Sjómenn

Nr. 10

Komið til tingið 15.02.2001

 

 

Føroya Skipara- & Navigatørfelag , Jekaragøta 10 FO-110 Tórshavn.

Tlf. 316973 Fax 318516 E-mail FSN@post.olivant.fo

 

15. februar 2001

Føroya Løgting
Vinnunevndin
Erling Jallsgøta 6
100 Tórshavn

 Viðvíkandi løgtingsmáli nr. 47/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn.

Víst verður til omanfyri nevnda løgtingsmál. 

Sagt skal vera frá, at Føroya Skipara- & Navigatørfelag tekur fult undir við, og fegnast um, at eitt slíkt mál er lagt fram á Føroya Løgtingi.

Síðan verandi sjómanslóg, ið er frá 15. januar 1988, varð dagførd, eru viðurskiftini nógv broytt, hvat útmynstring hjá sjófólki viðvíkur. Tá var tað ikki óvanligt, at sjófólk vóru 6 mánaðir og meir burtur.

Í lógini varð tá ásett, at ein sjómaður hevði rætt til fría heimferð aftan á 6 mánaðir, og at reiðarí og tað almenna skuldu rinda hvør sína helvt.

Fyri at lýsa málið eitt sindur nærri, so sigldi undirritaði úti í heimi árini 68 – 69. Tá var reglan tann, at tá ein hevði verið burtur í 10 mánaðir, so hevði ein ikki skyldu at rinda fyri ferðina umborð. Tá ein so hevði verið 12 mánaðir umborð, hevði ein eisini rætt til fría heimferð. Nær reglan, at ein ikki hevur skyldu at rinda fyri útferðina, um ein hevði verið minni enn 10 mðr. umborð, og rætturin til fría heimferð aftan á 12 mánaðir er broytt, veit undirritaði ikki, men helst er tað broytt í Danmark nakað áðrenn, tað er broytt í Føroyum.

Tey seinnu 10 – 15 árini er útmynstringstíðin á skipum uttan um okkum stytt munandi. Soleiðis kann nevnast, at tað er meir og meir vanligt at skifta eftir 4 vikur útmynstring, og tað er heilt óvanligt at sjófólk eru meir enn 14 vikur burtur.

Bæði tí norska og tí grønlendska skipaflotanum er tað vanligt, at útmynstringstíðin er 2 mánaðir og styttri.

Eftir galdandi sáttmála hava skipari og manning rætt til fría heimferð aftan á 3 mánaðir. Víðari stendur:

Manningin skal tó halda fram í starvinum í upp til 1 mánaða, um mett verður, at skipið, í hesum tíðarskeiði kemur í havn, haðani heimferðin fer at kosta munandi minni ella er munandi lagaligari.

Fyri tað fyrsta, so tikist tað vónleyst at fáa stytt útminstringstíðina gjøgnum sáttmálasamráðingar. Haraftrat verður útminstringstíðin eftir galdandi sáttmála sera illa yvirhildin. Reglan, um at: um mett verður at skipið kemur í havn, haðani heimferðin kann gerast munandi bíligari ella lagaligari, verður ofta brúkt, ( misbrúkt ), tí reglan verður ofta brúkt, tá skip eru á Flemish Cap, har tað vanlig als ikki er talan um, at skipið kemur til eina havn, haðan ferðin kann gerast munandi bíligari ella lagaligari.

Tað sýnist eisini, at ein útmynstringstíð upp á 2 mánaðir er meira hóskandi, tí um ein túrur varðir 2 mánaðir, og ein ikki hevur rætt at sleppa heim fyrr enn aftan á 3 mánaðir, so má ein fara nýggjan túr, og so kann útminstringstíðin lætt blíva millum 4 og 5 mánaðir.

Meirilutin í nevndini hevur sagt:
Hóast tað liggur ein góður tanki í uppskotinum, so eigur ein at vera varin við at taka samráðingarrættin frá feløgunum, og mælir meirilutin í hesum føri frá uppílegging, við tað at útlit verða fyri, at partarnir sjálvir kunnu loysa hendan trupuleikan.

Víst sakal verða á, at tað er als ikki at blanda seg upp í samráðingarrættin, um Føroya Løgting samtykkir slíkar reglur, tí slík regla er longu í verandi sjómans løgtingslóg. Trupuleikin er júst tann, sum omanfyri nevnda uppskot sýnist at vera ætlað til at rætta upp á, nevniliga at stytta um útminstringstíðina, tí so sum reglan er í dag, so er reglan ( deyð ) tí at kalla eingin fær fyrimun av henni, eftir at hon hevur yvirliva seg sjálva.

Mælt verður tí til, at tikið verður undir við uppskotinum, og at uppskotið verður broytt soleiðis, at landskassin rindar helmingin av ferðaútreiðslunum, soleiðis sum vanligt er í okkara grannalondum.

V/ Føroya Skipara- & Navigatørfelag

Ellintur M. Abrahamsen