1-1 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2001
(Broytingaruppskot frá Kristian Magnussen, Hans Paula Strøm, Katrin Dahl Jakobsen, Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen)
Broytingaruppskot
Til 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 1-1/2000: Løgtingsfíggjarlóg fyri 2001.
§ 8.20.3.08. Landssjúkrahúsið, útbygging (løgujáttan) + kr. 23.000.000.
Viðmerkingar:
Løgtingið eigur ikki at góðtaka, at landsstýrið bert setir 35 mió av til
íløgur á Landsssjúkrahúsinum í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001, tá
íløgutørvurin sambært bygginevndini er nógv størri, serliga 3 tey komandi árini,
nevnliga 58 mió.kr. í 2001, 60 mió.kr. í 2002 og 57 mió.kr. í 2003.
Í frágreiðingini vísir bygginevndin á, at íløgutørvurin til útbygging,
umbygging, umvæling og viðlíkahald av øllum bygningunum verður uml. 427,4 mió. kr.
Harumframt koma brunateknisk krøv til verandi bygningar og útgerð í sambandi við
útbyggingina, ið verða mett til uml. 75 mió kr.
Samanlagt verður kostnaðurin sostatt oman fyri 500 mió. kr.
Í frágreiðingini sigur bygginevndin, at neyðugt verður við eini upphædd upp á 43 mió. kr. í 2001 kr. til útbyggingina. Bygginevndin mælir staðiliga frá at leingja byggitíðina út yvir ár 2003, tá hetta helst kemur at fáa álvarsligar fylgjur fyri samlaða byggikostnaðin, aktualitetin í innrættingina og funktiónsloysnir.
Harumframt metir bygginevndin, at neyðugt er við uml. 16 mió. kr. til renovering annars og viðlíkahald av verandi bygningum í 2001.
Tað tykist løgið, at Landsstýrið ikki tekur støðu til frágreiðingina og
metingina um íløgutørvin á Landssjúkrahúsinum, og heldur ikki tekur støðu til tann
tíðarkarm, ið bygginevndin hevur fyrisligið.
Í frágreiðingini vísir bygginevndin á, at summir bygningar eru í so ringum standi,
at um okkurt munagott ikki verður gjørt skjótt, so fara teir fyri skeyti.
Hóast hesar ávaringar frá bygginevndini, so letst Landsstýrið ikki um vón, men
setur upphædd á í 2001, ið hvørki er nøktandi tá talan er um nýbygging, umvæling
ella viðlíkahald á Landssjúkrahúsinum komandi ár.
Vónandi livir Løgtingið upp til sína ábyrgd og tekur bygginevndina og
Landssjúkrahúsið í álvara og setur 58 mió. kr. av á fíggjarlógini fyri ár 2001.