Fjølmiðlafrælsi

Nr. 11

Komið til tingið 15.02.2001

Til Føroya Løgting

Føroya Blaðmannafelag mælir Føroya Løgtingi frá, at mæla Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, at svara fyrispurningi frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, á fundi kl. 13:30 í dag, 15/2-2001.
    Føroya Blaðmannafelag metir, at fyrispurningurin hjá Sámal Petur í Grund leggur seg út í redaktionella frælsið hjá fjølmiðlum, at nýta tær keldur, redaktiónsleiðslan sjálv metir eru neyðugar at lýsa eitt mál til fullnar.

Vinarliga

Jústinus Leivsson Eidesgaard
Formaður í Føroya Blaðmannafelag