Útreiðslubýti land - kommunur

Nr. 4

Komið til tingið 14.11.2000

 

Stjórnarskrivstovan 

 

Føroya Løgting
Erling Jalsgøta 6
FO-100 TÓRSHAVN
Tann 14. november 2000
J. nr. 200000016–53 FÍGÆ
Málsv. TH

 

Í sambandi við 2. viðgerð av ársfíggjarætlanini 2001 hjá Tórshavnar kommunu samtyktu Tórshavnar býráð og Kollafjarðar bygdaráð at mótmæla, at Føroya løgting ikki virðir kommunala sjálvræðið, tá tað nú fer at viðgera lógaruppskot, ið tekur støðið undan tí einmæltu samtyktu ársfíggjarætlanini.

Tórshavnar býráð og Kollafjarðar bygdaráð mótmæla, at týðandi lógarbroytingar verða gjørdar í útreiðslubýtinum millum land og kommunu, og at skattalættar verða samtyktir, sum munandi ávirka kommunalu inntøkuna, uttan at hetta fyrst verður lagt fyri kommunurnar til ummælis, og at hetta verður gjørt, eftir at kommunala ársfíggjarætlanin er samtykt. 

Vinarliga
k. v. 

Leivur Hansen
býráðsformaður

/Jens M. Poulsen
kommunustjóri