72 Uppskot til løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin)
A.
Upprunauppskot
B.
1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1.
viðgerð
Ár 2002, 28. februar, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða
(Arbeiðsskaðatryggingarlógin)
1. Partur
Øki lógarinnar
1. kapittul
Tryggjaðu persónarnir
Arbeiðstakararnir
§ 1. Hvør tann, sum fyri løn ella óløntur verður settur í starv hjá
føroyskum arbeiðsgevara at arbeiða støðugt ella fyribils á føroyskum land- ella
sjóøki, er tryggjaður móti avleiðingunum av arbeiðsskaða sambært ásetingunum í
hesi lóg, sí tó stk. 2 og 3 og § 3.
Stk. 2. Húski arbeiðsgevarans er bert tryggjað, um arbeiðsviðurskifti teirra
kunnu javnmetast við vanlig arbeiðstakaraviðurskifti.
Stk. 3. Hjúnafelagi arbeiðsgevarans er bert tryggjaður, um hjúnafelagarnir hava
eina sínámillum lønaravtalu, sum, tá arbeiðsskaðin hendi, lýkur krøvini í
skattalóggávuni.
§ 2. Tryggingin fevnir um alt arbeiði fyri arbeiðsgevaran, herímillum arbeiði í virki hansara, uttan mun til um tað er vinnuligt ella ikki, arbeiði í persónliga húsarhaldi arbeiðsgevarans, ella tá persónligar tænastur annars verða veittar arbeiðsgevaranum ella húski hansara.
§ 3. Javnmett við teir í § 1 nevndu persónar er sjófólk, sum arbeiðir umborð á føroyskt skrásettum skipi, statt uttan fyri føroyskt sjóøki.
Onnur tryggjað
§ 4. Tryggjað er eisini livandi føtt barn, sum í móðurlívi hevur fingið
sjúku orsakað av einum av hesi lóg fevndum arbeiði, sum móðirin hevði, meðan hon
var við barn.
Stk. 2. Um tað seinni verður staðfest, at árin á foreldrini frammanundan
gitnaðinum ella eftir føðingina hava havt skaðiliga ávirkan á fostur ella barn,
kunnu tílíkir skaðar viðurkennast sum arbeiðsskaðar samsvarandi reglunum í § 9.
§ 5. Tryggjaðir eru eisini persónar:
§ 6. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta reglur um, at eisini aðrir persónar enn frammanundan nevndu skulu vera fevndir av lógini, herímillum:
2. kapittul
Arbeiðsskaðar
§ 7. Arbeiðsskaðar sambært hesi lóg eru:
§ 8. Við bráddliga hendar lyftiskaðar skilst varandi vødda- nerva- ella
liðskaðar, sum av sær sjálvum og við beinleiðis tilknýti til óvanliga lyftistøðu
henda persónum, sum dagliga fáast við tyngjandi lyftiarbeiði, tó treytað av, at
skaðin bert ella í høvuðsheitum er elvdur av hesum lyftiarbeiði.
Stk. 2. Hevur dagurin, tá arbeiðsskaðin hendi, rættarvirknað, verður hesin
viðvíkjandi bráddliga hendum lyftiskaðum roknaður frá tí degi, lyftiskaðin hendi.
§ 9. Vinnusjúkur eru:
Stk. 2. Sjúkur, elvdar av árinum á foreldrini frammanundan gitnaði ella eftir
føðing, kunnu við broyting av kunngerðini, nevnd í stk. 1, nr. 1, verða viðurkendar
sum vinnusjúkur, ella viðurkendar sum vinnusjúkur sambært stk. 1, nr. 2, um tað
seinni verður prógvað, at hesi árin á foreldrini hava havt skaðiliga ávirkan á
fostrið ella barnið.
Stk. 3. Um ikki annað er ásett í hesi lóg, hava vinnusjúkur rættarvirknað
frá tí degi, sjúkan verður fráboðað sambært reglunum í 5. kapitli.
3. kapittul
Tryggingarskyldugi arbeiðsgevarin
§ 10. Ein og hvør arbeiðsgevari, sum setur fólk í arbeiði samsvarandi § 1,
hevur skyldu til at tryggja hesar persónar móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, sí
tó stk. 2, § 11 og § 14, stk. 2.
Stk. 2. Tryggingarskylda er tó ikki fyri persónar, sum arbeiða í persónliga
húsarhaldi arbeiðsgevarans, ella veita arbeiðsgevaranum ella húski hansara
persónligar tænastur annars, um starvstíðin samanlagt er minni enn 100 tímar í einum
álmanakkaári.
§ 11. Reiðari á skipi, sum er ella skal verða skrásett í Føroysku
Skipaskránni, ella Føroysku Altjóða Skipaskránni, hevur skyldu til at tryggja ein og
hvønn persón, fevndur av § 1, sum er settur í starv at arbeiða umborð á skipinum
eftir skiparans ávísing, sjálvt um annar enn reiðarin hevur sett tey í starv ella
lønir teimum, og sjálvt um arbeiðið fevnir um annað enn raksturin av skipinum.
Stk. 2. Reiðarin hevur eisini skyldu til at tryggja persónar, sum heilt ella
partvíst eru eigarir av skipinum, og sum arbeiða umborð á hesum, uttan so at skipið
einans verður nýtt til stuttleikasigling.
§ 12. Tryggingarskyldugur arbeiðsgevari er tann arbeiðsgevari, í hvørs
tænastu arbeiðsskaðin hendi, sí tó stk. 2 og 3, § 10, stk. 2 og § 11.
Stk. 2. Er talan um bráddliga hendan lyftiskaða jvb. § 8, er tryggingarskyldugi
arbeiðsgevarin tann arbeiðsgevarin, í hvørs tænastu lyftiskaðin hendi, tó ikki um
tað verður prógvað, at skaðin er elvdur av arbeiði fyri annan arbeiðsgevara.
Stk. 3. Er talan um vinnusjúku jvb. § 9, áliggur tryggingarskyldan tí
arbeiðsgevara, í hvørs tænastu tann sjúki seinast áðrenn staðfestingina av
sjúkuni hevur verið fyri skaðiligum árinum, ið kunnu haldast at hava elvt til
viðkomandi sjúku, tó ikki um tað verður prógvað, at sjúkan er elvd av arbeiði
fyri annan arbeiðsgevara.
§ 13. Ein arbeiðsgevari, ið hevur átikið sær eitt arbeiði, hevur skyldu til
eisini at tryggja tey arbeiðsfólk, ið hin sáttmálaparturin letur honum til tess at
útinna hetta arbeiði.
Stk. 2. Tann, ið rekur vinnuvirki, ella útinnir tryggingarskyldugt arbeiði,
hevur skyldu at tryggja tey arbeiðsfólk, sum eru knýtt at virkinum ella arbeiðnum,
sjálvt um arbeiðsfólkið er sett í starv av øðrum arbeiðsgevara, sum hevur átikið
sær at útinna ein part av arbeiðnum. Hevur hesin seinni arbeiðsgevarin sjálvur
tryggjað sítt arbeiðsfólk, er hann tryggingarskyldugur arbeiðsgevari.
4. kapittul
Arbeiðsskaðatryggingin
Tekning av arbeiðsskaðatrygging
§ 14. Tryggingarskyldugir arbeiðsgevarar, jvb. 3. kapitli, herímillum
kommunurnar, skulu lata ábyrgdarvandan eftir hesi lóg til tryggingarfelag, ið sambært
løgtingslóg um tryggingarvirksemi hevur loyvi at tekna arbeiðsskaðatryggingar í
Føroyum.
Stk. 2. Landið hevur tó ikki skyldu til at lata ábyrgdarvandan sambært hesi
lóg til eitt tryggingarfelag.
§ 15. Tryggingarskyldugir arbeiðsgevarar, herímillum kommunurnar, sum ikki hava
teknað tær sambært hesi lóg kravdu tryggingar, ella sum ikki hava varðveitt tílíkar
tryggingar í gildi, skulu heilt ella partvíst rinda tryggingargjøldini, ið áttu at
verið goldin einum tryggingarfelag, umframt rentu, ið er 1% yvir diskonto Tjóðbankans.
Upphæddin verður samsvarandi nærri reglum, ásettum av landsstýrismanninum,
lutfalsliga býtt í millum tey tryggingarfeløg, ið tekna arbeiðsskaðatryggingar í
Føroyum.
Stk. 2. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann
Vanlukkutryggingarráðið heilt ella partvís frítaka arbeiðsgevarin fyri at endurrinda
skyldugu upphæddina sambært stk. 1.
Stk. 3. Tryggingarfelagið hevur útpantingarrætt fyri skyldug tryggingargjøld,
rentur og aðrar útreiðslur.
Skyldur tryggingarfelagsins
§ 16. Tá ið tryggingarfelag hevur átikið sær ábyrgdarvandan hjá tryggingarskyldugum arbeiðsgevara, ábyrgdast tryggingarfelagið mótvegis tryggjaða, sjálvt um tað átók sær ábyrgdarvanda undir skeivum fortreytum.
§ 17. Tryggingin sambært hesi lóg fevnir um tann persónskaða, sum er elvdur av
arbeiðsskaðanum, hóast skaðin í sjálvum sær er lítil í mun til samlaðu
heilsustøðu hins tryggjaða.
Stk. 2. Er ein persónskaði ikki einans elvdur av fráboðaða tilburðinum, skal
tryggjaði hava boð um hetta í seinasta lagi, tá Vanlukkutryggingarráðið sambært §
27 kunnar tryggjaða um, hvørt tilburðurin kann viðurkennast sum ein arbeiðsskaði.
§ 18. Vanlukkutilburðir, ið standast av herstríði, eru ikki tryggjaðir burtursæð frá vanlukkutilburðum, ið henda á sjónum.
Tryggingarfulnaðurin í serligum førum
§ 19. Er arbeiðsskaði hendur, sum tryggingarskyldugur arbeiðsgevari ikki hevur
tryggjað, verða útreiðslurnar, nevndar í § 23, stk. 1, § 26, stk. 4 og § 35, stk.
3, umframt veitingarnar sbr. § 36, rindaðar av teimum tryggingarfeløgum, ið tekna
arbeiðsskaðatryggingar í Føroyum, samsvarandi nærri reglum, ásettum av
landsstýrismanninum.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 verða nýttar samsvarandi í sambandi við
arbeiðsskaðar, ið henda persónum, sum arbeiðsgevarin sbr. § 10, stk. 2 ikki hevur
skyldu at tryggja.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 verða nýttar samsvarandi, um ein ávísur
tryggingarskyldugur arbeiðsgevari ikki kann ávísast eftir reglunum í § 12, stk. 2 og
3, ella um eitt ávíst tryggingarfelag ikki kann ávísast, tí arbeiðsgevarin er givin
við virkseminum, eftir at arbeiðsskaði er hendur í tænastu hansara.
§ 20. Ávíkavist landskassin ella tryggingarfelagið rindar
málsviðgerðarútreiðslurnar, umframt veitingarnar til teir í 5, nr. 1 nevndu
persónar. Ásetingarnar í § 19 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 2. Tryggingarfelagið rindar málsviðgerðarútreiðslurnar umframt
veitingarnar til teir í § 5, nr. 2 nevndu persónar. Ásetingarnar í § 19 verða
nýttar samsvarandi.
Stk. 3. Landskassin rindar málsviðgerðarútreiðslurnar umframt
veitingarnar til teir í § 5, nr. 3 og nr. 4 nevndu persónar.
2. PARTUR
Fráboðan, málsviðgerð og kæra
5. kapittul
Fráboðan um arbeiðsskaðar
Fráboðanarfreistir
§ 21. Ein hvør tilburður, sum hildin verður tryggjaður
sambært hesi lóg, skal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 7 yrkadagar eftir
hendingina fráboðast Vanlukkutryggingarráðnum.
Stk. 2. Um tilburðurin ikki er fráboðaður samsvarandi stk. 1, og skaddi ella
sjúki 5 vikur eftir hendingina framvegis ikki er førur fyri í fullan mun at taka
uppaftur vanliga arbeiðið, skal tilburðurin innan 7 yrkadagar eftir hetta fráboðast
Vanlukkutryggingarráðnum.
Stk. 3. Fyri vinnusjúkur sbr. § 9 verður fráboðanarfreistin
roknað frá tí degi, tann fráboðanarskyldugi gjørdist varugur við, at sjúkan kann
vera treytað av arbeiðnum.
Stk. 4. Vanlukkutryggingarráðið skal innan 48 tímar hava fráboðan um andlát,
ið kunnu vera elvd av arbeiðsskaða, herímillum øll andlát, hend á arbeiðsplássum.
Fráboðanarskyldan er galdandi, hóast tilburðurin, ið kann hava elvt til andlátið,
longu frammanundan er ella skal fráboðast ráðnum.
Stk. 5. Boðar tann fráboðanarskyldugi jvb. § 22 ikki Vanlukkutryggingarráðnum
frá møguligum arbeiðsskaða, ella verður tilburðurin fráboðaður ov seint, kann
tryggjaði ella avvarðandi hansara innan eitt ár eftir tilburðin kortini seta fram krav
um veitingar sambært hesi lóg. Ásetingarnar í stk. 3 verða nýttar samsvarandi. Um
serligar umstøður tala fyri tí, kann ráðið síggja burtur frá 1 ára
fráboðanarfreistini.
Fráboðanarskyldan
§ 22. Tryggingarskyldugi arbeiðsgevarin hevur
fráboðanarskylduna sambært hesi lóg, sí tó stk. 3.
Stk. 2. Hóast onga tryggingarskyldu, hevur arbeiðsgevarin eisini
fráboðanarskylduna viðvíkjandi teimum í § 10, stk. 2 nevndu persónum.
Stk. 3. Er talan um skaða ella sjúku undir roynd at bjarga mannalívi sbr. § 5,
nr. 4, hevur tryggjaði sjálvur ella hansara avvarðandi fráboðanarskylduna.
Stk. 4. Læknar og tannlæknar hava eisini skyldu til at boða
Vanlukkutryggingarráðnum frá øllum tilburðum, sum teir í yrki sínum gerast varugir
við kunnu vera vinnusjúkur ella bráddliga hendir lyftiskaðar.
Mannagongdin í sambandi við fráboðan um arbeiðsskaða
§ 23. Við fráboðan um arbeiðsskaða sambært hesi lóg skal
fylgja læknaváttan, ið verður rindað av tryggingarfelagnum. Ásetingarnar í §§ 19
og 20 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum
nærri reglur um mannagongdina í sambandi við fráboðanir um arbeiðsskaðar,
herímillum hvussu fráboðanin skal fremjast, hvørji oyðubløð skulu nýtast, hvørjar
læknaváttanir skulu fylgja við fráboðanini og gjøldini fyri hesar læknaváttanir.
6. kapittul
Málsviðgerðin
Vanlukkutryggingarráðið
§ 24. Vanlukkutryggingarráðið tekur avgerð í málum um arbeiðsskaðatrygging
sambært hesi lóg.
Stk. 2. Eftir áheitan og móti einum av landsstýrismanninum ásettum
gjaldi, kann Vanlukkutryggingarráðið eisini geva vegleiðandi ummæli um persónskaða,
sum ikki eru fevndur av hesi lóg.
§ 25. Vanlukkutryggingarráðið er mannað við einum dómara frá Føroya Rætti
sum formanni, Landslæknanum í Føroyum, umframt 3 limum, sum landsstýrismaðurin velur
fyri 4 ár ísenn. Harumframt velur landsstýrismaðurin 3 varalimir fyri 4 ár ísenn.
Stk. 2. Limir og varalimir í Vanlukkutryggingarráðnum mugu ikki starvast
hjá ella taka lut í leiðsluni á tryggingarfelag, sum teknar arbeiðsskaðatryggingar
í Føroyum.
Stk. 3. Vanlukkutryggingarráðið skal hava skrivara, sum hevur lokið
løgfrøðiligt embætisprógv, ella annað viðkomandi prógv frá hægri lærustovni.
Stk. 4. Vanlukkutryggingarráðið kann undir einstøku málsviðgerðini leita
sær sakkøna hjálp.
Stk. 5. Vanlukkutryggingarráðið ger uppskot um reglugerð fyri virksemi sítt,
sum skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 6. Umsitingarútreiðslurnar, ið Vanlukkutryggingarráðið hevur vegna hesa
lóg, herímillum samsýning til limir og varalimir í ráðnum, verða rindaðar av
landskassanum.
Málsviðgerðin í Vanlukkutryggingarráðnum
§ 26. Vanlukkutryggingarráðið kann sum liður í
málsviðgerðini krevja innlit í allar viðkomandi upplýsingar - herímillum eisini í
elektroniskum líki - frá øllum myndugleikum, stovnum, arbeiðsgevarum umframt øðrum,
sum hava upplýsingar av týdningi fyri málið.
Stk. 2. Vanlukkutryggingarráðið kann krevja líkuppskurð framdan eftir reglunum
um løgligar líkuppskurðir. Somuleiðis kann ráðið krevja rættarfrágreiðing
samsvarandi ásetingunum í rættargangslógini, eins og ráðið kann senda sakkøn fólk
at gera kanningar á arbeiðsplássum o.ø.
Stk. 3. Tryggjaði hevur skyldu til at gera eftir teimum boðum, sum
Vanlukkutryggingarráðið heldur hava týdning fyri málsviðgerðina, herundir lata seg
kanna av lækna, ávístur av ráðnum, lata seg innleggja á sjúkrahús og líknandi til
nærri kanningar, at lata seg arbeiðsroyna og at møta fyri ráðnum at geva nærri
frágreiðing.
Stk. 4. Útreiðslurnar, ið standast av ásetingunum í stk. 1-3, herímillum
útreiðslur til læknaváttanir, umframt ferðaútreiðslur, ið standast av, at
tryggjaði fylgir boðum, givin sambært stk. 3, verða rindaðar av tryggingarfelagnum.
Eisini rindar trygingarfelagið endurgjald fyri próvførda mista arbeiðsinntøku yvir 2
tímar í sambandi við, at tryggjaði lýkur sínar skyldur sambært stk. 3; sum
grundarlag fyri hesum endurgjaldi verður árslønin sbr. § 40 nýtt. Ásetingarnar í
§§ 19 og 20 verða nýttar samsvarandi.
Freistir Vanlukkutryggingarráðsins
§ 27. Vanlukkutryggingarráðið skal í seinasta lagi 3 mánaðir
eftir fráboðan um vanlukkutilburð sbr. § 7, nr. 1, ella stutttíðar skaðilig árin
sbr. § 7, nr. 2 kunna tryggjaða ella hansara avvarðandi, um tilburðurin kann
viðurkennast sum ein arbeiðsskaði, ið kann geva rætt til veitingar sambært lógini.
Er talan um sjúku sbr. § 9, stk. 1 nr. 1, er freistin 9 mánaðir. Samstundis
skal viðkomandi arbeiðsgevari kunnast um avgerðina.
Stk. 2. Fyri sjúkur, nevndar í § 9, stk. 1, nr. 2 og § 9, stk. 2,
umframt bráddliga hendar lyftiskaðar sbr. § 8, galda einans tær í § 45, stk. 2 og §
53, stk. 2 ásettu freistir fyri støðutakanina til avleiðingarnar av einum viðurkendum
arbeiðsskaða.
Stk. 3. Somu freistir, sum ásett í stk. 1, eru galdandi fyri fráboðan til
avvarðandi, tá tryggjaði doyr, eftir at ein tilburður honum viðvíkjandi er
fráboðaður Vanlukkutryggingarráðnum. Í hesum førum verða freistirnar roknaðar
frá tí degi, ráðið jvb. § 21, stk. 4 fekk fráboðan um andlátið.
Stk. 4. Metir Vanlukkutryggingarráðið, at avgerð ikki kann takast til ein
fráboðaðan tilburð innan tær í stk. 1-3 ásettu freistirnar, skal ráðið geva
tryggjaða ella hansara avvarðandi boð um hetta.
§ 28. Hóast Vanlukkutryggingarráðið samsvarandi § 27 hevur viðurkent ein fráboðaðan tilburð sum arbeiðsskaða, kann ráðið tó ikki uttan í heilt serligum førum játta veitingar sambært lógini, fyrr enn kærufreistin í § 34, stk. 1 er runnin.
Uppafturtøka av málinum
§ 29. Hevur Vanlukkutryggingarráðið samsvarandi § 27 boðað
frá, at ein fráboðaður tilburður ikki kann viðurkennast sum arbeiðsskaði, kann
málið verða tikið upp til nýggja viðgerð innan 5 ár eftir hesa fráboðan.
