100-2 Fyrispurningur til Óla Holm, landsstýrismann, um flyting av stuðulsstovninum
Ár 2001, týsdagin 7. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:
Fyrispurningur
Viðmerkingar:
Ein av seinastu døgunum, sum fyrrverandi landstýrismaðurin í undirvísingarmálum,
Tórbjørn Jacobsen, sat í landstýrissessi sínum, boðaði hann frá, at ætlanin var
at flyta Stuðulstovnin úr Havnini inn í Eysturoynna.
Sum tað skiltist á landsstýrismanninum, so var ætlanin, at heimstaður Stuðulsstovnsins í framtíðini skuldi verða Runavík.
Hetta var liður í politikkinum at breiða ein part av almennu umsitingini út um landið. Landstýrismaðurin undirbygdi uppskot sítt við tí sannroynd, at talan ikki var um stovn, hvar borgarin kom so nógv á gátt, men at samskifti í flestu førum fór fram yvir telefon ella annan elektroniskan miðil.
Nýggjur landsstýrismaður er í undirvísingarmálum, tí verður hesin spurningur settur fram.
Á løgtingsfundi 8. august 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at
fyrispuringurin skal svarast.
Á løgtingsfundi 19. september 2001 svaraði Óli Holm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:
Svar:
Ad. 1) Ja
Ad. 2) Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur ongar ætlanir um at broyta avgerðina at flyta Stuðulstovnin til Runavíkar, men treytar sær kortini, at hølismøguleikarnir eru nøktandi, og at neyðug játtan fæst til endamálið.
Ad. 3) Í løtuni er støðan hon, at hølini, ið ætlanin er, at Stuðulsstovnurin skal húsast í, neyvan verða tøk fyrr enn um uml. 1 ár. Síðani mugu ávísar broytingar fremjast, so at hølini kunnu nýtast til endamálið. Sannlíkt verða hølini sostatt ikki klár til at taka í nýtslu fyrr enn umleið 1 1/2 ár.
Málið avgreitt.