86 Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn
A.
Upprunauppskot
B. 1.
viðgerð
C. Orðaskifti við 1.
viðgerð
D. Álit
E. 2.
viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3.
viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2002, 4. mars, løgdu tingmenninir Rúna Sivertsen, Hans Pauli Strøm og Alfred Olsen fram soljóðandi
til
løgtingslóg um fólkanøvn
Kapittul I
Nøvn og navnagáva
§ 1. Hvørt barn skal við dópi ella navnagávu fáa navn, áðrenn tað er 6
mánaðir gamalt.
Stk. 2. Eingin skal hava fleiri enn trý fornøvn, eitt millumnavn og eitt
eftirnavn, sbr. tó § 2, stk. 4. Nøvn kunnu ikki verða bundin hvørt at øðrum við
bindistriku.
Stk. 3. Foreldur ella tann, ið foreldramyndugleikan hevur, skal boða frá
navninum hjá skrásetingarmyndugleikanum innan ta freist, ið er ásett í stk. 1.
Skrásetingarmyndugleikin er kirkjubókaførandi sóknarpresturin í tí prestagjaldi, har
móðurin býr, tá ið barnið verður borið í heim.
Stk. 4. Navnabroytingar fara fram við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan
ella við loyvi frá landsstýrismanninum.
Kapittul II
Fornavn
§ 2. Sum fornøvn verða ikki viðurkend nøvn, sum ikki av røttum eru
fornøvn, og onnur nøvn, ið kunnu haldast at verða fólki til ampa.
Stk. 2. Navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur.
Stk. 3. Navn, sum ikki er á navnalistanum, kunnu foreldur ella tann, sum
foreldramyndugleikan hevur, leggja fyri navnanevndina, sbr. § 21, stk. 1, ið ger av, um
navnið kann verða givið.
Stk. 4. Navnanevndin kann eftir umsókn gera undantak frá ásetingini í § 1,
stk. 2, 1. pkt. viðvíkjandi fornøvnum. Á sama hátt kann undantak gerast frá stk. 2.
§ 3. Navn kann við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan verða broytt ella
umskift við annað navn. Tann, sum hevur fleiri nøvn, kann við at boða
skrásetingarmyndugleikanum frá fáa eitt ella fleiri teirra strikað.
Stk. 2. Ein, sum áður hevur fingið navnið broytt ella umskift við fráboðan,
kann einans fáa navnið broytt ella umskift aftur við loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 3. Í sambandi við ættleiðing kann fornavn/fornøvn á barninum verða
broytt við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan. Ættleidd kunnu við loyvi frá
landsstýrismanninum taka upprunaliga navnið aftur ella aftrat navninum.
Stk. 4. Í teimum førum, ið nevnd eru í stk. 1 og 2, verða § 1 og § 2, stk.
1-3 nýttar samsvarandi. Í tí føri, sum nevnt er í stk. 3, 1. pkt., verða §§ 1 og 2
nýttar samsvarandi.
Kapittul III
Millumnavn
§ 4. Millumnavn kann vera millumnavnið hjá faðir ella móður ella eitt navn,
sum barnið kann fáa sum eftirnavn eftir reglunum í §§ 7-8 og § 11, stk. 1, nr. 1.
Stk. 2. Eisini kann landsstýrismaðurin eftir umsókn loyva millumnavni, sum
barnið kann fáa sum eftirnavn ella hevur serligt tilknýti til.
§ 5. Tann, sum vil fáa sær millumnavn ella broyta tað, skal boða
skrásetingarmyndugleikanum frá hesum. Millumnavnið skal tá vera eitt av nøvnunum, ið
nevnd eru í §§ 7-8 og § 11, stk. 1, nr. 1.
Stk. 2. Tann, sum vil fáa sær millumnavn ella broyta tað, kann eisini við loyvi
frá landsstýrismanninum fáa sær millumnavn sambært reglunum í § 10 og § 11, stk.
1, nr. 2-3.
Stk. 3. Í sambandi við ættleiðing kann millumnavn á barninum verða broytt
við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan. § 4 verður nýtt samsvarandi.
Stk. 4. Millumnavn kann verða strikað við fráboðan til
skrásetingarmyndugleikan.
Kapittul IV
Eftirnavn
§ 6. Við eftirnavn verður annaðhvørt skilt ættarnavn, sum er ella
kann verða fast eftirnavn, ella eftirnavn, sum er fornavn faðirs ella móður í
hvørsfalli við son ella dóttir aftrat í samsvari við kyn hjá
viðkomandi.
