77 Uppskot til løgtingslóg um eftirlit, váttnarveitan og umsjón sambært Sáttmála Sameindu Tjóða um bann fyri evnafrøðiligum vápnum
A.
Upprunauppskot
B.
1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1.
viðgerð
Ár 2002, 28. februar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um eftirlit, váttanarveitan, og umsjón sambært Sáttmála Sameindu Tjóða um bann fyri evnafrøðiligum vápnum
Kapittul 1
Altjóða eftirlit
§ 1. Altjóða eftirlitsfólk kunnu fremja eftirlit her á landi
í samsvari við Sáttmála Sameindu Tjóða frá 13. januar 1993 um bann fyri at
menna, framleiða, goyma og nýta evnafrøðilig vápn og um at beina fyri slíkum vápnum,
til tess at kunna tryggja, at sáttmálin verður hildin í Føroyum.
Stk. 2. Eygleiðarar úr londum, ið hava tikið við sáttmálanum, kunnu luttaka
í eftirlitinum samsvarandi sáttmálanum.
Stk. 3. Eftirlitsfólkini og eygleiðararnir skulu vera góðkendir av avvarðandi
myndugleika sambært sáttmálanum, og skulu vera í fylgi við umboðum landsins, tá ið
tey fremja eftirlit.
§ 2. Eftirlit sambært § 1 kann verða framt uttan rættarúrskurð, men eftirlitsfólkini og fylgisneytar teirra, eins og eygleiðarar, skulu í felag hava neyðug samleikaprógv til tess at hava atgongd samsvarandi sáttmálanum:
Stk. 2. Tá ið skoðan verður framd, er einans loyvt at kanna
mannakropp, heruppií at taka royndir úr honum, um rættarúrskurður er fingin til vega.
Rættarmál um slíkt fer fram eftir meginreglunum fyri revsirættargangi.
Stk. 3. Landsmyndugleikin á økinum skal sum skjótast boða tí, ið eigur ella
nýtir ogn, ið ætlanin er at skoða, frá hesum, uttan tá ið serlig atlit gera tað
neyðugt at tiga um tað. Um skoðan verður framd, uttan at fráboðað er frammanundan,
verður fráboðan givin aftaná.
Stk. 4. Starvsfólk á anleggi, ið verður skoðað, skulu stuðla uppundir, at
skoðanin kann verða útint sambært krøvum sáttmálans.
Stk. 5. Løgreglan veitir neyðugan stuðul til tess, at skoðanin kann verða
framd.
§ 3. Um eftirlitsfólk ella eygleiðari í teirra starvi her á landi elva til skaða, heftir avvarðandi landsmyndugleiki landskassans vegna eftir teim reglum, ið høvdu verið galdandi, um skaðin var gjørdur av starvsfólki hjá landsmyndugleikunum.
§ 4. Avvarðandi landsmyndugleiki ásetir nærri reglur til tess at fremja eftirlit samsvarandi sáttmálanum.
Kapittul 2
Váttanarveitan og umsjón landsins
§ 5. Fyritøkur skulu eftir áheitan frá Toll- og Skattastovu
Føroya lata allar neyðugar upplýsingar, ið verða kravdar til tess at kunna veita
váttan samsvarandi ásetingunum í sáttmálanum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri at útvega sær og at veita
upplýsingar, sum stk. 1 fevnir um.
§ 6. Toll- og Skattastova Føroya kann óboðað fremja umsjón í
fyritøkum til tess at eftirkanna upplýsingar, ið eru latnar myndugleikunum samsvarandi
§ 5, stk. 1.
Stk. 2. Nevnda umsjón í stk. 1 heimilar Toll- og Skattastovu Føroya og fólki í
umboði tess, atgongd til
Stk. 3. Tann, ið eigur fyritøkuna ella hevur ábyrgdina av henni,
skal, eins og starvsfólk hjá fyritøkuni, veita Toll- og Skattastovu Føroya neyðuga
leiðbeining og hjálp til tess, at umsjónin kann verða framd.
Stk. 4. Løgreglan veitir neyðugan stuðul til tess, at umsjónin kann verða
framd.
Stk.5. Landsstýrismaðurin asetir nærri reglur til tess at fremja umsjón
samsvarandi sáttmálanum.
Kapittul 3
Ásetanir um revsing
§ 7. Brot á § 2, stk. 4 og § 6, stk. 3 verða revsað við bót.
§ 8. Ásetir onnur lóg ikki harðari revsing, verður tann, sum
við vilja ella av grovum ósketni letur frá sær skeivar ella villandi upplýsingar ella
dylur upplýsingar sambært § 5, stk. 1, revsaður við bót, hefti ella undir herðandi
umstøðum við fongsli upp til 2 ár.