Stk. 2. Hevur Vanlukkutryggingarráðið samsvarandi stk. 1 víst frá sær ein
fráboðaðan sjúkutilburð sum arbeiðsskaða, og hesin sjúkutilburður seinni verður
tikin við í kunngerðini um vinnusjúkur sbr. § 9, stk. 1, nr. 1, kann málið takast
upp til nýggja viðgerð, eisini eftir at 5 ára freistin er runnin.
§ 30. Hevur Vanlukkutryggingarráðið boðað tryggjaða frá, at
ein fráboðaður tilburður hóast viðurkendur sum arbeiðsskaði - ikki hevur
havt avleiðingar, sum geva rætt til veitingar sambært lógini, kunnu krøv hesum
viðvíkjandi ikki verða sett fram seinni enn 5 ár eftir hesa fráboðan.
Stk. 2. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann
Vanlukkutryggingarráðið síggja burtur frá 5 ára freistini í stk. 1.
Missur av rættindum hins tryggjaða
§ 31. Ger tryggjaði ikki eftir boðum, givin sambært § 26, stk.
3, ella forðar hann í aðrar mátar fyri heilsubata av skaðanum ella sjúkuni, kann
Vanlukkutryggingarráðið avgera, at tryggjaði heilt ella partvíst missir rættin til
veitingar sambært lógini.
Stk. 2. Á sama hátt kunnu tey avvarðandi hjá einum, ið hevur latið lív
orsakað av arbeiðsskaða, missa rættin til veitingar sambært hesi lóg, um tey sýta
fyri einum sambært hesi lóg kravdum líkuppskurði.
§ 32. Um Vanlukkutryggingarráðið orsakað av viðurskiftum hins tryggjaða ella hansara avvarðandi ikki fær tikið støðu til, um ein fráboðaður tilburður samsvarandi § 27 kann viðurkennast sum ein arbeiðsskaði, fellur kravið um málsviðgerð burtur, tá 5 ár eru liðin, síðani tilburðurin á fyrsta sinni varð fráboðaður ráðnum.
7. kapittul
Kæra
Den Sociale Ankestyrelse
§ 33. Avgerðir, sum Vanlukkutryggingarráðið tekur sambært hesi lóg, kunnu av
tryggjaða, hansara avvarðandi, viðkomandi arbeiðsgevara ella viðkomandi
tryggingarfelag kærast til Den Sociale Ankestyrelse, tó ikki avgerðir, tiknar sambært
§ 24, stk. 2. Arbeiðsgevarin kann bert kæra avgerðir, tiknar sambært § 27.
Stk. 2. Avgerðir, sum Den Sociale Ankestyrelse tekur sambært hesi lóg, kunnu
ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.
Stk. 3. Umsitingarútreiðslurnar, sum den Sociale Ankestyrelse hevur av
kæruviðgerð sambært hesi lóg, verða rindaðar av landskassanum.
Kærufreistir
§ 34. Kærufreistin er 8 vikur frá tí degi, kærarin fekk fráboðan um
avgerðina hjá Vanlukkutryggingarráðnum.
Stk. 2. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann Den Sociale Ankestyrelse síggja
burtur frá kærufreistunum í stk. 1.
Stk. 3. Kæra er bert steðgandi, um kærarin er arbeiðsgevari ella
tryggingarfelag.
Kæruviðgerðin
§ 35. Den Sociale Ankestyrelse kann sum liður í
kæruviðgerðini krevja innlit í allar upplýsingar - herímillum eisini í
elektroniskum líki - frá øllum føroyskum myndugleikum, stovnum, arbeiðsgevarum
umframt øðrum, sum Den Sociale Ankestyrelse heldur hava upplýsingar av týdningi fyri
kæruviðgerðina. Somuleiðis kann Den Sociale Ankestyrelse senda sakkøn fólk at gera
kanningar á arbeiðsplássum o.ø.
Stk. 2. Tryggjaði hevur skyldu til at gera eftir teimum boðum, sum Den Sociale
Ankestyrelse heldur hava týdning fyri kæruviðgerðina, herundir lata seg kanna av
lækna, ávístur av Den Sociale Ankestyrelse, lata seg inleggja á sjúkrahús og
líknandi til nærri kanningar, at lata seg arbeiðsroyna og at geva Den Sociale
Ankestyrelse nærri frágreiðing í málinum.
Stk. 3. Útreiðslurnar, ið standast av ásetingunum í stk. 1 og 2,
herímillum útreiðslur til læknaváttanir, umframt ferðaútreiðslur, ið standast av,
at tryggjaði fylgir boðum, givin sambært stk. 2, verða rindaðar av
tryggingarfelagnum. Eisini rindar tryggingarfelagið endurgjald fyri próvførda mista
arbeiðsinntøku yvir 2 tímar í sambandi við, at tryggjaði lýkur sínar skyldur eftir
stk. 2; sum grundarlag fyri hesum endurgjaldi verður árslønin jvb. § 40 nýtt.
Ásetingarnar í §§ 19 og 20 verða nýttar samsvarandi.
3. PARTUR
Veitingarnar
8. kapittul
Um veitingarnar
§ 36. Veitingarnar sambært hesi lóg eru:
Stk. 2. Dagpeningur undir málsviðgerðini av arbeiðsskaðamálum, verður veittur av Almannastovuni við heimild í serligari løgtingslóg.
§ 37. Veitingarnar til tryggjaða sambært 9., 10. og 11. kapitli verða ásettar
í mun til avleiðingarnar av arbeiðsskaðanum og kunnu tí lækka ella, eftir
umstøðunum, heilt detta burtur, um núverandi heilsuliga og sosiala støðan ikki einans
er elvd av arbeiðsskaðanum.
Stk. 2. Verður mist arbeiðsføri ella varandi mein staðfest, ella letur
persónur lív, verður hetta roknað sum avleiðing av arbeiðsskaða sambært hesi lóg,
uttan so at mestu sannlíkindini tala í móti hesum.
Stk. 3. Tann, ið hevur fingið staðfest eina sjúku, sum er nevnd í kunngerðini
um vinnusjúkur sbr. § 9, stk. 1, nr. 1, hevur krav upp á tær í lógini ásettu
veitingarnar, tó ikki um tað verður hildið mest sannlíkt, at sjúkan er elvd av
øðrum orsøkum enn arbeiði hins sjúka.
§ 38. Hevur tryggjaði við vilja ella við ólógligari gerð ella undanláti
elvt til ella í stóran mun verið við at elvt til tryggingartilburðin, kann
Vanlukkutryggingarráðið avgera, at rættur hins tryggjaða til endurgjald fyri mist
arbeiðsføri ella samsýning fyri varandi mein lækka ella heilt detta burtur.
Stk. 2. Tryggjaði skal nágreiniliga kunnast um avgerðir, tiknar eftir stk. 1.
Ræðisrættur og renting
§ 39. Veitingar sambært hesi lóg verða goldnar tí persóni, ið hevur rætt
til veitingina.
Stk. 2. Metir Vanlukkutryggingarráðið, at viðkomandi ikki eigur at hava
ræðisrætt á veitingini, avgerð ráðið, á hvønn hátt upphæddin skal koma
viðkomandi til góðar.
Stk. 3. Í serligum førum kann Vanlukkutryggingarráðið lata veitingarnar til
viðkomandi persón og síðani krevja upphæddina aftur frá viðkomandi tryggingarfelag.
Stk. 4. Verða játtaðar veitingar, nevndar í stk. 1, goldnar seinni enn 4 vikur
frá tí degi, viðkomandi fekk fráboðan um játtaðu veitingina, verður renta, ið er
1 % yvir diskonto Tjóðbankans, latin frá hesum tíðarskeiði, og til goldið verður.
Í teimum í § 72 nevndu førum er freistin 14 dagar frá tí degi, Almannastovan
endaliga gav tí, sum skal gjalda endurgjaldið, fráboðan um aftursóknarkravið.
Árslønin
§ 40. Veitingarnar sambært 10. og 13. kapitli verða ásettar
við grundarlagi í ársløn hins tryggjaða.
Stk. 2. Sum ársløn verður roknað samlaða arbeiðsinntøka hins tryggjaða
árið frammanundan arbeiðsskaðanum, sí tó stk. 3-5. Í árslønina skal íroknast
virðið av fríðum kosti og uppihaldi, umframt virðið av øðrum vøruveitingum,
samsvarandi nærri reglum, ásettum av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Vanlukkutryggingarráðið ásetur tó árslønina eftir meting um:
Stk. 4. Er tryggjaði yngri enn 21 ár ella undir
útbúgving, tá arbeiðsskaðin hendi, kann leggjast upp fyri teirri arbeiðsinntøku,
sum tryggjaði væntandi hevði forvunnið, eftir at hann var fyltur 21 ár, ella eftir
lokna útbúgving, um arbeiðsskaðin ikki var hendur.
Stk. 5. Árslønin kann í mesta lagi verða ásett til 350.000 krónur,
javnað sambært § 41.
Javning av upphæddunum
§ 41. Tær í § 40, stk. 5, § 54, stk. 2 og § 56, stk. 1 nevndu upphæddir
verða javnaðar eftir tí til eina og hvørja tíð galdandi sáttmála millum Føroya
Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og avrundaðar til nærmastu 100 kr.
Stk. 2. Vanlukkutryggingarráðið skal innan 1. januar, eftir at sáttmálin,
nevndur í stk. 1, er broyttur, almannakunngera tær soleiðis javnaðu upphæddirnar.
Stk. 3. Veitingarnar sambært lógini verða roknaðar við grundarlagi í
upphæddunum, ið vóru galdandi, tá avgerðin um játtaðu veitingarnar verður tikin.
9. kapittul
Sjúkuviðgerð, uppvenjing og hjálpitól v.m. undir málsviðgerðini
§ 42. Er undir málsviðgerðini neyðugt við sjúkuviðgerð
ella uppvenjing til tess at náa best møguligan heilsubata, rindar tryggingarfelagið
útreiðslurnar í tann mun, tað ikki áliggur tí føroyska heilsuverkinum,
sjúkrakassanum, ella einum sjúkrafelagi at rinda hesar útreiðslur. Uppvenjing skal
undir læknaligum eftirliti fremjast sum beinleiðis framhald av sjúkuviðgerðini. Tryggingarfelagið
rindar allar útreiðslurnar til protesur, brillur og líknandi hjálpitól, sum eru
neyðug til tess at tryggja útlitini fyri sjúkuviðgerðini ella uppvenjingini, minkað
um avleiðingarnar av arbeiðsskaðanum ella gjølligari at kunna áseta varandi meinið
ella missin av arbeiðsførinum. Ásetingarnar í §§ 19 og 20 verða nýttar
samsvarandi.
Stk. 2. Nýtti tryggjaði longu frammanundan eitthvørt hjálpiamboð, nevnt í
stk. 1, í samband við arbeiði, og er hetta hjálpitól vorðið skatt í sambandi við
arbeiðsskaðan, rindar tryggingarfelagið kostnaðin av at umvæla ella endurnýggja
hjálpiamboðið. Ásetingarnar í §§ 19 og 20 verða nýttar samsvarandi.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 verða nýttar samsvarandi, tá spurningurin um
mist arbeiðsføri jvb. § 50 og varandi mein jvb. § 55 verður tikin upp til nýggja
viðgerð.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um fulnaðin av útreiðslunum
sambært stk. 1 og 2, herímillum reglur um, at nevndu útreiðslur undir serligum
umstøðum kunnu rindast, sjálvt um málið ikki er til viðgerðar.
Uppafturtøka av málinum
§ 43. Spurningurin um útreiðslurnar, nevndar í § 42, stk. 1 og
2, kann eftir áheitan frá tryggjaða ella av Vanlukkutryggingarráðnum sjálvum verða
tikin upp til nýggja viðgerð innan 5 ár eftir fyrstu avgerðina, treytað av, at
munandi broytingar eru hendar í teimum viðurskiftum, ið vóru grundarlagi undir
avgerðini.
Stk. 2. Freistin fyri uppafturtøku kann verða longd, áðrenn 5 ára freistin í
stk. 1 er runnin. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann
Vanlukkutryggingarráðið heilt síggja burtur frá 5 ára freistini.
10. kapittul
Endurgjald fyri mist arbeiðsføri
Mist arbeiðsføri
§ 44. Hevur arbeiðsskaðin havt við sær minkandi førleika hjá
tryggjaða at forvinna sær inntøku við arbeiði, hevur viðkomandi rætt til endurgjald
fyri mist arbeiðsføri. Endurgjald verður tó ikki veitt, um óarbeiðsføri verður
ásett til minni enn 15 %.
Stk. 2. Tá mett verður um miss av arbeiðsføri, skal leggjast upp fyri, um
tryggjaði hevur møguleika at útvega sær inntøku við tílíkum arbeiði, ið
rímiligt er at krevja av honum eftir førimuni, útbúgving aldri og møguleikunum fyri
vinnuligari endurbúgving og uppvenjing.
Avgerðarfreistir
§ 45. Tá ið tað eftir sjúkuviðgerð, uppvenjing v.m. er
grundarlag fyri at meta um framtíðar heilsustøðu og arbeiðsmøguleikar hins
tryggjaða, avgerð Vanlukkutryggingarráðið, um tryggjaði hevur rætt til endurgjald
fyri mist arbeiðsføri.
Stk. 2. Avgerðin eftir stk. 1 skal um møguligt takast innan 1 ár og í seinasta
lagi 2 ár eftir fráboðanina um arbeiðsskaðan.
Stk. 3. Forskot upp á endurgjald fyri mist arbeiðsføri kann veitast tryggjaða,
til endalig avgerð er tikin sambært stk. 2.
Stk. 4. Er greiða ikki fingin á arbeiðsviðurskiftum hins tryggjaða innan 2
ára freistina í stk. 2, kann Vanlukkutryggingarráðið undir serligum umstøðum játta
tryggjaða eitt fyribils endurgjald fyri mist arbeiðsføri.
Stk. 5. Endurgjald fyri miss av arbeiðsføri til barn við fosturskaða jvb. § 9,
stk. 1, nr. 2, ella til barn við sjúku, elvda av árinum á foreldrini áðrenn
gitingina ella eftir føðingina jvb. § 9, stk. 2, kann í fyrsta lagi verða veitt
barninum frá 15. árinum.
Upphædd og útgjalding
§ 46. Hevur tryggjaði mist alt arbeiðsføri, verður veitt eitt endurgjald, ið svarar til 80 % av ársløn hansara, roknað sambært § 40. Hevur tryggjaði partvíst mist arbeiðsføri, verður endurgjaldið lækkað lutfalsliga.
§ 47. Endurgjald fyri mist arbeiðsføri verður veitt sum
framhaldandi árlig veiting, uttan so at veitingin verður roknað um til eina ávísa peningaupphædd
sambært § 48.
Stk. 2. Tann árliga veitingin verður goldin tryggjaða mánaðarliga
frammanundan, og útgjaldingin byrjar, tá avgerðin er tikin, uttan so at serligar
umstøður tala fyri einum øðrum byrjanartíðarskeiði.
Stk. 3. Framhaldandi endurgjaldsveitingin heldur uppat seinast í mánaðinum, tá
tryggjaði fyllir 67 ár, og tryggjaði fær tá í staðin eitt endaligt endurgjald fyri
mist arbeiðsføri, ið svarar til 2 ferðir ta árligu endurgjaldsveitingina eftir § 46.
Um tryggjaði longu er fyltur 67 ár, tá avgerðin um at veita honum endurgjald fyri mist
arbeiðsføri verður tikin, verður endaliga veitingin somuleiðis 2 ferðir árliga
gjaldið, roknað smb. § 46.
Umrokning til eina ávísa peningaupphædd
§ 48. Er óarbeiðsføri ásett til 50 % ella lægri, verður tann framhaldandi
árliga endurgjaldsveitingin roknað um til eina ávísa peningaupphædd. Er
óarbeiðsføri ásett til 51 % ella hægri, kann endurgjaldsveitingin undir serligum
umstøðum og eftir áheitan frá tí, ið hevur rætt til upphæddina, roknast um til
eina ávísa peningaupphædd. Fyribils endurgjald eftir § 45, stk. 4 kann tó í ongum
førum roknast um til peningaupphædd.
Stk. 2. Umrokningin av framhaldandi árligum veitingum til peningaupphædd, verður
framd við grundarlagi í støddini á veitingini á umrokningardegnum samsvarandi nærri
reglum, ásettum av landsstýrismanninum, eftir tilráðing frá
Vanlukkutryggingarráðnum.
Stk. 3. Tá endalig avgerð er tikin um endurgjald fyri mist arbeiðsføri, og
tann, ið hevur rætt til endurgjaldið, hevur biðið um at fáa endurgjaldið, umroknað
til eina ávísa peningaupphædd, verður peningaupphæddin goldin til búgvið, um
viðkomandi doyr, áðrenn veitingin verður goldin honum. Umrokningin verður framd við
grundarlagi í støddini av upphæddini á andlátsdegnum.
Mótrokning í øðrum veitingum
§ 49. Hevur tryggjaði orsakað av arbeiðsskaðanum rætt til eftirløn sambært
lógini um tænastumannaeftirløn, lækkar endurgjaldið fyri mist arbeiðsføri sambært
hesi lóg við 2/3 av teirri upphædd, ið tænastumannaeftirlønin orsakað av
arbeiðsskaðanum er hækkað upp um ta eftirløn, ið viðkomandi um hetta mundið
sambært starvsaldri sínum annars hevði havt rætt til.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru eisini galdandi fyri onnur tryggjað sambært
hesi lóg, sum hava eftirlønarrættindi eftir samsvarandi reglum, sum lógin um
tænastumannaeftirløn ásetur. Í hesum førunum rindar viðkomandi
tryggingarfelag tí, sum er skyldugur at rinda eftirlønina, eina upphædd, ið svarar til
ta minking, ið er hend veitingunum sambært hesi lóg.
Uppafturtøka av málinum
§ 50. Spurningurin um endurgjald fyri mist arbeiðsføri kann
eftir áheitan frá tryggjaða ella av Vanlukkutryggingarráðnum sjálvum verða tikin
upp til nýggja viðgerð innan 5 ár eftir fyrstu avgerðina, treytað av, at munandi
broytingar eru hendar í teimum viðurskiftum, ið vóru grundarlagið undir avgerðini.
Stk. 2. Freistin fyri uppafturtøku kann verða longd, áðrenn 5 ára freistin í
stk. 1 er runnin. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann
Vanlukkutryggingarráðið heilt síggja burtur frá 5 ára freistini.
Upplýsingarskylda hins tryggjaða
§ 51. Tann, ið fær framhaldandi árliga veiting fyri mist arbeiðsføri, jvb.
kapitul 10, hevur skyldu til at boða Vanlukkutryggingarráðnum frá einari og hvørjari
broyting í viðurskiftum sínum, sum hann heldur kunnu hava við sær, at veitingin
verður lækkað ella heilt dettur burtur.
Stk. 2. Á sama hátt hava Vanlukkutryggingarráðið og tryggingarfelagið skyldu
til at geva tí gætur, um viðurskifti hins tryggjaða broytast, sum ásett í stk. 1.
Stk. 3. Hevur tryggjaði ikki boðað frá viðkomandi broytingum, nevndar í stk.
1, kann Vanlukkutryggingarráðið áleggja honum - ella deyðsbúgvi hansara - at
endurrinda tryggingarfelagnum ta upphædd, ið hann soleiðis av órøttum hevur
móttikið. Skyldugar upphæddir kunnu mótroknast í framhaldandi veitingum smb. hesi
lóg, tó undantikið veitingunum smb. 12. og 13. kapitli. Ásetingarnar í §§ 19 og 20
verða nýttar samsvarandi.
11. kapittul
Samsýning fyri varandi mein
Varandi mein
§ 52. Hevur tryggjaði fingið varandi mein av arbeiðsskaðanum,
verður veitt ein samsýning, um meinstigið er 5 % ella hægri.
Stk. 2. Meinstigið verður ásett við grundarlagi í læknafrøðiligari meting
um slagið og støddina av arbeiðsskaðanum og við atliti til, hvussu hetta hevur
ávirkað persónligu tilveru hins tryggjaða.
Avgerðarfreistir
§ 53. Tá ið tað eftir sjúkuviðgerð, uppvenjing v.m. er
grundarlag fyri at meta um framtíðar heilsustøðu hins tryggjaða, avger
Vanlukkutryggingarráðið, um tryggjaði hevur rætt til samsýning fyri varandi mein.
Stk. 2. Avgerðin eftir stk. 1 skal um møguligt takast innan 1 ár og í seinasta
lagi 2 ár eftir fráboðanina um arbeiðsskaðan.
Stk. 3. Forskot upp á samsýning fyri varandi mein kann veitast tryggjaða, til
endalig avgerð er tikin samsvarandi stk. 1 og 2.
Upphædd og útgjalding
§ 54. Samsýning fyri varandi mein verður ásett til eina ávísa
peningaupphædd og útgoldin í einum.