Stk. 2. Ættarnavn, sum er ella kann verða fast eftirnavn, kann verða givið
víðari. Eftirnavn, sum er fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við son
ella dóttir aftrat í samsvari við kyn hjá viðkomandi, kann ikki verða givið
víðari, hvørki til eftirkomarar ella hjúnafelaga.
§ 7. Eftirnavn kann vera
1) ættarnavn faðirs ella móður,
2) ættarnavn, sum annað av foreldrunum seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við
giftu.
Stk. 2. Í staðin fyri ættarnavn kann eftirnavnið hjá barninum vera fornavn
faðirs ella móður í hvørsfalli við -son ella -dóttir aftrat í samsvari við kyn
barnsins. Er navn faðirs ella móður tvínevni, verður bert annað navnið nýtt í
hesum føri.
§ 8. Eftirnavn kann við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan verða broytt til eitt av hesum nøvnunum:
§ 9. Ættleitt barn fær ættarnavnið hjá ættleiðingarforeldrunum eftir § 7,
stk. 1, nr. 1-2 ella eftirnavn eftir § 7, stk. 2.
Stk. 2. Tó kann í ættleiðingarloyvinum verða tilskilað, at barnið framvegis
skal bera sítt eftirnavn.
§ 10. Landsstýrismaðurin kann geva loyvi til ættarnavn, sum ikki kann fáast
við fráboðan eftir § 8, nr. 2-5 ella § 13.
Stk. 2. Loyvi eftir stk. 1 verður eftir umsókn givið við navnaprógvi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann tó ikki játta umsókn eftir stk. 1, um navnið
Stk. 4. Verður søkt um ættarnavn, ið ikki er eitt av teimum í § 11, stk. 1,
nr. 1-3 nevndu og ivi er um, um navnið er í samljóði við føroyskar málreglur,
verður málið lagt fyri navnanevndina til ummælis.
Stk. 5. Er ivi um stavseting ella snið navnsins, ger landsstýrismaðurin av eftir
tilmæli frá navnanevndini.
§ 11. Landsstýrismaðurin kann, hóast § 10, stk. 3, nr. 1-8, játta umsókn eftir § 10, stk. 1, um:
Stk. 2. Hóast navn er vart eftir § 12, er loyvt uttan umsókn at nevnast -son
ella -dóttir faðirs ella móður sambært § 7, stk. 2 og § 8, nr. 1. Ikki er hereftir
loyvt at taka upp nýggj ættarnøvn, ið eru samansett av fornavni við -son ella -
dóttir aftrat.
Stk. 3. Bústaðar- ella húsanøvn eru einans vard soleiðis, at onnur, ið kunnu
vísa á, at tey hava tilknýti til bústað ella hús við sama navni, eisini kunnu fáa
loyvi til navnið.
§ 12. Vard nøvn eru:
Stk. 2. Við skrivligari fráboðan til landsstýrsmannin kunnu eisini ættarnøvn, sum fólk, ið býr í Føroyum, ber, verða vard.
Kapittul V
Millum- og eftirnavn í sambandi við giftu
§ 13. Vilja hjúnafelagar hava sama eftirnavn, kann annar teirra, við samtykki
frá hinum, boða vígslumyndugleikanum frá, at hann tekur ættarnavnið hjá hinum, tó
ikki um navnið er fingið við giftu.
Stk. 2. Tann av hjúnafeløgunum, ið hevur fingið ættarnavn sítt við giftu,
kann boða vígslumyndugleikanum frá, at hann tekur eftirnavnið aftur, sum hann bar
undan vígsluni, ella tað eftirnavnið, sum hann seinast hevur borið, og sum ikki er
fingið við giftu.
Stk. 3. Tann av hjúnafeløgunum, ið hevur tikið ættarnavnið hjá hinum
hjúnafelagnum, kann boða vígslumyndugleikanum frá, um hann ynskir at nýta tað
eftirnavnið, sum hann seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu, sum
millumnavn.
Kapittul VI
Gjald fyri navnaprógv o.a.
§ 14. Fyri navnaprógv verður latið eitt gjald uppá kr. 1.000,- til
landskassan. Gjaldið verður latið samstundis, sum umsókn um navnaprógv verður send
landsstýrismanninum.
Stk. 2. Fevnir umsóknin um fleiri persónar, verður latið gjald fyri hvønn
teirra.
