P/F Smyril Line

Nr. 9

Komið til tingið 13.02.2001

 

Til allar tingmenn
viðvíkjandi Smyril Line
Strendur 2001-02-13
Eivind Jacobsen

Hækkan av Partapeningi í P/F Smyril Line 2001

Viðmerking til ætlan frá Smiril Line um at hækka partapening til fígging av nýggjum skipi.
Viðmerkingin er gjørd av Eivind Jacobsen til allar løgtingslimir. Eingin hevur biðið um at fáa hesa viðmerking.

Styttingar sum nýttar eru:
FG: Framtaksgrunnurin SL: Smyril Line LK: Landskassin

Niðurstøða

Yvirlit

  1. Tíðarfreistir
  2. Íleggjarar
  3. Kapitaltørvur
  4. Rakstrarætlan, ferðafólk & farmur
  5. Rakstrarætlan í tølum
  6. Politisk atlit
  7.  

    Tíðarfreistir
    SL setur politikarar undir trýst við nógvum tíðarfreistum. Um ikki verður svara áðrenn freistina, kemur SL beinan veg við einari nýggjari.

    Íleggjarar
    Einki er, sum talar fyri, at aðrir íleggjarar enn FG og Landskassin kunnu seta meir pengar í SL, um hetta skuldi gjørst neyðugt. Tí má roknast við at FG og LK noyðast at seta tað í sum krevst, fyri at skipið ikki skal fara av landinum.

    Kapitaltørvur
    SL hevur í dag falna skuld uppá í minsta lagið 20 mió til kreditorar umframt at gjaldast skulu 30 mió uppá nýggja skipið 2 apríl í ár. Sostatt er bráfeingis tørvur á likviditeti minst 50 mió. Hesar pengar kann SL ikki útvega sum støðan er í dag.

    SL skal sum eginfígging til nýggja skipið brúka 175 mió. Hetta skal gerast sum 125 mió EK og 50 mió fyri Norrønu. Útseting av sáttmála kostar SL 20-45 mió. Hetta má SL fíggja sjálvt. SL manglar tí fígging til 40-65 mió. Umframt skal hædd takast fyri, at keypsprísurin á nýggja skipinum møguliga verður hægri enn sáttmálin sigur í dag.

    Rakstrarætlan
    Rakstraætlanin fyri komandi árini hevur ikki fingið bláa stempli frá grannskoðara felagsins, sum vanligt er í slíkum førum. Hetta er ógvuliga undarligt.

    Ferðafólk & farmur
    Ferðafólkatalið verður mett at økjast 43% frá 2000 til ár 2003. Hetta er sera optimistiskt. Netto inntøkan av farmi verður settur at økjast 165% frá brutto inntøku fyri 1999 til nettoinntøku 2003.

    Tað er als eingin meting gjørd, sum sigur, hví so stór øking verður. Hvørki av ferðafólki ella farmi. Tí kann eingin taka slíkar metingar fyri góða vøru. Heldur kann sigast, at talan er um at inntøkurnar eru settar so høgar sum neyðugt, fyri at botnlinjan skal verða í lagið. Hetta er gjørt eftir at útreiðslurnar eru barberaðar niður um tað, sum kann metast at verða skilagott.

    Samanumtikið má sigast, at talan er um sera ivasamt tilfar. Her mangla grundgevingar fyri nærum øllum. Havandi kritisku støðuna hjá felagnum í huga, eigur at verða havt í huga, at hesi tøl møguliga eru framleidd fyri at vísa eina mynd, sum kann gera útlitini betri, enn tey í veruleikanum eru. Tí er tað óskiljandi, at SL ikki almannakunngerð fyribilstøl fyri ár 2000.

    Politisk
    Quick Poll kanning í Sosialinum vísti, at 67% vóru ímóti at tað almenna teknaði partapening í Smyril Line, og tí gevur tað ikki atkvøður at stemma fyri. Heldur tvørturímóti.

