Meirvirðisgjald

 

48  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskiftið við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Einki ordaskifti)

Ár 2002, 31. januar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:
Í § 27, stk. 3 verður "§§ 6,7 og 9" broytt til: "§§ 6, 7, 8a og 9." 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Tann 20. januar 1989 gjørdu Danmark, Finnland, Norra og Svøríki avtalu um, at samarbeiða um landamørk fyri at forða fyri og avmarka skaðar á menniskju, ogn ella umhvørvið, um ólukkur henda. Henda avtala er eisini galdandi fyri Føroyar. Víst verður í hesum sambandi til bekendtgørelse nr. 66 af 9. august 1990. Sambært avtaluni hava Føroyar millum annað bundið seg til at skapa heimild fyri, at motorakfør, bjargingarútgerð og onnur útgerð kann koma inn á tolløkið ótarnað og frítikin fyri skatt og avgjøld.

Í hesum uppskoti til broyting í meirvirðisgjaldslógini verður ein nýggj áseting, ið heimilar meirvirðisgjaldsfríum innflutningi av vøru, sum skal nýtast í sambandi við stórvanlukkur ella nattúruvanlukkur.

Ásetingin er ein avleiðing av uppskotinum til broyting í tolllógini, sum loyvir tollfríum innflutningi av útgerð, sum skal nýtast í sambandi við stórvanlukkur ella nattúruvanlukkur. Uppskotið til broyting í tolllógini verður lagt fram samstundis sum uppskotið til broyting í lógini um meirvirðisgjald. Ásetingin í tolllógini er gjørd av tí, at Føroyar hava bundið seg til at útvega heimild fyri, at bjargingarútgerð og onnur útgerð kann koma inn á tolløkið ótarnað uttan at rinda toll, skatt ella avgjald í sambandi við stórvanlukkur ella nattúruvanlukkur.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið verður ikki mett at hava við sær fyrisitingarligar avleiðingar fyri landið, kommunurnar ella vinnuna.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Sosialar avleiðingar verða heldur ikki fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir. Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær fíggjarligar avleiðingar.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umsitingarligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Ásetingin í hesum uppskoti er ein avleiðing av uppskotinum til § 8a í tolllógini.

Við hesi áseting hevur Toll- og Skattstova Føroya heimild til at veita meirvirðisgjaldsfrían innflutning av vørum, ið verða innfluttar til brúk undir bjargingartiltaki í sambandi við stórvanlukku ella náttúruvanlukku, har brúk er fyri bráðfeingis hjálp, um talan er um neyðstøðu á føroyskum land- ella sjóøki, eftir § 8a í tolllógini.

Somu ásetingar eru eisini galdandi, um talan er um stórar bjargingarroyndir v.m. á føroyska økinum, har bjargingarútgerð verður innflutt á tolløkið.

1. viðgerð 7. februar 2002. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 13. februar 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. februar 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 12 frá 25.02.2002