Stk. 2. Í reglum, ið verða gjørdar við heimild í hesi lóg, kann verða
ásett, at brot á reglurnar verður revsað við bót. Stk. 3. Fyri brot, sum
verða framd av løgfrøðiligum persóni sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann
løgfrøðiligi persónurin verða revsaður sum slíkur. Er brotið framt av landinum,
einari kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann landinum, kommununi ella kommunala
felagsskapinum verða áløgd bót.
Kapittul 4
Gildiskoma
§ 9. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Viðmerkingar til lógaruppskotið
Almennar viðmerkingar
1. Um sáttmálan
Hin 47. Aðalfundur Sameindu Tjóða samtykti 30. november 1992 eitt uppskot til samtyktar, ið heitti á øll limalond Sameindu Tjóða (ST) um at taka við sáttmálanum um bann móti evnafrøðiligum vápnum (hereftir C-vápn). Samtyktin heitti á ST-aðalskrivaran um at lata upp sáttmálan fyri undirritan, og á limalondini um at undirrita og staðfesta hann. 145 lond settu fram uppskotið fyri Aðalfundin, ið samtykti tað í semju, uttan atkvøðugreiðslu.
13. januar 1993 varð sáttmálin lagdur til undirritingar, og á hátíðarhaldi hesum viðvíkjandi í París undirritaðu 130 lond sáttmálan, heruppií Danmark (14. januar). Sáttmálin fær gildi seks mánaðir eftir, at 65 lond hava staðfest hann. Sáttmálin varð settur í gildi sum altjóða lóg hin 29. apríl 1997 sambært grein XXI (1) í sáttmálanum. Støðan í dag er, at 165 lond hava undirritað sáttmálan, og 129 lond hava staðfest hann.
Danmark staðfesti sáttmálan 13. juli 1995. Sáttmálin heimilar ikki, at tikið verður umveldisfyrivarni fyri Føroyum (ella Grønlandi).
Á føroyskum er heiti sáttmálans Sáttmáli sameindu tjóða frá 13. januar 1993 um bann fyri at menna, framleiða, goyma og nýta evnafrøðilig vápn og um at beina fyri slíkum vápnum.
2. Sáttmálin í føroyskum løgdømi
Málsøkið eitur, spreingievni, vápn á Lista A, stykki 14 til heimastýrislógina er yvirtikið sum føroyskt sermál. C-vápn eru ikki undantikin yvirtøkuni og eru sostatt fevnd av henni. Viðvíkjandi teim ásetingum í sáttmálanum, ið viðvíkja innflutningi, útflutningi og ídnaðarligari nýtslu av evnafrøðiligum evnum til aðra framleiðslu enn vápn, er hetta eisini yvirtikið øki sambært heimastýrislógini, Lista A, stk. 15 framleiðslumál og vinnumál, og Lista B, stk. 5 eftirlit við inn- og útflutningi. Tað merkir, at myndugleikin at lóggeva á økinum og at fyrisita tað í føroyska løgdøminum er føroyskt sermál.
Altjóða sáttmálagerð er sambært heimastýrislógini felagsmál, og er tað tí danska ríkisstjórnin, ið varir av sáttmálanum mótvegis altjóðasamfelagnum.
Til tess, at ásetingar í sáttmálanum, ið eru neyðugar fyri at kunna uppihalda honum í føroyska løgdøminum, skulu fáa løgfrøðiligt virkni í Føroyum, mugu tær gerast føroysk lóg. Tað er endamálið við Løgtingslóg um eftirlit, váttanarveitan, og umsjón sambært Sáttmála Sameindu Tjóða um bann fyri evnafrøðiligum vápnum.
Av tí at C-vápn hvørki verða framleidd ella goymd á føroyskum øki, krevur sáttmálaásetta bannið móti C-vápnum einki av føroyskum myndugleikum tí viðvíkjandi.
Tó krevur sáttmálin, at ávís evnafrøðilig evni, ið kunnu verða nýtt til framleiðslu av C-vápnum, koma undir umsjón myndugleikanna. Í tí sambandi ásetir sáttmálin, at atgongd skal vera hjá bæði innlendskum og útlendskum eftirlitsfólki at fremja eftirlit við virkjum og goymslum í landinum til tess at tryggja, at sáttmálin verður hildin viðvíkjandi slíkum evnum, og um slík evni verða nýtt í framleiðslu í nóg stórum (neyvari ásettum) nøgdum, verður kravt av viðkomandi myndugleikum, at váttan verður veitt viðvíkjandi hesum.
