum ónýtilig til samferðsluendamál.

Ætlanin er, at Landsverkfrøðingsstovnurin skal verða byggiharri í verkætlanini, hóast Vágs kommuna skal eiga lidnu havnina. Endamálið er at tryggja, at tá stuðul verður latin til slíka verkætlan, skal landið eisini hava eftirlit við, at dygdin er í lagi. Ætlanin er eisini at tryggja landinum nýtslurættin til samferðsluendamál í avtalu við Vágs kommunu.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar

Fyri landið
Fíggjarligu avleiðingarnar fyri landið av hesum lógaruppskoti eru mettar at verða í mesta lagi 18,5 mió kr.

Í byggiverkætlanum er tó altíð ein natúrlig óvissa á kostnaðarmetingum, og tí er møguligt, at allur kostnaðurin verður hægri enn tær 37,5 mió kr. tilsamans, um viðurskiftini av onkrari orsøk vísa seg at verða truplari enn upprunaliga hildið. Skuldi tað, eftir at sáttmáli er undirskrivaður, víst seg, at tann parturin av verkætlanini, sum er tengdur at samferðsluviðurskiftunum, verður dýrari enn hildið, kann landskassans partur tó gerast størri enn tær 18,5 mió kr., ið eru ásettar í lógini. Hevur landið bundið seg til at fremja verkætlanina í einari avtalu, og arbeiðið er farið í gongd, vendist neyvan aftur, og kommuna/entreprenørur kunnu gera endurgjaldskrav galdandi móti landskassanum, verður sáttmálin ikki hildin.

Spurningurin er so, um talan er um brot á hesa verklagslóg, um tað aftaná, at sáttmáli er undirskrivaður um at fremja verkætlanina, vísir seg, at viðurskiftini eru so mikið trupul, at allur kostnaðurin gerst størri enn ásett í verklagslógini.

Fyri at sleppa undan hesari støðu er møguligt at lata entreprenørin taka allan vágan upp á seg, við at krevja ein fastan prís frá honum, men hetta er ikki altíð ein skilagóð loysn fyri landskassan. Serliga tá tað snýr seg um størri verkætlanir, er entreprenørurin oftast ikki áhugaður í at taka ov stóran vága upp á seg og fer tí at krevja stórt eyka gjald fyri hetta. Tí kann verkætlanin gerast dýrari fyri landið enn ætlað. Tað kann ikki vera ætlanin við ásetingunum í játtanarskipanini, at landið altíð skal biðja um ein fastan prís frá entreprenørinum, sjálvt tá hetta eftir bestu sannføring ikki loysir seg.

Vinnumálastýrið heldur, at heimild er fyri at binda landskassan yvir fleiri fíggjarár, um so er, at beinasta kostnaðarmetingin, ið tað ber til at gera, áðrenn landið bindur seg fyri kommunu ella entreprenøri, ikki er hægri enn tað talið, ið er ásett í lógartekstinum. Hetta merkir, at um beinasta metingin av útreiðslum landskassans, ið tað ber til at gera við tí vitan, ið tá er tøk, er 18,5 mió kr. ella minni, kann sáttmáli undirskrivast, sum bindur landskassan í fleiri fíggjarár, hóast ávís óvissa er um hesa kostnaðarmeting, og tað síðan vísir seg, at landskassaútreiðslurnar gerast størri enn ásett í verklagslógini.

Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur bert smávegis fíggjarligar avleiðingar fyri Vágs kommunu í mun til ta verkætlan, ið kommunan sjálv ætlaði at fara undir. Kostnaðarmetingin av tí verkætlanini var 19 mió kr., sum eisini verður parturin, ið kommunan skal gjalda av felags verkætlanini. Tó verður neyðugt at broyta vegin niðan frá havnini sum ein avleiðing av ferðsluni til suðuroyarskipið og frá skipinum. Vágs kommuna hevur sagt seg vera sinnaða at gera hetta arbeiðið.

Verður lógaruppskotið ikki samtykt, missir kommunan inntøkurnar frá havnagjøldum, sum Strandfaraskip Landsins í løtuni gjalda, tí havnin í Vági kann tá ikki nýtast til samferðsluendamál. Hinvegin kann kommunan tá hava rætt til endurgjald fyri henda inntøkumissin, sbr. løgtingslóg nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at farleiðir sjóvegis hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.

Fyri vinnuna
Uppskotið hevur helst positivar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnulívið í Vági. Verður uppskotið samtykt, verður møguligt hjá virkjunum at flyta farmin beinleiðis úr Vági, heldur enn at koyra til samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði. Við verandi ferðaætlan siglir Smyril á Vág ein dag um vikuna. Tann eina dagin, nýggja suðuroyarskipið siglir á Vág, verður vinnuliga virksemið á havnalagnum tó eisini nógv darvað av ferðsluni til skipið og frá skipinum.

Umsitingarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar týðandi umsitingarligar avleiðingar. Verkætlanin hevur nakað av umsiting við sær á Landsverkfrøðingsstovninum, sum skal vera byggiharri.

Umhvørvisavleiðingar
Umhvørvisavleiðingarnar av lógaruppskotinum verða lítlar ella ongar.

1. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Lógaruppskotið hevur positivar avleiðingar fyri sunnaru helvt í Suðuroynni.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri landið/
landsmyndug-
leikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

kr. 18,5 mió

(Nei)

Nei

Nei

(Ja)

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar    

(Ja)

Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Í hesari grein er ásett, tað at útbyggja kommunalu havnina í Vági í mesta lagi kann verða stuðlað við helvtini av øllum kostnaðinum á verkætlanini, tó í mesta lagi 18,5 mió kr. Sum greitt er frá omanfyri, kann tað hóast hesa áseting vísa seg, at allur kostnaðurin verður hægri enn hetta, um umstøðurnar gerast serliga tvørligar. Tað, sum er avgerandi, er, at tá landið bindur seg til at fremja verkætlanina í sáttmála ella á annan hátt, er besta metingin av teimum landskassaútreiðslum, ið sáttmálin hevur við sær, 18,5 mió kr. ella minni.

Til § 2
Ongar serligar viðmerkingar.

Hjáløgd skjøl:

  1. Tekningar av tveimum av kannaðu útbyggingarmøguleikunum (uppskot 2 og uppskot 4).

1. viðgerð 7. mars 2002. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2002, og eftir 1 viðgerð tann 7. mars 2002 er tað beint vinnunevndini.

Ein samd nevnd ásannar, at hon ikki hevur havt stundir at viðgera málið, og leggur málið aftur til tingsins viðgerð.

2. viðgerð 13. mars 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 20-8-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, samtykt 28-3-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 45 frá 26.03.2002