    Tilmæli
    Út frá hesum vil mín pástandur verða, at Smiril Line fer at mangla pengar tá nýggja skipið skal keypast. Harnæst má roknast við, at skipið fær gjaldføris og rakstrartrupulleikar fyrsta árið. Tí má roknast við, at skipið verður selt á tvingsilssølu í seinasta lagið á heysti 2004.

    Tí vil eg mæla øllum tingmonnum til at atkvøða ímóti at tekna partapening í Smyril Line.

    P.S. Teir tingmenn, sum meta seg at verða liberalar eiga sjálvandi at atkvøða ímóti.

    Kanning av ymiskum viðurskiftum í samband við møguliga hækking av partapeningi í P/F Smyril Line

    Yvirlit

  8. Tíðarfreistir
  9. Íleggjarar
  10. Kapitaltørvur
  11. Rakstrarætlan, ferðafólk & farmur
  12. Rakstrarætlan í tølum
  13. Politisk atlit

Óskiljandi tíðarfreistir
Alt hevur sera stóran skund, og tí er als ikki tíð til at gera eitt munagott arbeiði. Sera nógvar tíðarfreistir eru, og vísur tað seg sum um at SL roynur at trýsta politikarar at taka støðu, uttan at teir fáa tíð at hugsa seg um. ER HETTA MØGULIGA VIÐ BERÁDDUM HUGA

Íleggjarar
Sagt verður, at SL tørvar 125 mió í kapitalhækking. Játtan fyriliggur í dag frá Hetlendskum Grunni, Íslandi og FG. Í alt hava hesir játta 85 mió. Harumframt er ætlanin at fáa 25 mió fra Landskassanum og 15 mió frá verðandi partaeigarum. Tó treytar játtan frá FG, at aðrir pengasterkir íleggjarar er við, eins og ein treyt er, at føroysk fígging verður til 131 mió. Á síðu 11 verður sagt, at SL einki veit um hvørjar treytir Hetlendski grunnurin leggur við.

Eg havi fingið upplýst, at Íslendski umboðsmaðurin hjá SL, sum eisini er nevndarformaður hevur lænt 5 mió at seta í, umframt tær 5 mió sum bygdagrunnurin vil seta í. Mær er eisini fortalt, at Hetlendski grunnurin bert kann seta í til nýíløgur, men skuldi tørvur verið á meira pengum seinni, kann tað møguliga verða í stríð við viðtøkurnar hjá grunninum. Hetta hevur stóran tídning, um tørvur verður á meira kapitali seinni. Eru hesar upplýsingar rættar, hanga Landskassin og FG uppá nýggja skipið. Hetta átti at verðið kannað til botns, áðrenn tað kom upp á tal at seta pengar í SL.

Kapitaltørvur hjá SL er 215-240 milliónir
Upplýst verður frá FG, at Nýggja skipið kostar 88 mió EURO, meðan frágreiðing frá SL sigur at sáttmálaprísurin er 93,9 mió EURO. Fígging er fingin til 70,4 mió EURO. Um prísurin heldur, skal eginfíggingin verða 23,5 mió EURO ELLA 175 MILLIÓNIR.

Umframt hetta verður í skrivi frá FG sagt, at kostnaðurin av at útseta sáttmálan eitt ár er 3-7%, sum er mett av SL. Hetta verður als ikki nevnt av SL. Hví ikki?? Hetta svarar til 20-45 mió.

SL hevur í dag nógva leysaskuld. Umbyggingin upp á umleið 20 mió, er ikki goldin. Tí skyldar SL í dag minst 20 mió, sum er fallið, umframt at týska skipasmiðjan skal hava 30 mió 2 apríl. Skipasmiðjan hevur í dag trygd í Norrønu uppá 52 mió, og tí kann SL ikki lána pengar. Hotel Føroyar skyldar 15 mió og avlopið í 1998&99 var 0,1 mió og 1,1 mió og kann tað tí eftir mínari meting maximalt lánast 10 mió upp á Hotel Føroyar. Uttan iva er tað skilaleysa høgt mett. Tí er SL í alvorligari penganeyð, bert fyri at klára tað, sum skal gjaldast beinan veg.