Stk. 2. Er meinstigið 100 %, verður samsýningin 400.000 krónur, javnað
sambært § 41. Er meinstigið lægri enn 100 %, verður samsýningin lutfalsligi parturin
av 400.000 krónum. Í heilt serligum førum kann samsýningin ásetast hægri, tó
í mesta lagi til 120 % av 400.000 krónum.
Stk. 3. Var tryggjaði fyltur 60 ár, tá arbeiðsskaðin hendi, verður
samsýningin fyri varandi mein lækkað við 5 % fyri hvørt árið, tryggjaði var eldri
enn 59 ár, tá arbeiðsskaðin hendi, tó ikki eftir at tryggjaði hevur fylt 69 ár.
Uppafturtøka av endurgjaldsspurninginum
§ 55. Spurningurin um samsýning fyri varandi mein, kann eftir
áheitan frá tryggjaða ella av Vanlukkutryggingarráðnum sjálvum verða tikin upp til
nýggja viðgerð innan 5 ár eftir fyrstu avgerðina, treytað av, at munandi broytingar
eru hendar í teimum viðurskiftum, ið vóru grundarlagið undir avgerðini.
Stk. 2. Freistin fyri uppafturtøku kann verða longd, áðrenn 5 ára freistin í
stk. 1 er runnin. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann
Vanlukkutryggingarráðið heilt síggja burtur frá 5 ára freistini.
12. kapittul
Skiftisveiting til eftirsitandi
Hjúnafelagar
§ 56. Letur tryggjaði lív orsakað av arbeiðsskaðanum, fær
eftirsitandi hjúnafelagi hins deyða eina skiftisveiting upp á 150.000 krónur, treytað
av, at hjúnabandið var komið í lag, áðrenn arbeiðsskaðin hendi, og at
hjúnafelagarnir framvegis livdu saman, tá andlátið hendi. Skiftisveitingin verður
javnað sambært § 41.
Stk. 2. Er hjúnabandið komið í lag, eftir at arbeiðsskaðin hendi, hevur
eftirsitandi hjúnafelagin rætt til somu skiftisveiting, sum nevnd í stk. 1, treytað
av, at hjúnabandið hevur varað 2 tey seinastu árini, áðrenn tryggjaði læt lív av
arbeiðsskaðanum, og hjúnafelagarnir framvegis livdu saman, tá andlátið hendi.
Ógift
§ 57. Rætt til somu skiftisveiting, sum ásett í § 56, stk. 1, hevur eisini eftirsitandi persónur, sum frammanundan arbeiðsskaðanum livdi saman við tí deyða undir hjúnabandslíknandi viðurskiftum, treytað av, at samlívið teirra millum uttan slit hevur varað 2 seinastu árini áðrenn andlátið.
Onnur eftirsitandi
§ 58. Er eingin eftirsitandi, sum hevur rætt til skiftisveiting samsvarandi § 56 ella § 57, kann skiftisveiting undir serligum umstøðum verða latin øðrum persóni, sum stóð hinum deyða nær.
Freistir
§ 59. Tá andlát er fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum, skal avgerð um skiftisveiting samsvarandi §§ 56-58 um møguligt verða tikin innan 1 ár og í seinasta lagi 2 ár eftir fráboðanina.
13. kapittul
Endurgjald fyri miss av uppihaldara
Endurgjald til vaksin
§ 60. Tann, ið sambært § 56 ella § 57 hevur rætt til skiftisveiting, og sum við deyða hins tryggjaða hevur mist uppihaldara, ella á annan hátt verður fyri versnaðum uppihaldsviðurskiftum orsakað av andlátinum, hevur rætt til endurgjald fyri miss av uppihaldara.
§ 61. Endurgjaldið fyri miss av uppihaldara er ein framhaldandi tíðaravmarkað
veiting, sum árliga svarar til 30 % av ársløn hins deyða, roknað sambært §
40, og sum í mesta lagi kann verða veitt í 10 ár, sí tó § 63.
Stk. 2. Árliga endurgjaldið sambært stk. 1 verður veitt frá deyðadegnum og
goldið mánaðarliga frammanundan. Framhaldandi árliga veitingin kann eftir áheitan
frá tí, sum hevur rætt til veitingina, roknast um til eina ávísa peningaupphædd,
samsvarandi ásetingunum í § 48, stk. 2.
Stk. 3. Fær viðkomandi eftirsitiløn orsakað av andlátinum, byrjar
útgjaldingin av endurgjaldinum fyri miss av uppihaldara ikki, fyrr enn
eftirsitilønartíðarskeiðið er runnið.
Stk. 4. Fekk tann deyði framhaldandi veiting fyri miss av arbeiðsføri jvb. §
47, kemur endurgjaldið fyri miss av uppihaldara ikki til útgjaldingar fyrr enn tann 1.
í mánaðinum eftir andlátið.
Stk. 5. Upphæddin sambært stk. 1 er óbroytt í ásetta tíðarskeiðnum, uttan
so at móttakarin biður um at fáa upphæddina roknaða um til eina ávísa
peningaupphædd jvb. stk. 2, ella móttakarin av veitingini doyr.
§ 62. Tann, ið fær framhaldandi endurgjald fyri miss av uppihaldara jvb. § 61, kann innan 5 ár eftir avgerðina biðja Vanlukkutryggingarráðið um at fáa veitingartíðarskeiðið longt, tó ikki longri enn í samanlagt 10 ár.
§ 63. Endurgjaldið fyri miss av uppihaldara heldur uppat seinast í tí mánaðinum, tann, ið hevur rætt til veitingina, fyllir 67 ár, og veitt verður tá eitt endaligt endurgjald, ið svarar til 2 ferðir tað árliga endurgjaldið sambært § 61, stk. 1. Sama er galdandi, um viðkomandi longu er fyltur 67 ár, tá tryggjaði læt lív orsakað av arbeiðsskaðanum.
Endurgjald til børn
§ 64. Doyr annað av foreldrunum hjá børnum, ið viðkomandi
sambært lóg hevði uppihaldsskyldu móti, orsakað av arbeiðsskaða, men er hitt av
foreldrunum á lívi, fær hvørt barnið, til tað fyllir 18 ár, eina framhaldandi
árliga veiting, ið svarar til 10 % av ársløn hins deyða, roknað sambært § 40. Var
hin deyði einsamallur uppihaldari, er endurgjaldið tó 20 % av ársløn hins deyða.
Stk. 2. Eitt barn, sum fær endurgjald eftir stk. 1, og sum seinni missir hitt
av foreldrunum, men ikki orsakað av arbeiðsskaða, fær í restini av
veitingartíðarskeiðnum jvb. stk. 1 eina framhaldandi árliga veiting, ið svarar til 20
% av árslønini hjá tí fyrr deyða av foreldrunum. Um hitt seinni deyða av foreldrunum
eisini doyr orsakað av arbeiðsskaða, er endurgjaldið í restini av
veitingartíðarskeiðnum 20 % av samlaðu ársinntøku foreldranna.
Stk. 3. Missir eitt barn bæði foreldrini samstundis, harav annað teirra letur
lív orsakað av arbeiðsskaða, verður endurgjaldið sambært stk. 1 ásett til 20 % av
ársinntøkuni hjá tí av foreldrunum, ið doyði orsakað av arbeiðsskaðanum. Doyggja
bæði foreldrini samstundis orsakað av arbeiðsskaða, er endurgjaldið tó 20 %
av samlaðu ársinntøku foreldranna.
Stk. 4. Er barnið undir útbúgving, tá ið tað fyllir 18 ár, og umstøðurnar
annars tala fyri tí, kann veitingartíðarskeiðið leingjast, til útbúgvingin eigur at
vera liðug, tó í longsta lagi til viðkomandi er fyltur 21 ár. Sama er galdandi, um
viðkomandi longu frammanundan deyða foreldranna var fyltur 18 ár og undir útbúgving.
§ 65. Veitingar sambært § 64 verða veittar frá deyðadegnum og
rindaðar mánaðarliga frammanundan.
Stk. 2. Kemur eftirsitiløn til útgjaldingar vegna andlátið, byrjar
útgjaldingin av endurgjaldinum tó ikki, fyrr enn eftirsitilønartíðarskeiðið er
runnið.
§ 66. Um veitingarnar, roknaðar eftir § 64, eru hægri enn 60 %
av ávíkavist ársløn hins deyða, ella samlaðu ársløn foreldranna, roknað sambært
§ 40, verða einstøku veitingarnar lækkaðar til samanlagt 60 % av árslønini.
Stk. 2. Verður samstundis veitt endurgjald eftir § 60, lækka einstøku
veitingarnar til børnini til samanlagt 50 % av ársløn hins deyða.
Endurgjald til onnur eftirsitandi
§ 67. Um samlaðu árligu veitingarnar til vaksin og børn sambært hesum kapitli
eru lægri enn 70 % av ársløn hins deyða, roknað sambært § 40, kann endurgjald innan
hesar karmar undir serligum umstøðum verða veitt øðrum persónum enn omanfyri nevndu,
treytað av, at tann deyði heilt ella partvíst forsyrgdi teimum um tað mundið,
arbeiðsskaðin hendi.
Stk. 2. Endurgjaldið eftir stk. 1, burtursæð frá endurgjaldinum til stjúkbørn
undir 21 ár, kann eftir áheitan roknast um til eina ávísa peningaupphædd, samsvarandi
ásetingunum í § 48, stk. 2.
Avgerðarfreistir
§ 68. Tá andlát er fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum, skal avgerð um endurgjald fyri miss av uppihaldara jvb. §§ 60, 64 og 67 um møguligt verða tikin innan 1 ár og í seinasta lagi 2 ár eftir fráboðanina.
Mótrokning í øðrum veitingum
§ 69. Hava avvarðandi hins deyða vegna arbeiðsskaðan rætt til
eftirløn sambært lógini um tænastumannaeftirløn, lækkar endurgjaldið fyri miss av
uppihaldara sambært hesi lóg við 2/3 av teirri upphædd, ið tænastumannaeftirlønin
er hækkað upp um ta eftirløn, sum á andlátsdegnum svarar til tænastualdur hins
deyða.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru eisini galdandi fyri onnur tryggjað
sambært hesi lóg, sum hava rættindi eftir samsvarandi reglum, sum lógin um
tænastumannaeftirløn ásetur. Í hesum førunum rindar viðkomandi
tryggingarfelag tí, sum er skyldugur at rinda eftirlønina, eina upphædd, ið svarar til
ta minking, ið er hend veitingunum sambært hesi lóg.
4. PARTUR
Almennar reglur
14. kapittul
Aftursóknarkrøv, vangilding og revsing v.m.
Aftursóknarkrøv
§ 70. Veitingar, latnar sambært hesi lóg, kunnu ikki vera grundarlag fyri
aftursóknarkravi frá arbeiðsskaðatryggingarfelag móti skaðaelvara, sum er
endurgjaldsskyldugur móti tí, sum hevur verið fyri arbeiðsskaða, ella hansara
avvarðandi.
Stk. 2. Endurgjaldskravið frá tryggjaða ella hansara avvarðandi móti
skaðaelvaranum í sambandi við arbeiðsskaðan lækkar samsvarandi teirri upphædd, sum
er ella skal verða goldin tryggjaða sambært hesi lóg.
§ 71. Hevur skaðaelvari ella tryggingarfelag goldið tryggjaða ella avvarðandi
hansara endurgjald fyri arbeiðsskaðan, hevur skaðaelvarin ella tryggingarfelagið
aftursóknarkrav móti viðkomandi arbeiðsskaðatryggingarfelag.
Stk. 2. Aftursóknarkravið er tann upphæddin, sum viðkomandi
arbeiðsskaðatryggingarfelag sambært hesi lóg hevur skyldu til at rinda tryggjaða um
tað mundið, aftursóknarkravið verður sett fram.
§ 72. Hevur tryggjaði ella avvarðandi hansara fingið útgoldið
almannaveitingar sambært almannalóggávuni fyri eitt tíðarskeið, ið tað seinni
verður játtað framhaldandi endurgjald fyri miss av arbeiðsføri jvb. 10. kapitli, ella
endurgjald fyri miss av uppihaldara jvb. 13. kapitli, hevur Almannastovan eitt
aftursóknarkrav móti viðkomandi tryggingarfelag. Ásetingarnar í §§ 19 og 20 verða
nýttar samsvarandi.
Stk. 2. Aftursóknarkravið er munurin millum ta upphædd, ið er goldin sambært
stk. 1, og ta upphædd, ið hevði verið goldin sambært hesi lóg, um upphæddin varð
útgoldin samstundis sum almannaveitingarnar. Aftursóknarkravið kann tó ikki vera
hægri enn tann upphæddin, ið fyri sama tíðarskeið er játtað eftir hesi lóg.
Ógildugar avtalur
§ 73. Avtalur millum tey sambært hesi lóg tryggingarskyldugu og tryggjaðu eru ógildugar, um avtalan miðar ímóti ella hevur við sær:
§ 74. Krøv heimilaði í hesi lóg, kunnu ikki verða fyri lóghaldi, fíggjartøku ella aðrari rættarsókn. Rættargerðir, ið tryggjaði ella avvarðandi hansara fremja viðvíkjandi hesum krøvum, eru ógildugar.
Sektarásetingar
§ 75. Við bót verður tann arbeiðsgevari revsaður:
Stk. 2. Er arbeiðsgevarin eitt partafelag, lutafelag ella líknandi, kann
felagnum verða álagt sektarábyrgd.
Stk. 3. Í forskriftum, givnum við heimild í lógini, kann sektarábyrgd
verða áløgd fyri brot á forskriftirnar.
15. kapittul
Gildiskomu- og skiftisreglur
§ 76. Landsstýrið ásetur í kunngerð, nær lógin fær gildi.
Stk. 2. Lógin fevnir um teir í lógini nevndu tilburðir, undantikið
vinnusjúkur, ið henda gildiskomudagin ella seinni. Vinnusjúkur, jvb. § 7, nr. 4 verða
bert viðgjørdar eftir ásetingunum í hesi lóg, um vinnusjúkan er fráboðað
Vanlukkutryggingarráðnum gildiskomudagin ella seinni.
Stk. 3. Samstundis fer úr gildi "Kongelige anordning nr. 389 af 15.11.1966 om
forsikring mod følger af ulykkestilfælde". Tó verða tilburðir, sum
samsvarandi ásetingunum í kongligu fyriskipanini um vanlukkutrygging longu eru hendir
ella fráboðaðir innan gildiskomudagin sambært stk. 1, framvegis viðgjørdir eftir
"Kongelig anordning nr. 389 af 15.11.1966 om forsikring mod følger af
ulykkestilfælde".
Almennar viðmerkingar:
Søguligt yvirlit:
Sambært kunngerð nr. 32 frá 28. mars 1980, sum heimilað í § 2 í
heimastýrislógini, varð málsøkið "Lógskyldug vanlukkutrygging" yvirtikið
sum føroyskt sermál frá 1. apríl 1980 at rokna.
Í omanfyri nevndu kunngerð er tó ásett, at "Anordning nr. 389 af 15.11.1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde" framvegis skal vera í gildi í Føroyum, til nýggjar føroyskar reglur eru lýstar á økinum.
Í 1980 setti landsstýrið ein arbeiðsbólk umboðandi Føroya Vanlukkutrygging, Vanlukkutryggingarráðið, Almannastovuna, Tórshavnar-, Klaksvíkar- og Tvøroyrar kommunu í felag, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Meginfelag Útróðrarmanna í felag og Føroya Reiðarafelag at gera álit um føroyskar reglur á vanlukkutryggingarøkinum.
Í 1988 handaði arbeiðsbólkurin landsstýrinum eitt álit um vanlukkutryggingarskipan fyri Føroyar, men so hendi ikki meira í málinum fyrr enn í 1995, tá landsstýrið setti ein nýggjan arbeiðsbólk, umboðandi somu áhugabólkar sum hin fyrri, at endurskoða álitið frá 1988.
Við grundarlagi í fyrra álitinum frá 1988, læt seinni arbeiðsbólkurin tann 13. juni 1997 landsstýrinum álit og uppskot um vanlukkutryggingarskipan fyri Føroyar, og 13. februar 1998 legði táverandi landsstýrismaðurin í almannamálum fram "uppskot til løgtingslóg um vanlukkutrygging" ("1998-uppskotið") fyri Løgtingið, men uppskotið fall burtur, tí løgtingsval varð útskrivað stutt eftir.
Almanna- og heilsumálastýrið hevur síðani endurskoðað lógaruppskotið og tilevnað eitt nýtt "uppskot til løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging".
Galdandi vanlukkutryggingarskipan og "1998-uppskotið":
Galdandi vanlukkutryggingarskipan í Føroyum Anordning nr. 389 af 15.11.1966
om forsikring mod følger af ulykkestilfælde (vanlukkutryggingarlógin) - svarar í
høvuðsheitum til táverandi donsku "Ulykkesforsikringsloven", tó tillagað
til føroysk viðurskifti. Danska skipanin er seinni munandi broytt og nútímansgjørd,
meðan føroyska skipanin nærum hevur staðið óbroytt øll árini.
Galdandi vanlukkutryggingarskipan hevur í høvuðsheitum til endamáls at veita endurgjald til teirra, sum vera fyri vanlukku ella deyða, meðan tey útinna arbeiðið fyri annan persón (arbeiðstakarir), og arbeiðsgevarin hevur skyldu til at tryggja arbeiðsfólk sítt móti hesum avleiðingum.
Harumframt hava eisini sjálvstøðugt vinnurekandi, ið fáast við sjóvinnu, skyldu at tryggja seg sjálvan móti vanlukkutilburði, elvdur av arbeiðsávum. Onnur sjálvstøðugt vinnurekandi hava ikki tryggingarskyldu, men harafturímóti rætt til at tekna arbeiðsskaðatrygging fyri sín egna persón, soleiðis at tey koma undir vanligu ásetingarnar í vanlukkutryggingarlógini.
Landið og kommunurnar hava eftir galdandi skipan ikki skyldu til at lata ábyrgdarvandan sambært lógini til eitt tryggingarfelag, men hóast hetta, hava flestu landsstovnar og kommunur kortini valt at tekna arbeiðsskaðatrygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
At enda kunnu ásetingarnar í galdandi vanlukkutryggingarskipan eisini nýtast í sambandi við aðrar sjálvbodnar vanlukkutryggingar, treytað av, at tryggingartakarin og tryggingarfelagið frammanundan hava avtalað, at ásetingarnar í vanlukkutryggingarlógini skulu vera galdandi.
Uppskotið til løgtingslóg um vanlukkutrygging, ið seinni arbeiðsbólkurin handaði landsstýrismanninum í 1997, og sum varð lagt fyri Løgtingið í 1998 ("1998-uppskotið"), er partvíst ein framhaldan av galdandi vanlukkutryggingarskipan, men uppskotið inniheldur eisini nýggjari reglur, sum m.a. eru tiknar úr núverandi donsku arbeiðsskaðatryggingarlógini.
Umframt at áleggja arbeiðsgevarum tryggingarskyldu fyri arbeiðstakarir sínar, áleggur uppskotið eisini ávísum sjálvstøðugt vinnurekandi tryggingarskyldu fyri sín egna persón. Talan er um útróðrarmenn og tey, sum fáast við landbúnað, men hesir persónar hava rætt til endurgjaldsveitingar, sjálvt um tey hava misrøkt tryggingarskylduna.
Uppskotið áleggur ikki landinum tryggingarskyldu, men harafturímóti hava allar føroysku kommunurnar skyldu til at tekna trygging.
Harumframt fevnir uppskotið um allar aðrar sjálvbodnar teknaðar vanlukkutryggingar, men hesir persónar hava tó ikki rætt til nakrar endurgjaldsveitingar, um teir ikki hava teknað trygging.
Nýggja uppskotið um arbeiðsskaðatrygging:
Nýggja uppskotið frá Almanna- og heilsumálastýrinum til "løgtingslóg um
trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða" (arbeiðsskaðatryggingarlógin)
byggir á "1998-uppskotið" frá seinna arbeiðsbólkinum, men er samstundis
broytt munandi, m.a. við at taka enn fleiri ásetingar úr donsku lógini við í
uppskotið. Hetta verður gjørt við tí endamáli at nútímansgera føroysku skipanina,
soleiðis at hon í størri mun enn áður kann nærkast teirri lóggávu og harvið
eisini siðvenju, sum Danmark og hini norðurlondini hava á økinum, samstundis sum
lóggávan eisini kemur at samsvara betur við teir millumlandasáttmálar, sum
norðurlondini hava á økinum.
Nýggja uppskotið um arbeiðsskaðatrygging fevnir í høvuðsheitum bert um teir persónar, sum koma undir arbeiðstakarahugtakið, t.v.s. meðan teir útinna eitthvørt arbeiði undir leiðslu og ábyrgd av øðrum persóni, og tískil er heitið á uppskotinum eisini "løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða".
