Fiskidagaskipan

Nr. 17

Komið til tingið 30.04.2001

 

Íkast til søgu Føroya Løgtings:

Lógásett at ikki øll eru líka fyri lógini!

Tann, sum fylgir tað minsta við í arbeiðinum hjá Føroya Løgtingi, kemur skjótt til ta niðurstøðu, at arbeiðið her langt frá er á tí støði, sum kann væntast av einum parlamenti í einum veruligum fólkaræði. Í veruleikanum líkist arbeiðið meira tí, sum gongur fyri seg í londum, har eitt ting meira at kalla er eitt eiti.

Annars hava vit eina ideella tingskipan á pappírinum. Fyrst verður mál lagt fram. Síðan fær ta 1.viðgerð. So fer tað í nevnd, har tað fær viðgerð av teimum serkønu á økinum hjá hvørjum flokki. Aftaná verður álitið lagt fram. At enda skal málið fyrst samtykkjast við 2.viðgerð og síðan aftur við 3.viðgerð. Tíðarfreistir millum hvørja viðgerð skuldu tryggja, at eitthvørt mál fær eina dygga viðgerð.

Her skal verða greitt frá einum tingmáli, sum prógvar hvussu okkara skipan virkar í veruleikanum. Sum kunnugt er tað ein meginregla í einum og hvørjum fólkaræði, at "øll eru líka fyri lógini". Og er hetta ein av fyritreytunum fyri "frælsi", sum er so aktuelt í hesum døgum. Men her verður prógvað, at Føroya Løgting er farið so langt sum til at lóggeva um tað mótsatta!

 

setast tvíteigað.

Forsøgan.

Tann 3.mars legði Jørgen Niclassen uppskot fram á ting um eina Fiskidaganevnd. Hetta uppskotið var m.a. soljóðandi:

Landsstýrismaðurin velur eina fiskidaganevnd umboðandi vinnuna á sjónum, sum letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovnunum og tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiárið….

Í viðmerkingum verður m.a. sagt:

Nýggja uppskotið ber í sær, at Skipanarnevndin í tí líki, hon hevur í dag, verður avtikin. Í staðin fær Fiskidaganevndin í størri mun tann leiklut, sum Stovnsrøktarnevndin og Skipanarnevndin hevur í dag. Hóast val og umboðan ikki er nærri ásett í lógini, so verður vinnuumboðanin í Skipanarnevndini flutt til nýggju Fiskidaganevndina. Tryggjast skal, at allir partar í vinnuni á sjónum, sum eru undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum, eru umboðaðir í nevndini.

Víst skal endaliga uppskotið hjá landsstýrismanninum leggjast fyri fiskivinnuráðið. Men hetta hendir ikki fyrr enn viðgerðin í landsstýrinum er liðug, og hevur tí sera avmarkaðan, um nakran, týdning.

Umrødda uppskot fór so til viðgerðar í vinnunevndini. Nevndin kom við broytingaruppskoti til upprunauppskotið, og skuldi orðingin í lógini vera henda:

Eftir uppskoti frá fiskiveiðufeløgunum umboðandi trol og húk, velur landsstýrismaðurin 4 umboð í eina Fiskidaganevnd ið øll skulu hava sítt yrki á sjónum....

Og í viðmerkingunum verður m.a. sagt:

Fiskiveiðufeløgini, hugsað verður um, eru tey feløgini, sum til eina og hvørja tíð eru undir fiskidagaskipanini og tey eru í løtuni Felagið trolskip, Felagið trolbátar, Felagið línuskip, Meginfelag Útróðrarmanna og Felagið snelluskip. 

Komið verður aftur í aðrari grein til leiklutin hja Jørgen Niclassen í hesum máli. Men sigast kann, at uppskotið hjá vinnunevndini og samtyktin hjá tinginum er søgulig, og tað er hetta sum henda greinin snýr seg um.

