11 Uppskot til samtyktar um barnavernd, rættartrygd og mannarættindi
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D.
Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti viið 2. viðgerð
Ár 2001, 16. oktober, legði Álvur Kirke, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin fram soljóðandi
til
samtyktar
Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslógir og ríkislógartilmæli sum endurskoða lógareglurnar um barnavernd, rættartrygd og mannarættindi, og sum tryggja
Viðmerkingar:
Hetta uppskot verður lagt fram av tí, at undir verandi skipan verða børnini ikki
nóg væl vard; dømi eru um, at rættartrygdin verður tikin frá ósekum fólki, og brot
verða framd á mannarættindini. Barnaverndarnevndirnar hava, næstan óavmarkað vald!
Barnaverndarnevndir gera løgregluarbeiði og viðgera ósek fólk sum kriminell, uttan at
hesi sleppa at verja seg fyri einum dómara.
Rættartrygdin kann lætt verða sett úr gildi, og mannarættindini verða brotin, tá hini ákærdu ikki sleppa at verja seg fyri einum dómara.
Fyribils avgerð hjá eini barnaverndarnevnd kann oyðileggja lívið hjá ósekum
menniskjum! Um onkur ber fram ósannindi fyri eini barnaverndarnevnd, bert fyri at skaða
ein persón, so fær hetta beinanvegin fylgjur fyri viðkomandi persón, men tann, sum ber
fram ósannindini, sleppur frá at standa til svars fyri, hvat hann ella hon hevur sagt.
Tað ringsta er, at tað eru børnini, - sum barnaverndarnevndirnar skulu verja - sum
kunnu gerast tapararnir.
Undir verandi skipan kann lætt henda, at raðfestingin gerst:
Endamálið við hesum uppskoti er at broyta lógir og reglugerðir soleiðis, at raðfestingin hereftir verður:
Lógin eigur at tryggja, at skipanin í framtíðini verður til fyri borgaranna skyld, og ikki øvugt.
1. viðgðerð 18. oktober 2001. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 8. november 2001 legði fram soljóðandi
Tann 16. oktober 2001 legði Miðflokkin uppskotið fram, og eftir 1. viðgerð tann 18. oktober 2001 er tað beint rættarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 25. oktober og 8. november 2001 og hevur undir viðgerðini biðið landsstýrismannin í almannamálum um at greiða nevndini frá, í hvønn mun og hvussu tey viðurskifti, sum eru nevnd í uppskotinum, eru umrødd í sambandi við arbeiðið at gera nýggja barnaforsorgarlóg, og nær uppskot til nýggja barnaforsorgarlóg kann væntast lagt fyri Løgtingið. Sama spurning varð eisini samtykt at seta Høgna Hoydal, landsstýrismanni, í sambandi við arbeiðið at dagføra familjurættarligu lógirnar og rættargangslógina. Nevndin hevur eisini undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í almannamálum.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum arbeiðir í løtuni við einum uppskoti til løgtingslóg um barnavernd, sum væntandi verður sent til ummælis hjá ymiskum stovnum og nevndum í desember mánaði í ár og væntandi verður lagt fyri Løgtingið í februar 2002. Landsstýrismaðurin hevur upplýst rættarnevndini, at áheitanin í omanfyrinevnda uppskoti til samtyktar verður gingin á møti í komandi løgtingslógaruppskotinum um barnavernd.
Vísandi hertil mælir ein samd rættarnevnd Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 14. november 2001. Uppskot til samtyktar fall 2-1-24. Málið avgreitt.