Sjálvstøðugt vinnurekandi hava smb. nýggja uppskotinum hvørki skyldu ella rætt til at tekna somu trygging fyri sín egna perón, sum arbeiðstakarar teirra eru fevndir av. Hetta forðar tó ikki fyri, at sjálvstøðugt vinnurekandi á annan hátt kunnu tryggja seg sjálvi móti avleiðingunum av arbeiðsskaða. Tryggingarfelagið Føroyar bjóðar út sjálvbodnar tryggingar, sum m.a. eru settar saman til tørvin hjá hesum persónum.
Eins og ásett er í "1998-uppskotinum", eru allar føroysku kommunurnar álagdar tryggingarskyldu, meðan landið kann velja at vera sjálvtryggjað.
Uppskotið hevur eisini víðkað um hugtakið "arbeiðsskaðar" soleiðis, at enn fleiri sjúkutilburðir kunnu viðurkennast sum vinnusjúkir, eins og "bráddliga hendir lyftiskaðar" nú eisini verða viðurkendir sum arbeiðsskaðar. Hesir skaðar kunnu eins og vinnusjúkurnar vera torførir at avgreiða, og tí var ætlanin sambært nýggja uppskotinum m.a. at leggja einstøku málini um lyftiskaðar fyri tað danska "Erhvervssygdomsudvalget", áðrenn Vanlukkutryggingarráðið tók endaliga avgerð, um tilburðurin kundi viðurkennast sum ein arbeiðsskaði. Erhvervssygdomsudvalget hevur sambært donsku lógini m.a. til endamáls at ummæla lyftiskaðarnar, áðrenn Arbejdsskadestyrelsen (sum er 1. instansur í donskum arbeiðsskaðatryggingarmálum) viðurkennur tilburðin sum ein arbeiðsskaða.
Tær lógargreinarnar í uppskotinum, sum viðvíktu Erhvervssygdomsudvalget, vóru umsettar til danskt og sendar Arbejdsskadestyrelsen/Erhvervssygdomsudvalget til hoyringar, men hesir stovnar hava borið seg undan at luttaka í umsitingini av nýggju føroysku arbeiðsskaðatryggingarskipanini m.a. við teirri grundgeving, at tey føroysku og donsku arbeiðsmarknaðarviðurskiftini eru so ymisk, at Erhvervssygdomsudvalget neyvan kann nýta sín kunnleika til at ummæla føroysk arbeiðsskaðamál. Harumframt vísir Arbejdsskadestyrelsen á, at í verandi líki heimilar danska lóggávan um arbeiðsskaðatrygging ikki Erhvervssygdomsudvalget at hava føroysk arbeiðsskaðamál sum part av sínum virksemi.
Niðurstøðan hjá Arbejdsskadestyrelsen er tikin til eftirtektar og ásetingarnar um Erhvervssygdomsudvalget eru sostatt strikaðar í uppskotinum.
Hóast Vanlukkutryggingarráðið sostatt einsamalt skal avgreiða teir í byrjanini ivaleyst torføru spurningarnar um vinnusjúkur og bráddliga hendar lyftiskaðar, so hevur Vanlukkutryggingarráðið kortini heimild til at leita sær sakkøna hjálp í einstøku málsviðgerðini. Í tann mun tað er gjørligt, kann hendan sakkøna hjálpin ivaleyst fáast sambært avtalu við Arbejdsskadestyrelsen og/ella Erhvervssygdomsudvalget. Um nýggja arbeiðsskaðatryggingarskipanin skal virka eftir ætlan - serliga við atliti til rættarstøðu hins tryggjaða - er neyðugt, at Vanlukkutryggingarráðið fær nøktandi karmar at arbeiða undir, bæði viðvíkjandi starvsfólki og peningaligari játtan.
Eisini heimilaðu veitingarnar eru víðkaðar í nýggja uppskotinum. Tað, sum í galdandi vanlukkutryggingarlóg verður nevnt avlamisendurgjald (invaliditetserstatning), er nú býtt upp í tvær veitingar, sum nevnast "endurgjald fyri mist arbeiðsføri" og "samsýning fyri varandi mein". Sum nakað nýtt í mun til galdandi vanlukkutryggingarskipan, verður smb. nýggja uppskotinum altíð veitt ein "skiftisveiting" í sambandi við andlát vegna arbeiðsskaða. Ein partur av hesi veiting kemur í staðin fyri ta higartil heimilaðu veitingina "jarðarferðarhjálp".
At enda eru allar endurgjalds- og samsýningarupphæddirnar dagførdar og harvið eisini hækkaðar, soleiðis at tær nú liggja nakað omanfyri tær samsvarandi donsku upphæddirnar.
Dagpeningur undir málsviðgerðini av vanlukkutryggingarmálum hevur higartil verið heimilaður í sjálvari vanlukkutryggingarlógini, og útgjaldingin hevur verið umsitin av Føroya Vanlukkutrygging (nú Tryggingarfelagnum Føroyar). Hóast nýggja uppskotið ongar ásetingar hevur um dagpening vegna arbeiðsskaðar, verður dagpeningur tó framvegis veittur, meðan arbeiðsskaðamál eru til viðgerðar. Broytingin í mun til higartil er tann, at umsitingin og útgjaldingin av dagpeningaveitingunum verða løgd til dagpeningadeildin á Almannastovuni. Hetta verður gjørt í eini roynd at samskipa dagpeningaveitingarnar betur, tí sambært galdandi skipan kann dagpeningur vegna arbeiðsskaðar verða veittur við heimild í bæði vanlukkutryggingarlógini og dagpeningalógini - tó ikki samstundis.
Myndugleikarnir, ið avgreiða
vanlukkutryggingarmál/arbeiðsskaðamál:
Sambært galdandi vanlukkutryggingarskipan, er Færøernes Ulykkesforsikringsråd
(Vanlukkutryggingarráðið) 1. instansur í føroyskum vanlukkutryggingarmálum, meðan
Den Sociale Ankestyrelse í Danmark virkar sum kærumyndugleiki. Í nýggja uppskotinum er
manningin í 1. instansinum stórt sæð tann sama sum higartil, eins og uppgávurnar eru
tær somu. Einasta broytingin er, at í nýggja uppskotinum verður 1. instansurin nevndur
Vanlukkutryggingarráðið í staðin fyri Færøernes Ulykkesforsikringsråd/Føroya
Vanlukkutryggingarráð.
Skipanin viðvíkjandi kærumyndugleikanum er eisini varðveitt í nýggja uppskotinum. Hetta er fyrst og fremst orsakað av rættartrygd hins tryggjaða, tí væntandi koma ásetingarnar í nýggja uppskotinum um m.a. bráddliga hendar lyftiskaðar og vinnusjúkur í byrjanini at verða so truplar at umsita hjá Vanlukkutryggingarráðnum, at neyðugt verður at hava ein royndan kærumøguleika at avgera ivamál og sostatt leggja siðvenjuna á hesum økjum í fasta legu.
Tá málsøkið hevur verið føroyskt sermál síðani 1980, verður tó miðað ímóti, at kæruviðgerðin einaferð í framtíðini kann takast heim til Føroyar at umsita.
Tær lógargreinar í uppskotinum, sum viðvíkja Den Sociale Ankestyrelse (DSA) - herímillum ein áseting um, at landskassin skuldi rinda fyri umsitingina av kærdum føroyskum arbeiðsskaðamálum - vóru umsettar til danskt og sendar DSA til ummælis. DSA hevur boðað Almanna- og heilsumálastýrinum frá, at DSA framhaldandi er sinnað at virka sum kæruinstansur fyri føroysk arbeiðsskaðatryggingarmál, men mótsett higartil, skal landskassin nú rinda umstingarútreiðslurnar hjá DSA, sum standast av føroyskum kærumálum um arbeiðsskaðatrygging.
Endurgjaldsábyrgdarlógin:
At enda skal verða víst á, at danska lógin um endurgjaldsábyrgd
(Erstatningsansvarsloven), við ávísum føryskum tillagingum, er klár at leggja fyri
Løgtingið. Endurgjaldsábyrgdarlógin og arbeiðsskaðatryggingarlógin eru nær tengdar
at hvørjari aðrari, bæði málsliga og innihaldsliga m.a. soleiðis, at
endurgjaldsábyrgdarlógin er ein almenn lóg um endurgjaldsábyrgd, meðan
arbeiðsskaðatryggingarlógin er ein serlig lóg fyri ávísar persónsbólkar.
Fíggjarligu avleiðingarnar fyri landskassan av uppskotinum
Sera tørført er at siga nakað ítøkiligt um, hvat uppskotið í krónum og oyrum
kemur at kosta landskassanum. Orsøkin er í stuttum tann, at tað ikki ber til at
staðfesta útreiðslustøðið, fyrr enn lógin hevur virkað eina tíð. M.a. kann bert
verða gitt um, hvussu nógvar fleiri umsóknir um veitingar vegna arbeiðsskaðar verða
sendar Vanlukkutryggingarráðnum smb. nýggju lógini í mun til galdandi
vanlukkutryggingarlóg. Í dag verða uml. 400 nýggir tilburðir árliga fráboðaðir
Vanlukkutryggingarráðnum sum vanlukkutilburðir/arbeiðsskaðar.
Sostatt kann ongin ávís krónuupphædd setast á fíggjarligu avleiðingar fyri landskassan, men vísast kann kortini á tey viðurskifti, sum fara at broytast við nýggja uppskotinum, og sum ivaleyst koma at hava við sær fleiri útreiðslur fyri landskassan.
Í uppskotinum er ásett, at landskassin ber allar umsitingarútreiðslur hjá Vanlukkutryggingarráðnum. Hetta er eisini galdandi skipan í dag. Talið av limum í Vanlukkutryggingarráðnum verður eisini tað sama sum higartil (t.v.s. 5), eins og persónarnir stórt sæð eru teir somu. Á skrivstovuni hjá Vanlukkutryggingarráðnum eru 2 fulltíðarstørv. At sjálvum Vanlukkutryggingarráðnum er eisini knýttur ein skrivari, sum - eins og limirnir í ráðnum - fær samsýning fyri hvønn fundin, sum vanliga er 1 ferð um vikuna. Dómarin, Landslæknin og skrivarin í ráðnum fáa eina hægri fundarsamsýning enn hinir 3 limirnir. Samlaði kostnaðurin av hesum stovni er í dag uml. 700.000 kr. Vanlukkutryggingarráðið hevur eina inntøku upp á uml. 400.000 kr. árliga, ið stavar frá "avgreiðslugjøldum" frá Tryggingarfelagnum Føroyar. Nettojáttanin á fíggjarlógini til Vanlukkutryggingarráðið er sostatt uml. 300.000 kr. árliga.
Greitt er, at um nýggja uppskotið um arbeiðsskaðatryggingarlóg skal virka eftir ætlan - serliga við atliti til rættarstøðu hins tryggjaða - má Vanlukkutryggingarráðið fáa munandi størri játtan enn higartil. Bygnaðurin av nýggja uppskotinum, við m.ø. einum víðkaðum arbeiðsskaðahugtakið, umframt fleiri og hægri veitingum, kemur at seta stór krøv til virksemi Vanlukkutryggingarráðsins. Ikki minst víðkanin av teimum sonevndu vinnusjúkunum og staðfestingin av teimum sokallaðu bráddliga hendu lyftiskaðunum sum arbeiðsskaðar fara - í hvussu so er tað fyrstu tíðina - at krevja fleiri vælkvalifiserað starvsfólk í fyrireikandi málsviðgerðini hjá Vanlukkutryggingarráðnum, eins og tað møguliga verður neyðugt at leita sær sakkøna hjálp uttanífrá ta fyrstu tíðina.
Sum omanfyri nevnt, verður í dag rindað eitt "avgreiðslugjald" fyri hvørt mál, ið Vanlukkutryggingarráðið viðger. Í nýggja uppskotinum er ikki heimild at krevja eitt tilíkt gjald fyri mál, sum beinleiðis koma undir lógina um arbeiðsskaða. Harafturímóti verður gjald sett á fyrispurningar til Vanlukkutryggingarráðið viðvíkjandi persónskaða, sum ikki er fevndur av uppskotinum. Hetta gjald verður ásett av landsstýrismanninum.
Málsviðgerðarútreiðslurnar í 1. instansi, umframt veitingarnar sambært uppskotinum, verða sjálvsagt rindaðar av tí, sum ber ábyrgdarvandan av arbeiðsskaðanum. Sum áður nevnt, ásetur nýggja uppskotið tryggingarskyldu fyri allar kommunurnar, meðan landið kann velja at vera sjálvtryggjað. Hóast landið smb. galdandi vanlukkutryggingarlóg heldur ikki hevur tryggingarskyldu, so hava flestu landsstovnar kortini valt at tekna vanlukkutrygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, m.a. kunnu nevnast Landssjúkrahúsið og Almannastovan. Samlaðu útreiðslurnar hjá landinum til hesi tryggingargjøld eru uml. 1,2 mió. árliga, harav Landssjúkrahúsið rindar uml. 700.000 kr. árliga í tryggingargjøldum fyri síni starvsfólk.
Sambært uppskotinum, skal landskassin eisini rinda fyri málsviðgerð umframt veitingar til persónar, sum koma til skaða ella gerast sjúkir, meðan teir royna at bjarga mannalívi ella verja fyri stórvegis evnisligum ella mentanarligum missi.
Í uppskotinum er ásett, at landskassin ber umsitingarútreiðslurnar hjá Den Sociale Ankestyrelse (DSA), sum virkar sum kærumyndugleiki í føroyskum arbeiðsskaðatryggingarmálum. Málsviðgerðarútreiðslurnar verða rindaðar av tí, sum ber ábyrgdarvandan fyri kærda arbeiðsskaðamálið, t.v.s. Tryggingarfelagnum Føroyar ella landskassanum.
DSA er eisini kærumyndugleiki smb. galdandi skipan, men higartil hevur danski statskassin rindað allar útreiðslur hesum viðvíkjandi - bæði til umsiting og málsviðgerð. Tá málsøkið "lógskyldug vanlukkutrygging" hevur verið føroyskt sermál síðani 1. apríl 1980, tykist tað ikki rímiligt, at danski statskassin framhaldandi skal bera umsitingarútreiðslurnar av føroyskum arbeiðsskaðamálum, og tískil er ásett í uppskotinum, at landskassin skal rinda umsitingarútreiðslurnar.
Sum áður nevnt, hevur DSA játtað framhaldandi at virka sum kærumyndugleiki í føroyskum arbeiðskaðamálum, og í hesum sambandið hevur DSA sent Almanna- og heilsumálastýrinum hjálagda "Arbejdsskadestyrelsens bekendtgørelse nr. 788 af 19. oktober 1999", sum í § 11 ásetur galdandi "umsitingargjøld" til DSA í arbeiðsskaðamálum (p.t. 5.447 kr. pr. mál). Í § 10 í somu kunngerð eru gjøldini fyri viðgerð av arbeiðsskaðamálum í Arbejdsskadestyrelsen nevnd, og hesi kunnu fáa týdning, um Arbejdsskadestyrelsen krevur hesi gjøld í sambandi við vegleiðandi ummælir um føroysk arbeiðsskaðatryggingarmál.
Ein avleiðing av nýggja uppskotinum verður ivaleyst, at tryggingargjøldini (præmierne) fyri arbeiðsskaðatryggingar koma at hækka samanborið við í dag. Hetta er ein neyðug avleiðing av, at nýggja uppskotið samanlagt veitir tryggjaða munandi betri sømdir enn higartil, m.a. viðvíkjandi teimum skaðum og sjúkum, sum nú verða viðurkendar sum arbeiðsskaðar, umframt upphæddirnar, ið verða veittar í endurgjaldi og samsýning. Um landið velur at teknað arbeiðsskaðatrygging hjá einum tryggingarfelagi (hóast landið ikki hevur skyldu til tess), kemur hetta eisini at hava við sær øktar útreiðslur fyri landskassan. Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt nakrar útrokningar, sum vísa, at tryggingargjøldini fara at hækka við umleið 40%, sí útrokningarnar í skjali 12.
Um takast skal samanum, so verður neyðugt, í hvussu so er, at hækka játtanina á løgtingsfíggjarlógini fyri tað fyrsta árið, lógin verður í gildi, við umleið 2 mió kr. leystliga mett. Avgreiðslugjaldið upp á 400.000 kr., sum Vanlukkutryggingarráðið fær í dag, fellur burtur,og neyðugt er við hægri játtan til umsitingarútreiðslur og til setan av fleiri fólkum.
Aðrar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar ella vinnuligar avleiðingar ella avleiðingar
fyri altjóða sáttmálar.
Fyri Landið/ landsmyndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar | Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar sam- felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar | Ja |
Ja |
Nei |
Ja |
Ja |
Umsitingarligar avleiðingar | Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar | Ja |
Hoyring av uppskotinum:
Nýggja "uppskotið til løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av
arbeiðsskaða" varð sent til hoyringar hjá:
Viðmerkingar til lógaruppskotið frá Færøernes Ulykkesforsikringsråd, P/F Trygd, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Meginfelag Útróðrarmanna, Arbejdsskadestyrelsen saman við Socialministeriet og Den Sociale Ankestyrelse eru hjálagdar sum fylgisskjøl nr. 4 - 9.
Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag hava ikki sent Almanna- og heilsumálastýrinum nakrar viðmerkingar til lógaruppskotið.
Í sambandi við hoyringina av lógaruppskotinum hevur Almanna- og heilsumálastýrið havt nógv samskifti við Tryggingarfelagið Føroyar. Felagið er framvegis tað einasta tryggingarfelagið, sum teknar lógskyldugar vanlukkutryggingar í Føroyum og má tí - næst eftir Færøernes Ulykkesforsikringsråd - metast at hava serligan kunnleika til hetta økið. Skrivligu viðmerkingarnar frá Tryggingarfelagnum Føroyar viðgera í høvuðsheitum lógaruppskotið í smálutum, harav nógv av tilmælunum frá felagnum viðvíkjandi einstøku lógargreinunum eru tikin til eftirtektar av Almanna- og heilsumálastýrinum og broyttar í endaliga lógaruppskotinum. Einstøku viðmerkingarnar frá Tryggingarfelagnum Føroyar eru ikki hjálagdar sum fylgiskjøl til lógaruppskotið, tí tær broytingar í lógaruppskotinum, ið hava staðist av samskiftinum við felagið hava havt við sær, at í flestu førum samsvarar nummarið á lógargreinini í viðmerkingunum frá Tryggingarfelagnum Føroyar ikki við nummarið á lógargreinini í endaliga uppskotinum.
Í sambandi við endaliga lógaruppskotið frá Almanna- og heilsumálastýrinum, hevur Tryggingarfelagið Føroyar tó savnað tær prinsipiellu viðmerkingar, sum felagið hevur til uppskotið, og eru tær hjálagdar sum fylgiskjal nr. 10. Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at endaliga uppskotið ikki fevnir um arbeiðsskaðatryggingar, ið sjálvstøðugt vinnurekandi tekna fyri sín egna persón.
Eftir at hoyringsfreistin viðvíkjandi uppskotinum var úti, og lógaruppskotið endaliga var orðað við m.a. teimum tillagingum, ið hoyringin hevði við sær, varð uppskotið enn einaferð sent Færøernes Ulykkesforsikringsråd (Vanlukkutryggingarráðnum) til ummælis. Seinnu viðmerkingarnar frá Vanlukkutryggingarráðnum eru hjálagdar sum fylgisskjal nr. 11.
Viðmerkingar til einstøku greinarnar
1. kapittul: Tryggjaðu persónarnir
§ 1:
Smb. stk. 1 eru høvuðstreytirnar fyri at koma undir lógina, at arbeitt verður
fyri ein føroyskan arbeiðsgevara, og at arbeiðið verður útint á føroyskum land-
ella sjóøki.
Ein "føroyskur arbeiðsgevari" er antin ein føroyingur ella útlendingur, sum
er búsitandi í Føroyum, og sum er fult ella partvíst skattskyldugur í Føroyum, ella
eitt føroyskt ella útlendskt felag ella líkn. við heimstaði ella stjórn í Føroyum,
og sum er fult ella partvíst skattskyldugt í Føroyum.
At arbeitt verður fyri ein arbeiðsgevara vil í høvuðsheitum siga, at arbeiðstakarin
sambært avtalu við arbeiðsgevaran skal útinna eitt veruligt arbeiði til fyrimuns fyri
arbeiðsgevaran. Ein tílík avtala kann bæði vera munnlig, skrivlig ella tigandi.