Í danska ríkinum eru ikki C-vápn, og er talan tí meira um at hava eftirlit við, hvussu ídnaðurin nýtir tey evni, ið verða fevnd av sáttmálanum. Av hesi orsøk hava danir valt at lata teirra vinnumálaráð vera Tjóðmyndugleika sambært sáttmálanum. Tað merkir, at danska vinnumálaráðið varir av sáttmálanum, bæði viðvíkjandi umsjón í Danmark og at vera bindiliður til Felagsskapin fyri banni fyri evnafrøðiligum vápnum, OPCW (Organization for the Prohibition of Chemical Weapons), sum er felagsskapurin av londum, ið eru partar í sáttmálanum.
Í tann mun, váttanarveitan viðvíkjandi evnafrøðiligum evnum sambært sáttmálanum skal verða veitt av føroyskum myndugleikum, verður tískil helst talan um at veita danska vinnumálaráðnum slíka váttan, ið síðani kann senda hana saman við váttanarveitan Danmarkar (og Grønlands) til OPCW.
Tað er tó sera ivasamt, um tílík evni verða nýtt í nóg stórum nøgdum í Føroyum til, at tað kemur undir ásettu skylduna til váttanarveitan.
Hesin spurningurin hevur verið settur Vinnumálastýrinum, ið hevur víst til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Landsapotekaran sum serkunnleika á økinum. Báðir stovnar hava boðað frá, at teir meta ikki, at evni, sum viðkoma sáttmálanum, verða goymd ella nýtt í týdningarmiklum nøgdum á føroyskum øki.
Tað tykist tó greitt, at neyðugt verður at skipa fyri einum betri eftirliti við innflutningi og nýtslu av evnafrøðiligum evnum í Føroyum, bæði til tess at svara skyldunum í sáttmálanum og við atliti at trygdini meira alment.
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Fíggjarmálastýrinum og Vinnumálastýrinum. Tey høvdu ongar viðmerkingar.
Sáttmálin er hjálagdur í bæði enskari og danskari útgávu sum fylgiskjal til hetta lógaruppskot.
3. Avleiðingar av lógaruppskotinum
Lógaruppskotið hevur við sær ávísar umsitingarligar avleiðingar fyri landsmyndugleikarnar. Í høvuðsheitum verður talan um, at skráseting skal fara fram av innflutningi og nýtslu av ávísum evnafrøðiligum evnum, sambært lista, ið danska vinnuframastýrið hevur latið gjørt samsvarandi sáttmálanum. Sum nevnt omanfyri, verður ikki hildið, at viðkomandi evni av týdningi verða nýtt í Føroyum. Nevnast kann til samanberingar, at í Danmark eru sambært upplýsingum frá donskum myndugleikum bert 38 fyritøkur, ið nýta slík evni í munandi nøgdum.
Talan verður um at gera eina reglugerð fyri slíka skráseting. Tá ið slík skipan er fingin at virka, fer hon bert at krevja sera avmarkaða arbeiðsorku, ið verður partur av tí arbeiði, ið starvsfólk hjá Toll- og skattstovuni, Vinnumálastýrinum og Løgmansskrivstovuni longu gera. Tað verður sostatt ikki neyðugt at seta fólk í starv í hesum sambandi.
Mett verður ikki, at lógaruppskotið fer at hava fíggjarligar avleiðingar, hvørki fyri landsmyndugleikar ella onnur.
Yvirlit yvir avleiðingar
|
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri Kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri Ávísar sam- felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
Nei |
|
Viðmerkingar til einstøku greinirnar í lógaruppskotinum
Til § 1
Greinin heimilar útlendskum eftirlitsfólki at fremja eftirlit í Føroyum
samsvarandi sáttmálanum. Heimildin fevnir eisini um eygleiðarar frá tí
sáttmálalandi, ið hevur kravt eftirlitið.
Sambært sáttmálanum skal land, ið hevur tikið við sáttmálanum, sum í okkara føri er Danmark, tilnevna ein ávísan myndugleika at standa fyri samskipanini og sambandinum mótvegis sáttmálafelagsskapinum OPCW. Danir hava gjørt av, at teirra vinnumálaráðharri er avvarðandi myndugleiki Danmarkar. Ásett verður, at útlendsk eftirlitsfólk skulu vera í fylgi við einum ella fleiri umboðum fyri avvarðandi føroyskum landsmyndugleika.
Til § 2
Greinin tryggjar, at eftirlitsfólk hava atgongd til tey støð, ið skulu
skoðast, og til upplýsingar av týdningi fyri eftirlitið, uttan at hava rættarskurð
frammanundan. Tó krevst rættarúrskurður, um eftirlitið skal fevna um at taka royndir
úr fólki. Hetta verður kortini bert hildið verið neyðugt, um so er, at illgruni er
um, at C-vápn hava verið nýtt.
