1-9 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 - 3
A.
Upprunauppskot
B. 1.
viðgerð
C. Orðaskifti við 1.
viðgerð
D. Álit
E. 2.
viðgerð
F. Orðaskifti við 2.
viðgerð
G. 3.
viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2002, 4. mars, løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu og Eyðun Viderø fram soljóðandi
Uppskottil
eykajáttanarløgtingslóg
fyri mars 2002 - 3
Almennar viðmerkingar
Vegurin millum Húsavík og Dal er mangan hættisligur at koyra á. Hann liggur í brattlendi, er smalur, og grót ryður oman á vegin. Skal ferðslan til Dals gerast tryggari og meira tíðarhóskandi, enn hon er í dag, verður neyðugt at gera berghol frá Húsavík til Dals. Vísast skal á, at borgarar í Dali seinast í áttatiárunum savnaðu inn undirskriftir við áheitan á landsins myndugleikar um at gera berghol til bygdina, og fekk henda áheitan viðmæli frá Húsavíkar kommunu. Hetta vísir greitt, at borgararnir í kommununi ynskja betri ferðasamband til Dals.
Mælt verður til at játta kr. 450.000 til at gera jarðfrøðiligar kanningar og kostnaðarmeting av einum bergholi millum Húsavík og Dal.
§ 6. Vinnumál
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. | Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan | 450 |
450 |
- |
Skattur o.t. (ætlan) | - |
- |
- |
Løguætlan | - |
- |
- |
Samskifti og samferðsla ......................................... | 450 |
- |
6.38.1 Vegir og havnir .. .............................................................. | 450 |
- |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
6.38.1 Vegir og havnir | |||
6.38.07. Nýggir landsvegur (Løgujáttan) | J |
39.350 |
- |
EYJ |
450 |
- |
Viðmerking:
Játtanin skal nýtast til at gera jarðfrøðiligar kanningar og kostnaðarmeting av
bergholi Húsavík- Dal.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslur |
39.350 |
450 |
39.800 |
10. Nýgerð av landsvegum |
|||
Útreiðslur |
39.350 |
450 |
39.800 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
39.350 |
450 |
39.800 |
1. viðgerð 6. mars. Tingmálini 1-7, 1-8 og 1-9/2001 vórðu viðgjørd undir einum. Øll málini beind í fíggjarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi
Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu og Eyðun Viderø hava lagt málið fram tann 4. mars 2002, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2002 er málið beint fíggjarnevndini.
Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið. Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskotið.
Á tingfundi 13. mars 2002 løgdu tingmenninir Hergeir Nielsen, Jóanis Nielsen og Signar á Brúnni fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o ttil
2. viðgerð
Vegurin millum Øravík og Fámjin er gamal vegur. Hann liggur høgt, er smalur, og mangan er ikki koyrandi eftir honum á vetri. Alstórur tørvur er á, at har slepst aftur og fram undir tryggum umstøðum.
Fámjin er gott útróðrarpláss, og har er aling, ið krevur góðar samferðslumøguleikar. Fleiri arbeiðspláss eru kring um í oynni, børn og ung leita upp skúlarnar á Tøroyri og í Vági, og er tí alstórur tørvur á, at hesi fáa eins góðar og tryggar flutningsmøguleikar, sum onnur hava.
Somuleiðis er við vegastrekkinum millum Funning og Gjógv. Vegurin liggur høgt, og ofta er samferðslan har tarnað av kava og illveðri.
Eitt uppskot til tunnilsføring er gjørt millum Funning og Gjógv, og mælt verður til, at ein kostnaðarmeting verður gjørd av eini tunnilsgerð á hesi leið.
Mælt verður til at gera neyðugar kanningar og kostnaðarmetingar av einum bergholi millum Øravík og Fámjin og millum Funning og Gjógv og at játta kr. 500.000 til hesi endamál
§ 6. Vinnumál
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. | Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan | 500 |
500 |
- |
Skattur o.t. (ætlan) | - |
- |
- |
Løguætlan | - |
- |
- |
Samskifti og samferðsla ........................................ | 500 |
- |
6.38.1 Vegir og havnir .. .............................................................. | 500 |
- |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
6.38.1 Vegir og havnir | |||
6.38.07. Nýggir landsvegir (Løgujáttan) | J |
39.800 |
- |
EYJ |
500 |
- |
Viðmerking:
Játtanin skal nýtast til at gera kanningar og kostnaðarmetingar av bergholum millum
Øravík og Hov og millum Funning og Gjógv.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslur |
39.800 |
500 |
40.300 |
10. Nýgerð av landsvegum |
|||
Útreiðslur |
39.800 |
500 |
40.300 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
39.800 |
500 |
40.300 |
2. viðgerð 13. mars 2002. Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen, Jóanis Nielsen og Signar á Brúnni samtykt 24-5-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-4-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-2-1. Málið avgreitt.
Ll.nr. 32 frá 26.03.2002