Tað sum kann sigast um uppskotið hjá vinnunevndini er fylgjandi:

  1. Manningarfeløgini sett uttanfyri.

Sum nevnt var tað uppskotið hjá Jørgen, at vinnuumboðini í Skipanarnevndini skuldu flyta yvir í Fiskidaganevndina. Í Skipanarnevndini vóru umboðað Føroya Reiðarafelag, Meginfelag Útróðrarmanna og manningarfeløgini. Fiskimannafelagið átti nevndarlimin og FSN eykalimin. Og harvið kundi sigast, at øll vinnan, sum er undir fiskidagaskipanini, eisini var umboðað í Skipanarnevndini.

Tað sum vinnunevndin í fyrsta umfari ger er at útihýsa manningarfeløgini og serstakliga FF úr fiskidaganevndini. Hetta ger hon snildisliga við at áseta, at bert feløg sum umboða trol ella húk eiga umboð, og upproknar so øll tey feløg, sum nevndin heldur vera part í fiskidagaskipanini, men manningarfeløgini eru als ikki nevnd. Hetta nervar ikki reiðarafelagið, sum annars skuldi verið líkastillað við FF, tí feløgini Trolskip og Línuskip eru óbeinleiðis undirfeløg hjá reiðarafelagnum. Meginfelag Útróðrarmanna umboðar bert húk, meðan FF umboðar allar veiðuhættir. So tað kann sigast fyri vist, at henda broytingin tilætlað er gjørd fyri at útiloka umboðum fyri fiskimonnum úr fiskidaganevndini. Tað er óneyðugt at siga, at fiskidaganevndin hevur eins stóran týdning fyri fiskimenn sm fyri reiðarar og skuldu teir havt sama rætt til umboðað. Hóast hetta hevur vinnunevndin enntá broytt uppskot hjá landsstýrinum við tí endamálið at útihýsa manningarfeløgini, og hetta verður uttan nakra sum helst grundgeving

2. Feløg kunnu ikki velja egnar limir í Fiskidaganevndina.

Tað næsta grundleggjandi prinsippiella í hesum uppskoti er ásetanin av, at tey feløg, sum annars sleppa í part bert kunnu fáa valt umboð, sum "hava sítt yrki á sjónum".

Tað er ein demokratisk grundregla, at ein politiskur myndugleiki ikki á nakran hátt kann leggja seg útí innanhýsis viðurskifti hjá einum politiskt óheftum felagsskapi. Hetta merkir m.a., at tá felag kann velja lim í eina nevnd, so má tað vera fullkomiliga upp til viðkomandi felag at avgera, hvønn felagið velur. Og tað uttan mun til hvat hesin myndugleiki annars skuldi hildið um hetta umboð.

Eitt annað er tað, at av nevndu feløgum, sum skulu manna fiskidaganevndina er bert eitt, sum hevur limir sum "hava sítt yrki á sjónum", og tað er Meginfelag Útróðrarmanna, sum organiserar bæði bátar og teir, sum eru við bátunum. Taka vit tey stóru av hinum feløgunum, nevniliga feløgini Trolskip og Línuskip, so eru hetta feløg av reiðarum, og sum kunnugt hava reiðararar ikki sítt yrki á sjónum. So støðan er nú tann, at hesi feløg kunnu velja lim í Fiskidaganevndina, men eingin av teirra limum er sum limir í felagnum skikkaður at vera limur. Eru teir virknir á sjónum er orsøkin tann, at teir sigla við egnum skipum, men tá hoyra teir eisini til í einum manningarfelag, sum vinnunevndin hevur útilokað úr nevndini. Tískil eru flestu limir í nevndu feløgum útilokaðir frá at kunna gerast limir í fiskidaganevndini sum umboð fyri teirra egnu feløg. Hetta er sostatt eisini galdandi fyri formenninar og flestu nevndarlimirnar.

3. Eingin saklig orsøk.

Fyrst er at siga, at tað finst eingin saklig grund fyri nevndu áseting. Fiskidaganevndin er ikki ein veiðuteknisk, men ein fiskiveiðupolitisk nevnd. Fremsta kvalifikatiónin fyri at kunna vera í hesum arbeiði er at viðkomandi kann umboða áhugamálini hjá sínum felag. Ein onnur týðandi kvalifikatión er at kenna fiskidagaskipanina, og annars fiskivinnuna yvir ein breiðan kamb, og at kunna geva eini viðgerð av fiskidøgum eitt slíkt "input", t.v.s. tilfar og upplýsingar, sum kann gera eina tilráðing so undirbygda sum tað ber til. Og hetta kann eins væl gerast av persónum, sum ikki hava sítt yrki á sjónum.