Í útgangsstøðinum eigur landsmyndugleikin á økinum at boða viðkomandi frá, at eftirlit fer at verða framt. Fráboðan kann vera antin munnlig ella skrivlig. Í støðu, har ið slík fráboðan ikki er gjørlig, t.d. av tí at eigarin av anlegginum er burturstaddur av einihvørji orsøk, kann eftirlit verða framt, uttan at fráboðað er um tað frammanundan. Eisini kunnu aðrar orsøkir vera til ikki at boða frá áðrenn skoðan á staðnum, t.d. um vandi er fyri, at roynt fer at verða at forða eftirliti. Um neyðugt kann løgreglan verða boðsend at hjálpa til at veita atgongd til at fremja skoðanina.
Tá ið henda lóg er samtykt, fer Løgmansskrivstovan at taka støðu til, hvør ið skal verða landsmyndugleiki á økinum.
Til § 3
Greinin ásetir ábyrgd hjá avvarðandi landsmyndugleika, um eftirlitið hevur
við sær, at skaði verður gjørdur á ogn.
Til § 4
Greinin ásetir, at avarðandi landsmyndugleiki ásetir nærri reglur fyri at
fremja eftirlit samsvarandi sáttmálanum. Til tess, at slík reglugerð samsvarar teim
krøvum, ið sáttmálin setir, verður neyðugt hjá hesum landsmyndugleika at ráðføra
seg við uttanríkismálsligu fyrisitingina í Føroyum, sum liggur hjá løgmanni á
Løgmansskrivstovuni.
Til § 5
Greinin áleggur fyritøkum at lata Toll- og skattstovuni upplýsingar, tá ið
hon biðjur um tað. Talan kann bert vera um upplýsingar, ið viðvíkja umsjón
landsmyndugleikanna við, at sáttmálin verður hildin.
Ásetingin í stk. 2 merkir, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í samráði við uttanríkismálsligu fyrisitingina hjá løgmanni, Løgmansskrivstovuna, og vinnumálsligu fyrisitingina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Vinnumálastýrið ella stovni undir tí, ásetir nærri reglur fyri, hvussu upplýsingarnar kunnu verða útvegaðar og latnar triðja parti í samsvari við sáttmálan.
Til § 6
Greinin heimilar Toll- og skattstovuni at fremja umsjón hjá fyritøku til tess
at eftirkanna upplýsingar, ið fyritøka hevur latið henni sambært § 5. Neyðugt er
ikki, at Toll- og skattstovan boðar frá slíkari umsjón frammanundan. Talan er um at
fremja stakroyndir á staðnum. Eigarin ella tann, sum hevur ábyrgd av fyritøkuni, skal
hjálpa myndugleikunum til tess, at kanning kann verða framd. Um neyðugt, kann
løgreglan verða boðsend at hjálpa til at veita atgongd til at fremja kanningina.
Ásetingin í stk. 3 merkir, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í samráði við uttanríkismálsligu fyrisitingina hjá løgmanni, Løgmansskrivstovuna, og vinnumálsligu fyrisitingina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Vinnumálastýrið ella stovni undir tí, ásetir nærri reglur fyri at fremja umsjón samsvarandi sáttmálanum.
Til § 7
Greinin ásetir, at brot á § 2, stk. 4 og § 6, stk. 3 verða revsað við bót.
Tað merkir, at starvsfólk á anleggi, ið er fyri altjóða eftirliti, verður revsað við bót, um viðkomandi sýtir fyri at hjálpa til, tá ið eftirlitið verður framt. Eisini fevnir ásetingin um revsing við bót fyri eigara av fyritøku ella fyri tann, sum hevur ábyrgd av henni, um hesin sýtir fyri at veita myndugleikunum neyðuga hjálp, tá ið umsjón verður framd.
Til § 8
Greinin ásetir revsing fyri at veita órætta ella villandi upplýsing og fyri at
dylja upplýsingar sambært § 5, stk. 1.
Ásett verður í stk. 2, at avvarðandi myndugleikar kunnu áseta revsing við bót fyri at bróta ásetingar í reglugerð, sum myndugleikin hevur gjørt hesum viðvíkjandi við støði í lógini. Í stk. 3 er ásett, at eisini feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, landsmyndugleikar kommunur og onnur slík somuleiðis kunnu verða revsað við bót.
Til § 9
Greinin ásetir, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1. viðgerð 7. mars 2002. Málið beint í uttanlandsnevndina.
Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.