Út frá hesum kunnu vit tí siga, at fíggjartørvurin hjá SL fyri at fáa Nýggja skipið er: 175+20ella45+20mió ella í alt 215-240 milliónir. Hetta skal ætlandi fíggjast við 125 mió í hækkaðum kapitali og 50 mió við sølu av Norrønu. Men tá mangla millum 40 og 65 mió í og tær skulu sjálvandi fíggjast. Og tá er ikki tikin hædd fyri meirkostnað av nýggja skipinum

Rakstrarætlan fyri komandi árini
Fyri at siga tað stutt. Her er so lítið skil í, at hetta átti ikki at verið neyðugt at gjørt viðmerkingar til. Inntøkumetingarnar eru skilaleyst positivar, og eitt skip, sum er tríggjar ferðir størri enn tað gamla verður mett at kosta tað sama í rakstri. Hetta er tvætl, sum ikki krevur aðrar viðmerkingar. Tað kann eisini undra, at eingin váttan frá Grannskoðara felagsins er uppá hesi tøl. Hetta eigur at verða kravt.

Ferðafólk
Eitt skip verður brúkt til at flyta ferðafólk frá einum stað til eitt annað stað. Tí er tað avgerðandi, hvat verður broytt á landi, fyri at fleiri fólk skulu hava tørv á flutningi. Bert tað, at skipið er betri broytir ikki tað stóra. Tí má øking av ferðafólkum uppá 32% í mun til 99 og 43% í mun til 2000 verða skilaleys yvirmeting.

Her er als eingin frágreiðing uppá hví ferðafólkatalið fer at veksa hjáløgd. Tvær reglur á síðu 12 er grundgevingin. Í sama teigi verður eisini sagt, at tá Norrøna í dag hevur 52% belegning, fer nýggja skipið eisini at hava sama belegning. Hví ikki byggja enn stórri skip!! Tað tykist undarligt at vænta stóran vøkstur, tá seinasta ár var ein stór minking av ferðafólkum. Tað má roknast við, at ferðaseðlaprísir loftvegis fara at lækka komandi árini, og tað sæst sjálvandi aftur.

Politiskt skal eisini hugsast um, at um metingarnar halda, og fleiri velja sjóvegis flutning verður helst neyðugt at hjálpa Atlantic Airways um stutta tíð.

Farmaflutingur
Her verður rokna við, at umsetningurin fer at økjast 165% í mun til 1999 tøl. Tango kostaði 12 mió í 1999, og hetta verður sjálvandi spart. Rokna verður við at netto inntøkan av frakt økist úr 17 mió í 1999 upp til 45 mió í 2003 og heilt upp í 80 mió í 2007. Men heldur ikki her er nøkur grundgeving fyri, hvar allur hesin farmurin skal koma frá.

SL flytir 49% av laksinum úr Føroyum, og útflutningurin av laksi verður væntandi 60.000 T meira í 2004 enn í dag. Um SL roknar á sama hátt sum við belegninginum av ferðafólki, skuldi hetta givið 49% av 60.000 tonsum ella 30.000 tons (s15). Men á aðrari síðu(s10), vísa teir til minni tøku av alifiski og stórri útflutningur av sama til USA sum orsøk til minkandi farmainntøkur. Hetta er sjálvandi ikki tikið hædd fyri í fíggjarætlanini, sum eysínt er gjørd út frá 1998 og 1999 tølum og als ikki justera eftir nýggjastu upplýsingunum.

Føroya Landsstýri lat í 1999 gera kanning av farmaflutningi(Sjófarleið til Skotlands 27/9-96), og sigur hendan kanning(s12), at innflutningurin og útflutningurin fyri 1996 er mettur til 100 milliónir í alt. Av hesum skal dragast frá fyri umkostningar sum eru mettir til 32%. Sostatt var nettovinningurin í 1996 av øllum farmi, sum ikki bleiv fluttur av specialskipum, til og úr Føroyum 68 milliónir.