Men fyrst og fremst má tað vera upp til feløgini sjálvi at meta um hvør av teirra limum ert best skikkaður til hetta arbeiðið. Henda rætt hevur løgtingið tikið frá teimum.

Samtyktin hjá løgtinginum førir við sær, at stórt allir sum hava umboðað vinnuna í Skipanarnevndini eru útilokaðir úr Fiskidaganevndini. Hetta merkir eisini, at menn, sum hava verið við til at evna skipanina til frá fyrsta degi, og sum hava eina grundleggjandi vitan um hana, sum er heilt avgerandi fyri eina holla nevndarviðgerð, eru útilokaðir úr nevndini.

4. Orsøkin: Persónligur illvilji hjá limum í vinnunevndini.

Men tað sum er heilt skakandi í hesum máli, og sum er fullkomiliga avdúkandi fyri politisku skipanina í Føroyum, er reella orsøkin fyri hesi samtykt. Hon er nevniliga tann, at vinnunevndin hevur skotið hesa orðing í lógini upp fyri heilt tilætlað at útilokað ávísum og navngivnum persónum frá at koma í fiskidaganevndina. Orsøkin er ikki minni ræðandi. Hon er nevniliga tann, at limir í vinnunevndini hava ilt eyga á ávísar persónar í vinnuni og hennara feløgum, og tí vil hon við lóg útiloka teimum frá at umboða áhugamálini hjá teirra egnu feløgum í Fiskidaganevndini. "Brotsverkið" hjá hesum persónum er at teir loyva sær at hava at hava aðra áskoðan enn politisku myndugleikarnir og at teir loyva sær at føra hesa áskoðan fram og at finnast at politisku makthavarunum.

Sum í Russlandi - fyrr.

Hetta minnir óhugnaliga nógv um støðuna í einaræðislondum, sum t.d. í gamla Sovjet. Tá valdu myndugleikarnir eisini sjálvir hvørjar, ið teir skuldu hava til mótpart, t.d. í viðurkendu fakfeløgunum, hóast hetta als ikki skuldu kunna henda á pappírinum. "Tað var so nogv lettari". Hetta var tó í stríð við terri perfektu sovjetisku grundlógini. Men Føroya Løgting er farið so vítt, at tað við lóg útilokar teir, sum teir ikki vilja hava sum limir í eini av tinginum annars óheftari nevnd.

Tað varð sagt um franska heimsspekingin Voltaire, sum var føddur fyri meira enn 300 árum síðani, at hann skuldi siga við onkran, sum hann var ósamdur við: "Eg hati tíni sjónarmið, men eg vil doyggja fyri at verja rættin hjá tær at føra tey fram". Hetta er annars sjónarmið, sum er grundarlagið fyri einum rættuligum frælsi, nevniliga at øll hava rætt til at hava og føra fram síni sjónarmið uttan at hetta fær avleiðingar.

Men her síggja vit í 2001, at vinnunevndin í løgtinginum hevur sitið í fullum álvara og viðgjørt, hvussu persónar, sum ikki eru í krithúsinum hjá nevndini kunnu setast uttan "lóg og rætt", og so er lóggivið út frá tí. At hetta er so er váttað av Heina O Heinesen sjálvum m.a. yvirfyri umboði fyri vinnuna.

At her samstundis er talan um vanligt lógarfusk hevur í veruleikanum lítlan týdning í hesum máli. Men lógin er nú orðað soleiðis, at ein persónur sum siglir t.d. við einum sandbáti kann gerast limur í Fiskidaganevndini, um hann so ikki í lívinum hevur sæð ein fisk.

Men ein persónur, sum er reiðari á fleiri skipum, sum hevur verið fiskimaður og skipari í áravís, og sum uttan iva veit hvat ið gongur fyri seg á fiskileiðunum er útilokaður, sjálvt um hann í síni tíð varð kvalifiseraður vegna vinnuna at vera við til at tilevna fiskidagaskipanina.