Harnæst krevst, at tann ið útinnir arbeiðið, stendur undir leiðslu arbeiðsgevarans,
t.v.s., at arbeiðsgevarin hevur ávirkan á eins og eftirlit við, hvussu arbeiðið
verður útint, soleiðis at arbeiðstakarin hevur skyldu til at gera eftir boðum
arbeiðsgevarans.
Eru omanfyri nevndu krøv lokin, hevur tað hinvegin ongan týdning, hvat slag av arbeiði
talan, er um, starvstíð, aldur á arbeiðstakara, ella lønarviðurskifti (viðvíkjandi
hesum seinasta, sí tó § 1, stk. 3).
Eisini útlendingar eru tryggjaðir, um teir lúka vanligu treytirnar í lógini, t.v.s.
um teir arbeiða fyri ein føroyskan arbeiðsgevara á føroyskum land- ella sjóøki
(ella sigla við føroyskt skrásettum skipi, jvb. § 3).
Sjálvt um høvuðsbólkurin av teimum tryggjaðu sostatt eru arbeiðstakarar, fevnir
lógin eisini um ávísar aðrar persónar, sí §§ 4 -6.
Hin høvuðstreytin smb. stk. 1 er, at arbeiðið verður útint á føroyskum land- ella
sjóøki. Hóast lógin sostatt byggir á tað sokallaða
"territorialprinsippið" og tískil sum útgangsstøði ikki kann nýtast uttan
fyri føroyskt land- ella sjóøki, kann landsstýrismaðurin gera undantøk frá hesi
høvuðsreglu við heimild í ásetingunum í § 6.
Húsfólk arbeiðsgevarans er sambært stk. 2 bert tryggjað, um tey á sama hátt sum
aðrir arbeiðstakarar arbeiðsgevarans útinna eitt veruligt arbeiði, sum hevur týdning
fyri raksturin av virksemi arbeiðsgevarans, og í hesum sambandi standa undir leiðslu
arbeiðsgevarans.
Ein hjúnafelagi, sum starvast hjá hinum hjúnafelaganum, kann smb. stk. 3 bert metast
sum arbeiðstakari, um hjúnafelagarnir hava gjørt eina sínamillum lønaravtalu, ið
m.a. inniber skyldu hjá arbeiðsgevarahjúnafelaganum til at afturhalda og gjalda inn
A-skatt av lønarinntøkuni hjá hinum hjúnafelaganum. Fyri at staðfesta um hesar
treytir eru loknar, kann t.d. vera hugt eftir seinastu lønarútgjaldingini, ella - um
ongin lønarútgjalding hevur verið frammanundan arbeiðsskaðan - so á annan hátt at
fáa staðfest, at talan er um verulig arbeiðsgevara/arbeiðstakara-viðurskifti. Herdu
krøvini til hjúnafelagar koma av, at tað kann vera trupult at skyna ímillum, um ein
hjúnafelagi kann sigast at vera arbeiðstakari hjá hinum hjúnafelaganum, ella um
hjúnafelagarnir reka virksemi í felag m.a. við teirri avleiðing, at teir báðir mugu
tekna sjálvbodna trygging fyri at verja seg móti fíggjarligu avleiðingunum av
arbeiðsskaða.
§ 2:
Verður ein persónur mettur sum arbeiðstakari sambært § 1, er hann fevndur av
lógini uttan mun til, hvat slag av arbeiði hann útinnir fyri arbeiðsgevaran. Hetta
merkir m.a., at bæði vinnuligt og privat arbeiði fyri arbeiðsgevaran er fevnt av
lógini. Sama er galdandi, um arbeiðstakarin útinnir annað arbeiði enn tað, hann er
settur í starv til. Hóast arbeiðsgevarin í ávísum førum ikki hevur skyldu at tekna
arbeiðsskaðatrygging, hevur arbeiðstakarin tó kortini altíð krav um tær í lógini
nevndu veitingar, sum arbeiðsskaði heimilar honum, sí nærri §§ 10, stk. 2 og 19.
§ 3
Greinin víðkar um geografiska øki lógarinnar, soleiðis at ikki bert
persónar, sum arbeiða á føroyskum land- ella sjóøki, jvb. § 1, stk. 1, eru fevndir
av lógini, men eisini sjófólk - føroyingar eins væl og útlendingar - sum við
føroyskt skrásettum skipi herundir skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni
- er statt uttan fyri føroyskt sjóøki.
Við sjófólk skilst manning í víðastu merking, t.v.s. ein og hvør persónur, sum er
settur at arbeiða umborð á skipinum, og sum tískil vanliga fylgir við hagar, skipið
fer. Harafturímóti fevnir greinin t.d. ikki um persónar, sum í fremmandari havn verða
settir at ferma, lossa, umvæla ella reingera skipið.
Sum høvuðsregla er sjófólk við útlendskt skrásettum skipi - herímillum føroyingar
- sum áður nevnt ikki fevnt av lógini, hóast skipið er statt á føroyskum sjóøki.
Við heimild í § 6 kunnu hesir persónar tó við kunngerð verða tiknir inn undir
lógina.
Altjóða sáttmálar ("lovvalgskonventioner") kunnu eisini áseta reglur um,
hvørs lands lóggáva skal nýtast viðvíkjandi sjófólki.
§ 4:
Greinin ásetur, at eisini onnur enn tey, sum beinleiðis hava verið fyri
arbeiðsskaða, kunnu vera tryggjað eftir lógini. Fyri at fostrið ella barnið skal
hava rætt til endurgjald krevst, at arbeiðið hjá móðirini ella pápanum er fevnt av
lógini. Stk. 1 fevnir bert um sjúkuárin frá móðirini, meðan stk. 2 viðvíkur
báðum foreldrunum. Fosturskaðar kunnu t.d. standast av ymiskum smittandi evnum ella
strálingum, sum foreldrini hava fingið í seg orsakað av arbeiði teirra. Fosturskaðar
eru í lógini javnstillaðir við vinnusjúkur, jvb. § 9 og verða viðgjørdir eftir
somu reglum sum hesar sjúkur.
§ 5:
Greinin víðkar um tryggjaða persónskaran til eisini at fevna um persónar, sum
antin ikki koma undir vanliga arbeiðstakarahugtakið, ella persónar, sum eru
arbeiðstakarar, men sum í konkreta førinum ikki koma til skaða ella gerast sjúkir,
meðan teir útinna vanliga arbeiðið.
Nr. 1 viðvíkur persónum, sum tað almenna áleggur umboðan, sum viðkomandi hevur
skyldu at útinna, t.d. kommunustýrislimur ella skikkaður verji. Hesir persónar eru
ikki arbeiðstakarar jvb. § 1, men eru í yrki teirra kortini tryggjaðir sambært
lógini.
Nr. 2 tekur álitisumboð og trygdarumboð inn undir lógina, hóast umboðini í hesum
yrkinum ikki sum vanligir arbeiðstakarar standa undir leiðslu og ábyrgd
arbeiðsgevarans.
Nr. 3 viðvíkur arbeiðstakarum, sum, meðan teir eru í tænastu arbeiðsgevarans,
fremja ávísar bjargingarroyndir, sum ikki er liður í arbeiði teirra fyri
arbeiðsgevaran. Hesir persónar eru fevndir av trygging arbeiðsgevarans, tí royndin
t.d. verður framd í vanligu arbeiðstíðini, men møguligar veitingar, latnar sambært
lógini, verða í hesum førum rindaðar av landskassanum, jvb. § 20, stk. 3.
Nr. 4 tryggjar allar aðrar persónar, enn nevndir í nr. 3, t.v.s. persónar, sum fremja
bjargingarroyndina í frítíðini, ella persónar, sum als ikki eru arbeiðstakarar.
Einasta treyt er, at bjargingarroyndin verður framd á føroyskum land- ella sjóøki,
t.v.s. at nr. 4 ikki kann nýtast uttan fyri føroyskt land- ella sjóøki. Veitingar
sambært lógini til hesar persónar eru ikki fevndar av nakrari arbeiðsgevaratrygging,
men verða rindaðar av landskassanum, jvb. § 20, stk. 3.
§ 6:
Greinin heimilar landsstýrismanninum at taka aðrar persónar enn teir, sum eru
nevndir í §§ 1 og 3-5, inn undir lógina.
Landsstýrismaðurin kann víðka um geografiska øki lógarinnar. Sum áður nevnt,
byggir arbeiðsskaðatryggingarlógin á "territorialprincippið", t.v.s. at
lógin sum høvuðsregla bert er galdandi fyri arbeiðsskaðar, hendir á føroyskum land-
ella sjóøki, meðan arbeitt verður fyri ein føroyskan arbeiðsgevara. Við heimild í
nr. 1 kunnu arbeiðstakarir, sum ein føroyskur arbeiðsgevari fyribils sendir uttanlands
at arbeiða, framhaldandi verða fevndir av føroyskari lóggávu í eitt ávíst
tíðarskeið.
Heimildin í nr. 2 kann m.a. eisini nýtast til at áseta reglur um arbeiðsskaðtrygging
í sambandi við eina møguliga frálandavinnu á føroyskum sjóøki. Ein tílík vinna
fevnir í stóran mun um altjóða fyritøkur og útlendsk starvsfólk, og neyðugt
verður tí ivaleyst í hesum førum at áseta nærri reglur um trygging móti
avleiðingunum av arbeiðsskaða.
Sambært nr. 3 kunnu persónar undir útbúgving, har starvsvenjing v.m. er tvungin liður
í útbúgving teirra, verða tiknir inn undir lógina. Talan er í hesum førum ikki um
lærlingar hjá arbeiðsgevaranum, tí hesir lærlingar koma undir vanliga
arbeiðstakarahugtakið í § 1. Talan er hinvegin um persónar, har eitt millumlið
útbúgvingarstovnurin er millum arbeiðsgevaran og viðkomandi persón.
Hóast hesir persónar sostatt eru í starvsvenjing hjá einum arbeiðsgevara, eru teir
ikki arbeiðstakarar í lógarinnar týdningi, m.a. tí arbeiðsgevarin ikki hevur sama
leiðslu- og eftirlitsmyndugleika við hesum persónum, sum við vanligu arbeiðstakarum
sínum.
Sambært nr. 4 kann tryggingin eisini verða víðkað til at fevna um persónar, sum t.d.
eru undir almennari forsorg, og sum liður í hesi forsorg útinna eitthvørt arbeiði á
stovni ella aðrastaðni. Hóast hesir persónar útinna eitthvørt arbeiði undir
leiðslu og ábyrgd av øðrum persóni, so hava serligu viðurskiftini hjá hesum
persónum við sær, at tey kortini ikki koma undir vanliga
arbeiðsgevara/arbeiðstakara-hugtakið og sostatt heldur ikki eru fevnd av lógini, uttan
serlig heimild gevur teimum hendan møguleikan.
Greinin er ikki "úttømandi", jvb. orðingini "herímillum".
2. kapittul: Arbeiðsskaðar
§ 7:
Greinin nevnir teir tilburðir, sum undir einum bera heiti arbeiðsskaðar.
Hugtøkini "bráddliga hendir lyftiskaðar" og "vinnusjúkur" verða
nærri lýst í §§ 8 og 9, meðan "vanlukkutilburðir" og "stutttíðar
skaðilig árin" ikki verða nærri útgreinað aðrastaðni í lógini.
Fyrsta høvuðstreytin fyri, at tilburðurin kann viðurkennast sum ein arbeiðsskaði
smb. hesi lóg, er, at tilburðurin læknafrøðiliga kann viðurkennast sum vanlukku-
ella sjúkutilburður, nevndur í nr. 1- 4.
Vanlukkutilburðir, jvb nr. 1, eru eftir fastari siðvenju at skilja sum "ein
bráddliga uttanífrá komin hending, ið er óheft av vilja hins tryggjaða, og sum hevur
skaðiliga ávirkan á heilsustøðuna ella deyðan sum avleiðing". Við
"bráddliga" skilst, at skaðiliga hendingin tekur rættiliga stutta tíð, t.d.
eitt fall, ella at okkurt dettur oman yvir ein. Við orðunum "uttanífrá komin
hending" verður staðfest, at talan er ikki um arbeiðsskaða, um
vanlukkutilburðurin einans er elvdur orsakað av heilsustøðu hins skadda frammanundan
tilburðum. At tilburðurin skal vera "óheftur av vilja hins tryggjaða"
merkir, at viðkomandi sjálvur ikki hevði høvuðsábyrgdina av, at skaðin hendi, sí
§ 38.
Stutttíðar skaðilig árin, jvb. nr. 2, eru smb. siðvenju árin, sum t.d. vegna
arbeiðshátt, arbeiðstilfar ella arbeiðsumhvørvi ávirka heilsustøðuna í minsta
lagi 2-3 tímar og í mesta lagi 5 dagar. Varir skaðiliga arbeiðið í meira enn 5
dagar, skal tilburðurin koma undir § 9 um vinnusjúkur, fyri at verða viðurkendur sum
arbeiðsskaði smb. hesi lóg.
Viðvíkjandi bráddliga hendum lyftiskaðum og vinnusjúkum verður víst til §§ 8 og
9.
Hin høvuðstreytin fyri, at tilburðurin kann koma inn undir lógina, er, at tilburðurin
løgfrøðiliga kann viðurkennast sum arbeiðsskaði, t.v.s. at tilburðurin hendi,
meðan viðkomandi útinti eitt arbeiði fyri ein arbeiðsgevara, og at hetta arbeiðið
ella arbeiðsumstøðurnar eru orsøk til skaðan ella sjúkuna. Hetta merkir m.a., at
vanlukku- ella sjúkutilburðir, sum henda í frítíðini, ella meðan arbeitt verður
fyri ein sjálvan, ikki eru fevndir av lógini, tí í hesum førum hevur arbeiðsgevarin
onga ávirkan á vandan fyri skaða ella sjúku. Sama er sum høvuðsregla galdandi, tá
ferðast verður til og frá arbeiði, men sambært siðvenju fevnir tryggingin eisini um
tílíka ferðing í ávísum førum, t.d. tá arbeiðstakarin á veg heim ger eitthvørt
ørindi fyri arbeiðsgevaran, ella arbeiðstakarin ekstarordinert verður kallaður til
arbeiðis uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Ein viðurkenning av einum arbeiðsskaða er samstundis eisini ein viðurkenning av einari
og hvørjari beinleiðis fylgju av hesum tilburði. Harumframt kann seinni hendur
vanlukku- ella sjúkutilburður eftir umstøðunum verða viðurkendur sum óbeinleiðis
fylgja av arbeiðsskaða, treytað av, at fylgjan hevur samband við upprunaliga
arbeiðsskaðan.
§ 8:
Bráddliga hendir lyftiskaðar vórðu í 1996 viðurkendir sum arbeiðsskaðar í
Danmark, men hava ikki áður verið heimilaðir í føroyskari lóggávu. Hesir
lyftiskaðar kunnu ikki viðurkennast sum "vanlukkutilburðir", jvb. § 7, nr.
1, tí teir ikki eru ein uttanífrá komin hending, ið er óheft av vilja hins
tryggjaða. Somuleiðis hendir tilburðurin so bráddliga, at hann ikki lýkur tær smb.
siðvenju ásettu treytirnar um 3- 4 tímar skaðiligt árin, áðrenn skaðin kann
viðurkennast sum "stutttíðar skaðilig árin", jvb. § 7, nr. 2. At enda
kundu lyftiskaðarnir heldur ikki viðurkennast sum "vinnusjúkur", jvb. § 7,
nr. 4, tí sambært siðvenju varð sett krav um fleiri ára tungt lyftiarbeiði, áðrenn
t.d. ein ryggskaði kundi viðurkennast sum vinnusjúka.
Strong krøv verða sett fyri, at ein lyftiskaði kann viðurkennast sum arbeiðsskaði.
Fyri tað fyrsta skal skaðin standast av lyfting, t.v.s. skaðar, ið einans standast av
t.d. togan ella draging, eru ikki fevndir av § 8, men kunnu møguliga vera
arbeiðsskaðar eftir øðrum reglum í lógini. Skaðin skal henda bráddliga, t.v.s.
beinanvegin geva seg til kennar, tá lyft verður, og skal henda persóni sum dagliga
fæst við tyngjandi lyftiarbeiði. Harumframt skal skaðin henda í óvanligari
lyftistøðu, t.d. við ørmunum langt út frá kroppinum, ella í framáboygdari
lyftistøðu, og hendan lyftistøðan skal vera beinleiðis orsøkin til skaðan. At enda
eru tað bert varandi vødda-, nerva- ella liðskaðar, sum verða viðurkendir sum
arbeiðsskaðar eftir hesi grein.
Omanfyri nevndu krøvini skulu virka fyri, at bert tey, ið av arbeiðsávum eru í
serligum vanda fyri nevndu skaðum, eru fevnd av lógini.
§ 9:
Vinnusjúkur eru sermerktar við, at tær ofta ikki geva seg til kennar, fyrr enn long
tíð er liðin, síðan skaðiliga ávirkanin byrjaði. Hvørjar sjúkur kunnu metast sum
vinnusjúkur, er fyrst og fremst ein læknaligfrøðilig meting, sum broytist, so hvørt
sum læknafrøðiliga vitanin um skaðiligar arbeiðshættir, framleiðsluevnir og
arbeiðsumhvørvi økist. Tískil er neyðugt, at tann í greinini nevnda kunngerðin um
vinnusjúkur má broytast samsvarandi hesi nýggju vitan. At ein ávís sjúka ikki er
nevnd í kunngerðini merkir ikki, at sjúkan ikki kann viðurkennast sum arbeiðsskaði,
sí stk. 1, nr. 2 og stk. 2. Hinvegin hevur tað týdning fyri próvbyrðuna, um sjúkan
er nevnd í kunngerðini ella ikki, tí greinin gevur eina ábending um, at ein sjúka,
nevnd í kunngerðini, er elvd av arbeiðsávum, meðan strangari krøv verða sett til
sambandið millum arbeiðið og sjúkuna, um sjúkan ikki er nevnd í kunngerðini.
Sum eisini nevnt undir § 4, eru tað ikki einans teir persónar, sum beinleiðis verða
fyri skaðiligum árinum, sum eru fevndir av lógini, men eisini børn, sum í
móðurlívi ella seinni hava fingið skaða ella sjúku, kunnu fáa veitingar eftir
lógini.
3. kapittul: Tryggingarskyldugi arbeiðsgevarin
§ 10:
Ein og hvør persónur, felag ella líknandi, sum samsvarandi § 1 og § 2 kann
metast sum arbeiðsgevari, hevur sum høvuðsregla skyldu at tryggja arbeiðsfólk sítt.
Í stk. 2 er tó ásett eitt minstamark fyri, nær arbeiðsgevari skal tryggja ávísar
persónar við ávísum arbeiðsuppgávum. Hóast hetta, hevur hesin arbeiðstakarin
kortini rætt til veitingar sambært lógini, sí § 19, stk. 2.
§ 11:
Sum áður nevnt undir § 3, fevnir lógin eisini um sjófólk, sum arbeiða umborð á
føroyskt skrásettum skipum.
§ 11 ásetur, at hóast manningin stendur undir beinleiðis leiðslu og ábyrgd
skiparans, so er tað reiðarin á skipinum, sum er tryggingarskyldugur arbeiðsgevari.
Hinvegin fevnir tryggingarskyldan bert um teir persónar herímillum eigararnar av
skipinum - sum undir leiðslu skiparans útinna eitthvørt arbeiði umborð á skipinum.
§ 12:
Greinin ásetur, hvør av møguliga fleiri arbeiðsgevarum hevur
tryggingarskylduna.
Høvuðsreglan er, at tryggingarskyldugi arbeiðsgevarin er tann arbeiðsgevarin, í
hvørs tænastu arbeiðsskaðin hendi. Tá talan er um vanlukkutilburð, jvb. § 7, nr. 1
ella stutttíðar skaðiligt árin, jvb. § 7, nr. 2, kann tað oftast nágreinliga
staðfestast, nær arbeiðsskaðin hendi, og tískil vil tað í hesum førum eisini bara
vera tann eini arbeiðsgevarin, sum hevur ábyrgdina. Øðrvísi kann vera við bráddliga
hendum lyftiskaðum, jvb. § 7, nr. 3, og serliga vinnusjúkum, jvb. § 7, nr. 4. Hesir
arbeiðsskaðar kunnu hava ment seg gjøgnum fleiri ár, meðan arbeiðstakarin arbeiddi
hjá einum arbeiðsgevara, fyri so at geva seg til kennar stutt eftir, at arbeiðstakarin
er farin í starv hjá nýggjum arbeiðsgevara. Í hesum førinum vil tað ikki vera rætt
at áleggja nýggja arbeiðsgevaranum ábyrgdina av arbeiðsskaðanum og harvið eisini
tryggingarskylduna. Spurningurin um, hvør av møguliga fleiri arbeiðsgevarum hevur
ábyrgdina, kemur sjálvsagt bara upp á tal, um arbeiðið fyri núverandi
arbeiðsgevarin eisini kann hava elvt til arbeiðsskaðan.