Mett verður, at hann er nakað hægri nú, men nettoprísirnir eru lægri í dag enn teir vóru í 1996. Flutningsfeløgini gjalda í dag fyri flutningin í Føroyum! Harumframt skal havast í huga, at ein stórur partur av farminum hjá SL í dag er ferskur laksur og tá er fraktprísurin høgur, og vinningurin er betri enn av bíligari frakt. Men her er talan um avmarkaða nøgd, og tí má roknast við, at økingin av frakt verður bíligari frakt. Tí verður talan um munandi minni avlop pr. tons. Leggjast skal upp fyri, at øktur kapasitetur viðførur prískapping, og tí má roknast við, at netto inntøka av farmasigling minkar komandi árini.

Fekk hesa kanning sendandi í 1996. Saman við hesari kanning fekk eg skriv frá m.a. SL sum sigur, at sambært teirra útrokningur bar ikki til við kombineraðum skipi til farm og ferðafólk

Eisini førur SL fram, at RO-RO flutningur er sera góður flutningsháttur. Hetta eru hini flutningsfeløgini samd í, men tey vísa á, at hetta uttan nakra diskussión er nógv dýrari flutningsháttur enn bingjur og plattar. Eisini verður ført fram, at kundin ikki vil gjalda eyka fyri hendan flutningsháttin. Tí tapur RO-RO flutningur eina prískapping.

Alt hetta skal haldast saman við, at Netto frakt hjá SL verður mett at vaksa úr 10 mió í 1999 upp í 80 mió í 2007. Hetta svarar til at SL hevur 100% av marknaðinum í 2007.

Rakstrartøl á pappír
Fyrst er at viðmerkja, at tað sær undarligt út, at eingi tøl eru fyri ár 2000. Serliga, tá tað ber til 24 oktober at gera framrokning fyri 2000. Hví útleverar SL ikki fyribils tølini fyri 2000. Um tey vóru betri enn mett høvdu tey langt síðan verði almannakunngjørd. Tí má roknast við, at tey eru verri enn mett.

Olja verður mett at kosta 16,2 mió fyri 2000 men bert 14 mió eru avsettar fyri 2001. Hetta boðar ikki frá góðum.

Vísandi til at fallin skuld fyri umvæling er 20 mió kann er lítið sannlíkt, at Kreditorar (s21) bert eru 20 mió. Helst er rætta talið 35 milliónir.

Eisini tykist løgið, at 13 túrar á heysti skulu geva so nógv meira enn 22 túrar á vári 2000. (s19) Kann tað hugsast, at metingin er ov optimistisk.

Hví er avlopið hjá Hotel Føroyum fyri 2000 mett til 2 mió, men er lægri komandi árini.(s20) Hetta er sera undarligt. Serliga tá havt verður í huga at avlop í 1998&99 er 0,1 og 1,1 mió.

Politiskar metingar
Samfelagsliga skal eisini metast um hvat rættast er at gera. Tá kunnu vit siga, at tað ikki er tørvur á hesi rutu. Ikki í so stóran mun, at tað almenna skal uppihalda hesari rutu. Samanlíknast kann við Skotlandssiglingina sum bleiv steðga í 1996/97, tá Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vóru í Tinganesi.

Einki er sum tíður uppá, at vit ikki kunnu verða hesa rutu fyriuttan. Sjálvandi verður tað harumligt. Men skuldi tað hent, at Smyril Line fór á húsagang, ber til at keypa restirnar. Tá hava vit tíð til at gera neyvar metingar.

Eisini eiga vit at hava í huga, at øll eru líka fyri tí almenna. Um tað almenna luttekur hesuferð, verður tað uttan iva byrjanin til stuðulsmylluna enn einaferð. Tað kann eingin politiskur flokkur standa model til.

At enda vil eg siga, at nakrar upplýsingar eru sum eg havi fingið at vita frá vælvitandi keldum. Hetta meti eg at verða álítandi keldur. Men sjálvandi verður trupult at dokumentera, uttan at uppgeva keldur.

Strendur 2001-02-13

Eivind Jacobsen