Aftturat hesum kemur, at aftaná útreinsanina hjá vinnunevndina og løgtinginum verður ringt at fáa eina arbeiðsføra nevnd. Eitt slíkt arbeiði, sum tað hjá skipanarnevndini, fer fram í einum ávísum tíðarskeiði sum kanska strekkir seg yvir ein mánaða. Í ringasta fall kann væl henda við, at eingin kann møta, tí limirnir jú skulu hava sítt virki á sjónum. Í besta fall kann neyvan hugsast, at fýra persónar við yrki á sjónum kunnu møtast í senn á einum fundi, fyri ikki at talan um á fleiri fylgjandi fundum.

Váttar at FF-blaðið hevur rætt.

FF-blaðið hevur javnan víst á, at tann sum vágar sær at tala "Roma mitt imot", og sum tískil kemur í ónáði hjá makthavarunum, kemur at merkja avleiðingarnar av hesum. M.a. við at verða svartlistaður í almennum samanhangi. Tað er óneyðugt at siga, at hetta er ikki ein ókend framferð í samfeløgum sum vit helst ikki vilja sammeta okkum við..

Tað nýskapandi er, at politisku myndugleikarnir nú fara so langt sum til við lóg at svartlista tey, sum falla í ónáði, og tí er talan um almennan politikk.

Hetta mátti verið nakað fyri grundlógarnevndina at tikið upp. Men við royndunum av henni higartil kann sigast við vissu, at tað verður tað seinasta sum hon fer at gera. Hon skal nevniliga ikki risikera nakað!

Katastrofal vinnunevnd.

"Høvuðsheiðurin" fyri hetta eigur formaðurin í vinnunevndini Heini O Heinesen, sum hóast nógv ár í politikki, og skeið í hópatali, ikki hevur minsta hóming av hvat er ein fólkaræðislig framferð ella ikki. Arbeiðið í nevndini er eisini hareftir. Sum dømi kann nevnast, tá Heini saman við meirilutanum í nevndini samtykti at góðtaka brot á stýrisskipanina vegna eina lóg sum Heini sjálvur hevði sett fram uppskot um og tískil eisini hevði atkvøtt fyri. Lógin var ongantíð sett í verk, og av eini orsøk: Landsstýrismanninum dámdi hana ikki! Hetta kundi Heini góðkenna tí hetta mál snúði seg um feløg, sum ikki eru í kristhúsinum hjá honum. Men annars bakkar hann ikki fyri at átala tað sum hann sjálvur heldur vera lógarbrot í øðrum málum. Fiskidaganevndin er bert eitt annað dømi um, at viðgerðin í løgtinginum valdast hvønn málið snýr seg um!

Hetta er annars ein meginregla, sum er grundarlagið fyri arbeiðið í landsstýrismálanevndini, sum eisini er prógvað her í blaðnum.

Eingin andstøða.

Hinir limirnir í nevndini eru lítið mætari enn formaðurin. Tó skal sigast, at onkur teirra var so frægur, at tá hann varnaðist skaðan royndi at bøta um hann, tá málið kom til 2. viðgerð. Hetta skuldi eisini lættliga kunnað latið seg gjørt, og tingskipanin tekur eisini hædd fyri tí. Men har var einki at gera. Tí tingmenn sum fyrst hava fingið at vita hvat teir skulu atkvøða, har kann eingin makt á jørðini broyta støðu teirra uttan mun til hvussu skilaleys hon er.

Og tað er næstan tað ringasta í hesum máli, at tá avtornar er tað eitt samt ting við øllum flokkum, sum kunnu taka undir við slíkari lóggávu. Hevði tað so verið so frægt at í hvussu ein kundi vísa á, at her var tingið á galnari leið, so hevði verið ein vón. Men hetta vísir eisini, at í veruleikanum er eingin verulig andstøða í Føroyum.

Løgtingsskrivstovan líka dán.

