Brimil

Nr. 7

Komið til tingið 30.01.2001

 

STARVSMANNAFELAGIÐ

 

Føroya løgting
E. Jallsgøta 6
110 Tórshavn

Tórshavn t. 30.01.2001

Viðvíkjandi lógaruppskoti nr. 56 til løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktarskipinum Brimli

Í nevnda uppskoti § 1, stk. 1, nr. 3 eru sáttmálaviðurskiftini hjá Starvsmannafelagnum og Fíggjarmálastýrinum nevnd sum partur av teimum sáttmálaøkjum, sum skulu undir hesa serligu lógina.

Um orsøkina til hetta verður sagt í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at …"hóast Starvsmannafelagið ikki hevur skipað arbeiðssteðg, er neyðugt eisini at fáa sáttmálaviðurskiftini upp á pláss fyri hendan bólkin nú…".

Starvsmannafelagið skal gera vart við, at ongar veruligar tingingar hava verið millum Fíggjarmálastýrið og felagið um viðurskiftini, og limir felagsins alla tíðina hava verið og eru enn umborð á Brimli. Starvsmannafelagið hevur ongantíð strongt á Fíggjarmálastýrið í hesum máli, men hevur bíðað, meðan aðrar tingingar á økinum hava verið. Hetta hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eisini víst á m.a. í útvarpinum í síðstu viku.

Tað er tí púra ósameiniligt við tann fría avtalu- og samráðingarrættin og demokratiskar grundreglur, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil hava løgtingið við lóg at seta uttanfyristandandi persónar at áseta sáttmálareglurnar, meðan samráðingarnar enn eru í gong.

Starvsmannafelagið ger vart við, at í hesari vikuni var ætlanin at leggja fram krøv til komandi sáttmálatingingar sum heild við Fíggjarmálastýrið, men sum støðan nú er, og sama stýri vil hava løgtingið at taka samráðingarrættin frá okkum, er neyvan nøkur meining í hesum.

Starvsmannafelagið setur tí sítt álit á, at løgtingið tí vísir hesum uppskoti aftur.

Hetta mál hevur so grundleggjandi týdning fyri felagið, at vísir løgtingið ikki uppskotinum frá sær, kann Starvsmannafelagið ikki annað enn seta tiltøk í verk.

Sagt verður frá hesum.

Avrit er í dag handað øllum løgtingslimum.

Vinarliga
f.v.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður

J. H. Schrøtersgøta 9 · Postsmoga 165 · FR-110 Tórshavn · Tlf. 298 314868 · Fax 298 311092