§ 13:
Stk. 1 ásetur, hvør hevur tryggingarskylduna, tá ein arbeiðstakari, sum er
settur í starv og verður løntur av einum persóni, nýtir sína arbeiðsmegi fyri ein
annan persón. Avgerandi fyri tryggingarskylduna í hesum førum er, hvør av
arbeiðsgevarunum hevur leiðsluna av, hvussu og hvar arbeiðstakarin nýtir sína
arbeiðsmegi.
Stk. 2 viðger spurningin, hvør ið hevur tryggingarskylduna, tá ein útinnandi
arbeiðsgevari sum triði persónur er millum arbeiðstakaran og tann, ið eigur virki.
Avgerandi er í hesum førum, um útinnandi arbeiðsgevarin kann sigast at starvast í
tænastu hjá tí, sum eigur virkið, ella um útinnandi arbeiðsgevarin er
sjálvstøðugt vinnurekandi. Persónurin, sum eigur virkið, hevur jvb. stk. 2, 1. pkt.
tryggingarskylduna fyri teir persónar, sum útinnandi arbeiðsgevari í hansara tænastu
setur í starv og lønir, meðan ein sjálvstøðugur vinnurekandi jvb. stk. 2, 2. pkt.
sjálvur hevur tryggingarskylduna fyri arbeiðsfólkið í sínari tænastu, eisini um
arbeiðsfólkið útinnir arbeiðið fyri annan arbeiðsgevara.
4. kapittul: Arbeiðsskaðatryggingin
§ 14:
Allir privatir arbeiðsgevarir og allar tær føroysku kommunurnar, sum smb.
lógini hava tryggingarskyldu, skulu tekna arbeiðsskaðatrygging hjá einum
tryggingarfelag, meðan landið kann velja at vera sjálvtryggjað, t.v.s. sjálvt bera
tryggingarábyrgdina og sostatt úr egnum kassa rinda møgulig endurgjalds- og
samsýningarkrøv sambært lógini.
Við at áleggja øllum føroysku kommununum og øllum privatum arbeiðsgevarum
tryggingarskyldu, slepst undan, at tryggjaði vegna vantandi fíggjarorku hjá kommununi
ella arbeiðsgevaranum ikki fær tær veitingar, sum hann sambært lógini hevur rætt
til, eins og hendan skipan tryggjar, at kommunan ella arbeiðsgevarin ikki kemur í
fíggjarligt óføri orsakað av krøvunum.
Í dag er tað bert Tryggingarfelagið Føroyar, ið teknar tílíkar tryggingar, men
sambært løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi við seinni
broytingum hava eisini onnur tryggingarfeløg møguleikan fyri at søkja um loyvi at tekna
arbeiðsskaðatryggingar.
Viðvíkjandi avleiðingunum fyri arbeiðsgevaran, um hann ikki teknar skyldugar
tryggingar, ella ikki varðveitir tílíkar tryggingar í gildi, verður víst til §§ 15
og 75.
§ 15:
Hóast tryggingarskyldugur arbeiðsgevari als ikki teknar skyldugar tryggingar,
ikki teknar tær beinanvegin, hann setur fólk í tryggingarskyldugt arbeiði, ella hann
ikki varðveitir teknaðar tryggingar í gildi, m.a. við ikki at rinda tryggingargjøld,
ið eru fallin til gjaldingar, so sleppur arbeiðsgevarin sum útgangsstøði kortini ikki
undan at rinda skyldug tryggingargjøld fyri alt tað farna tryggingartíðarskeiðið.
Hetta er galdandi, uttan mun til um arbeiðsskaði er hendur ella ikki.
Vanlukkutryggingarráðið avger, hvussu stór samlaða tryggingargjaldseftirstøða
arbeiðsgevarans er, og hvussu stóran part av samlaðu eftirstøðuni, arbeiðsgevarin
skal rinda.
Tann soleiðis ásetta skylduga upphæddin verður áløgd eina rentu.
Upphæddin, sum arbeiðsgevarin endurrindar, verður lutfalsliga latin
tryggingarfeløgunum, ið tekna arbeiðsskaðatryggingar í Føroyum samsvarandi nærri
reglum, ásettum av landsstýrismanninum.
§ 16:
Greinin ásetur, at ein smb. lógini tryggjaður persónur varðveitir øll síni
rættindi mótvegis tryggarfelagnum, hóast arbeiðsskaðatryggingaravtalan millum
arbeiðsgevarin og tryggingarfelagið t.d. ikki fevnir um júst hendan persónin ella
hansara arbeiði. Sum dømi kann nevnast, at ein arbeiðsgevari hevur teknað trygging
fyri teir persónar, sum arbeiða í vinnuvirki hansara, men ikki fyri teir persónar, sum
útinna tryggingarskyldugt arbeiði í húsarhaldi hansara. Hóast hetta, hava eisini tey,
sum arbeiða í húsarhaldinum, rætt til veitingar sambært lógini, um tey vera fyri
arbeiðsskaða. At tryggingarfelagið eftirfylgjandi - og sambært øðrum reglum - kann
krevja arbeiðsgevarin eftir einum hægri tryggingargjaldi, hevur sostatt onga ávirkan á
rættarstøðu hins tryggjaða.
§ 17:
Greinin ásetur, at eisini smáðir arbeiðsskaðar, sæð í mun til samlaðu
heilsustøðuna hjá tryggjaða, eru fevndir av lógini og sostatt kunnu geva rætt til
veitingar. Men samstundis verður eisini staðfest, at viðurkenningin av einum tilburði
sum arbeiðsskaði, bert fevnir um avleiðingarnar, ið standast av arbeiðsávum.
Vanlukkutryggingarráðið kann sostatt í sambandi við viðurkenningina av tilburðinum
sum arbeiðsskaði taka fyrivarni t.d. viðvíkjandi skaðum, sum tryggjaði hevði longu
frammanundan arbeiðsskaðanum, og sum sambært § 37 sostatt ikki skulu teljast við í
metingini um avleiðingarnar av arbeiðsskaðanum. Hinvegin gevur § 37 eisini eina
greiða ábending um, at ávísar fylgir skulu metast sum avleiðingar av arbeiðsskaða,
uttan so at annað verður prógvað. Víst verður til § 37.
§ 18:
Greinin avmarkar tryggingarfulnaðin fyri arbeiðsskaðar í serligum førum. Taka
Føroyar lut í vápnaðum stríði, eru skaðar, sum standast av stríðsávum, ikki
arbeiðskaðar, men annars er lógin eisini galdandi í stríðsstøðu. Sjófólk, jvb.
§ 3, er tó tryggjað sambært lógini undir útinnan av vanliga arbeiði teirra sum
sjófólk, eisini um arbeiðsskaðin er elvdur av stríðsávum.
§ 19:
Greinin staðfestir fyri tað fyrsta, at tryggjaði fær tær veitingar, hann
hevur krav um sambært lógini, sjálvt um arbeiðsgevarin hevur misrøkt sína
tryggingarskyldu. Hóast bert eitt tryggingarfelag í dag teknar arbeiðsskaðatryggingar
í Føroyum, so hava eisini onnur tryggingarfeløg møguleikan fyri hesum í framtíðini,
og neyðugt er tí við nærri reglum um, hvussu peningurin til
málsviðgerðarútreiðslur og veitingar skal rindast, um hesar skyldur møguliga í
framtíðini skulu áleggjast fleiri tryggingarfeløgum.
Nærri reglurnar um hetta býtið verða av landsstýrismanninum ásettar í kunngerð.
§ 20:
Greinin ásetur, hvør ið skal rinda útreiðslurnar av málsviðgerð og
veitingum til teir persónar, sum ikki koma undir vanliga arbeiðstakarahugtakið, men sum
sambært § 5 kortini eru tryggjaðir eftir lógini.
Um landið smb. § 14, stk. 2 velur at vera sjálvtryggjað, so skal landið rinda fyri
teir arbeiðsskaðar, sum henda borgarligum umboðum, jvb. § 5, nr. 1. Er talan um
kommunala umboðan, verða útreiðslurnar altíð rindaðar av tryggingarfelagnum (ella
øllum tryggingarfeløgunum, jvb. § 19), tí kommunurnar skulu smb. § 14, stk. 1 altíð
lata ábyrgdarvandan til eitt tryggingarfelag.
Arbeiðsgevarin (t.v.s. eitt ávíst tryggingarfelag, ella øll tryggingarfeløgini jvb. § 19) hevur altíð ábyrgdina av álitisumboðunum jvb. § 5, nr. 2, tí hóast hesir persónar ikki koma undir vanliga arbeiðstakarahugtakið, so henda hesir arbeiðsskaðar kortini oftast í arbeiðstíðini og á arbeiðsplássinum.
Útreiðslurnar til teir í § 5, nr. 3 og nr. 4 nevndu persónar verða altíð rindaðar av landskassanum. Víst verður annars til § 5.
5. kapittul: Fráboðan um arbeiðsskaðar
§ 21:
Vanliga eru tað ikki trupulleikar við fráboðanarfreistini, tá talan er um
vanlukkutilburðir og bráddliga hendar lyftiskaðar, tí í hesum førum vil ein ella
onnur avleiðing av tilburðinum oftast beinanvegin geva seg til kennar. Hinvegin kann
tað ganga long tíð, áðrenn t.d. ein vinnusjúka ger seg galdandi, og tískil byrjar
fráboðanarfreistin í hesum førum ikki fyrr enn tann fráboðanarskyldugi gerst varugur
við, at talan kann vera um arbeiðsskaða.
Bert tilburðir, ið kunnu væntast at geva rætt til veitingar sambært lógini, skulu
fráboðast Vanlukkutryggingarráðnum, og tískil kann tað ofta vera torført hjá tí
fráboðanarskylduga at meta, um ein skaða- ella sjúkutilburður eigur at verða
fráboðaður sum arbeiðsskaði. Fyri at 7 daga freistin ikki skal útihýsa
viðurkenning av annars rættvísum krøvum, ásetur stk. 2 eina nýggja 7 daga freist
fyri fráboðan.
Stk. 5 ásetur, at tryggjaði ikki missir síni rættindi sambært lógini orsakað av, at
fráboðanarskyldugi arbeiðsgevari, lækni ella tannlækni ikki rættstundis boðar frá
arbeiðsskaðum. Síggjast kann eisini burtur frá longdu 1 ára fráboðanarfreistini, um
tryggjaði ella hansara avvarðandi meira enn eitt ár eftir tilburðin t.d. ikki hava
verið greið yvir, at talan var um arbeiðsskaða. Dagpeningur undir málsviðgerðini
kann tó í hesum føri bert veitast frá fráboðanardegnum og ikki sum í vanligum
førum frá tí degi, tilburðurin hendi.
§ 22.
Tá ein tilburður, fevndur av lógini, hendir í tænastu arbeiðsgevarans,
áleggur lógin tryggingarskylduga arbeiðsgevaranum at boða frá hesum tilburði. Hetta
er eisini galdandi fyri teir arbeiðsskaðar, sum arbeiðsgevarin sambært § 10, stk. 2
ikki hevur skyldu at tryggja.
Í teimum í § 5, nr. 4 nevndu førum hendir arbeiðsskaðin ikki, meðan arbeitt verður
fyri ein arbeiðsgevara, og tískil er tað álagt tryggjaða sjálvum, ella í ringasta
føri hansara avvarðandi at fráboða tilburðin.
Fyri at tryggja, at arbeiðsskaðar verða fráboðaðir so skjótt sum til ber, eru
eisini læknar og tannlæknar álagdir fráboðanarskyldu. Fráboðanarskyldan áliggur
fyrst og fremst arbeiðsgevaranum jvb. stk. 1, men tá talan er um t.d. vinnusjúkur, er
tað oftast ein lækni ella tannlækni, sum fyrst gerst varugur við, at sjúkan kann vera
elvd av arbeiðsávum, og tískil hava hesir eisini skyldu til at geva
Vanlukkutryggingarráðnum boð um hetta innan ásettu freistirnar í § 21. At tað fyrst
og fremst er arbeiðsgevarin, sum hevur fráboðanarskylduna, sæst eisini av, at sambært
§ 75 er tað bert arbeiðsgevarin, sum kann áleggjast sektarábyrgd fyri misrøking av
hesi skyldu. Fráboðanarskyldan hjá læknum og tannlæknum er sostatt einans ætla sum
ein eyka trygd fyri, at allir arbeiðsskaðar verða fráboðaðir skjótast gjørligt.
§ 23:
Greinin hevur sum fortreyt, at tryggjaði skjótast gjørligt eftir tilburðin
letur seg kanna av lækna, sum síðani útflýggjar eina læknaváttan, ið skal latast
Vanlukkutryggingarráðnum saman við fráboðanini um arbeiðsskaðan.
Nærri mannagongdin í sambandi við fráboðan av arbeiðsskaðum, verður ásett av
landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum.
6: kapittul: Málsviðgerðin
§ 24:
Vanlukkutryggingarráðið tekur sum 1. instansur avgerð um allar
tryggingarspurningar sambært hesi lóg.
Høvuðsuppgávan hjá Vanlukkutryggingarráðnum er sostatt tann sama sum higartil,
t.v.s. at umsita arbeiðsskaðatryggingarlógina (fyrr vanlukkutryggingarlógina).
Stk. 2 heimilar Vanlukkutryggingarráðnum at geva vegleiðandi ummælir um t.d.
avlamisstig í sambandi við t.d. frítíðartryggingar.
Fleiri av heimilaðu veitingunum í Endurgjaldsábyrgdarlógini og hesari lógini eru tær
somu, og tí kunnu tryggingarspurningar sambært § 10 í endurgjaldsábyrgdarlógini
eisini eftir áheitan leggjast fyri Vanlukkutryggingarráðið.
Tær niðurstøður, sum Vanlukkutryggingarráðið kemur til í málum viðvíkjandi
tryggingum, ið ikki eru fevndar av lógini, kunnu ikki kærast til Den Sociale
Ankestyrelse jvb. § 33, stk. 1.
§ 25:
Vanlukkutryggingarráðið hevur í høvuðsheitum somu manning sum higartil.
Ein broyting er tó, at tá tað í dag eru tveir dómarar (sorinskrivarar) í Føroyum,
avger Føroya Rættur, hvør teirra skal taka sæti í Vanlukkutryggingarráðnum.
Ein onnur broyting er, at av teimum trimum limunum, sum landsstýrismaðurin velur, er
tað ikki longur ein treyt, at tveir teirra skulu umboða ávíkavist tey tryggjaðu og
teir tryggingarskyldugu arbeiðsgevararnar, men hinvegin er onki, sum forðar fyri, at
hesi eisini í framtíðini verða umboðað í ráðnum.
Stk. 4 heimilar Vanlukkutryggingarráðnum at leita sær sakkøna hjálp í einstøku
málsviðgerðini. Hendan heimildin kann fyrstu tíðina t.d. nýtast til at leita sær
hjálp hjá Arbejdsskadestyrelsen/Erhvervssygdomsudvalget í torførum ivaspurningum um
vinnusjúkur og bráddliga hendum lyftiskaðum.
Umsitingarútreiðslurnar, nevndar í stk. 6, eru t.d. útreiðslur til skrivstovuhald,
hølir og samsýning til limirnar í ráðnum, og verða tær rindaðar av landskassanum.
§ 26:
Greinin hevur til endamáls at tryggja, at allir tilburðir, sum verða
fráboðaðir sum arbeiðsskaðar, verða avgjørdir á best møguligum grundarlagi,
samstundis sum tað við atliti til tryggjaða verður miðað eftir, at avgerð verður
tikin skjótast til ber.
Tá ein tilburður er fráboðaður Vanlukkutryggingarráðnum, og nevndin hevur tikið
málið upp til viðgerð, hevur tryggjaði skyldu til at gera eftir øllum teimum í stk.
3 heimilaðu boðunum um ymisk tiltøk, ið kunnu upplýsa málið nærri og staðfesta
árinini av tilburðinum. M.a. fyri at tryggja, at manglandi fíggjarorka hins tryggjaða
ikki er orsøk til, at tryggjaði ber seg undan at gera eftir boðunum, er tað smb. stk.
4 álagt tryggingarfelagnum at bera útreiðslurnar.
Vanlukkutryggingarráðið hevur ikki treytaleysan rætt til at fáa innlit í allar tær
í stk. 1 nevndu upplýsingar. Onnur lóggáva kann áseta, at upplýsingarnar bert kunnu
útflýggjast við samtykki frá tí, sum upplýsingarnar viðvíkja. Noktar tryggjaði
fyri, at arbeiðsskaðanevndin fær innlit í tílíkar upplýsingar, kann hetta fáa
"processuellan skaðavirkning" fyri tryggjaða, sí nærri §§ 31 og 32.
§ 27:
Tað hevur sjálvsagt alstóran týdning fyri tryggjaða fyrst og fremst
fíggjarligan at hann so skjótt sum til ber fær at vita, um ein fráboðaður
tilburður honum viðvíkjandi er ein arbeiðsskaði í lógarinnar týdningi og sostatt
møguliga kann geva rætt til tær í lógini heimilaðu veitingarnar. Hinvegin eru
málini ofta sera ymisk og kunnu vera meira og minni torfør og tíðarkrevjandi at
viðgera, áðrenn staðfestast kann, um tilburðurin er fevndur av lógini. Tær í
greinini ásettu tíðarfreistirnar royna at skapa eina javnvág í omanfyri nevndu
grundgevingum. Viðmerkast skal, at hendan greinin bert viðvíkur spurninginum, um ein
fráboðaður tilburður er fevndur av lógini ella ikki. Viðvíkjandi freistum, tá
spurningurin er, um ein arbeiðsskaði í lógarinnar týdningi í konkreta førinum hevur
havt avleiðingar, ið geva rætt til veitingarnar sambært lógini, verður víst til
viðmerkingarnar niðanfyri.
Tá tryggingarskyldugi arbeiðsgevarin smb. § 33, stk. 1 kann kæra avgerðir, tiknar
smb. § 27, er tað ein fortreyt, at arbeiðsgevarin verður kunnaður um tiknu
avgerðina.
Teir í stk. 2 nevndu tilburðir eru ofta so torførir og tíðarkrevjandi at avgreiða,
at freistirnar í stk. 1 ikki eru galdandi fyri støðutakanina til hesar tilburðir. Tá
spurningurin um viðurkenning av hesum tilburðum sum arbeiðsskaði hinvegin er
avgreiddur, galda tær vanligu freistirnar fyri støðutakanina um endurgjald, sí m.a.
§§ 45 og 53.
§ 28:
Áðrenn veitingar sambært lógini verða játtaðar, skal endalig greiða vera
fingin á, um fráboðaði tilburðurin er fevndur av lógini. Tískil skal tann í
lógini ásetta kærufreistin upp á 8 vikur eisini vera runnin, áðrenn tryggjaði fær
boð um, at hann fær endurgjald fyri avleiðingarnar av arbeiðsskaðanum. Hetta verður
gjørt fyri ikki at "skuffe i retsforhold" soleiðis, at ein "berettiget
forventning" um endurgjald seinni verður av ongum, tí kærumyndugleikin
mótsett Vanlukkutryggingarráðnum - sýtir fyri at viðurkenna tilburðin sum ein
arbeiðsskaða.
Viðvíkjandi kærufreistini verður víst til § 33.
§§ 29 og 30:
Greinirnar áseta eina 5 ára freist fyri uppafturtøku av avgerð
Vanlukkutryggingarráðsins um, antin at vísa frá sær ein fráboðaðan tilburð sum
arbeiðsskaða, ella avgerð um, at avleiðingarnar av einum viðurkendum arbeiðsskaða
ikki eru nóg miklar til at geva rætt til veitingar sambært lógini. Áheitanin um
uppafturtøku kann koma frá teimum, ið hava fráboðanarskyldu sambært lógini, eins og
Vanlukkutryggingarráðið eisini sjálvt kann taka málið upp til nýggja viðgerð, men
ofta kemur áheitanin frá tryggjaða sjálvum ella hansara avvarðandi.
§§ 31 og 32:
Greinarnar áseta tann "processuella skaðavirkningin" fyri tryggjaða
ella hansara avvarðandi, um tey ikki taka lut í málsupplýsningini av fráboðaðum
málum teimum viðvíkjandi.