Sum kunnugt hava tingmenn nú allar møguleikar at gera eitt dygdararbeiði. Teir fáa eina góða løn og stuðul til alla ta ráðgeving, sum teir hava brúk fyri. Afturat hesum hava teir eina vælmannaða umsiting, hvør uppgáva tað eisini má vera at ráðgeva tingmonnum um hvat teir kunnu loyva sær at gera. Men hóast alt hetta er støðið á tingarbeiðinum er so vánaligt sum tað ongatíð fyrr hevur verið. Og hvat kann ein vænta av eini løgtingsskrivstovu, sum kann gera ta niðurstøðu fyri at tekkjast limunum í landsstýrismálanevndini, at tað ongan týdning hevur fyri eina málsviðgerð á tingi um landsstýrismaður/løgmaður gevur tinginum løgfrøðisliga skeivar upplýsingar, ella við øðrum orðum lýguri fyri tinginum.

Niðurstøðan.

Niðurstøðan er at hetta mál er sera avdúkandi fyri støðið í løgtinginum. Og hetta sigur ikki minst um rættarstøðuna hjá borgarum her á landi. Men samanumtikið kann sigast um hetta mál:

  1. Løgtingið hevur beinleiðis útihýst manningarfeløgunum frá at vera við í eini nevnd, sum viðgerð mál av avgerandi týdningi fyri inntøkuna og annars livilíkindini hjá fiskimonnum, meðan reiðarasíðan er prinsipielt umboðað. Her er talan um eina heilt greiðan lógásettan mannamun.
  2. Løgtingið hevur tikið ta heilt óhoyrda stig at leggja seg úti hvørjar persónar vinnulig feløg kunnu velja í eina almenna nevnd.
  3. Orsøkin fyri hesum er persónlig illvild hjá tingmonnum móti ávísum persónum, og sum tí skulu útilokast frá at verða settir javnt fyri lógina.. Hervið hevur løgtingið beinleiðis forða t.d. formonnunum og nevndarlimum í hesum feløgum at verja tey áhugamál, sum teir eru valdir av sínum limum at røkja.
  4. Her er talan um eina miðvísa einsrætting, sum eisini er ein "nýhugsan". Í lógini er ásett, at "landsstýrismaðurin tryggjar nevndini neyðugt tilfar til tess at útinna arbeiðssetningin." Hetta merkir, at fyrst útiloka politisku myndugleikarnar persónar úr fiskidaganevndini, sum ikki eru í teirra krithúsi. Síðan skal landsstýrismaðurin sjálvur avgera, hvat tilfar nevndin skal fáa til sítt arbeiði. So tað verður ikki trupult at fáa "rætta" úrslitið.

Løgtingið sum hóttan móti fólkaræðinum.

Hendan greinin snýr seg í veruleikanum ikki um fiskidaganevndina, sum kanska ella helst ongan týdning hevur kortini. Hon snýr seg hinvegin um politisku skipanina í Føroyum. Tað sum er hent viðvíkjandi fiskidaganevndina kann fara at henda fyri ein og hvønn borgara í landinum í øðrum málum. Tað er greitt, at løgtingið er við at avtaka demokratisk rættindi hjá borgarum í Føroyum. Fyrst og fremst tann grundleggjandi rætt, at allir borgarar skulu vera eins fyri lógina.

Men tað óhugnaliga er, at ein slík lóggáva kann verða gjørd uttan at nakar letst um vón. Høvuðsfjølmiðlarnir hava í hesum máli gjørt tað sama sum í øðrum politiskum málum: Nevniliga bert at endurgeva politisku sjónarmiðini uttan at seta nakran relevantan spurning. Almennu fjølmiðlarnar verður annars komið aftur til í komandi blaði.

Annars skuldi eitt mál sum hetta verið vælegnað grundarlag at skapað eitt orðaskifti um politisku skipanina. Men hesum skal lesarin ikki roknað við. "Elitan" fer at verða samd um, at eitt máo sum hetta skal tigast í hel. Tað er eisini partur av føroysku skipanini.

Tí kann tann sum skrivar søgu Føroya Løgtings ekkaleysur taka hesa grein sum ein kapittul í bókini. Tí hon lýsir løgtingsarbeiðið sum tað veruliga fer fram.

ó.