Fyrispurningur um samskatting av hjúnum

100-11 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi samskatting/serskatting av hjúnum

Orðaskifti

Ár 2001, mikudagin 5. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Nær væntar løgmaður, at landsstýrið (ella landsstýrismaðurin í skattamálum) ger eftir løgtingssamtyktini frá 30. apríl 2001 um samskatting av hjúnum (løgtingsmál nr. 74/2000) ?

Viðmerkingar
3. mars 2001 legði Sambandsflokkurin fram tingmál nr. 74/2000, uppskot til samtyktar um serskatting av hjúnum. Málið kom til 2. viðgerð tann 30. apríl 2001, og varð samtykt við 16 – 2 – 12 atkvøðum.

13. mars 2001 (ella 10 dagar seinni) legði landsstýrið fram uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks. Hetta málið kom til 2. viðgerð tann 20. apríl 2001, og varð samtykt við 18 – 1 – 12 atkvøðum.

Síðani er tað hent, at landsstýrið hevur tikið uppskotið til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks til eftirtektar, og legði samsvarandi hesum "Yvirtøkulógina" fyri Løgtingið 2. august 2001.

Undir 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2000, um serskatting av hjúnum, segði Karsten Hansen, landsstýrismaður í skattamálum, at hann tók ikki stig til broytingar í skattalógini samsvarandi uppskotinum.

Grein 33, stk. 2 í stýrisskipanarlógini áleggur løgmanni at hava eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.

Tí verður hesin fyrispurningur nú settur løgmanni.

Á løgtingsfundi 11. september 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 7. november 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Rættast hevði helst verið, at hesin spurningur varð settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, tá ið tað er hesin, ið varðar av skattamálum. Løgmaður hevur tó fingið at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, at hann arbeiðir við at gera eitt skattalógaruppskot, sum tekur útgangsstøði í løgtingssamtyktini frá 30. apríl 2001 um samskatting av hjúnum.

Lógaruppskotið, ið arbeitt verður við, miðar ímóti at betra um trivnaðin hjá hjúnum og barnafamiljum við lág- og miðalinntøkum.

Ætlanin er somuleiðis, at uppskotið í minst møguligan mun gongur út yvir grundregluna um, at hjún skulu skattast hvørt sær. Somuleiðis leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum dent á, at uppskotið ikki skal gera skattaumsitingina munandi fløktari og dýrari.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur boðað løgmanni frá, at uppskotið verður lagt fyri tingið í hesum árinum soleiðis, at tað kann setast í verk frá 1. januar 2002.

Málið avgreitt.