Sum áður nevnt, hevur tað stóran týdning, at ein fráboðaður tilburður verður
kannaður og upplýstur so skjótt, sum til ber, fyri at fáa staðfest, um tilburðurin
er ein arbeiðsskaði í lógarinnar týdningi, og um so er, hvørjar avleiðingar hetta
hevur havt fyri tryggjaða. Skyldur hins tryggjaða sambært § 26, stk. 3 eru eitt hitt
týdningarmesta amboðið til tess at fáa greiði á hesum viðurskiftum, og tískil kann
tað sambært § 31 fáa fíggjarligar avleiðingar fyri tryggjaða ella hansara
avvarðandi, um tey ikki lúka sínar skyldur sambært lógini.
5 ára freistin í § 32 er sett sum evstamark fyri, hvussu leingi ein fráboðaður
tilburður kann liggja óviðgjørdur hjá Vanlukkutryggingarráðnum, tí tryggjaði ella
hansara avvarðandi t.d. ikki lúka treytirnar í § 26. Tá 5 ára freistin er farin,
verður málið víst burtur og ongin heimild er í lógini at taka tað uppaftur.
7. kapittul: Kæra
§§ 33-35:
Eins og higartil, verður kæruviðgerðin av arbeiðsskaðatryggingarmálum løgd til Den
Sociale Ankestyrelse í Danmark at umsita.
Hetta verður gjørt við atliti til teir sambært lógini tryggjaðu persónarnar,
soleiðis at kærumál teirra verða viðgjørd av tí stovninum, sum hevur størsta
sakkunnleikan og royndirnar á økinum.
Tá lógskyldug arbeiðsskaðatrygging (vanlukkutrygging) hevur verið føroyskt sermál
síðani 1980, verður tó miðað eftir, at kærumyndugleikin einaferð í framtíðini
kann flytast til føroyskan myndugleika at umsita.
Tað eru bert avgerðir viðvíkjandi teirri lógarkravdu arbeiðsskaðatryggingini jvb.
§ 14, sum kunnu kærast til Den Sociale Ankestyrelse. Sostatt kunnu ummælir
Vanlukkutryggingarráðsins, viðvíkjandi teimum í § 24, stk. 2 nevndu fyrispurningum,
ikki kærast til Den Sociale Ankestyrelse.
At tryggingarskyldugur arbeiðsgevari bert kann kæra tær avgerðir, sum viðvíkja
spurninginum, um ein fráboðaður tilburður kann viðurkennast sum ein arbeiðskaði
jvb. § 27, kemst av, at arbeiðsgevarin vanliga ikki verður mettur sum partur í
tílíkum málum. Hóast hetta, verður hildið, at arbeiðsgevarin skal hava møguleikan
at kæra avgerðir, tiknar smb. § 27, tí ein tílík avgerð er altavgerandi fyri, um
arbeiðsgevarin hevur ábyrgdina av arbeiðsskaðanum ella ikki.
Stýriskipanarlógin ásetur neyvar reglur um kæruvegleiðing v.m. í avgerðum frá
myndugleikunum, og tískil er ikki neyðugt at áseta nakað um hetta í sjálvari
arbeiðsskaðatryggingarlógini.
Fyri at Den Sociale Ankestyrelse skal hava best møguligt grundarlag fyri at taka avgerð
í kærumálinum, kann Den Sociale Ankestyrelse bæði krevja supplerandi upplýsingar um
og supplerandi kanningar m. v. av tryggjaða. Heimildirnar eru á leið tær somu sum
Vanlukkutryggingarráðið hevur smb. § 26, tó merktar av, at talan nú er um
kæruviðgerð og ikki 1. instans viðgerð.
Avleiðingin av, at skaddi ella sjúki ikki aktar boðum, givnum smb. § 35, kann vera
"processuel skadesvirkning", t.v.s. at Den Sociale Ankestyrelse tekur avgerð í
málinum, grundað á tær upplýsingar, sum eru til taks.
8. kapittul: Um veitingarnar
§ 36:
Greinin er eitt yvirlit yvir, hvørjar veitingar verða latnar sambært lógini.
Dagpeningur undir málsviðgerðini av arbeiðsskaðamálum verður umsitin og útgoldin
av dagpeningadeildini á Almannastovuni.
§ 37:
Sum eisini nevnt undir § 17, eru tað bert avleiðingarnar av arbeiðsskaðanum,
ið kunnu vera grundarlag undir veitingunum, nevndar í 9., 10. og 11. kapitli. Tað
merkir m.a., at hóast ein persónur, sum hevur fingið ein viðurkendan arbeiðsskaða,
t.d. verður mettur til at vera 70 % avlamin, so kann endurgjaldið fyri varandi mein
sambært hesi lóg kortini vera roknað við grundarlagi í t.d. 50 % avlamni av teirri
orsøk, at viðkomandi longu frammanundan arbeiðsskaðanum var 20 % avlamin.
Stk. 2 og 3 áseta ein "formodning" um, at ein ávísur skaði ella sjúka eru
avleiðingar av einum fráboðaðum arbeiðsskaða.
Víst verður annars til § 17.
§ 38:
Greinin ásetur, at um ein sambært lógini tryggjaður persónur orsakað av
eginskuld hevur verið fyri arbeiðsskaða, so kann hetta ávirka rættarstøðu hansara.
Tað eru bert tær i greinini nevndu gerðir ella undanlát, sum ávirka rættarstøðuna,
eins og tað bert eru tær í greinini nevndu veitingarnar, sum kunnu minkast ella heilt
detta burtur. Sostatt vil t.d. rætturin til tær í kapittul 9 nevndu veitingar ikki
ávirkast av eginskuld hins tryggjaða, eins og veitingarnar til avvarðandi hjá
persóni, sum er deyður av arbeiðsskaða, heldur ikki kunnu minkast ella heilt detta
burtur orsakað av eginskuld hins deyða.
§ 39:
Sum høvuðsregla verða veitingarnar rindaðar beinleiðis til tann, sum sambært
lógini eigur rætt til veitingarnar. Men veitingarnar kunnu eisini t.d. verða útgoldnar
í smærri upphæddum, enn ásett í lógini, ella latnar til t.d. hjúnafelagan, um
Vanlukkutryggingarráðið heldur, at peningurin á hendan hátt kemur tryggjaða betur
til góðar.
Er tað t.d. ivasamt, hvat av fleiri møguligum tryggingarfeløgum eigur at rinda
tryggjaða veitingarnar, kann Vanlukkutryggingarráðið við heimild í stk. 3 leggja
peningin út og síðani krevja hann aftur frá tí tryggingarfelag, sum, seinni verður
komið fram til, eigur at bera útreiðslurnar.
§ 40:
Endurgjald fyri mist arbeiðsføri og endurgjald fyri miss av uppihaldara er tengt
at árslønini hjá tryggjaða, meðan hinar veitingarnar verða latnar óheftar av
árslønini.
Útrokningargrundarlagið er sum høvuðsregla samlaða ársløn hins tryggjaða
inntøkuárið frammanundan arbeiðsskaðanum. Sostatt skal m.a. frítíðarløn eisini
íroknast árslønina. Er tann soleiðis roknaða ársinntøkan ikki
"repræsentativ" fyri vanligu ársinntøkuna hins tryggjaða, kann árslønin
smb. stk. 3 og 4 ásetast eftir meting. Heimildin í stk. 4 kann t.d. verða nýtt, um
tryggjaði er um at verða liðugur við útbúgvingina og hevur konkret útlit til eitt
arbeiði.
Hámarkið upp á 350.000 krónur er ásett eftir teirri sannføring, at veruliga
ársinntøkan hjá flest møguligum tryggjaðum liggur innan fyri hettar hámark.
§ 41:
Við grundarlagi í nevnda sáttmála millum Føroya Arbeiðararfelag og Føroya
Arbeiðsgevarafelag verður hildið, at tær í greinini nevndu veitingar verða javnaðar
soleiðis, at upphæddirnar eru nútíðarhóskandi.
Sambært stk. 3 eru tær upphæddirnar, ið vóru galdandi, tá Vanlukkutryggingarráðið
tók avgerð um at veita endurgjald ella samsýning, ið skulu nýtast sum grundarlag
undir játtaðu veitingunum. Sostatt kann tað eisini koma fyri, at tann upphæddin, sum
var galdandi, tá arbeiðsskaðin hendi, er lækkað, tá avgerðin um at veita endurgjald
verður tikin, tí sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya
Arbeiðsgevarafelag hava havt við sær lønarniðurskurð. Hinvegin kemur tað tryggjaða
til góðar, um upphæddirnar hækka í tíðarskeiðnum, frá tí arbeiðsskaðin hendi,
og til avgerð um endurgjald verður tikin.
Við at nýta upphæddirnar á avgerðardegnum í staðin fyri degnum, tá arbeiðsskaðin
hendi, slepst undan at rokna rentu í hesum millumtíðarskeiði.
9. kapittul: Sjúkuviðgerð, uppvenjing og hjálpitól m. v. undir málsviðgerðini
§ 42:
"Undir málsviðgerðini" er tíðarskeiðið frá tí, tilburðurin
verður fráboðaður Vanlukkutryggingarráðnum, og til avgerð er tikin um mist
arbeiðsføri og varandi mein, ella málið er endað smb. § 30. Er tilburðurin enn ikki
viðurkendur sum arbeiðsskaði, tá viðgerð v.m. verður sett í verk, má
gjaldspurningurin bíða, til Vanlukkutryggingarráðið samsvarandi § 27 hevur tikið
støðu til viðurkenningina.
Ein onnur høvuðstreyt fyri, at tryggingarfelagið skal rinda útreiðslurnar, er, at
viðgerðin v.m. verður mett sum neyðug, til tess at tryggjaði kann fáa best
møguligan heilsubata. Hendan meting kann sostatt í ávísum førum hava við sær, at
tryggjaði verður sendur uttanlands til viðgerðar v.m. Gjaldskyldan hjá
tryggingarfelagnum viðvíkjandi sjúkuviðgerð og uppvenjing (jvb. stk. 1, 1. pkt.)
tekur bara við í tann mun, útreiðslurnar ikki verða rindaðar av t.d.
Landssjúkrahúsinum, sjúkrakassanum ella einum sjúkrafelagið. Harafturímóti hevur
tryggingarfelagið altíð skyldu til at rinda fyri hjálpitól v.m. (jvb. stk. 1, 2.
pkt.) uttan mun til, um hjálpitólið heilt ella partvíst kundi verið goldið av
øðrum.
Ásetingin viðvíkjandi hjálpitólum er galdandi uttan mun til, um persónskaði er
hendur ella ikki, og tískil er tryggingin í hesum førum ein "rein"
skaðatrygging (tingsforsikring).
Útreiðslurnar kunnu verða rindaðar, bæði tá málið av fyrstan tíð verður
viðgjørt, og tá spurningur um mist arbeiðsføri, jvb. §§ 50, ella varandi mein, jvb.
§ 55, verður tikið upp til nýggja viðgerð.
Sum dømi um útreiðslur, sum sambært stk. 4 kunnu rindast, sjálvt um málsviðgerðin
er liðug, kunnu t.d. nevnast viðgerðir, sum undir málsviðgerðini eru góðkendar av
Vanlukkutryggingarráðnum, men sum t.d. orsakað av bíðilista ikki kunnu fremjast, fyrr
enn eftir at málsviðgerðin er endað.
§ 43:
Greinin viðger spurningin um uppafturtøku av formligari avgerð um tær í § 42
nevndu útreiðslur. Talan skal vera um munandi broytingar, áðrenn málið verður
tikið upp til nýggja viðgerð. Um neyðugt, kann málið fleiri ferðir verða tikið
upp til nýggja viðgerð, men 5 ára freistin rennur kortini áhaldandi frá upprunaligu
avgerðini, og tískil er í stk. 2 heimild hjá Vanlukkutryggingarráðnum at leingja
freistina ella heilt at síggja burtur frá henni, um grundarlag er fyri at halda, at
neyðugt er við uppafturtøku, eftir at 5 ára freistin er runnin.
Somu reglur eru eisini galdandi fyri uppafturtøku av spurninginum um mist arbeiðsføri
og varandi mein, sí §§ 50 og 55.
10. kapittul: Endurgjald fyri mist arbeiðsføri
§ 44:
Endurgjald fyri mist arbeiðsføri verður latið til tann, sum vegna
arbeiðsskaðan ikki er førur fyri at útinna arbeiði í sama mun sum áðrenn
arbeiðsskaðan. Hóast høvuðsdenturin sostatt verður lagdur á arbeiðsførleikan og
ikki arbeiðsinntøkuna, so er tað kortini peningaligi missurin av arbeiðsskaðanum, ið
er grundarlagið undir endurgjaldinum fyri mist arbeiðsføri.
Tá støða skal takast til arbeiðsførismissin, má Vanlukkutryggingarráðið í
hvørjum føri sær meta um arbeiðs- og inntøkuviðurskiftini hjá viðkomandi skadda
ella sjúka áðrenn tilburðin, og samanlíkna hetta við somu viðurskifti eftir
arbeiðsskaðan. Er skaddi ella sjúki eftir arbeiðsskaðan førur fyri at taka upp aftur
sama arbeiði og við somu inntøku sum áðrenn arbeiðsskaðan, fær hann onki
endurgjald fyri mist arbeiðsføri, sjálvt um hann hevur fingið varandi mein av
arbeiðsskaðanum og fær samsýning fyri hetta jvb. 11. kapittul.
Endurgjald fyri mist arbeiðsføri er ein persónlig veiting, sum annaðhvørt ikki
verður útgoldin, ella sum dettur burtur, um viðkomandi skaddi ella sjúki doyr. Sí
annars § 48, stk. 3.
§ 45:
Endalig avgerð um mist arbeiðsføri hvørki kann ella skal verða tikin, fyrr
enn grundarlag er fyri at meta um framtíðar arbeiðsførleikan, og hetta kann ikki
staðfestast, fyrr enn heilsustøða hins tryggjaða læknafrøðiliga er støðug og
varandi ("stationær").
Tað kann í ávísum førum vera trupult at taka eina endaliga avgerð um mist
arbeiðsføri innan 2 ára freistina í stk. 2, og tískil kann Vanlukkutryggingarráðið
sambært stk. 4 verða noytt til at taka eina fyribilsavgerð um endurgjald fyri mist
arbeiðsføri, hóast málið ikki er endaliga upplýst. Síðani kann málið kannast
liðugt, og eitt endaligt endurgjald fyri mist arbeiðsføri ásetast. Tá
fyribilsendurgjald altíð kann væntast at verða broytt við einari seinni avgerð,
verður endurgjaldið altíð veitt sum leypandi veiting, jvb. § 48, stk. 1.
Sambært stk. 3 kann ein partur av endurgjaldinum eisini verða veittur sum forskot í
førum, har givið er, at tryggjaði í øllum førum kemur at fáa eitt endurgjald,
svarandi til forskotið. Hóast forskot sostatt verður útgoldið, meðan málið enn er
til viðgerðar, og tískil kann verða veitt samstundis sum dagpeningur, skal ongin
mótrokning gerast millum hesar báðar veitingarnar, tí dagpeningurin er endurgjald fyri
mista arbeiðsinntøku, meðan málið er til viðgerðar, meðan forskotið upp á
endurgjald fyri mist arbeiðsføri viðvíkur tíðarskeiðnum eftir, at málsviðgerðin
er liðug. Forskotið kann umroknast til eina ávísa peningaupphædd eftir vanligu
reglunum í § 48.
15 ára aldursmarkið í stk. 5 kemst av, at eitt barn sjáldan ger brúk av sínum
arbeiðsførleika áðrenn hetta tíðarskeið, og tískil ikki kann sigast at hava mist
hendan førleika fyrr enn við 15. ári.
Somu reglur, sum nevndar í stk. 1-3, eru galdandi viðvíkjandi samsýning fyri varandi
mein, sí § 53.
§ 46:
Endurgjald fyri mist arbeiðsføri verður sum høvuðsregla veitt við
grundarlagi í teirri ársinntøku, sum viðkomandi forvann beint frammanundan
arbeiðsskaðanum jvb. § 40, men endurgjaldsupphæddin kann tó ongantíð vera meira enn
80 % av hesum útrokningargrundarlagi.
§ 47:
Tá endurgjald fyri mist arbeiðsføri kemur í staðin fyri framtíðar
arbeiðsinntøku, t.v.s. eftir at endalig avgerð er tikin um arbeiðsførismissin, eru
útgjaldingin og veitingartíðarskeiðið í høvuðsheitum ásett á sama hátt sum
vanligar arbeiðsinntøkur. Veitingin byrjar, tá Vanlukkutryggingarráðið hevur tikið
endaliga støðu til spurningin um arbeiðsførismissin, men sambært stk. 2 kann
útgjaldingin eisini byrja áðrenn hetta, um t.d. tryggjaði orsakað av
arbeiðsskaðanum er farin í annað starv við lægri løn.
Endurgjaldsveitingin fyri mist arbeiðsføri heldur uppat, tá tryggjaði er blivin 67
ára gamal, tí hetta er eisini vanliga tíðin, tá ein arbeiðsførur persónur heldur
uppat at brúka arbeiðsførleika sín og gerst fólkapensjónistur.
§ 48:
Ásetingarnar um "kapitalisering", t.v.s. at ein upprunaliga ásett
framhaldandi árlig veiting verður roknað um til eina ávísa peningaupphædd og
útgoldin tryggjaða í einum, eru settar inn í lógina við einum
forsyrgjarasjónarmiði fyri eyga. Ein persónur, sum framvegis hevur 50 %
arbeiðsførleika, kann partvíst forsyrgja sær sjálvum, og ein eingangsupphædd kann
koma einum tílíkum persóni meira til gagns, við at hann t.d. nýtir upphæddina til at
byrja egið virki, enn um hann fær eina framhaldandi mánaðarliga veiting, til hann
fyllir 67 ár. Hinvegin vil framhaldandi mánaðarliga endurgjaldsveitingin til ein
persón, sum bert hevur ein lítlan part av arbeiðsførleikanum eftir, møguliga vera
einasta trygga inntøkukeldan, og sostatt eisini vera forsyrgjaragrundarlagið hjá
viðkomandi.
Høvuðsreglan er, at endurgjaldsveitingin fyri undir 51% óarbeiðsføri verður goldin
tryggjaða í einum, ímeðan endurgjald fyri óarbeiðsføri upp á 51% ella hægri
verður goldið sum leypandi veiting. Hetta merkir, at tryggjaði fær eina
eingangsupphædd, um óarbeiðsføri verður ásett til t.d. 40%, ímeðan tryggjaði fær
eina leypandi endurgjaldsveiting, um óarbeiðsføri verður ásett til t.d. 60%. Í
seinna førinum kann øll endurgjaldsveitingin tó í serligum førum gjaldast sum
eingangsupphædd, hóast óarbeiðsføri er ásett til 60%. Forsyrgjarasjónarmiðið kann
vera ein partur av metingini, um serligar umstøður eru til staðar fyri at umrokna alla
endurgjaldsveitingina til eina ávísa peningaupphædd. Jú nærri teimum 51%
óarbeiðsførið verður sett til, jú meira talar forsyrgjarasjónarmiðið fyri, at
øll endurgjaldsveitingin verður umroknað til eina ávísa peningaupphædd.
Sum áður nevnt, er endurgjald fyri mist arbeiðsføri ein persónlig veiting, sum dettur
burtur, um tann, ið hevur rætt til veitingina, doyr. Hevur viðkomandi longu biðið um
at fáa veitingina umroknaða til peningaupphædd, verður upphæddin goldin til
deyðsbúgvið, um viðkomandi doyr.
§ 49:
Er tryggjaði tænastumaður, ella er viðkomandi settur í starv undir líknandi
eftirlønarreglum sum tænastumenn, og fær viðkomandi sum liður í tílíkum
setanarviðurskiftum eftirløn orsakað av arbeiðsskaðanum, so gongur hendan serliga
veitingin fram um endurgjaldsveitingina fyri mist arbeiðsføri sambært hesi lóg
soleiðis, at endurgjaldið fyri mist arbeiðsføri verður minkað samsvarandi hesi
grein.
Sama er galdandi viðvíkjandi endurgjaldi fyri miss av uppihaldara jvb. § 69.
§ 50:
Greinin er javnlík § 43 og víst verður tí til hesa grein.
§ 51:
Tann, ið samsvarandi reglunum í hesum kapitli fær framhaldandi árligt
endurgjald fyri mist arbeiðsføri, skal boða Vanlukkutryggingarráðnum frá øllum
broytingum í viðurskiftum sínum, ið kunnu hava ávirkan á upprunaliga ásettu
endurgjaldsveitingina, soleiðis at upphæddin í framtíðini antin verður lægri ella
hægri. Vanliga verður endurgjaldsupphæddin ikki lækkað, eftir at 5 ára freistin í
§ 50 er runnin.
Sambært stk. 2 skal Vanlukkutryggingarráðið og tryggingarfelagið eisini endurskoða
avgerðir sínar við atliti til møguligar broytingar í endurgjaldsveitingini.