Stk. 3. Tó skal bert latast eitt gjald, um umsóknin fevnir um:
Stk. 4. Viðvíkjandi stjúk- ella fosturbørnum verður fyriskipanin í stk. 3 um
systkin og børn undir lógaldri nýtt samsvarandi.
Stk. 5. Verður navnaprógv ikki givið, verður gjaldið afturrindað
umsøkjaranum/ umsøkjarunum.
§ 15. Gjald verður ikki latið fyri navnaprógv til barn, um umsóknin er send landsstýrismanninum innan 6 mánaðir eftir, at barnið er føtt, ella innan 6 mánaðir eftir, at barnið er ættleitt.
§ 16. Fólk, sum ikki eru skrásett í kirkjubók í Føroyum, ella ikki eru
gift hjá einum myndugleika her á landi, men sum í aðrar mátar hava rætt til at
broyta navn við fráboðan, kunnu við navnaprógvi frá landsstýrismanninum fáa loyvi
at broyta navnið.
Stk. 2. Navnabroyting, ið kann loyvast við fráboðan annaðhvørt til
skrásetingarmyndugleikan ella vígslumyndugleikan kann eisini loyvast við
navnaprógvi í sambandi við, at navn verður broytt við heimild í § 5, stk. 2, §§
10 og 11.
Stk. 3. Einki gjald verður latið fyri navnaprógv sambært stk. 1.
§ 17. Einki gjald verður latið fyri navnaprógv við heimild í § 11, stk. 1, nr. 4.
Kapittul VII
Fráboðanir og umsóknir
§ 18. Fyri tann, sum ikki hevur lógaldur, skulu foreldrini ella tann, sum
hevur foreldramyndugleikan, boða frá navnabroytingini ella søkja um loyvi til
navnabroytingina.
Stk. 2. Er fráboðanin ella umsóknin fyri ein, sum er 12 ár ella eldri, krevst
samtykki frá viðkomandi. Í serligum føri kann undantak verða givið frá hesum.
§ 19. Í sambandi við navnagávu ella navnabroyting skal avvarðandi myndugleiki boða viðkomandi myndugleikum frá navninum ella navnabroytingini.
Kapittul VIII
Navnanevnd o.a.
§ 20. Landsstýrismaðurin setir nevnd við 3 limum og 3 varalimum.
Stk. 2. Formaðurin í nevndini, sum skal vera málfrøðingur, verður valdur
eftir tilmæli frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Prestafelag Føroya
og Mentamálastýrið mæla til hvør sín lim.
Stk. 3. Navnanevndin situr 5 ár í senn.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger reglugerð fyri navnanevndina.
§ 21. Navnanevndin ger leiðbeinandi lista við fornøvnum og endurskoðar hann
javnan. Nevndin skal geva ráð um fólkanøvn, stavseting teirra, bending o.a. Nevndin
skal breiða út vitan um føroyskan navnasið, og skipa fyri útgávu av tilfari hesum
viðvíkjandi. Landsstýrismaðurin kann biðja um tilmæli frá nevndini, áðrenn loyvi
verður givið til navnabroytingar.
Stk. 2. Navnanevndin tekur avgerð í málum, ið løgd verða fyri hana eftir §
2, stk. 3 og 4.
Stk. 3. Avgerðir hjá navnanevndini eftir stk. 2 kunnu kærast til
landsstýrismannin.
Stk. 4. 3. hvørt ár letur navnanevndin landsstýrismanninum
frágreiðing um hvussu løgtinglógin um fólkanøvn hevur virkað farna skeiði, og um
tørvur eftir nevndarinnar meting er á lógabroyting.
§ 22. Landskassin ber kostnaðin av arbeiðinum hjá navnanevndini.
Stk. 2. Limirnir fáa fundarpening og ferðaútreiðslur goldnar eftir reglum
landsins um fundarpening og ferðapening. Samsýningar til formannin skulu góðkennast av
landsstýrismanninum.
Kapittul IX
Brot ímóti lógini og revsing
§ 23. Tann, ið av órøttum nýtir eitt navn, verður revsaður við bót.
Átala verður bert reist, um ein órættaður krevur tað, ella um almenn áhugamál
krevja tað.
Stk. 2. Kann nakar prógva, at annar nýtir navn hansara av órøttum ella navn,
ið líkist hansara so nógv, at tey kunnu verða blandað, kann tann, ið órættin ger,
verða dømdur til at gevast at nýta navnið.
Stk. 3. Tann, sum brýtur ásetingarnar í § 1, stk. 3, 1. pkt. verður
revsaður við bót.
Kapittul X
Ymiskar fyriskipanir
§ 24. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu lógin verður framd.