Stk. 3 ásetur avleiðingarnar av, at tryggjaði - hóast hann visti betur - ikki gevur
boð um viðkomandi broytingar í viðurskiftum sínum.
11. kapittul: Samsýning fyri varandi mein
§ 52:
Veitingin fyri varandi mein er ikki eitt endurgjald, sum er tengt at
fíggjarviðurskiftum hins tryggjaða, men er ein samsýning fyri varandi mein orsakað av
arbeiðsskaðanum, sum á ein ella annan hátt ávirkar persónligu tilveruna hjá
viðkomandi. Talan kann bæði vera um likamlig og sálarlig mein sum t.d. niðursetta
sjón ella hoyrn, ella sjónlig arr, ið gera, at viðkomandi kennir seg illa, tá hann er
saman við øðrum fólki. Varandi mein hevur í høvuðsheitum somu likamligu og
sálarligu ávirkan á ein hvønn persón, uttan mun til arbeiði, kyn, aldur ella
bústað, og tískil er samsýningin fyri varandi mein "standardiserað" í
einari "meintalvu", ið neyvt ásetur eitt ávíst mein til ein ávísan %-part
av 100 %. Talvan er tó ikki fullfíggjað, og samsýning fyri varandi mein, ið ikki er
nevnt í talvuni, kann ásetast eftir meting.
Samsýning verður tó ongantíð latin fyri mein undir 5 %.
§ 53:
Greinin ásetur somu reglur, sum nevnt í § 45, stk. 1-3, og víst verður tí
til hesa grein. Vanliga kann varandi mein ávísast skjótari enn mist arbeiðsføri, og
tískil er vanliga ikki trupulleikar at taka avgerð hesum viðvíkjandi innan ásetta 2
ára evstamarkið. Av hesi orsøk hevur § 53 ongar ásetingar um fyribilssamsýning fyri
varandi mein.
§ 54:
Tá samsýning fyri varandi mein ikki er tengd at arbeiðsføri ella
arbeiðsinntøku og sostatt ikki hevur eitt forsyrgjaraendamál eins og endurgjaldið fyri
mist arbeiðsføri, verður samsýningin - alt eftir meinstiginum - altíð latin sum ein
ávís peningaupphædd og goldin tryggjaða í einum. Tann í heilt serligum førum
hækkaða samsýningin upp á 120 % kann t.d. verða nýtt í sambandi við
"kombinerað" mein, t.d. fullkomiliga mista sjón og hoyrn.
Ásetingin í stk. 3 um lækking av veitingini merkir sjálvsagt ikki, at meinstigið
verður lækkað við 5% fyri hvørt árið, tryggjaði er eldri enn 59 ár, men
harafturímóti, at tann upprunaligt ásetta samsýningarupphæddin verður lækkað.
§ 55:
Greinin hevur sama innihald sum § 43 (og § 50), og víst verður tí til § 43.
12. kapittul: Skiftisveiting til eftirsitandi
§§ 56 og 57:
Um tryggjaði antin beinanvegin ella seinni doyr orsakað av arbeiðsskaðanum,
kunnu tey eftirsitandi fáa bæði skiftisveiting sambært hesum kapitli og endurgjald
fyri miss av uppihaldara sambært 13. kapitli.
Skiftisveitingin sambært hesum kapitli verður altíð latin til teir í kapitlinum
nevndu persónarnar, uttan mun til um hesir persónar hava verið fyri fíggjarligum missi
orsakað av deyðsfallinum, eins og skiftisveitingin altíð verður latin sum ein føst
upphædd, ið er óheft av ársinntøku hins deyða. Skiftisveitingin skal fíggjarliga
hjálpa teimum eftirsitandi at venja seg við eina nýggja tilveru, samstundis sum
veitingin er ætlað til at bera útreiðslurnar av m.a. jarðarferð hins deyða.
Skiftisveitingin verður latin til bæði einkjur og einkjumann. Høvuðstreytin í
greinini er annars, at partarnir í veruleikanum livdu saman, tá deyðsfallið hendi.
Tað merkir m.a., at ein hjúnafelagi, sum enn var giftur við tí deyða, men sum vegna
sundurlesing ikki livdi saman við hjúnafelaganum, tá deyðsfallið hendi, ikki hevur
rætt til skiftisveiting.
Tað kann vera trupult at avgera, nær tveir persónar kunnu sigast at liva saman, men
vegleiðandi kann nevnast, at persónarnir mugu hava felags bústað, felags húsarhald og
felags økonomi.
§ 58:
Greinin heimilar Vanlukkutryggingarráðnum at játta skiftisveiting í øðrum
førum, enn nevnt í §§ 56 og 57. Talan kann t.d. vera um persón, sum ikki lýkur 2
ára freistirnar í omanfyri nevndu greinum, men sum t.d. vegna felags børn ella felags
hús kortini hevur eins stóran tørv á skiftisveitingini sum teir persónar, ið lúka
treytirnar. Hinvegin er tað ikki ein treyt fyri at fáa skiftisveiting eftir hesi grein,
at viðkomandi persónur og tann deyði livdu saman sum par; eisini aðrir persónar t.d.
familja, sum í mong ár hava búð saman og havt felags húsarhald við tí deyða, kunnu
eftir umstøðunum fáa skiftisveiting eftir hesi grein.
§ 59:
Vanliga skapar tað ikki stórvegis trupulleikar at staðfesta, um ein persónur
hevur rætt til skiftisveiting. Tá skiftisveitingin heldur ikki verður latin í sambandi
við ávísan fíggjarligan miss, eins og veitingin heldur ikki altíð hevur grundarlag
í versnaðum fíggjarviðurskiftum, eru tað ikki ásettar nakrar reglur um forskot og
fyribilsveiting í hesum førinum.
13. kapittul: Endurgjald fyri miss av uppihaldara
§ 60:
Endurgjald fyri miss av uppihaldara er eins og skiftisveitingin ikki treytað av
versnaðum fíggjarviðurskiftum hjá tí eftirsitandi. Hinvegin er endurgjaldsupphæddin
tengd at teirri smb. § 40 roknaðu ársinntøku hins deyða.
Ein "uppihaldari" er í lógarinnar týdning ikki bert ein persónur, sum
sambært lóg hevur uppihaldsskyldu, men eisini ein persónur, sum í veruleikanum
uppiheldur ein øðrum persóni, uttan at hava skyldu til tess. Tað er ein treyt fyri at
fáa endurgjald fyri miss av uppihaldara, at viðkomandi samstundis hevur rætt til
skiftisveiting jvb. kapittul 12.
At víst verður til §§ 56 og 57 merkir, at bæði hjúnafelagi og persónur, sum tann
deyði livdi saman við undir hjúnabandslíknandi viðurskiftum, kunnu fáa endurgjald
fyri miss av uppihaldara.
Orsøkin til, at teir í § 58 nevndu persónar ikki hava rætt til endurgjald fyri miss
av uppihaldara, hóast teir hava rætt til skiftisveiting, er tann, at hesir persónar
vanliga ikki hava verið forsyrgdir av hinum deyða, hóast teir búðu undir sama taki.
§ 61:
Sambært stk. 1 er árliga endurgjaldsupphæddin altíð tann sama, nevniliga 30%
av ársløn hins deyða. Áramálið, har veitingin verður latin, kann verða upp til 10
ár, og í ongum førum meira enn 10 ár.
10 ára veitingarhámarkið gevur Vanlukkutryggingarráðnum møguleika fyri at seta
veitingartíðarskeiðið í mun til framtíðar fíggjarvánirnar hjá tí eftirsitandi,
har m.a. kann verða hugt eftir forsyrgjaraskyldum, inntøkuviðurskiftum, lánsbyrðum
v.m.
Tann í stk. 3 nevnda eftirsitilønin kann t.d. vera tann í § 7 í Ll. nr. 13 frá
20.03.1958 um starvsmenn ásetta veitingin til eftirsitandi vegna deyða starvsmansins.
Eins og stk. 3, staðfestur stk. 4 eisini, at fíggjarligu avleiðingarnar av andlátinum
ikki kunnu sigast at vera versnaðar, fyrr enn beinleiðis inntøka hins deyða er hildin
uppat.
Øll tann framhaldandi veitingin kann sambært stk. 5 verða roknað um til
peningaupphædd - jvb. § 48 - eftir ynski frá móttakaranum. Veitingin heldur uppat, um
móttakarin doyr, innan ásetta veitingartíðarskeiðið er runnið.
§ 62:
Ein leingjan av veitingartíðarskeiðnum fyri miss av uppihaldara er treytað av,
at fíggjarviðurskiftini hjá tí eftirsitandi eru verri enn upprunaliga mett.
Veitingartíðarskeiðið kann tó í ongum førum vera ásett longri enn til samanlagt 10
ár.
Sambært orðaljóðinum í greinini - samanhildið við § 61, stk. 5 - er tað hinvegin
ikki heimild hjá Vanlukkutryggingarráðnum at stytta eitt longu ásett
veitingartíðarskeið, hóast fíggjarvánirnar hjá tí eftirsitandi antin eru betri enn
upprunaliga mett, ella eru batnaðar, eftir upprunaliga veitingartíðarskeiðið varð
ásett.
§ 63:
Víst verður til § 47, stk. 3.
§ 64:
Eins og viðvíkjandi endurgjaldinum til vaksin fyri miss av uppihaldara, er
endurgjaldið til børn fyri miss av uppihaldara heldur ikki tengt at
fíggjarviðurskiftunum hjá barninum. Men fyri at eitt barn skal hava rætt til
endurgjald, er tað ein treyt, at hin deyði sambært aðrari lóggávu hevði
uppihaldsskyldu at barninum, t.v.s. faktiskt uppihald er ikki nóg mikið. Hetta merkir
t.d., at egin børn, fødd í ella uttan fyri hjúnaband og ættleidd børn, kunnu fáa
endurgjald eftir hesi grein, meðan eitt stjúkbarn bert kann fáa endurgjald, um
treytirnar í § 67 eru loknar. Endurgjaldsveitingin verður eisini ávirkað av, um
barnið framvegis hevur hitt av foreldrunum á lívi, av orsøkini til andlátið, um hin
deyði var einaforsyrgjari av barninum, ella um barnið er undir útbúgving. Í
øllum førum verður endurgjaldsveitingin tó latin, til barnið verður 18 ár.
Samsvarandi forsyrgjarasjónarmiðnum, verður endurgjald til børn fyri miss av
uppihaldara altíð veitt sum framhaldandi veiting og kann undir ongum umstøðum roknast
um til eina ávísa peningaupphædd.
§ 65:
Víst verður til § 61.
§ 66:
Hámarkið fyri endurgjaldsupphæddini til børn upp á ávíkavist 50 og 60 % av
teirri sambært § 40 roknaðu ársløn hins deyða er ásett við atliti til, at børn
vanliga ikki hava somu fíggjarligu skyldur sum vaksin og tískil ikki hava tørv á eins
stórari fíggjarorku sum vaksin.
Er talan um bara tað eina barnið, kann endurgjaldið ikki fara upp um hetta hámark, men
er talan um tvey ella fleiri børn, lækka einstøku veitingarnar til børnini til
samanlagt 60/50 %.
Lækkingin av endurgjaldinum til barnið jvb. stk. 2 er ásett við tí fyri eyga, at eitt
endurgjald til tann vaksna sambært § 60 jvb. § 61 eisini kemur barninum til góðar.
§ 67:
Greinin heimilar, at eisini aðrir persónar, enn teir í §§ 60 og 64 nevndu,
undir serligum umstøðum kunnu fáa endurgjald fyri miss av uppihaldara. Endurgjald eftir
hesi grein er treytað av, at hin deyði heilt ella partvíst forsyrgdi viðkomandi, og at
samlaðu veitingarnar fyri miss av uppihaldara eftir hesum kapitli ikki fara upp um 70 %
av ársløn hins deyða, roknað samsvarandi § 40. Endurgjald kann t.d. verða veitt
stjúkbørnum, fráskildum ella sundurlisnum hjúnafelaga, foreldrum ella systkjum.
Greinin ásetur ongar reglur um veitingartíðarskeiðið, og hetta má tískil ásetast
av Vanlukkutryggingarráðnum í hvørjum einstøkum føri sær.
§ 68:
Greinin ásetur somu freistir fyri avgerð, sum viðvíkjandi missi av
arbeiðsføri, jvb. § 45, stk. 2 og varandi mein, jvb. § 53, stk. 2.
§ 69:
Víst verður til § 49.
14. kapittul: Aftursóknarkrøv, vangilding og revsing v.m.
§§ 70 og 71:
Sum áður nevnt undir almennu viðmerkingunum, er hendan lógin nær tengd at
Endurgjaldsábyrgdarlógini, soleiðis at skilja, at fleiri av heimilaðu veitingunum eru
tær somu, hóast upphæddirnar og útrokningarhátturin ikki eru eins í øllum førum.
Endurgjaldsábyrgdarlógin ásetur generellu endurgjaldsábyrgdina hjá skaðaelvara
mótvegis skadda, meðan arbeiðsskaðatryggingarlógin er ein serlig lóg, sum í
høvuðsheitum bert viðger endurgjaldsábyrgdina hjá arbeiðsgevarum mótvegis
arbeiðstakarum sínum. Høvuðsendamálið við arbeiðsskaðatryggingarlógini er at
tryggja, at allir arbeiðstakarar veruliga fáa endurgjald fyri arbeiðsskaðar frá einum
tryggingarfelag, sum arbeiðsgevarin hevur skyldu at tekna trygging hjá, soleiðis at
arbeiðstakarin altíð fær endurgjaldið útgoldið, uttan mun til um arbeiðsgevarin er
førur fyri at gjalda ella ikki.
§ 70 ásetur fyri tað fyrsta, at arbeiðsskaðatryggingarfelagið ikki kann seta
aftursóknarkrav fram móti skaðaelvandi arbeiðsgevara, tí arbeiðsgevarin hevur við
tryggingargjøldum sínum jú flutt endaliga ábyrgdarvanda sín yvir á
tryggingarfelagið.
Harnæst ásetur § 70, at veitingar eftir arbeiðsskaðatryggingarlógini ganga fram um
veitingar eftir endurgjaldsábyrgdarlógini soleiðis, at endurgjaldskravið móti
skaðaelvaranum (t.v.s. arbeiðsgevaranum í hesum førinum) lækkar samsvarandi teimum
veitingum, sum tryggjaði fær við heimild í hesi lóg. Hinvegin er onki, sum forðar
fyri, at tryggjaði - við heimild í endurgjaldsábyrgdarlógini - krevur tann partin av
samlaða endurgjaldinum ella samsýningini, sum ikki verður goldin eftir hesi lóg, frá
skaðaelvaranum (sokallaðan "differenceerstatning").
§ 71 viðger ta øvugtu støðuna, nevnliga at tryggjaði longu hevur fingið endurgjald
við heimild í endurgjaldsábyrgdarlógini, tá veitingarnar sambært hesi lóg verða
játtaðar. Í hesum førinum skal arbeiðsskaðatryggingarfelagið endurrinda
skaðaelvara ella ábyrgdartryggingarfelag hansara ta upphæddina.
§ 72:
Rúm tíð kann ganga frá tí, ein tilburður verður fráboðaður
Vanlukkutryggingarráðnum sum arbeiðsskaði, og til játtanir um veitingar eftir hesi
lóg verða givnar. Í hesum tíðarskeiðnum kann skaddi ella sjúki hava fingið ymiskar
veitingar eftir aðrari almannalóggávu.
§ 72 gevur bert heimild fyri aftursóknarkrøvum frá Almannastovuni mótvegis
tryggingarfelagnum, meðan spurningurin, um almannahjálpin í einstaka førinum skal
krevjast aftur, verður viðgjørdur í teirri lóggávuni, sum heimilar
almannaveitingini.
Aftursóknarkrav kann bert setast fram móti leypandi veitingum og ikki kapitalveitingum,
og kravið er tíðaravmarkað til tað tíðarskeið, tann leypandi veitingin skuldi
vara.
§ 73:
Greinin ásetur, at lógin er "beskyttelsespræseptiv", t.v.s. at
ásetingarnar í lógini ikki við avtalu millum tann tryggingarskylduga og tann
tryggjaða kunnu frávíkjast til skaða fyri tann tryggjaða.
§ 74:
Greinin viðvíkur leypandi veitingum og er bert galdandi, so leingi veitingarnar
ikki eru falnar til gjaldingar. Verjanin móti rættarsókn er tó ikki fullkomin í tann
mun, øðrvísi reglur eru ásettar í øðrum lógum.
Í veitingum, sum eru kapitaliseraðar, kunnu bert forskot, goldin av tryggingarfelag,
verða mótroknað.
§ 75:
Tá arbeiðsgevarin bert kann vera álagdur sektarábyrgd, t.v.s. bót, skulu mál
sambært greinini meldast til løgregluna og viðgerast sum politimál jvb.
rættargangslógina.
Tað er bert arbeiðsgevarin, sum kann verða álagdur sektarábyrgd fyri misrøking av
skyldum sínum sambært lógini.
Læknar og tannlæknar, sum smb. § 22, stk. 4 eisini hava fráboðanarskyldu um
arbeiðsskaðar, kunnu ikki revsast fyri misrøking av hesi skyldu, eins og tað heldur
ikki kann verða álagt einum tryggjaðum sektarábyrgd fyri misrøking av
upplýsingarskylduni í § 51.
Stk. 3 heimilar sektarásetingar fyri brot á kunngerðir, givnar við heimild í lógini.
15. kapittul: Gildiskomu- og skiftisreglur
§ 76:
Ásetingarnar í lógini hava í fyrsta lagi virknað frá tí degi, lógin kemur
í gildi.
Skeringsdagurin er sum høvuðsregla tann dagurin, tá tilburðurin hendi, men í sambandi
við vinnusjúkur er neyðugt at gera undantak frá hesi høvuðsreglu, tí torført kann
verða at staðfesta, nær ein vinnusjúka er hend, og tískil verður fráboðanardagurin
í hesum førum nýttur sum skeringsdagur.
Teir tilburðir, sum eru hendir ella fráboðaðir innan gildiskomudagin, eins og tey
mál, sum framvegis eru undir viðgerð, tá hendan lógin kemur í gildi, verða
framhaldandi viðgjørd eftir ásetingunum í kgl. fyriskipanini um vanlukkutrygging.
§ 76 ásetur ongar skiftisreglur viðvíkjandi teimum persónum, sum vóru tryggjaðir
eftir kgl. fyriskipanini um vanlukkutrygging, men sum ikki eru fevndir av hesi lógini.
Orsøkin til hetta er, at Endurgjaldsábyrgdarlógin - sum er ein donsk lóg, ið skal
setast í gildi í Føroyum - skal sendast aftur til Danmarkar, eftir at
ríkislógartilmæli er viðgjørt í Føroyum, og hetta kann taka rúma tíð. Ætlanin
er, at Endurgjaldsábyrgdarlógin og Arbeiðsskaðatryggingarlógin skulu koma í gildi
samstundis, og sostatt kemur væntandi eisini at ganga rúm tíð, frá tí at
arbeiðsskaðatryggingarlógin er endaliga samtykt i Løgtinginum, og til lógin formliga
verður sett í gildi. Í hesum tíðarskeiðnum kann eitt miðvíst kunningararbeiði
verða gjørt til tess at boða teimum persónum, sum vóru tryggjaðir eftir gomlu
lógini, frá, at teir ikki eru fevndir av nýggju arbeiðsskaðatryggingarlógini.
Skjalayvirlit
Skjal 1: Yvirlit yvir endurgjalds- og samsýningarveitingarnar smb. hesum uppskotinum
Skjal 2: Samanbering av veitingunum smb. hesum uppskotinum og galdandi Vanlukkutryggingarlóg
Skjal 3: Ymiskar samanberingar millum hetta uppskotið, galdandi vanlukkutryggingarlóg, "1998- uppskotið" og donsku arbejdsskadeforsikringsloven
Skjal 4: Fyrra hoyringssvarið frá Vanlukkutryggingarráðnum
Skjal 5: Hoyringssvarið frá P/F TRYGD
Skjal 6: Hoyringssvarið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag
Skjal 7: Hoyringssvarið frá Meginfelag Útróðrarmanna
Skjal 8: Hoyringssvarið frá Arbejdsskadestyrelsen og Socialministeriet
Skjal 9: Hoyringssvarið frá Den Sociale Ankestyrelse
Skjal 10: Hoyringssvarið frá Tryggingarfelagnum Føroyar
Skjal 11: Seinna hoyringssvarið frá Vanlukkutryggingarráðnum
Skjal 12: Skriv frá Tryggingarfelag Føroya (hækking av tryggingargjaldinum)
1. viðgerð 7. mars 2002. Málið beint
í trivnaðarnevndina.
Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at
løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið
ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.