§ 25. Landsstýrismaðurin kann gera sáttmálar við Danmark, Grønland og onnur
lond um viðurskiftini millum føroyskar og fremmandar rættarreglur um fólkanøvn,
teirra millum navnavernd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um viðurskiftini millum føroyskar
rættarreglur um fólkanøvn, teirra millum um navnavernd, og samsvarandi reglur, ið
galda í Danmark, Grønlandi og hinum Norðurlondunum.
Stk. 3. Fólk úr øðrum landi kann við loyvi frá landsstýrismanninum fáa
loyvi til at geva barni sínum navn í samsvari við navnasið í avvarðandi landi.
Kapittul XI
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 26. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2002.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 142 frá 8. oktober 1992 um
fólkanøvn.
§ 27. Navnanevndin, sum er sett við heimild í § 16, stk. 1 í teirri í § 26, stk. 2 nevndu løgtingslóg, skal verða vald av nýggjum í seinasta lagi 31. desember 2003.
Viðmerkingar:
Við løgtingsmáli nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn, legði
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fram á ting uppskot til nýggja navnalóg. Uppskotið
var framlagt tann 16. oktober 2001, og eftir 1. viðgerð tann 6. november 2001 var tað
beint rættarnevndini. Nú vísir tað seg, at nevndin undantikið tey bæði
tjóðveldisumboðini mæla til broytingar í uppskotinum hjá landsstýrismanninum.
Men vandi er fyri, at landsstýrismaðurin bara tekur uppskotið aftur fyri at hindra, at broytingarnar verða samtyktar av tinginum. Fyrr var tingskipanin § 58 orðað soleiðis, at var uppskot afturtikið, kundi ein og hvør tingmaður taka tað uppaftur á sama viðgerðastigi, men reglan varð broytt við seinastu tingskipanarbroyting soleiðis, at hetta ikki longur ber til.
Uppskotsetarnir halda, at tað er ódemokratiskt, um landsstýrismaðurin, umboðandi ein minniluta í tinginum, skal hava møguleika fyri at hindra, at uppskotið verður framt í hesi tingsetuni við at taka tað aftur.
Av teirri grund verður sett fram einsljóðandi uppskot og uppskotið í løgtingsmáli nr. 13/2001 við teimum broytingum innskrivaðum, sum ein meiriluti í rættarnevndini mælir til.
Mælt verður Løgtinginum til, at uppskotið verður beint beinleiðis til 2. viðgerð uttan nevndarviðgerð.
1. viðgerð 8. mars 2002. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 15. mars 2002 legði fram soljóðandi
Tingmenninir Rúna Sivertsen, Hans Pauli Strøm og Alfred Olsen hava lagt uppskotið fram tann 4. mars 2002, og eftir 1. viðgerð tann 8. mars 2002 er tað beint rættarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 15. mars 2002.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Helena Dam á Neystabø, Eyðun Viderø, Rúna Sivertsen, Alfred Olsen og Hans Pauli Strøm) tekur undir við uppskotinum og vísir til
viðmerkingar meirilutans í álitinum i løgtingsmáli nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn og setur fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
§ 2, stk.. 4 verður orðað soleiðis: "Stk. 4:
Navnanevndin kann eftir umsókn gera undantak frá stk. 2, tá ið uppkallað verður
eftir fólki í ættini. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um
undantøk.".
Ein minniluti (Signar á Brúnni og Annita á Fríðriksmørk) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið vísandi til viðmerkingarnar minnilutans í løgtingsmáli nr. løgtingsmáli nr. 13/2002: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.
Á tingfundi 15. mars 2002 kom soljóðandi skriv til tingfomannin
Undirritaðu tingmenn heita hervið á tingformannin um at gera frávik í tíðarfreistini, sambært § 85 í tingskipanini, á øllum viðgerðarstigum av løgtingsmálinum nr. 86/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.
Á løgtingi 15. mars 2002
Helena Dam á Neystabø | Hans Pauli Strøm |
Eyðun Viderø | Alfred Olsen |
Rúna Sivertsen | Signar á Brúnni |
Atkvøðugreiðsla um frávik á øllum viðgerðarstigum samtykt 27-1-2.
2. viðgerð 15. mars 2002. Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini Helenu Dam á Neystabø, Eyðun Viderø, Rúnu Sivertsen, Alfred Olsen og Hans Paula Strøm samtykt 21-0-9. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 21-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-9. Málið avgreitt.
Ll.nr. 41 frá 26.03.2002